hósdagur 8. oktober 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 8. oktober 2009 – Nr. 192
Fýra leikbann merkja
fýra broytingar í mun til
seinast. Brian Kerr, lands
liðs ven jarin, sigur, at tað
als ikki er óhugsandi, at
hann onkur av teimum
meira óroyndu fáa kjansin
leygar kvøldið
Trégoier, Frankaríki: Andy Olsen er
spild ur nýggjur í føroyska hópinum.
Brian Olsen fekk einans nakrar heilt
fáar minuttir seinast, landsliðið var í
eldinum. Andreas Lava Olsen hevur
somu leiðis heldur ikki so øgiligar
roynd ir at vísa á, og fyri Brian Kerr er
Rógvi Jacobsen eisini ein nýggjur
mað u r.
Fýra mans, sum sambært Brian
Kerr gott kunnu byrja inni leygar
dagin.
– Tað er als ikki óhugsandi, at
onkur av teimum óroyndu koma at
byrja inni. Vit hava fýra leikbann
leygar dagin og tað merkir, at eg má
gera minst fýra broytingar í mun til
seinast. Men nú fáa vit at síggja und
ir venjing, og hvat leikararnir vísa
her. Tað verður altavgerandi, sigur
Brian Kerr, landsliðsvenjari.
Eingin er tryggjaður
Góðir møguleikar eru eisini hjá leikar
un um at vísa sínar dygdir, og hjá Brian
Kerr at gera sínar metingar, tí frá
mikukvøldið til leygardag skul di verið
møguleiki fyri at vant fleiri ferð ir.
– Eg velji teir ellivu, sum eg meti
kun nu skaffa okkum tað besta úrs
lit ið. Har er eingin, sum fær nakra
trygd um at byrja inni. Eingin.
Heldur ikki Rógvi Jacobsen, hóast
hann er toppskjútti á føroyska
lands lið num og loksins er tøkur aft
ur.
– Eg havi tosað við hann og hann
skilir støðuna. Men Rógvi er ein stór
per só n ligheit, og eg ivist ikki í, at
hann hevur góða ávirkan á liðið,
sjálvt um hann ikki byrjar inni, sigur
Brian Kerr, sum tó fegnast um, at
Rógvi Jacobsen endiliga kann spæla
full ar dystir aftur.
– Eg havi bíðað eftir, at hann bleiv
klár ur. Í meðan havi eg hugt eftir
upp tøk um við honum, umframt at
eg havi tosað við hann. Øll vita, at
Rógvi hevur havt eitt sera óheppið
kapp ing ar ár, men tá hann endiliga
kom í gongd var greitt, at hann er
ein kapasitetur, metir Brian Kerr,
sum samstundis vísir til hagtølini
hjá Rógva Jacobsen og sigur, at
mongu málini á landsliðnum næs t
an tala fyri seg.
Minni órógvaðir leikarar
Tað var seinnapartin í gjár, at før
oyska ferðalagið kom til Fraklands.
Rætti liga tíðliga, um hugsað verður í
mun til aðrar undankappingardystir
hjá føroyska landsliðnum.
– Hetta ynskti Fótbóltssambandið
líka nógv sum eg. Leikararnir hava jú
brúkt stóran part av mikudegnum
at feðrast í. Fyrst ein langan flogtúr
og síðani ein langan túr við bussi.
Tað er strævið og krevur eitt nakað
av tí at koma fyri seg aftur í, greiðir
Brian Kerr, sum hevur enn eina orsøk
til at koma so tíðliga.
– Leikararnir verða minni órógv
að ir her, enn um vit vandu heima,
sig ur írin.
22 mans at taka av
Tað er ikki einans tað, at føroyska
ferða lagið fór tíðliga úr Føroyum, ið
er óvanligt á hesum túrinum. Eisini
leikara talið er rættiliga óvanligt. 22
mans telur hópurin í mun til 1718
sum so ofta áður.
– 22 leikarar er tað, øll onnur lið
hava við sær og hví skulu vit vera
øðr vísi í so máta. Tað er eisini ein
fyri mun ur til venjingar við so mong
um, sigur Brian Kerr, lands liðs ven j
ari.
Greitt er tó, at við teimum fýra
leik bannunum hevur Brian Kerr í
roynd og veru einans 18 mans at
velja í millum leygardagin.
Teir óroynda hava kjansin
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Brian Kerr, landsliðsvenjari,
prátar við fronsku
fjølmiðlarnar á hotellinum
Mynd: Rólant Waag Dam
Brian gjørdi forkanningar
Brian Kerr, landsliðsvenjari, kom til Frankaríkis longu týsdagin. Hetta
fyri at tryggja sær, at allar kringumstøðurnar vóru, soleiðis sum hann
ynskti tað, tá leikararnir hjá honum komu. – Tað, sum er mest
umráðandi fyri okkum, er vøllurin, vit venja á. Eg var eisini og hugdi at
honum týsdagin, og eg mátti biðja tey sláa grasið tvær ferðir, áðrenn
longdin var passalig, sigur Brian Kerr, sum altso ikki letur serliga nógv
yvir til tilvildina.
Komu í tveimum
Føroyska ferðalagið kom til flogvøllin í Brest í tveimum
– størsti parturin beinleiðis úr Føroyum, men úr
Keypmannahavn komu fimm aðrir mans: Jónans Þór
Næs, Christian Lamhauge Holst, Bogi Løkin, Atli
Danielsen og Bartal Eliasen. Hinir 17 umframt
starvsfólkini kring hópin, fjølmiðlarnir og eini 15
áskoðarar komu við leiguflogfarið hjá Atlantsflog.