hósdagur 8. oktober 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Sosialurin 8. oktober 2009
Víkingurin
er óttaleysur
Andreas Lava Olsen
stúrir ikki fyri
at møta fronsku
heimsstjørnunum á
útivølli. – Tú skalt ikki
ræðast teir, tí teir vinna
milliónir av krónum fyri
at spæla bólt, sigur hann
Trégoier, Frankaríki: Andreas
Lava Olsen hevur spælt tríggjar
landsdystir og hevur skotið eitt
mál higartil. Góð hagtøl at vísa á
hjá leirvíkinginum, sum hevur
tikið ta ábyrgd, tað er at umboða
sítt land, óttaleysur.
– Bara tí, at teir vinna milliónir
av krónum fyri at spæla fótbólt,
so skalt tú ikki ræðast teir, ljóðar
svarið frá Andreas Lava Olsen, tá
hann verður spurdur, um tað ikki
verður heilt øðrvísi at skula
spæla í móti fronsku
heimsstjørnunum á útivølli, enn
tað var á Tórsvølli í summar.
Vil enda árið ordiligt
Heldur ikki tann sannroynd, at
teir flestu í føroyska hópinum
júst eru lidnir við eitt drúgt
kappingarár við mongum og
tøttum dystum, er nakað, ið
kemur illa við hjá føroyska
liðnum, metir Andreas Lava
Olsen.
– Sjálvandi hevur tað verið
strævið, men nú skulu vit enda
árið ordiligt, heldur enn at
hugsað um troyttu beinini, sigur
hann.
Júst tí kom venjingin í
gjárkvøldið eisini væl við. – Tað
var bara fyri at loysa upp og fáa
beinini í gongd, so tað var super,
sigur leirvikingur, sum spælir
fótbólt í Gøtu.
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Rógvi Jacobsen hev ur verið
burtur frá lands liðs hópi
num í meiri enn eitt ár. Nú
skal hann stríðast fyri at
fáa plássið aftur og prógva
sítt virði fyri Brian Kerr. Tað
gleð ir hann seg til
Trégoier, Frankaríki: Eftir stuttu
venj ing ina í gjárkvøldið, vóru menn
rætti liga skjótir at busta gaggurnar
rein ar, fáa sær ein vatnsopa og so
gekk leiðin oman í bussin, sum
bíðaði eftir teimum.
Øðrvísi var tó við toppskjúttanum
á
føroyska
landsliðnum.
Rógvi
Jacob sen, ið ikki hevur verið partur
av landsliðnum í meiri enn eitt ár
or saka av skaða, brúkti rættiliga
langa tíð um at strekkja út.
Klaksvíkingurin ger alt fyri at
sleppa undan skaðum – og ræðist
eisi ni at verða skaddur aftur beinan
vegin – men gleðin um at vera við
aftur á landsliðnum er tað, sum fyllir
mest hjá Rógva Jacobsen.
Hetta kennist gott! Eg havi verið
burturfrá í so langa tíð nú, at eg havi
longst eftir hesum, greiðir Rógvi
Jacob sen frá.
Spakuliga seinastu tíðina hevur
hann arbeitt seg aftur á vøllin. Men
tað sá svart út í eina tíð.
– Fyri tveimum mánaðum síðani,
tá eg ikki fekk spælt, hevði eg als ikki
rokn að við hesum. Tí kennist tað
eyka gott at vera við aftur, sigur
Rógvi Jacobsen.
Tekur ongar kjansir
Gleðin um at vera við aftur ger eisini,
at Rógvi Jacobsen vil gera alt fyri at
sleppa undan einum nýggjum
skaða.
– Tá tú hevur verið skaddur so
leingi sum eg, situr skaðin sjálvsagt í
bak høvdinum í eina tíð. Av tí sama
eri eg varin og strekki nógv út, og
an si betri eftir enn fyrr, fortelur
Rógvi Jacobsen, sum kortini leggur
dent, at nú hann er við, so er tað tí, at
hann er 100 prosent klárur.
– Eg havi spælt fleiri dystir á tamb
og eri 100 prosent frískur. Eg eri eisi
ni komin fyri at spæla og vóni tí, at
eg sleppi upp í part, staðfestir klaks
vík ingurin, ið kortini ikki metir seg
vera sjálvskrivaðan á liðnum.
– Vit eru 22 mans, sum kappast
um at byrja inni. Eg eri komin við nú
ár ið nærkast endanum, so eg eigi
einki pláss.
Arnbjørn hóttir
Spurdur beinleiðis, um hann kennir
seg hóttan av Arnbjørn Hansen,
sum skoraði í seinasta landsdysti, er
svarið greitt.
– Ja, tað er eg. Sum nú er, eiga teir
menn inir, sum skoraðu og vunnu
sein ast, plássini. So má eg bara stríð
ast og arbeiða fyri at fáa mítt pláss
aft ur, sigur toppskjúttin á føroyska
fót bóltslandsliðnum.
Havi saknað hetta
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Ferðin til Fraklands góð. Hálvantriðja
tíma tók tað at flúgva úr Vágum til
Brest í Frankaríki, og frá sjálvum
flog vølli num tók tað hálvanannan
tíma við bussi til Trégoier, har før
oyska ferðalagið varð eskorterað av
fronsk um
løgreglumonnum
á
motor súkk lu. Í býnum Trégoier, har
før oy ska ferðalagið heldur til og
sum liggur skamt frá Guingamp, har
dyst ur in verður spældur leygardagin,
siga tey frá hampiligum veðrið næs
tu dagarnar. Sólglottar og sirm,
með an hitin verður umleið 15 stig.
Brian Kerr, landsliðsvenjari, var skjót
ur at hála menn sínar út á franska
gras ið í gjárkvøldi. Eftir komu á
hotell ið og ein skjótan bita, varð far
ið beint á venjingarvøllin.
Talan var um eina lætta og stutta
venj ing, mest fyri at loysa upp eftir
ferð ina til Fraklands og fyri at leikar
ar nir skulu kenna, at teir eru komnir
í gongd. Vantandi ljósið kring vøllin
gjørdi eisini, at møguleikarnir fyri at
venja um kvøldið vóru rættiliga
av markaðir.
Løtt og stutt
venjing í kvøld Góð ferð til Frakland