Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. oktober 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 193 • 9. oktober 2009 Bleytari køka hesaferð Á síðunum 4 og 5 í Sosialinum í gjár, har yvirskriftin er bleytari køka hesaferð, eru á seinnu síðuni tvær myndir, sum vísa íløgur og rakstur. Fíggjarlógin 2009 er samanborin við fíggjarlógaruppskotið 2010, men av misgáum er ongin eind og onki navn á myndunum. Eindin til vinstru skal vera 1000 krónur, og reyðu skapini skulu ímynda fíggjarlógina 2009, meðan bláu skapini skulu ímynda fíggjarlógaruppskotið 2010. Bussur koyrir millum søvnini Evnið í ársins Savnsfagnaði er orka. Fyrireikararnir heita tí á tey vitjandi um at lata bilin standa fyri at spara orku. Í hesum sambandi er bussur settur at koyra millum tey fýra søvnini allar fimm dagarnar almenni Savnsfagnaðurin er. Savnsfagnaðurin er, frá mánadegnum 12. oktober til og við fríggjadagin 16. oktober. Savnsbussurin steðgar eisini við vanligu bussstoppistøðini, sum eru á rutuni, so fólk, sum ikki vitja søvnini, eisini kunnu brúka savnsbussin. Tey síðstu 30 árini er gassnýtslan í heiminum tvífaldað, og í dag er gass ein líka týdningarmikil orkukelda sum olja og kol. Gass Jan Müller jan@sosialurin.fo Hetta segði stjórin fyri natúrgass í StatoilHydro, Rune Bjørnson, á altjóða gassráðstevnu í Argentina í gjár, sambært blaðnum Off­ shore. Mettu gassgoymslur­ nar í heiminum eru eisini hækkaðar sera nógv. Tey síðstu 20 árini eru gass­ goymslurnar hækkaðar við 75%. Gass telur 22% av samlaðu orkunýtsluni í heiminum. Bæði tað at gass nú kann flytast runt sum flótandi nattúrgass, og at aðrir útvinnuhættir eru funnir síðstu árini, ger, at gass óiva kemur at hava stóran týdning í orkunýtsluni fram­ yvir. Tað, at aðrir útvinnu­ hættir verða nýttir nú ­ til dømis „skifergass“ ­ ger, at mettu goymslurnar eru vorð­ nar nógv størri síðstu árini, sjálvt um nýtslan er hækkað nógv. Eitt annað, sum ger, at størri fokus verður á gass sum framtíðar orkukelda, er, at minni C02 útlát er í gassi enn í olju, og nógv minni enn í koli. Hóast øll eygu higartil mest hava verið vend móti oljugoymslum í undirgrund­ ini, so kann gass koma at fáa ein týðandi leiklut mill­ um Føroyar og Hetland í framtíðini. Gass kann nevni­ liga gerast ein avgerandi partur av menningini av økinum vestan fyri Hetland komandi árini. Stór olju­ og gassfeløg leggja í løtuni seinastu hond á eina risa­ stóra útbyggingarætlan í økinum, sum skal seta hol á tær fyrstu gasskeldurnar, ið hava ligið og bíðað. Ein íløga í infrastruktur fer at gera eina gassframleiðslu meira lønandi. Gasskeldur­ nar liggja eisini so nær før­ oyska markinum, at verður gass funnið í føroyskum øki, kann tað gerast lønandi at taka tað upp við m.a. at brúka komandi infrastrukt­ urin eystan fyri markið. Gass framtíðar orkukelda Amerikanski forset­ in, Barack Obama, hevur fingið friðar­ heiðursløn Nobels. Tað boðar norska Nobelnevndin frá Útland Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Norska Nobelnevndin hev­ ur í dag handað amerikanska forsetanum, Barack Obama, friðarheiðurslønina hjá Nobel. Heiðurin fær hann fyri framúrskarandi royndir at styrkja altjóða diplomati og samstarv millum fólkasløg. Nevndin legði serliga stóran týdning í visiónina um og arbeiðið fyri einum heimi uttan kjarnorkuvápn. Nevndin sigur, at Obama hevur, sum forseti, skapt eitt nýtt klima í altjóða politikki. Diplomati á fleiri stigum hevur endurvunnið eina týðandi støðu, serliga við vekt á leiklutin, sum ST og aðrar altjóða stovnar kunnu hava. Dialogur og samráðingar eru betri dámd sum amboð til at loysa sjálvt tær trupl­ astu altjóða ósemjurnar. Visiónin um ein heim uttan kjarnorkuvápn hevur skumpað undir avdubbing­ ina. Takkað verið Obama spælir USA nú ein meira konstruktivan leiklut í at taka ímóti stóru avbjóðing­ unum á veðurlagsøkinum, sigur norska Nobelnevndin millum annað. Tað er ótrúliga sjáldan at nakar persónur á sama hátt sum Obama hevur fangað uppmerksemi heimsins og givið tess fólkið vónina fyri einum betri heimi, staðfestir nobelnevndin. Hetta er 108. árið at frið­ arheiðursløn Nobels verður latin. Obama fær friðar­ heiðursløn Nobels Eftir bert knøppum 10 mánaðum í starvinum sum forseti í USA, hevur Barack Obama fingið friðarheiðursløn Nobels. Tað verður mett sum ein tann størsti heiðurin nakar persónur kann fáa savnsmynd