fríggjadagur 9. oktober 2009síða 3
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 193 • 9. oktober 2009
3
tíðindi
John Johannessen,
politiskur formaður
í Javnaðarflokkinum,
mælir til størsta
varsemi, áðrenn
flovøllurin í Vágum
verður bygdur út og
hann sigur, at nógvir
løgtingslimir hava
somu støðu
Flogvøllurin
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Vit mugu vísa størsta var-
semi, áðrenn vit brúka eina
hálva milliard til at byggja
flogvøllin í Vágum út fyri.
Tað
staðfestir
John
Johannessen, politiskur for-
maður Javnaðarfloksins.
Hann sigur, at í fleiri ár
hava vit roynt at fáa greiði
á, hvar tað best hóskandi
staðið er at leggja ein fram-
tíðartryggjaðan føroyskan
flogvøll.
Men hann staðfestir sam-
stundis, at verður fyrst ein
hálv milliard skotin av á flog-
vøllinum í Vágum, ganga
minst 40 ár áðrenn tað kemur
upp á tal at gera ein ordiliga
langan,
framtíðar
vøll
nakrastaðni
í
landinum,
skuldu kanningar víst, at
Vágar kortini ikki er tað best
hóskandi staðið at leggja
okkara framtíðar flogvøll.
Tí heldur hann, at tað er
alneyðugt,
at
politiski
myndugleikin ger sær púra
greitt, hvat hann gevur seg í
kast við, áðrenn nøkur enda-
lig avgerð um at byggja
vøllin í Vágum út.
Nógvir spurningar
Hann heldur, at tað kanska
er neyðugt at longja vøllin í
Vágum.
- Men spurningurin er
um tað skal vera 1600,
1700 ella 1800 metrar.
- Spurningurin er eisini,
hvussu nógv skal gerast við
farstøðina við vøllin.
Sjálvur heldur hann ikki,
at tað er rætt at taka alt ov
rívan til í Vágum, fyrrenn
ein nágreinilig faklig met-
ing vísir, at tað er rætta stað-
ið at leggja ein framtíðar
flogvøll.
Tað metingina saknar
hann, tí áðrenn hon er kom-
in, ber ikki til at taka eina
endaliga støðu um Vágar.
- Líka mikið, hvat vit gera
vesturi í Vágum, sleppa vit
ikki undan Sørvágsfirði og
tí herviliga turbulensi, har
kann vera sigur hann.
Og líka mikið, hvat vit
gera vesturi í Vágum, slepp-
ur flogfarið heldur ikki undan
at skula snara stutt frá vøll-
inum undir lending og tí ber
ikki til at brúka nútímans inn-
flúgvingartól vesturi í Vág-
um, leggur hann afturat.
Fleiri eru samdir
Og hann staðfestir, at hann
er langt frá einsamallur um
hesa áskoðan.
- Eg veit at tað runt um í
krókunum í Løgtinginum,
eru fleiri politikarar, sum
tosa um tað sama og sum
hava somu meining sum eg.
John
Johannessen
vil
sostatt hava eina fakliga
nágreining av, hvar tað er
best at leggja ein flogvøll.
- Og so skal okkara
framtíðar vøllur verða har,
um tað so er í Vágum, á
Glyvursnesi ella aðrastaðni,
sigur hann.
Flogvøllurin byggjast út
við størsta varsemi
Trygvi Thomsen og
tey í Sumba hava
mangan havt gott
slakt, men so gott sum
í ár vita teir ikki um
Slakt
Áki Berttholdsen
aki@sosialurin.fo
Flesta staðni kring landið
verður sagt, at slaktið í ár er
betri enn miðal.
Hjá Trygva Thomsen og
teimum í Sumba er slaktið í
ár ikki bara betri enn miðal.
Tað er so gott í ár, sum teir
ikki vita um áður.
Síðsta leygardag drap Sól-
finn Kjærbo, sum eisini
hoyrir til húsið, seks veðrar.
Av teimum vóru fimm vet-
urgamlir og ein var tvæ-
vetur.
Teir veturgomlu vigaðu
heili 91,8 pund í miðal og
tað er óhoyrt hjá teimum.
Veðrarnir vigaðu úr 84
pundum upp í 100 pund.
Tann tvæveturgamli vig-
aði 104 pund og harafturat
drupu teir ein veðr úr Hólm-
inum og hann vigaði 72
pund.
So tað eru nøkur eiggilig
krov í hanga í hjallinum við
Kvíggjaveg í Sumba.
- Hetta er tað besta slakt-
ið, vit vita um og tað mann
vera ógvuliga sjáldsamt um
okkara leiðir, at slaktið
hevur verið so javnt gott,
sigur hann.
Sera góð lomb
Trygvi Thomsen sigur, at
tað vóru serstakliga stór
lomb, teir síðsta heyst settu
við at hava til veðr.
Lombini vóru øll av før-
oyskum seyðaslag og hann
sigur, at tey høvdu tað gott
inni síðsta vetur og tey hava
verið spøk.
- Tey hava staðið gott og
tað er gjørt væl við tey. Í
vár vóru allir veðrarnir
sleptir á somu trøð og har
hava teir eisini fingið aftur-
at.
Annars sigur hann, at tað
hevur verið sera góður gróð-
ur í ár og tað hevur sjálvandi
eisini gjørt sítt.
Hann leggur afturat, at
trøðin, veðrarnir hava ging-
ið á, er gott lendi og teir
plaga at fáa góðan seyð av
henni, men ongantíð hevur
slaktið verið so gott sum í
ár.
Turka fótmøðrar
Fyrr var tað nógvastaðni
siður at hava turkaða fóta-
møðr til døgverða 1. sunnu-
dag í advent.
Hendan
siðin
halda
Trygvi Thomsen og tey fast
um enn og lesarin sær, at á
hjalsvegginum
aftanfyri
Trygva,
eru
fótamøðrar
spentar út og hongdar upp
at turka.
1. sunnudag í advent
verða tær koyrdar í ovnin at
steikja eina løtu og so verða
tær etnar til døgverða við
eplum aftur við.
Tað eru nøkur eiggilig krov, ið Trygvi Thomsen og teir
hava hangandi í hjallinum. Miðalvektin á teimum fimm
veðrunum var 91,8 pund og so javnt gott slakt vita teir ikki
um har hjá teimum. Legg eisini til merkis fótamøðrarnar, ið
hanga útspentar á hjalsvgginum aftanfyri Trygva. Tær verða
døgverðamatur 1. sunnudag í advent
Hotell lata aftur
Higartil í ár eru meiri enn 300 hotell í amerikanska
statinum Kalifornia farin í gjaldssteðg, og tað er fimm
ferðir fleiri enn í sama tíðarskeiði í fjør. Um orsøkina
verður sagt, at hotellini hava ikki megnað at halda sínar
fíggjarligu skyldur, samstundis sum tey hava havt munandi
færri gestir orsakað av fíggjarkreppuni. Blaðið Los
Angeles Times skrivar, at kappingin millum tey hotellini,
sum enn eru opin, er beinhørð, og serfrøðingar siga við
blaðið, at fleiri hotell afturat fara at lata aftur innan árslok.
Fjórði hvør muslimur
Ein milliard og 570 milliónir fólk hava islam sum trúgv, og
sostatt er næstan fjórða hvørt fólk í heiminum muslimur.
Tað er úrslitið av einari kanning, sum umfatar ikki færri
enn 232 lond og økir kring allan heimin. Har sæst at 20
prosent av heimsins muslimum búgva í Miðeystri og
Norðurafrika, meðan heili 62 prosent búgva í Asia. 15,3
prosent búgva í Afrika sunnan fyri Sahara, 2,4 prosent eru í
Evropa, og tey seinastu 0,3 prosentini búgva í Norður- og
Latínamerika. Indonesia, Pakistan og India eru tey londini,
sum hava flest muslimar.
Besta slakt teir vita um
Hava vit fyrst brúkt eina hálva milliard
upp á at byggja flogvøllin í Vágum út,
kunnu vit gloyma alt um ein annan,
longri vøll í Føroyum tey næstu 40 árini,
staðfestir John Johannessen, politiskur
formaður í Javnaðarflokkinum