Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. oktober 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 193 • 9. oktober 2009 tíðindi Øll eru vælkomin Lívsstílsstevnan 2009 Hotel FØroyar leygardagin 17. oktober & sunnudagin 18. oktober les alt um stevnuna á www.synergi.Fo & í rákinum (sosialinum) Fríggjad. 9. oktober Norrøna siglir ongan túr millum 6. og 19. desembur, tí tá er hon leigað út sum hotellskip á stóru veðurlagsráðstevnuni í Keypmannahavn. – Tilboðið var ov gott at siga nei til, og tí gera vit ongan túr í teimum døgunum, staðfestir Peter Holm, stjóri á Smyril Line Sigling Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Tilboðið var ov gott at siga nei til, og tú kanst siga, at vit tosa um eina upphædd, sum endar við milliónir. Tað sigur Peter Holm, stjóri á Smyril Line, nú tað er greitt, at Norrøna ongan túr ger frá 6. til 19. desem­ bur í ár, tí tá er skipið leiga út til ferðavinnuskrivstovu, ið vil nýta Norrønu sum hot­ ellskip á stóru veðurlagsráð­ stevnuni í Keypmannahavn. Hann vil tó ikki siga, hvussu stór upphæddin er. – Hetta hevur ligið í kort­ unum í eina tíð, og tí hava vit ikki selt ferðaseðlar til hesar túrarnar. Tó so. Tað eru eini 20, sum longu hava keypt ferðaseðlar, men tey fáa møguleika at flúgva og so frakta vit bilin fyri tey, um tað er neyðugt. Og so má eg leggja afturat, at tann 19. sigla vit aftur til Føroya, staðfestir stjórin. Frakt verður Hóast hugsað var um at leiga eitt skip, sum bæði kundi flyta frakt og ferða­ fólk, so staðfestir Peter Holm, at talan bert verður um fraktskip. – Vit hava nøkur forplikt­ ilsir til frakt, og hesi fara vit at halda, greiðir Peter Holm frá. Tað var í gjár, at tað enda­ liga gjørdist greitt, at Norr­ øna skal nýtast sum hotell­ skip á veðurlagsráðstevn­ uni. Norðmenn umborð Tá skipið er komið at liggja í Keypmannahavn, verður tað beint við nýggju opruna í býnum, og tað verða ser­ liga norðmenn umborð. – Tað verða serliga norð­ menn, sum koma at nýta skipið. Tað verður til smærri fundir og annars sum hotellskip. NRK fer eisini at senda frá Norrønu, greið­ ir Peter Holm frá. Henda útleigan merkir altso, at skulu fólk til landið ella úr Føroyum frá 6. til 19. desembur, so er størsti sjóvegis møguleikin ikki til staðar, men frakt verður flutt á sama hátt sum van­ ligt. Frá 6. til 19. desembur ger Norrøna ongar túrar. Tá liggur hon nevniliga í Keypmanna og vinnur milliónaupphæddir til Smyril Line sum hotellskip ES hóttir rækjurnar ES ætlar sær at strika tollin á rækjum úr triðjalondum. Tað kann koma grønlendsku rækjuvinnuni ikka við, tí so fáa tær grønlendsku rækjurnar kapping frá bíligari kanadiskar rækjum. Sum er leggur ES seks prosent í tolli á rækjur úr triðjalondum, men nú skal tollurin burtur fyri at fáa meiri rárækjur til virkingar í ES­londunum. Sambært grønlendska kringvarpinum eru danir kunnaðir um møguligar avleiðingar fyri Grønland, men sagt verður, at Danmark kortini fer at atkvøða fyri at lækka tollin. Drýggja Palme-málið Eftir svenskari lóg verða óavdúkað drápsmál firnað eftir 25 árum, men nú umhugsar svenska stjórnin at broyta lógina, so firningarfreistin verður longd. Millum tey svensku drápsmálini, sum ikki eru loyst, er morðið á Olof Palme. Hann bleiv skotin í Stockholm í februar í 1986, og sostatt fellur tað málið fyri firningarfreistini um hálvtannað ár. Men svenska stjórnin ætlar at forða fyri, at drápsmaðurin sleppur undan rættarsókn, skuldi tað hent, at løgreglan avdúkar hann. Tí ætlar løgmálaráðharrin at broyta lógina, skrivar TT úr Stockholm. Norrøna hotellskip á veðurlagsstevnu