fríggjadagur 23. november 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 227 - 23. november 2001
Nr. 227 - 23. november 2001
3
Osama bin Laden fer
heldur at lata sínar
egnu drepa seg enn at
verða tikin fangi.
ÚTLAND
Saudiarabiska blaðið Al-
Watan skrivaði í gjár, at
Osama bin Laden hevur
sagt nøkrum av sínum
næstu medarbeiðarum, at
teir skulu beina fyri sær,
skuldi tað hent, at tað
eydnast amerikanarum og
bretum at avdúka, hvar
hann heldur til.
Hann skal samstundis
hava sagt, at sjálvur heldur
hann segt bert hava nakrar
dagar ella kanska nakrar
vikur eftir.
Sambært blaðnum hevur
bin
Laden
gjørt
eina
sjónbandsupptøku
við
sínum seinastu ynskjum,
har hann eisini mælir øllum
muslimum til at søkja at
amerikanskum málum alla-
staðni. Ætlanin er, at band-
ið skal spælast, eftir at hann
er deyður.
Bin Laden skal hava sagt,
at hann fer ikki at lata
amerikanarar, bretar ella
hermenn hjá Norðursam-
gonguni beina fyri sær, og
hann fer heldur ikki at lata
seg taka til fanga. Tað
seinna hevði verið ein sera
dyggur ósigur hjá honum,
skrivar saudiarabiska blað-
ið, sum vil vera við, at
amerikanarar hava fingið
nógvar upplýsingar frá
Taliban-leiðarum,
sum
Norðursamgongan hevur
tikið til fanga.
Leiðslan í Taliban heldur
fast um, at hon veit ikki,
hvar bin Laden er, og at
einki samband hevur verið
teirra
millum
seinastu
tíðina.
Amerikanarar vilja vera
við, at bin Laden og nakrir
av monnum hansara fjala
seg einastaðni har suðuri í
Afghanistan, og nógvir
servandir amerikanskir her-
menn leita eftir honum
saman við hermonum hjá
Norðursamgonguni.
Amerikanska
stjórnin
segði týsdagin, at hon er til
reiðar at senda hálvt triðja
túsund hermenn afturat at
leita eftir yvirgangsmann-
inum.
(Fartekst)
Tað vóru ikki einans
sovjetskir kavbátar,
sum sníktu seg inn í
svenska skergarðin í
áttati- og nítíárunum.
Kavbátar hjá NATO
vóru eisini har.
ÚTLAND
Tað avdúkar fyrrverandi
ovastin í teirri loyniligu
kavbátaverjuni hjá svenska
herflotanum, Leif Holm-
ström, í svenska sjónvarp-
inum.
Tann loyniliga deildin,
sum Holmström stóð á
odda fyri, æt Musac, og
hennara uppgáva var at
halda eygað við tí, sum
fyrifórst í svenska sker-
garðinum og at staðfesta alt
óregluligt.
Í
sjónvarpssamrøðuni
segði fyrrverandi Musac-
ovastin, at 99 prosent av
kavbátafráboðanunum,
sum
myndugleikarnir
fingu, høvdu einki við kav-
bátar at gera. Men av og á
komu óbodnir gestir ov
nær, og her var talan um
kavbátar hjá bæði War-
schawa-samgonguni
og
NATO, sigur hann.
Holmström sigur, at hann
einaferð fekk munnliga at
vita frá fregnartænastuni í
einum NATO-landi, at ein
av teirra kavbátum hevði
verið innan fyri svenska
markið. Hann vil ikki siga,
hvat land talan var um.
-Vit hava prógvini, og
teir hava munnliga viðging-
ið, at tað var so, sigur Leif
Holmström.
Ein kanningarnevnd boð-
aði annars í síðstu viku frá,
at tað ber ikki til at siga,
hvaðani teir óbodnu gestir-
nir komu. Hesum er Holm-
ström ikki samdur við
nevndini í. Hann sigur, at
hann hevur sjálvur kunnað
kanningarleiðaran
um,
hvørji lond í NATO sendu
sínar kavbátar inn í svenskt
øki.
(Fartekst)
Bin Laden biðið
sínar egnu drepa seg
UTTAN ÚR HEIMI
NATO-kavbátar í
svenskum sjógvi
RÚSEVNISNÝTSLA
Ingrid Bjarnastein
Samkomurnar á Skála-
fjørðinum hava gjørt vart
við, at nýtslan av rúsandi
evnum á Skálafjørðinum
er alsamt vaksandi. Tað
er ikki bert vaksin ung-
dómur, ið nýtir rúsevni,
men talan er eisini um
størri børn.
Talsfólkini frá teimum
ymsu samkomunum vilja
vera við, at tað eru teldu-
caféirnar, ið hýsa »push-
arunum«, tí tað er har
børnini sita út á tann
ljósa morgun.
Av tí, at hesin trupul-
leikin tykist at vaksa við
rúkandi ferð, hava sam-
komurnar á Skálafjørð-
inum tikið stig til eina
sokallaða rúsevnisbønar-
nátt, og verður hon í
kvøld.
Ætlanin er her, at nátt-
in skal vera forbøn
burturav fyri rúsevnis-
viðurskiftunum, við ser-
ligum atliti til ungdómin
á Skálafjørðinum.
Allar samkomurnar fáa
ein tíma í part, sum tær
skulu skipa fyri, men
eisini er pláss fyri ein-
staklingum, um so er, at
onkur hevur eitthvørt
uppá
hjartað.
Eisini
verður sangur og lov-
sangur.
Fyrireikararnir vóna, at
fólk frá teimum ymsu
samkomunum fer at taka
væl undir við tiltakinum.
Bønarnáttin verður í
Rórarneystinum niðri á
Bakka á Glyvrum, byrjar
í kvøld klokkan 23.00 og
endar
leygarmorgunin
klokkan
6.00
við
Morgundrekka.
Eru nakrir ivaspurn-
ingar, so ber til at ringja
til
Dagny
Højgaard
laærar, á telefon 449220.
Rúsevnisbønarnátt á Skálafjørðinum
33 ára gamla Sólrun
Jákupsdóttir Rasmus-
sen úr Havn er gift
við næstformann-
inum í flokkinum
Venstre, sum gjørdist
stóri sigursharrin á
fólkatingsvalinum
týsdagin. Hon er sjálv
virkin býráðspolitik-
ari og hevur tí havt
nakrar strævnar
vikur undan valinum
POLITIKKUR
Stefan í Skorini
Stór gleði var á Venstre-
politikarunum týskvøldið,
tá tað gjørdist greitt, at
flokkurin hevði vunnið ein
knúsandi sigur á javnað-
arstjórnini við Poul Nyrup
Rasmussen á odda.
Sólrun Jákupsdóttir Ras-
mussen úr Føroyum er gift
við næstformanninum í
Venstre, Lars Løkke Ras-
mussen, og hon var sum
vera man sera fegin um
sigurin.
– Eg roknaði við einum
stórum sigri, tí veljarakann-
ingarnar undan valinum
góvu Venstre stóra undir-
tøku. Hinvegin roknaði eg
ikki við, at vit fóru at fáa so
gott úrslit á amts- og
kommunuvalunum,
sum
eisini vóru henda dagin,
sigur ein fegin Sólrun
Jákupsdóttir
Rasmussen
eftir sigurin hjá hennara
flokki.
Hon heldur, at fólk eru
troytt av Nyrup og hansara
politikki, og at Venstre er
besta alternativið. Eisini vil
hon vera við, at Nyrup
hevur givið nógv lyfti, ið
ikki eru hildin.
Afturvald í býráðið
Eins og maðurin hevur
Sólrun rikið dúgliga upp-
undir valið. Hon var nevni-
liga uppstillað í kommun-
uni, har tey búgva.
– Hesar seinastu vikurnar
hava
verið
ómetaliga
strævnar.
Børnini
hava
mest verið hjá ommuni og
abbanum í Danmkark, tí eg
og Lars hava verið upptikin
av valinum. Nú valið er
liðugt, skulu børnini aftur
fáa sítt, lovar Sólrun, sum
longu hevur lagt spennandi
ætlanir fyri børnini.
Sólrun sigur, at tað er ein
fyrimunur, at valstríðið var
so stutt, men hinvegin
verður lagt nógv fyri, tí alt
skal náast.
Sólrun varð afturvald við
112 persónligum atkvøð-
um. Venstre fekk ellivu
býráðslimir, og hon var
nummar fýra á listanum.
Hetta er aðru ferð, at
Sólrun verður vald í bý-
ráðið í Gråsted, ið liggur
norðanfyri
Keypmanna-
havn.
Sólrun stillaði upp við
seinasta val, tá maðurin tók
seg
úr
býráðspolitikki.
Hann gjørdist amtsborgar-
stjóri í Fredriksborg amt á
Norðursæland fyri fýra
árum síðani, og Sólrun tók
so við í býráðnum eftir
hann. Lars Løkke Rasmus-
sen varð afturvaldur í
Fólkatingið og kann halda
fram sum amtsborgarstjóri,
um hann vil. Tó er ein
møguleiki fyri, at hann
verður ein av ráðharrunum
í nýggju stjórnini hjá
Anders Fogh Rasmussen.
Maður Sólrun hevur sitið
á Fólkatingi síðan 1993, og
hann gjørdist næstformaður
í flokkinum, tá Uffe Elle-
man Jensen tók seg aftur
sum formaður eftir valið í
1998. Anders Fogh gjørdist
formaður, og Lars er nú
høgra hond hjá komandi
forsætisráðharranum.
Politisk familja
Sólrun er dóttir Jákup
Petersen, lækna í Klaksvík,
og Bergljót av Skarði, ið er
lærari í Studentaskúlanum í
Havn.
Hon er sostatt abbadóttir
Sigurd Joensen, sála, ið sat
á tingi fyri Tjóðveldis-
flokkin nøkur valskeið í
fimmti- og sekstiárunum.
– Tað kann vera, at eg
havi arvað áhugan fyri
politikki, men eg má siga,
at størsta ávirkanin hevur
verið frá manninum, tí vit
hava altíð tosað nógv um
politikk heima við hús. Tað
er haðani, eg havi fingið
blóð á tonna, sigur Sólrun.
Hon lesur í løtuni til
lærara og hevur enn trý ár
eftir av útbúgvingini. Um-
framt lesturin arbeiðir hon
sum stuðul hjá einum
brekaðum nakrar tímar um
vikuna. Eisini hevur hon
sítt arbeiði í býráðnum at
røkja.
Lars Løkke Rasmussen
og Sólrun, sum hittust í
1989, eiga í dag trý børn.
Bergur, sum er ellivu ár,
Lisa er seks ár og Símun er
fýra ára gamal. Tann yngsti
er uppkallaður eftir lang-
abbanum,
Símuni
av
Skarði, ið yrkti tjóðsangin.
Sólrun vónar, at hon
kann fara í starvsvenjing í
einum føroyskum skúla og
taka børnini við sær. Tey
vitja annars javnan í Før-
oyum.
Sólrun hevur búð í Dan-
mark í eini 14-15 ár.
Áðrenn hon fór úr Føroyum
fekk hon FHS-prógv á
Handilsskúlanum í Havn.
Síðani var hon í Onglandi í
eitt hálvt ár og tók eftir tað
HF-prógvið í Danmark.
Sólrun saman við familjuni. Maðurin og hon hava bæði verið nógv upptikin av valstríðnum seinastu vikurnar, og tað endaði
eisini við sigri hjá teimum báðum
Sólrun
vann valið
C
M
Y
K
3
2
Lesisi
L ð
-tatat ð loysir seg
o r