fríggjadagur 23. november 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 227 - 23. november 2001
Nr. 227 - 23. november 2001
5
Árið 2001 hevur hig-
artil verið eitt baldrut
ár hjá nývaldu fólka-
tingskvinnuni
Lisbeth L. Petersen.
Eftir formansvalið í
Sambandsflokkinum
í mars mánaða varð
hon vald til formann.
Í summar misti hon
lívsfelaga sín ígjøgn-
um 40 ár, og nú til
fólkatingsvalið er hon
vorðin fyrsti kvinnu-
ligi føroyingur á
fólkatingi. Hvussu
hevur nývalda fólka-
tingskvinnan fingið
sorgina og valstríðið
at hanga saman?
SORG OG VALSTRÍÐ
Ingrid Bjarnastein
Valstríðið hjá Lisbeth L.
Petersen hevur hesuferð
verið merkt av øðrum enn
plakatum og fjølmiðlum.
Politiskt hevur hon havt
somu umstøður, eins og øll
onnur valevni, men reint
persónligt hevur trýstið
verið væl størri.
Í 40 ár vóru tey gift, Ják-
up og Lisbeth L. Petersen.
Men fyri stuttari tíð síðan
misti Lisbeth mann sín.
Jákup doyði av krabba-
meini eftir stutta sjúkra-
legu. Eitt slíkt tap ávirkar
sjálvsagt eitt menniskja
persónligt, og í hesum føri
møguliga eisini politiskt.
– Sjálvandi hevur hetta
ávirkað meg og mítt val-
stríð, sigur Lisbeth L.
Petersen, sum er fyrsta før-
oyska kvinnan á fólkatingi.
– Men tá tú verður settur
í eina støðu sum hesa,
uppdagar tú, at tú ofta fært
styrki, sum tú ikki visti at
tú hevði.
Ikki komin fyri seg
enn
– Eg eri ikki rættiliga
komin fyri meg enn, men
tað hjálpir at eg nú ta
seinastu tíðina havi havt
annað at hugsa um. Tá ein
er til arbeiðis merkir ein tað
ikki so væl, men tað at
koma heim til eitt tómt hús
er altíð ringt.
Lisbeth varð gift ung við
Jákupi, og saman eiga tey
tvey børn. Tey fyrstu árini
var hon nógv einsamøll, tí
hann sigldi úti.
– At eg var so nógv
einsamøll tá eg var ung,
hevur eisini á ein ella annan
hátt hjálpt mær nú. Tað
hevur hjálpt mær við at
verða sjálvstøðug og at taka
mær av mær sjálvari. Eg
hevði eitt heim at taka mær
av, og noyddist tí at savna
meg um arbeiðið, ið tað
innibar.
Viðhvørt er tað komið
fyri, at Jákup var burtur í 15
mánaðar uttan steðg, tí
soleiðis var tað jú tá, og
eisini vóru tey, Lisbeth og
Jákup, samd um, at soleiðis
skuldi tað verða. Til dømis
var elsti sonur teirra átta
mánaðar áðrenn pápin sá
hann fyri fyrstu ferð.
Lisbeth arbeiddi ikki úti tey
fyrstu árini hon og Jákup
vóru gift, men hon hevði
ymisk áhugamál við síðuna
av, og harímillum var
politikkur.
– Áhugin fyri politikki
kom, tá eg var heilt ung. Eg
arbeiddi eina tíð sum skriv-
ari í flokkinum, og eisini
gjørdi eg ymiskt nevndar-
arbeiði.
Mamman nógv at siga
– Eg havi fingið hjálp og
umsorgan frá familju og
teimum
nærmastu,
og
hjálpir tað sjálvsagt ógvu-
liga nógv, sigur Lisbeth.
– Eisini tað, at flokkurin
og arbeiðsfelagar sum heild
hava víst góðsemi hevur
hjálpt. Harumframt havi eg
eina gamla mammu, sum er
90 ára gomul. Hon hevur
verið ein ótrúligur stuðul at
havt. Hon hevur verið sjúk
hetta seinasta árið, men hon
hevur ment seg, og hon
hevur hjálpt mær ógvuliga
væl.
Lisbeth L. Petersen sigur,
at tað at hon hevur mist
mannin
hevur
ávirkað
hana. Tað sosiala hevur
altíð havt hennara áhuga,
og nú hon hevur sæð
heilsuverkið innanfrá, hev-
ur Lisbeth ásannað, at har
er nógv sum skal gerast og
nógv er, ið als ikki er nóg
gott.
– Eg helt, at eg visti nógv,
men ikki so nógv. Tað er
onki galið við starvsfólk-
unum í heilsuverkinum, tað
er heilt vist, men nógv er, ið
krevur ábøtur.
Ansar sær
Lisbeth býr nú einsamøll,
og hevur bert ein hund
afturat sær, sum familjan
hjálpir henni við. Nú metir
hon seg eisini til at vera
leysari til at vera heim-
anifrá, enn tá maðurin lá
sjúkur heima.
– Tað hevur víst seg, at eg
eri sterkari enn eg helt, men
eisini er týdningarmikið at
ansa sær sjálvum. Mark er
fyri, hvussu nógv ein
klárar, men júst nú havi eg
tað gott við mær sjálvari,
sigur Lisbeth L. Petersen at
enda.
Lisbeth L. Petersen:
Eg eri sterkari enn eg helt
Samráðingar eru í
gongd millum
Strandfaraskip
Landsins og tey, sum
hava boðið upp á
rutukoyringina hjá
Bygdaleiðum
SAMFERÐSLA
Edvard Joensen
Realitetssamráðingar fara í
gongd í næstu viku millum
Strandfaraskip Landsins og
tey, sum ætla at røkja
Bygdaleiðir komandi fimm
árini.
Poul Jákup Thomsen,
fólkaflutningsleiðari
á
Strandfaraskipum Lands-
ins, sigur, at seinastu dag-
arnar hava verið fundir við
tey, sum hava latið tilboð
inn upp á koyringina. Einir
12 slíkir avklárandi fundir
hava verið, sigur hann.
Okkurt tilboð var soleið-
is, at tað líkasum datt burt-
ur ímillum, men tey, sum
hildið varð vóru á eini leið,
vórðu eftirhugd, og tosað
varð við tilboðsgevararnar
fyri at fáa ymisk ting upp á
pláss, sigur Poul Jákup
Thomsen.
– Tað er umráðandi at
tryggja sær, at báðir partar
skilja hvønn annan og vita,
hvat vit tosa um, áðrenn
farið verður í realitetssam-
ráðingar um koyringina,
sigur hann.
Tað er settur ein bólkur á
Strandferðsluni at taka sær
av hesum samráðingunum.
Har eru millum onnur
roknskaparfólk og leiðslu-
persónar í, sigur Poul Jákup
Thomsen.
Fyrst í næstu viku væntar
hann, at farið verður undir
tær endaligu samráðingarn-
ar við tey, sum fara at fáa
koyringina. Tá hava tey á
Strandferðsluni hugt tilfar-
ið ígjøgnum einaferð enn,
og mett um, hvønn tey
halda vert er at tosa við
aftur. Tá so alt er endaliga
avklárað, verða sáttmálar
skrivaðir at galda fyri kom-
andi fimm árini.
Poul Jákup Thomsen vil
ikki siga nakað nærri um,
hvønn tey fara at tosa við.
Men hann sigur tó, at tað
gleðiliga er, at nógv kend
andlit fara at ganga aftur, tá
Bygdaleiðir verða privatis-
eraðar eftir nýggjár.
Um Skálafjarðarleiðina,
sum eisini er boðin út, sigur
hann, at har verður støða
tikin fyrsta dagin.
Samráðast um Bygdaleiðir
Sjálvstýrisflokkurin
skuldi seinnapartin í
gjár á fund, har
úrslitið og støðan
eftir fólkatingsvalið
skuldi viðgerast
EFTIRMETING
Edvard Joensen
Vanlukkuliga valúrslitið hjá
Sjálvstýrisflokkinum
skuldi til viðgerðar á fundi
seinnapartin í gjár. Fundur-
in varð hildin eftir, at Sosi-
alurin var farin til prenting-
ar.
Edvard
Hermansen,
landsnevndarformaður
í
Sjálvstýrisflokkinum sigur,
at fundurin skuldi gera
eftirmetingar eftir hetta
»lortavalið«, sum hann tek-
ur til, ið flokkurin hevði
týsdagin. Í aðrar mátar er
ikki so nógv at siga um,
hvat viðgjørt verður, segði
hann.
Um grundina til valúrslit-
ið sigur Edvard Hermans-
en, at eftir hansara tykki,
var tað rumblið um for-
mansvalið fyri stuttum,
sum sást aftur.
– Tað var púra ørt í høvd-
inum at hava eitt formans-
skifti so stutt undan einum
vali, sigur hann.
Har ljós brenna fá
Lítið var til frammanundan,
og tá so summi rýma aðra-
staðni ella sita heima, er
skjótt at merkja mun,
ásannar Edvard Hermans-
en.
Hann vísir á, at úti í
Fugloy var afturgongd, sum
hann tilskrivar einum ávís-
um navnnevndum limi,
sum farin er hiðani av fold.
– So lítið skal til, at á ein-
um lítlum plássi skal bara
ein atkvøða til at ávirka
prosentpartin munandi, sig-
ur Edvard Hermansen.
»Har ljós brenna fá undir
lágari lon, sæst gjølla, tá
eitt teirra slóknar. Tá
maður verður til fúkandi
fon, hitt fámenta liðið
hoknar«,
yrkti
Janus
Djurhuus. Og sjálvdan man
tað hava passað betri enn í
hesum førinum.
Edvard Hermansen metir
tó, at størri parturin av
teimum atkvøðunum, sum
ikki komu aftur í mun til
seinasta val, eru slíkar, sum
als ikki hava verið á vali.
Nakrar
eru
ivaleyst
farnar aðrastðani, tí fólk
eru ikki so floksbundin í
dag, sum vanligt var fyrr.
Men at Sambandsflokkurin
skal hava svølgt Sjálvstýr-
isflokkin soleiðis, metir
hann ikki.
Edvard Hermansen held-
ur, at tað heldur munnu
vera fólkafloksatkvøður,
sum farnar eru til Sam-
bandsflokkin fyri líkasum
at byrgja eitt sindur upp
fyri fullveldisrákinum hjá
Tjóðveldisflokkinum.
Og tað heldur hann vera
eitt ræðandi rák, tá nú sam-
gongan hevur ein skipaðan
fullveldispolitikk. Men ein
sannroynd
er,
sambært
Edvardi Hermansen, at
partar av Fólkaflokkinum
eru als ikki so fullveldis-
sinnaðir, sum stevnan ann-
ars er til.
Sjálvgjørt
Heldur ikki Sámal Petur í
Grund, formaður í Sjálv-
stýrisflokkinum ivast í, at
úrslitið var sjálvgjørt.
Hann ásannar, at tað var
óhepið at formansskiftið og
fólkatingsvalið komu at
liggja so nær hvørjum øðr-
um.
– Men vit vistu ikki, tá
formansvalið var, at hetta
valið fór at koma nú. Tað
var væntandi seinni.
Hann sigur undan eftir-
metingarfundinum í Sjálv-
stýrisflokkinum, at hann
ætlar sær ikki beinanveg at
leggja frá sær. Formaðurin
kann bara veljast á aðal-
fundi, og hann verður ikki
fyrr enn um eitt ár. Og
Sámal Petur í Grund sigur,
at hann hevur einki frætt
um, at nøkur ætlan er um at
trýsta hann til at fara frá.
Hann sigur, at væntandi
var alla tíðina, at Sjálvstýr-
isflokkurin fór at fáa eitt
vánaligt fólkatingsval.
Havandi 1998 valið í
huga, kundi tað statistiskt
bara ganga niðureftir. Men
so vánaligt hevði hann
kortini ikki væntað, sigur
hann.
Sámal Petur í Grund
sigur, at hetta valið kann als
ikki samanberast við eitt
løgtingsval, og hann ivast
ikki í, at komandi løgtings-
val verður nógv betri hjá
Sjálvstýrisflokkinum.
Nær tað kann væntast at
verða, vil hann ikki siga
nakað um. Samgongan
kom ikki so væl sum ætlað
burtur úr fólkatingsvalinum
og hevur tí helst ongar ætl-
anir um løgtingsval í ótíð.
Men stutt er eftir av skeiðn-
um, og val skal haldast í
seinasta lagi 30. apríl.
Tann dagin hevur løg-
maður fyrr nevnt, og Sámal
Petur í Grund, visir á, at 30.
apríl 2002 er týsdagur, sum
er vanligur valdagur.
Sjálvstýrisflokkurin ger upp
Avgjørt verður helst í næstu
viku, hvør fer at reka
Bygdaleiðir komandi fimm
árini
Sámal Petur í Grund og Edvard Hermansen hava saman við restini av floksleiðsluni viðgjørt
vanlukkuliga valúrslitið
C
M
Y
K
5
4