Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. november 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 227 - 23. november 2001 Nr. 227 - 23. november 2001 7 C M Y K Loyva vit okkum at gera framrokningar, útfrá úrslitinum av fólkatingsvalinum, til komandi løgtingsval, sæst, at broytingar lættliga kunnu koma fyri. Klára Sambands- og Javnaðarflokkurin seg líka væl til løg- tingsvalið sum til fólkatingsvalið, kunnu teir einsam- allir skipa samgongu. Framrokningar vísa, at fleiri nýggj fólk kunnu koma innum gáttina. Serliga hjá Fólkaflokkinum vísa framrokningarnar eina heilt øðrvísi mynd. SPÁDÓMUR Heri á Rógvi Týsdagin var fólkatingsval á skránni í Føroyum og hin- um pørtunum av ríkinum. Saman við valunum til løg- tingið og til bý- og bygda- ráð er fólkatingsvalið høvi hjá føroyingum at geva teirra íkast til demokratisku skipanina. Hyggja vit at hagtølun- um, so sæst, at tað er eitt sindur skiftandi, hvønn fólk velja til tey ymsu valini. Og tó tykjast nøkur samsvar- andi mynstur at vera at hóma. Fólk í teimum ymsu valdømunum tykjast oftast at vera trúgv móti ávísum flokkum, uttan mun til slag av vali. Vit hava gjørt nakrar framrokningar, útfrá úrslit- inum av hesum seinasta fólkatingsvalinum, til løg- tingsvalið, sum væntandi verður einaferð í vár. Tað skal sigast, at úrslitið av framrokningunum skal sjálvsagt takast við fyrivarni. Hyggja vit eftir hesum sum eina veljarakanning, kunnu vit siga, at 26.334 fólk vórðu spurd, og spurn- ingurin ljóðaði: Hvønn velur tú til fólkatingsval? Hetta gevur eina rættiliga høga umboðan, hóast spurningurin kanska ikki er heilt tann rætti til løgtings- val. Til sammetingar kunnu vit nevna, at til seinasta fólkatingsval fingu allir flokkar uttan Fólka- og Sjálvstýrisflokkurin fleiri atkvøður til løgtingsvalið enn til fólkatingsvalið. Být- ið gjørdist øðrvísi á tann hátt, at Tjóðveldisflokkurin streyk framav og gjørdist størstu flokkur, men orsak- að av teimum valdømis- valdu, so gjørdist ikki einsamallur størsti flokkur. Løgtingsvallógin byggir á bæði umdømisvaldar og eykavaldar tingmenn. Hetta gevur oftani eitt úrslit, har tann størsti flokkurin ikki altíð verður størstur. Hetta skyldast, at tingmenninir í summum valdømum eru væl bíligari enn aðrir, t.e. tað skulu færri atkvøður til hvønn tingmann í teimum smærru valdømunum enn í teimum størru. Í Føroyum eru sjey valdømi, har minsta talið av valdømis- valdum er tvey, og fimm eykaumboð sita í Løgting- inum. Hesum hava vit eisini roynt, at tikið hædd fyri í framrokningunum, soleiðis at vit hava ásett tingmenn fyri hvørt valdømi sær og eykaumboðini. Norðoyggjar Við seinasta løgtingsval í 1998 var Fólkaflokkurin stóri flokkurin í Norð- oyggjum. Hetta hevur eisini verið soleiðis seinastu val- ini. Tað, sum serliga var at leggja merki til á fólka- tingsvalinum týsdagin, var, at fólk í Norðoyggjum eftir øllum at døma hava fingið eyguni upp fyri Sambands- flokkinum, og hevði fólka- tingsvalið verið eitt løg- tingsval, so hevði Sam- bandsflokkurin fingið um- boðan á løgtingi úr Norð- oyggjum. Besta persónliga úrslitið á sambandslistan- um hevði Betta Joensen. Sambært framrokningun- um, so høvdu trý kend andlit afturat komið á løg- ting afturat fyri Norð- oyggjar, Anfinn Kallsberg, Vilhelm Johannesen og Heine O. Heinesen. Leggjast kann afturat, at um Sjálvstýrisflokkurin kemur innum gáttina, týðir alt upp á, at Eyðun Elttør verður maðurin, sum fer at umboða flokkin í tinginum. Hvørki Sjálvstýris- ella Miðflokkurin fáa umboðan í Løgtingið, sambært fram- rokningunum. Eysturoy Eysturoyggin fær, hyggja vit eftir fólkatingsvalinum, eitt eykaumboð í Løgting- inum. Hendan fellir Fólka- flokkinum í lut, soleiðis at flokkurin fær tveir eystur- oyingar á ting í sín part. Sambandsflokkurin er vanliga sterkur í Eystur- oynni, og hann fær, sam- bært framrokningunum, eisini síni tvey umboð, bæði væl og virðiliga. Hin- vegin er hann eitt fitt petti frá at fáa tríggjar valdømis- valdar í Eysturoynni. Javn- aðar- og Tjóðveldisflokkur- in fáa hvør sítt umdømis- valt umboð. Manningin verður: Jógv- an á Lakjuni, Kjartan I. Joensen, Edmund Joensen, Alfred Olsen, Dan Reinert Petersen og Torbjørn Jacob- sen. Norðstreymoy Við valið í 98 gjørdu Tjóð- veldis- og Fólkaflokkurin bestu hálini. Teir fingu hvør sín valdømisvaldan. Um- framt hesar báðar, gekk tað eisini soleiðis upp, at Javn- aðarflokkurin fekk eitt eykaumboð í Norð- streymoy. Eftir fólkatingsvalinum at døma, hevði tað gingið soleiðis upp, at Sambands- og Tjóðveldisflokkurin høvdu fingið hvør sín val- dømisvaldan, og Fólka- flokkurin hevði fingið ein av sínum eykavaldu í hes- um valdøminum. Ungi vestmenningurin Bárður Nielsen og kendi vestmannatingmaðurin Jógvan Djurhuus sleppa báðir á ting. Eykaumboðið í Norð- streymoy verður Ingi Olsen úr Vestmanna, soleiðis at tríggir vestmenningar kunnu sita á tingi. Ein av verandi tingmonn- um fyri Norðstremoy, Ják- up Suni Joensen, stillaði ikki upp til fólkatingsvalið, og hetta kann sjálvandi fáa ein avgerandi týdning, tá ið løgtingsvalið verður. Suðurstreymoy Tjóðveldisflokkurin gjørd- ist størsti flokkur á fólka- tingsvalinum í Suður- streymoy. Flokkurin fekk dygga undirtøku á størsta valstaðnum, á Hálsi, og hetta avger í roynd og veru Suðurstreymoy. Høgni Hoydal, Kristina Háfoss og Annita á Fríðriksmørk savnaðu nóg mikið av atkvøðum í teirra part. Teir átta valdømisvaldu tingmenninir í Suður- streymoy høvdu býtt seg so kristiliga millum teir fýra stóru flokkarnar. Javnaðar- og Tjóðveldis høvdu fingið sínar eyka- valdu í Suðurstreymoy, og har hevði eitt nýtt navn, í øllum førum í landspolit- ikki sloppið framat. Kvinnurnar standa eftir øllum at døma rættiliga sterkar í Suðurstreymoy, tá ið helmingurin av teimum valdu haðani høvdu verið kvinnur. Til fólkatingsvalið still- aðu Finnbogi Arge, Heðin Mortensen, Helena Dam á Neystabø, Finnbogi Ísak- son og Finnur Helmsdal. Hesi sita øll í tinginum sum er, og hetta hevði mestir eisini havt sína ávirkan. Tað er tó nógv, sum týður uppá, at valevnini í tí yngra endanum eru høgt í metum hjá borgarunum í høvuðs- staðnum. Um Miðflokkurin klárar upp um sperrumarkið, so verður tað ivaleyst Jenis av Rana í Havn, sum sleppur at sita í Løgtinginum. Vágar Tað kann sigast ógvuliga stutt, at vágafólk góvu Sambandsflokkinum sín fulla og heila stuðul á fólkatingsvalinum hesa- ferð. Eftir rokið í 1998, so fekk Sambandsflokkurin alt aftur og meira enn. Sambandsflokkurin hevði fingið báðar mennin- ar, um tað hevði verið løg- tingsval týsdagin. Næstur var Javnaðarflokkurin, sum skuldi hava fimm atkvøður afturat fyri at fingið annan mannin. Fólkaflokkurin fekk ógvuliga lítið burturúr, hóast flokkurin bæði eigur tingmann og landsstýris- mann í oynni. Størsta fallið var tó hjá Sjálvstýrisflokk- inum, sum misti yvir trý- hundrað atkvøður. Sandoy Tað vóru fleiri, sum vóru spent, tá ið tíðindini bórust um, at borgarstjórin í Skop- un, Gerhard Lognberg, stillaði upp til fólkatings- valið fyri Javnaðarflokkin. Hann meldaði eisini út, at hann ætlar at nýta hetta val- ið til at sleppa á ting, og eft- ir fólkatingsvalinum at døma, er hann væl á veg. Hann gjørdist nevniliga stóri sigursharrin á valinum við fleiri enn 100 persón- ligum atkvøðum í Skopun einsamøllum. Tjóðveldisflokkurin hevði fingið sítt umboð afturvalt, men hevði verið næststørsti flokkur, 19 at- kvøður frammanfyri Fólka- flokkin. Sandoyggin var rættiliga væl umboðað á valevnis- listunum hjá at kalla øllum flokkum. Suðuroy Tað góða valið hjá Sam- bandsflokkinum hevur eis- ini smittað av á Suður- oynna. Flokkurin hevði fingið tann næsta valdøm- isvalda mannin í oynni. Javnaðarflokkurin staðfesti sína serstøðu í Suðuroynni, og hann hevði trygt varð- veitt sínar valdømisvaldu. Tjóðveldisflokkurin og Hergeir Nielsen høvdu eis- ini komið á ting. Johan Dahl úr Sam- bandsflokkinum tykist at hava yvirtikið leiklutin hjá Flemming Mikkelsen, sum er á veg úr politikki. Kann tað brúkast? Tað eru óivað nógv, sum hyggja undrunarvert eftir býtinum á síðuni. Tað eru óivað eisini mong, sum spyrja um hetta ber til. Tað er greitt, at fólkatingsval og løgtingsval eru hvør sítt. Samstundis hava vit her ein so umboðandi skara, sum tað yvirhøvur ber til at hava, uttan til sjálvt løg- tingsvalið. Sannlíkt er, at fólk kanska ikki raðfesta á sama hátt, tá ið tey velja til Fólkatingið sum til Løg- tingið ella býráð. Tað er tó áhugavert, at býtið í hesum framrokningunum viðvíkj- andi eykaumboðunum verður júst tað sama sum við seinasta løgtingsval. Fleiri løgtingsmenn still- aðu ikki upp til fólkatings- valið, og hetta eigur sjálv- sagt at vera tikið við fyri- varni. Eisini fáa formennin- ir í flokkunum ella spíðs- kanditarnir hjá flokkunum rættiliga nógvar atkvøður. Í hesum framrokningunum verður roknað við, at hesar atkvøðurnar vilja býta seg javnt millum hini valevni, sum nú einaferð stilla upp til løgtingsvalið. Samstund- is sum tað jú til løgtings- valið vera fleiri og nýggj valevni. Eftir hesum fólkatings- valinum at døma, so verður ikki pláss fyri hvørki Mið- flokkinum ella Sjálvstýris- flokkinum í Løgtinginum, tá ið teir ikki kláraðu at savna saman nóg mikið av atkvøðum. Vit hava tó við- merkt, hvussu tað mest sannlíkt hevði verið, um hesir báðar kláraðu seg á ting. Framrokningarnar eru gjørdar eftir ásetingunum í teirri torskildu Løgtings- vallógini frá 6. mars 1998. Er kanningin á rættari leið, so stendur væl til hjá ver- andi andstøðu, eisini um smærru flokkarnir koma á ting. Framrokningarnar geva sjálvsagt Sambands- flokkinum ein stóran fyri- mun, tá ið hesin gjørdist tann stóri vinnarin á fólka- tingsvalinum. Tað skal tó viðmerkjast, at tá ið um- boðanin í Løgtinginum er býtt út, so eigur Sambands- flokkurin teir lutfalsliga dýrastu menninir. Endaliga býtið gevur Sambandsflokkinum 9 tingmenn, Javnaðarflokk- urin 8, Tjóðveldisflokkurin 8 og Fólkaflokkurin 7 ting- menn. Nøvnini á teimum val- dømisvaldu eru gjørd upp eftir, hvussu nógvar at- kvøður tey fingu í sínum egna valdømi. Løgtingsval verður vænt- andi komandi vár. Nýggja løgtingsmanningin Fólkaflokkurin Sambandsflokkurin Javnaðarflokkurin Tjóðveldisflokkurin Anfinn Kallsberg Betta Joensen Vilhelm Johannesn Heine O. Heinesen Jógvan á Lakjuni Edmund Joensen Dan Reinert Petersen Tórbjørn Jacobsen Kjartan I. Joensen Alfred Olsen Katrin Dahl Jacobsen Jógvan Durhuus Ingi Olsen Bárður Nielsen Elin Lindenskov Høgni Hoydal Óli Breckmann Lisbeth L. Petersen Kristian Magnussen Kristina Háfoss Bjarni Djurholm Kaj Leo Johannesen Gerhard Lognberg Annita á Fríðriksmørk Jógvan Sundstein Marjus Dam Jóannes Eidesgaard Páll á Reynatúgvu Sune Jacobsen Henrik Old Hergeir Nielsen Johan Dahl Viðmerking 1:Um teir smáu flokkarnir fingu fleiri atkvøður (taka javnt frá øllum) Sjálvstýrisflokkurin Miðflokkurin Mist Inn:Eyðun Elttør Inn:Jenis av Rana Út:Kristian Magnussen C Út:Kjartan I. Joensen A Viðmerking 2: Um fimm javnaðarmenn fleiri fóru á val í Vágum Inn: Rasmus Niclasen C Út: Sune Jacobsen B Inn: Olav Enomoto B Út: Kristian Magnussen C C M Y K 7 6