Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-23, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. november 2001síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 227 - 23. november 2001 Nr. 227 - 23. november 2001 9 - Eingin orsøk er hjá okkum at fara í verk- fall, um alt økið, vit samráðast um, fær undantaksloyvi, sigur Carita Björklund, forkvinna í Føroya Pedagogfelag VERKFALLIÐ Turið Kjølbro Nakrar umsóknir um und- antaksloyvi til serstovnar verða viðgjørdar í løtuni í Føroya Pedagogfelag. Haðani verður sagt, at undantaksloyvi verða givin undir serligum umstøður, tá ið tað stendur um lív eitt nú. - Nøkur fá undantaks- loyvi eru givin og onnur verða viðgjørd í løtuni. Í samráð við Almannastov- una eru undantaksloyvi givin teimum, har tað er lívsneyðugt. Somuleiðis eru undantaksloyvi givin nøkrum serstovnum, so- leiðis at virksemið har koyrir minimalt, sigur Carita Björklund, forkvinna í Føroya Pedagogfelag. Forkvinnan í Pedagog- felagnum er væl greið yvir, at verkfallið rakar serstovn- arnar meint. - Fíggjarmálastýrið hevur ongantíð tikið hetta økið í álvara. Og hví skal verk- fallið bara raka kommun- urnar, sum tað altíð ger. Serstovnaøkið er eisini ein týðandi partur av okkara arbeiðsøki og tí hava vit valt fyri fyrstu ferð, at tey, ið arbeiða á serstovnum, eisini skulu í verkfall. - Tað er eingin orsøk hjá okkum at fara í verkfall, um alt økið, vit samráðast um, fær undantaksloyvi. Á stovnunum, sum verkfallið rakar, starvast tænastu- menn, sum ikki eru í verk- falli, og vit blanda okkum ikki uppí, um tænastu- menninir arbeiða meir enn vanligt og har í ein mun gera arbeiðið hjá øðrum starvsfólkum, sum eru í verkafalli, tí heimini skulu jú virka so ella so undir hesum umstøðum. Einki nýtt Hvussu leingi verkfallið fer at vara, torir forkvinnan í Føroya Pedagogfelag ikki at geva eitt boð uppá. Men valla hendir nakað hesu- megin vikuskiftið. - Sum felag skulu vit taka støðu til, um vit skulu ella vilja arbeiða eftir teimum broyttu prinsippunum, sum mótparturin legði út við seinasta vikuskiftið, ella um vit skulu halda fast við prinsippið, sum altíð hevur verið brúkt. Tað er eftir okkara tykki sera ósakligt at broyta prinsipp undir samráðingunum, sigur Carita Björklund. Felagið afturvísir harð- liga tíðindunum frá Fíggj- armálastýrinum. - Felagið hevur ikki gjørt krav galdandi, sum er hægri enn samlaði lønarkarmurin, sum tað nú verður ført fram í tíðindunum frá samráð- ingarleiðaranum í Fíggjar- málastýrinum. Partarnir skiltust undir fyrru sem- ingini uppá, at ein arbeiðsbólkur skuldi gera uppskot til eina nýggja lønartalvu. Samstundis skuldu samráðingarpartar- nir seta seg saman aftur at viðgera onnur sáttmála- krøv. Hetta arbeiðið skuldi verða liðugt 15. nov. Arbeiðsbólkurin var samd- ur um útrokningargrundar- lagið og út frá tí avtalaða grundarlagnum gjørdi felagið uppskot til nýggja lønartalvu. - Hini sáttmálakrøvini vórðu ongantíð viðgjørd, tí felagið fekk ongantíð fatur á ella frætti frá mótpart- inum. Felagið møtti tískil til seming sunnudagin 18. nov. Aftaná at hava sitið nógvar tímar kom nýtt fólk frá Fíggjarmálastýrinum, sum boykottaði alt ar- beiðið, sum arbeiðsbólk- urin hevði gjørt og kom fram við heilt nýggjum útrokningarhættum og nýggjum útrokningarprin- sippum. Hetta var orsøkin til, at felagið gjørdi av at slíta samráðingarnar. - Við allari virðing fyri verkfallinum hjá Pedagogfelagnum, loyvi eg mær kortini at undrast á, hví verk- fallið skal raka børn- ini, sum hava brúk fyri tryggum kørm- um her og nú, sigur Mirjam Johannesen, virkandi leiðari á Føroya Barnaheimi VERKFALL Turið Kjølbro Verkfallið hjá Føroya Peda- gogfelag, sum nú hevur vart í góðar fýra dagar, hevur sum vera man ó- hepnar avleiðingar. Um alt landið royna foreldur hvør í sínum lagi dag um dag at finna loysnir, soleiðis at børnini hava onkran góðan meðan foreldrini noyðast til arbeiðis. Hetta í sjálvum sær er ein trupulleiki í nógvum heimum. Men verri er statt á serstovnum og døgnstovnum, har nógv børn hava sítt heim. Orsakað av verkfallinum eru pedagogarnir á eitt nú Barnaheiminum og Rókini sendir heim. Hetta merkir, at børnini, sum búgva á hesum heimum, eisini eru send heim. Á Rókini, sum er heim fyri atferðartrupul børn, starvast seks peda- gogar, fimm teirra eru farn- ir heim og undantaksloyvi er givið einum pedagogi, soleiðis at eitt barn kann vera verðandi á stovninum. Á Barnaheiminum er sama skil. Eisini har eru seks pedagogar til arbeiðis. Ein er tænastumaður og tískil ikki í verkfalli, og undan- taksloyvi er fingið til ein pedagog. Eisini har eru børn send heim. Á hesum báðum stovnum eru avleiðingarnar av verk- fallinum sera óhepnar, og leiðararnir báðir eru á einum máli um, at stovn- arnir eiga at fáa undantaks- loyvi til allar pedagogarnar, soleiðis at heimini kunnu verða tann tryggi karmurin fyri børnini, sum tey eiga at vera. - Vit kunnu ikki taka okk- um fult og heilt av øllum børnunum við tveimum starvsfólkum á vakt á skift alla tíðina. Tí hava vit sent børn heim. Við allari virð- ing fyri Pedagogfelagnum og fyri endamálinum við verkfallinum, loyvi eg mær kortini at undrast á, hví verkfallið skal raka børnini, sum hava brúk fyri tryggum kørmum her og nú. Myndugleikarnir síggja ikki, at verkfallið rakar børnini og bara tey. Tey rinda prísin og eingin ann- ar. Heldur eigur verkfallið at raka myndugleikarnar onkusvegna, sigur Mirjam Johannesen, virkandi leið- ari á Føroya Barnaheimi. Barnaverndin ábyrgdina Tað er Barnaverndin, sum tekur ábygd av børnunum við at senda tey á serstovnar, sum til dømis Barnaheimið og Rókina. Spurningurin er so, hvør hevur ábygdina av teimum, tá ið stovnarnir mugu senda tey heim vegna verkfall. - Hetta er ein ógvuliga trupul spurningur, vit hava í grundini framvegis ábyrgd- ina og vit gera alt vit kunnu fyri, at børnini kunnu fara inn á stovnarnar aftur, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, forkvinna í Barnaverndini í Havn. Barnaverndin vil ikki blanda seg uppí verkfallið, men hevur fyri Pedagog- felagnum lýst tørvin hjá børnunum. - Tá ið verkfallið er av, taka vit spurningin upp, soleiðis at henda støðan ikki endurtekur seg, tí slíkir stovnar mugu ikki steingja og børnini sendast heim. Verkfallið viknar av undantaksloyvum - Serstovnaøkið er eisini ein týðandi partur av okkara arbeiðsøki og tí hava vit valt fyri fyrstu ferð, at tey, ið arbeiða á serstovnum, eisini skulu í verkfall, sigur Carita Björklund Børnini rinda prísin Tómligt er á Føroya Barnaheimi. Pedagogar eru í verkfalli og børn tí send heim Triðja bókin um Harry Potter komin Bøkurnar um Harry Potter eru nú týddar til 47 ymisk tungumál og seldar í umleið 127 milliónum eintøkum. Nú er triðja bókin um Harry Potter kom- in á føroyskum ÚTGÁVA Turið Kjølbro Bøkurnar um Harry Potter hava sligið øll sølumet, bæði fyri bøkur til vaksin og børn. Síðan tann fyrsta, Harry Potter og vitramannasteinurin, kom út í 1997, eru seldar fleiri enn 106 milliónir eintøk um allan heimin. Tann fyrsta bókin er týdd til 42 ymisk tungumál, frá albanskum til zulu, og bøkurnar hava at kalla uttan støðg ligið ovast á sølulistunum í Evropa, Norður- og Suðuramerika - og í Kina. Bøkurnar hava vunnið ein hóp av virðislønum, og í dag verður fyrsti filmurin um Harry Potter frumsýndur í Havnar Bio. Eins og bøkurnar hevur hann fingið framúr góð ummæli, so øll, ið spent fylgja við í bókunum, kunnu gleða seg. Hesin fyrsti filmurin er grundaður á fyrstu bókina, Harry Potter og vitramannasteinurin. Ætlandi verða tað sjey filmir eins og bøkur, ein fyri hvørt árið í Hogwarts - og ein nýggjur fer at koma hvør ár, hevur filmsfelagið Warner Bros. kunngjørt. Nú er so triðja bókin um Harry Potter komin á før- oyskum, Harry Potter og fangin úr Azkaban. Eins og báðar tær undanfarnu bøkurnar um Harry Potter byrjar eisini henda, tá ið summarfrítíðin er um at vera liðug. Harry gleðir seg at fara aftur til Hogwarts at ganga í skúla. Hann er spentur og glaður, tá ið hann sær vinir sínar, Ron og Hermione, aftur. Harry skal nú í triðja flokk í skúlanum, har hann lærir gandakynstur og galdralist. Men ávegis til Hogwarts, leggja tey til merkis, at alt ruggar ikki rætt. Skjótt finna tey út av, at ein stórbrotsmaður er rýmdur úr fangatippinum, Azkaban, og óhugnaligu fangavørðarnir í Azkaban eru bidnir um at koma til Hogwarts og ansa eftir næmingum, lærarum og skúla. Í hesari bókini fær Harry nógv at vita um foreldrini hjá sær og umstøðurnar, tá ið Voldemort drap tey. Og sum ikki einaferð verður lesarin ferð eftir ferð tikin á bóli, tá ið hann ásannar, at onki er, sum hann trúði. Tað er ikki av ongum, at bøkurnar um Harry Potter hava farið sanna sigursferð um allan heimin. Tær eru meist- arliga væl skrivaðar! Gunnar Hoydal týddi hesa eins og hinar báðar bøk- urnar um Harry Potter, Harry Potter og vitramanna- steinurin og Harry Potter og kamarið við loynidómum. Tær komu út ávikavist í fjør heyst og í summar. Harry Potter og fangin úr Azkaban er 358 bls., inn- bundin og kostar kr. 198. Bókin er umbrotin og prentað á Pf. Hestprent. OLJA OG OGNARRÆTTUR Jan Müller – Tað er ótrúliga groft at fara út og sáa iva um ogn- arrættin til oljuna, tá vit hava gjørt lógir og avtalur fyri milliardir og tá siga, at vit hava ongan rætt til tað. Hetta sigur Jógvan Páll Lassen, løgfrøðingur, sum hevur verið við til at gera sáttmálar millum føroyskar fyritøkur og myndugleikar og útlendsk oljufeløg. Hann sipar her til lýsing valdagin, har Høgni Hoydal nemur við ognarrættin til oljuna. -Tað er eingin ivi í míni verð, at varaløgmaður í lýsingini valdagin sáar iva um henda okkara rætt. Jógvan Páll Lassen vísir á, at løgfrøðin í hesum málinum kann sammetast við, at eigur tú ein bil, sum er keyptur uppá avbetaling, og tú selur bilin, so kanst tú enda í fongsli. - Tí er tað ein grov in- sinuatión, sum Høgni Hoy- dal, kemur við, tá hann sigur, at vit hava ikki rætt til oljuna. Tvs. at vit sum samfelag hava disponerað yvir nøkrum, vit ongan rætt hava til - og tað hava teir sjálvir verið við til. Undir vanligum umstøðum er tað svik. Tað er ótrúliga groft at fara út og sáa iva um ognarrættin til oljuna, tá vit hava gjørt lógir og avtalur fyri milliardir og viðganga, at vit hava ongan rætt til tað. Jógvan Páll Lasssen heldur, at hetta málið er so mikið álvarsligt, at løg- maður átti at givið Høgna Hoydal ein sera stuttan snór og sagt honum, at avsannar hann ikki tað hann hevur sagt í hesi lýsingini, má hann víkja landsstýrissess- in. - Varaløgmaður er eisini eitt slag av føroyskum utt- anríkisráðharra, og eg dugi ikki at síggja, at løgmaður kann hava ein persón at samstarva við, sum er so langt við síðuna av tí, sum løgmaður sjálvur heldur og skal standa inni fyri. Og Jógvan Páll heldur fram: - Um vit ímynda okk- um, at tað liggja milliarda- virði í undirgrundini, og vit hava gjørt sáttmála við oljufeløgini um at útvinna hesi rættindini, og tað vísir seg, at vit ikki eiga tey, so fær føroyska samfelagið eitt risastórt endurgjalds- krav. Jógvan Páll Lassen held- ur spurningin um oljuna vera eitt so mikið álvarsligt mál, at leiðandi politikarar hava eina skyldu til ikki at koma út við skeivum og misvísandi úttalilsum. -Eitt er tað, at Páll á Reynatúgvu sigur hetta á valfundi í Norðurlandahúsinum, men tá floksformaðurin og varaløgmaður fer út og sáar iva um veruliga ognarrættin til oljuna í eini lýsing fyri sær sjálvum, so er tað ein manifestatión av hesum sama, og tá er tað alvorligt. Jógvan Páll Lassen sigur víðari, at hevði hetta verið sagt av einum flokki í andstøðu, so hevði tað kanska ikki havt sama týdning, men hetta skulu vera ábyrgdarfullir persón- ar, sum hava verið við at gjørt kolvetnisló, og loyv- ini eru givin í teirra lands- stýristíð. - Um Høgni Hoydal meinar hatta, ætlar hann so at biðja um samráðingar við danska statin um at fáa ráevnini yvirtikin spyr Jógvan Páll Lassen! –Tað hann leggur upp til í lýsingini er í veruleikanum ein viðurkenning av, at vit ikki hava fingið nakran rætt. Tað hevði verið ein grov viðurkenning frá okk- um at sagt, at vit hava ongan rætt og tí biðið um at fáa samráðingar einaferð aftrat. - Vit hava yvirtikið rá- evnini í undirgrundini, og tað er eingin ivi um, at hetta fevnir um olju. Tað kann tí vera til stóran skaða fyri Føroyar nú at siga nakað annað. Jógvan Páll Lassen, løgfrøðingur heldur tað vera eitt alvorligt mál, tá varaløgmaður fer út og sáar iva um ognarrættin til oljuna. OLJA OG OGNARRÆTTUR Edvard Joensen/Jan Müller Eftir at endaliga úrslitið av valinum varð greitt týs- kvøldið bóðu vit Høgna Hoydal, formann Tjóðveld- isfloksins um eina við- merking til úttalilsini hjá eitt nú Halgir W. Poulsen, løgfrøðingi í Sosialinum sama dag um ognarrættin til oljuna. Løgfrøðingurin og løgmaður halda tað vera ábyrgdarleyst, tá Høgni Hoydal í vallýsing sáar iva um ognarrættin til oljuna. Og samtíðis sigur stjórin í Oljumálastýrinum, at hetta er sera óheppið. Høgni Hoydal sigur, at Tjóðveldisflokkurin hevur ongantíð sátt iva um ognarrættin til undirgrund- ina. Hann vísir á, at Tjóð- veldisflokkurin reisti málið frá fyrstan tíð av, tí hetta er tengt at tjóðarrættinum. - Trupulleikin er tann, at danska stjórnin hevur ongantíð viðurkent hetta beinleiðis. Man hevur gjørt eina avtalu, sum vit kunnu tulka okkara veg, og tað gera vit eisini. Vit sáa ikki iva um ta avtaluna, men vit siga, at tað er sera týdn- ingarmikið at fáa tað sligið rimmarfast, so einki stríð kann blíva. Høgni Hoydal sigur víðari, at vit kunnu jú ímynda okkum, alt eftir hvat hendir í Danmark, um Anders Fogh Rasmussen brúkar Dansk Folkeparti sum grundarlag, at tað fer at verða reistur ivi um hetta málið, og tá hvílir tað bara á politiskari avtalu millum Føroyar og Danmark. - Vit hava sæð, hvat tað elvir til. Danmark kann - eins og vit sóu í 92 og sum vit hava sæð tað í Nato- málinum og eisini nú teir seta danskar lógir í gildi uttan at spyrja okkum eftir - við síni politisku makt broyta nøkur viðurskifti, tá vit ikki hava fingið tey staðfest í altjóða rætti. Tað er tað vit siga: lat okkum fáa tað uppá pláss, so valdar eingin ivi. Vit sáa ikki ivan, vit vilja bara hava ivan ruddaðan av vegnum. Høgni Hoydal, varaløgmaður: – Eg sái ikki iva um ognarrættin Álvarsligt at sáa iva um ognarrætt til oljuna Sáa ikki iva – vilja rudda hann av vegnum OLJUFUND Jan Müller Tá oljusamtakið Faroes Partnership herfyri náddi ætlaða dýpið í boring síni á landgrunn- inum vildi eitt av fe- lagnum ikki vera við til at halda fram við bor- ingini nakrar hundrað metrar aftrat. Tað var bretska oljufelagið British Gas. Chris Cart- er frá kunningardeildini hjá BG váttar fyri Sosialinum, at teir út frá handilsligum orsøkum ikki vildu vera við til at bora teir 300-400 metr- arnar longur niður, tá Amerada Hess og Dong tók allan vágan á seg, boraðu longur niður og funnu olju og gass. – Vit vóru við í bor- ingini til málið, ið vit høvdu bundið okkum til. Tá avgjørt varð at fara longur niður gjørdu vit av ikki at vera við. Tað var ein innanhýsis av- gerð, sum bygdi á met- ingar okkara av útlitin- um at finna nakað. Um- boðsmaðurin hjá BG sigur, at teir enn eru við í samtakinum, og at teir eisini hava møguleika at keypa seg inn aftur í tann partin teir ikki vórðu við til at bora. Hann viðgongur, at tað kann gerast kostnaðar- mikið. – Vit eru bodnir at koma við aftur, og vit eru førir fyri tí. Nú tosa við so um tað. Chris Carter sigur, at BG hevur fleiri boriætl- anir í ár og í næsta ár, og tað var eisini út frá hesi støðu, at teir valdu ikki at vera við til at bora longur niður. Hann sigur annars, at teir eru sera fegnir um úrslitið av boringini. – Fundið, sum er gjørt, vísir, at kolvetni eru í undirgrundini, og hetta er sera áhugavert. Vit mugu nú gera støð- una upp. Vit eru fram- vegis sera áhugaðir í at vera við í leiting við Føroyar. Men tað er framvegis tíðliga í leit- ingini og nógv skal kannast og analyserast. British Gas um- hugsar støðuna C M Y K 9 8