fríggjadagur 23. november 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 227 - 23. november 2001
Nr. 227 - 23. november 2001
11
Allur peningurin,
sum kemur inn, fer til
nýggja bussin, sum
Suðuroyar Ellis- og
Røktarheim hevur
keypt til búfólkið
VÆLGERÐANDI
ENDAMÁL
Áki Bertholdsen
Leygardagin verður stórur
marknaðardagur í skúlan-
um í Trongisvági. Tað er
Ellis- og Røktarheimið í
Suðuroy, sum skipar fyri.
Marknaðurin byrjar klokk-
an 15 og hildið verður so á,
til alt er uppi.
Samstundis
verður
eydnuhjól, har vinningarnir
eru jólagæs, krov og annað
gott.
Á marknaðinum fara tey
at selja nissur og alskyns
annað jólapynt, umframt
ymiskt annað. Tað allar-
mesta er slíkt, sum starvs-
fólk og búfólk á Suðuroyar
Ellis- og Røktarheimi, av-
varandi hjá teimum, og
onnur, hava gjørt sjálvi.
Hetta er aðru ferð, at
Ellis- og røktarheimið hev-
ur marknaðardag. Fyrru
ferðina var í fjør, tá var
dagurin á ellisheiminum
sjálvum, men undirtøkan
var so ovurhonds stór, at
tað varð nakað trongligt hjá
fólki.
Tí er tiltakið hesuferð
flutt inn í skúlan í Trongis-
vági, har tað verður í stóru
skúlahøllini og har um-
støðurnar eru nógv betri.
Savna til buss
Allur
peningurin,
sum
kemur inn, skal brúkast til
ein buss, sum Ellis- og
røktarheimið hevur keypt
til búfólkið.
Bussurin kom seint í
summar, og tey hava longu
verið onkrar útferðir við
honum, eitt nú hava tey
vitjað á sambýlinum í
Hvalba og í Vági.
Talan er um ein lítlan
buss, sum tekur átta fólk og
tey eru ómetaliga fegin um
at hava fingið hann.
Sigast kann ikki annað,
enn at tað hevur gingið gott
at sava pening saman til
bussin, tí tey byrjaðu ikki
fyrrenn í fjør.
Men enn manglar í og
tað er hetta, tey vóna at
kunna útvegað leygardagin.
Umframt at tey sjálvi
hava savnað pening saman,
er gávur, sum er lætnar
Ellisheiminum í sambandi
við andlát, brúktar til buss-
in, og harafturat hevur
Lions Klubburin í Suðuroy
eisini latið eina munandi
upphædd.
Í Havn eru eini 10
børn, sum eru so illa
brekað, at tey hava
bráfeingis tørv á
stovni til umlætting.
Eftir at hava roynt til
fánýtis at fáa mynd-
ugleikarnar at gera
ein stovn, taka for-
eldur nú málið í egn-
ar hendur og taka stig
til at byggja ein slíkan
stovn
PRIVAT
FYRITAKSSEMI
Áki Bertholdsen
Ofta verður tikið til, at har
tað privata ikki røkkur, má
tað almenna trakka til.
Men tað er sanniliga eis-
ini oftani øvugt, at har tað
almenna ikki røkkur, má
tað privata trakka til.
Tað er Tórhallur Áslaks-
son í Havn eitt dømi um.
Hann hevur roynt at fáa
almennu myndugleikarnar
at ásanna tørvin á einum
umlættingarstovni til fjøl-
brekað børn.
Sjálvur eigur Áslakkur
tveir brekaðar drongir, so
hann hevur meiri enn nakar
annar, merkt tørvin á einum
slíkum stovni á sínum egna
kroppi.
Men
hann
er
ikki
einsamallur. Bara í Havnini
eru eini 10 børn, sum eru
so illa fyri, at tey hava
bráfeingistørv á einum slík-
um stovni.
–Einasta tilboð, vit hava
fingið, er at senda børnini
norður til Klasvíkar á
Dáan. men vit hava ikki
hug til at brúka ein triðing
av umlættingartíðini til at
ferðast í, sigur Tórhallur
Áslaksson.
Málið í egnar hendur
Hann heldur avgjørt, at ein
slíkur stovnur skuldi verið í
Havnini eisini.
Men tá ið onki røkist fyri,
at almennu myndugleik-
arnir fara í holt við at
byggja ein slíkan stovn,
hevur hann ikki gjørt
mætari enn at taka málið í
egnar hendur.
Hann er nú farin ígongd
av sínum eintingum og hev-
ur sjálvur tikið stig til at
byggja eina slíkan stovn.
Herfyri søkti hann Tórs-
havnar
Kommunu
um
grundstykki til ein slíkan
stovn.
Málið varð fyri á bý-
ráðsfundi seinasta hósdag
og har varð einmælt sam-
tykt at ganga umsóknini á
møti og at útvega grund-
stykki.
Á býráðsfundinum varð
ført fram, at tað var ein
landsuppgáva at byggja og
reka ein slíkan stovn og at
tað tí ikki verður komm-
unan, sum fer at byggja
hann, ella at reka hann.
Tórhallur Áslaksson sig-
ur, at nú verður so eftir at
útvega fígging til stovnin.
Hann ætlar sær fyrst at
vita, um tað ikki ber til at
fíggja stovnin við pengum
frá føroyska almannaverk-
inum.
Men ber tað ikki til, ætlar
hann sær ikki at gevast fyri
tað.
–Fái eg ikki almennu
myndugleikarnar at taka
undir við málinum og at
byggja stovnin, fari eg at
royna at útvega privata
fígging til hann, og at søkja
grunnar, olufeløg og hvat
tað nú kann verða, um
pening, sigur hann. Men
hann heldur, at hetta er ein
landsuppgáva og hann vil
helst sleppa undan privatari
fígging.
– Vit hava heldur ikki tíð
til at arbeiða í fleiri ár við
hesum málinum. Tað skal
helst vera nú, áðrenn børn-
ini eru vaksin og eg havi
sett mær sum mál at
stovnurin skal vera liðugur
um eitt ár.
Umlætting og viðgerð
Tórhallur Áslaksson sigur,
at ætlanin er at talan skal
vera um ein umlættingar-
stovn, men ætlanin er eisini
at talan skal vera um ein
stovn, har hesi børnini
kunnu fáa viðgerð.
–Vit mugu royna at
sannføra Almannastovuna
og Almanna- og Heilsu-
málastýrið um, at tann
peningur, sum nú verður
brúktur til stuðul til hesi
børnini hvør sær, hevði ver-
ið munandi betri farin, um
hann allur verður brúktur til
stuðul og viðgerð á einum
slíkum stovni.
– Hóast hesi børnini hava
stuðlar, eru tilboðini ikki
nøktandi. Eg haldi eisini, at
tilboðið og tænastan hevði
verið nógv betri, um hesi
børnini høvdu eitt ávíst
stað at vera í og at tær
viðgerðir og venjingar, tey
høvdu tørv á, vórðu givnar
har.
– Tað átti eisini at verið
lættari hjá fysio- og ergo-
terapeutum, og øðrum. t
komið á eitt stað at við-
gerða børnini, heldur enn at
flyta øll 10 børnini til við-
gerðarstovurnar, sum vit nú
gera.Tað er lættari at flyta
eitt fólk, heldur enn 10
fólk,
heldur
Tórhallur
Áslaksson.
Tekur málið í egnar hendur
Privatfólk hava nú tikið stig til at byggja umlættingarstovn til
fjølbrekað børn í Havnini, tí onki røkist fyri at tað almenna
kemur so langt. Grundstykkið er útvegað, so nú er eftir at
finna fíggingina
Stórur marknaðardagur í skúlanum í Trongisvági
Her fara tær við einum vogni
eftir gongini á Ellis- og
røktarehiminum, fullum av
dukkum, nissum, og øðrum
jólapynti, sum skal seljast á
marknaðardegnum í
skúlanum í Trongisvági
leygardagin
Tórshavnar Býráð
hevur samtykt at
gera eina gongu-
gøtu frá Oyggjar-
vegnum, oman á
Norðasta Horn
TRIVNAÐUR
Áki Bertholdsen
Tórshavnar Býráð hevur
nú samtykt at gera ein
gøtu frá Oyggjarveg-
num oman á Norðasta
Horn.
Umleið 960 metrar av
gøtu vóru gjørdar, tá ið
SEV legði kaðal frá
Húsareyni til støðina
við Krossin á Velbastað-
vegnum.
Gøtan endaði oman
fyri
húsini
hjá
H.
Rubeksen. Hiðani varð
ætlan at fara víðari fram
móti Norðasta Horni til
ríðiøkið í Havnardali og
runt um Vesturvarða.
Eisini at fáa samband
við Krossin á Velba-
staðvegnum.
Málið byrjaði í 1998
tá ið Spastikarafelag-
num søkti um gøtu til
tey rørslutarnaðu at ríða
á. Síðani tá hava bæði
Byggi- og býarskipan-
arnevndin,
Fìggjar-
nevndin og tekniska
nevnd samtykt at mæla
býráðnum til at taka
undir við umsóknini.
– Gøtan verður nógv
brúkt til gongutúrar, og
vakurt útsýni er yvir
býin og Nólsoyarfjørð,
sigur Býráðið
Framhald av gøtuni er
uml. 1550 m við teym-
um oman til Krossin og
til býlingin á Norðasta
Horni.
Tað arbeiðið er mett
at kosta 775.000 krónur.
Á Býráðsfundi sein-
asta hósdag varð sam-
tykt at játta 200.000
krónur í ár so at ar-
beiðið kann bjóðast út
og byrja í ár.
Gera gøtu frá
Oyggjarvegnum til
Norðasta Horn
Hvannasund er
stongt
Landsdjóralæknin
hevur boðað frá, at
Hvannasund
norðanfyri
byrgingina er
stongd fyri allari
ferðslu vegna ILA
smittuna
ILA
Stefan í Skorini
Av tí at ILA er staðfest í
einum aliringi hjá Faroe
Salmon á Hvannasundi
setir landsdjóralæknin
fleiri forboð í økinum.
Tað er bannað at fiska
í Hvannasundi norðan-
fyri byrgingina. Tað er
somuleiðis bannað at
landa fisk, ið er fiskaður
í Hvannasundi norðan-
fyri byrgingina.. Har-
afturat er forboð hjá
óviðkomandi at sigla
nærri enn 500 metrar frá
aliringunum hjá Faroe
Salmon í Hvannasundi.
Hetta skrivar lands-
djóralæknin í tíðinda-
skrivi.
Forboðið er sett í gildi
við heimild í lógini um
djórasjúkur, um fyri-
byrging og niðurberjing
av sjúkum hjá djórum.
Bjørn Harlou, lands-
djóralækni, sigur, at hesi
forboð eru sett í gildi í
øðrum økjum har ILA
er staðfest.
Hann hevur frætt, at
menn hava fiskað norð-
anfyri byrgingina, og
tað er ein av orsøkunum
til, at landsdjóralæknin
setir hesi forboðini.
VIÐMERKINGAR
Fólkatingsvalið – ein veljarakanning!
Fullveldissamgongan á løgtingi hevur mist meirilutan í fólkinum!
Birgir Mohr
Sandi
Tað var harmuligt, at Javn-
aðarflokkurin misti sítt um-
boð á Fólkatingi – og tað
var ikki uppiborið, men
angistin fyri loysingarpoli-
tikkinum í Føroyum gav
Sambandsflokkinum nógv
størstu framgongdina – og
tað er kanska at skilja
eisini, meðan ríkisrættar-
liga støðan, sum er so aktu-
ell, nú gav polarisering til
Tjóðveldisflokkin og Sam-
bandsflokkin.
Veljarin hevur altíð rætt,
sjálvt um vit í Javnaðar-
flokkinum meta, at Sam-
bandsflokkurin og Tjóð-
veldisflokkurin ikki fara at
greiða ta loysn, sum Før-
oyar og Føroya fólk bíða
eftir í sjálvstýrismálinum.
Men tað fer tíðin so at vísa.
Vit frykta fyri berari kon-
frontatión á danatingi við
hesi umboðanini, tí Tjóð-
veldið og Samband hava
næstan aldri kunnað sam-
starvað um praktiskan poli-
tikk.
Men
ríkisrættarmálið
skal tó í fyrsta og størsta
mun loysast her heima á
klettunum – í Føroya Løg-
tingi og í Føroya Landsstýri
– við einum dyggum meiri-
luta av føroyska fólkinum
aftan fyri loysnina.
Meta vit fólkatingsvalið
sum eina veljarakanning,
so hevur fullveldissam-
gongan á Løgtingi mist sín
meiriluta í føroyska fólk-
inum. Teir tríggir sam-
gonguflokkarnir fingu um-
leið 47% av atkvøðunum,
meðan teir tríggir and-
støðuflokkarnir fingu um-
leið 53% av atkvøðunum,
harav teir báðir stóru flokk-
arnir, Sambandsflokkurin
og
Javnaðarflokkurin,
fingu umleið 51%.
Hetta merkir, at Føroya
fólk tekur ikki undir við
loysingarpolitikkinum hjá
sitandi samgongu. Tjóð-
veldisflokkurin, sum gekk
fram í mun til seinasta
fólkatingsval, fekk als ikki
ta undirtøku, sum veljara-
kanningarnar hava spátt og
er ikki longur størsti flokk-
ur í atkvøðum. Fólkaflokk-
urin og Sjálvstýrisflokkurin
gingu báðir markant aftur.
Hetta má í praktiskum
politikki viðføra, at ein
meira hóvligur sjálvstýris-
politikkur eigur at verða
loysnin á ríkisrættarmálin-
um, tí tað er vilji fólksins.
Vit hóma væl ynski um
eina broyting.
Tað er at vóna og vænta,
at henda hóming verður
enn greiðari til eitt kom-
andi løgtingsval, hvar loys-
ingarflokkarnir missa sín
meiriluta, so skipast kann
eitt annað og betri lands-
stýri við einum fyri Føroyar
tryggari og munadyggari
politikki.
Tjóðskaparromantikkur,
ynskitankar, reyp og ovur-
kæti kann vera gott til eitt-
hvørt høvi, men ikki í tí
harða gerandisdegnum, tí
slíkt kann ikki nýtast til at
gjalda rokningar við. Væl-
ferðin hjá okkum øllum í
Føroyum, hon kostar pen-
ing, nógvan pening, tað er
tann kaldi veruleiki, sum
politikarar eiga at liva upp
til. Hetta er krav fólksins.
Frælsi – verulig persón-
ligt frælsi – býr í øllum før-
oyskum hjørtum. Og fólk-
sins frælsi eigur at koma
fyrst – frælsi hins einstaka.
Fátækt og armóð fjøtra hitt
persónliga frælsið, tí siga
vit: Vælferð Føroya fólks
eigur at vera fremsta málið
fyri øllum politikki – ikki
bjørt, romantisk hugtøk
ella loysing her og nú.
TÍÐINDASKRIV
Ferðsla í myrkri er 2-3
ferðir so hættislig, sum
ferðsla í dagslýsi. Serliga
eru tað fólk til gongu, ið
eru í vanda - í vanda at
verða ákoyrd av bilum,
sigur Ráðið fyri ferðslu-
trygd.
Ein vanlig misskiljing er,
at fólk halda, at tey altíð
verða sædd av bilførarum.
Ljósini á bilunum tykjast jú
so sterk, tú kennir teg rætt
og
slætt
»baðaðan«
í
teimum, og tað er ein sann-
roynd, at tað ber til at lesa í
bók í glæmuni frá einum
bili, sum er 2-300 m.
burturi.
Men hjá bilføraranum er
støðan
hin
øvuta.
Á
myrkum vegi, har eingi
gøtuljós eru, sær bilførarin
í mesta lagi tað, sum fjar-
ljósini hjá bilinum megna
at lýsa upp, tað er 100 m -
við nærljósunum er tað 30
m. Men ljósini á bilum eru
í veruleikanum ikki sterkari
enn so, enn at einans tað,
sum er ljóst á liti, verður
sjónligt fyri bilføraran.
Tí er sera avgerðandi,
hvønn lit klæði okkara
hava. Eitt fólk í ljósum
klæðum kastar uml. 80%
av ljósinum aftur, meðan
eitt fólk í dimmum klæðum
einans kastar eini 5% av
ljósinum aftur til bilin.
Endurskin harafturímóti, er
gjørt úr tilfari, sum megnar
at kasta næstan 100% av
ljósinum, sum lýsir á tað,
aftur til ljóskelduna.
(Kannið hetta okkurt
vetrarkvøldið - ella vetrar-
morgun, tá ið myrkt er!)
Bestu ráðini eru tí at vera
í ljósum klæðum, tá ið tú
skal út at ganga í myrkri.
Hetta eiga foreldur at hugsa
um, tá ið klæði verða keypt.
Um so skuldi verið, at bara
myrk klæði eru til taks, so
minst í øllum førum til
endurskin.
Við átakinum »Vit síggj-
ast« hava næmingarnir í 1.-
2.-3. og 4. flokki enn eitt
endurskin til at taka!
Stutt um endurskin
- Jú ljósari klæði vit hava,
jú betri síggjast vit, keyp tí
ljós vetrarklæði.
- Nýt altíð endurskin,tá ið
tú skalt út at ganga í
myrkri.
Nógv sløg av endurskini
eru, umframt tey sum nú
verða givin út til næming-
arnar í 1.-2.-3. og 4. flokki.
Niðanfyri eru nevnd nøkur
dømi:
- Bleyt endurskin at
seyma ella at líma á jakkar,
buksur,
venjingarbúnar
o.s.fr.
- Endurskin at líma á
skógvar og stúlvar, sum,
hóast lítil, síggjast sera væl.
- Endurskinsspjøldur at
hanga í klæðini, ella at
festa í ein lumma, so tey
kunnu goymast, tá ið tey
ikki verða brúkt.
Eisini er gott er at seta
endurskin á barnavognar,
sletur, súkklur o.t. Og sjálv-
sagt skulu vit seta endur-
skin á tey fýrføttu, tað verið
seg hund, kettu, hest og ikki
minst seyð.
Um ferðslu og myrkur
C
M
Y
K
10