Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. oktober 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 193 • 9. oktober 2009 Bæði Løgmaður og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum eru sinnaðir at leggja miðfyrisitingina undir sjóneykuna í eini roynd at gera hana effektivari og rationellari. Og teir taka báðir undir við, at talið av aðalráðum skal avmarkast til eitt vist Miðfyrisitingin Áki bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú skal øll miðfyrisitingin leggjast undir sjóneykuna fyri at vita um hon kann gerast effektivari, so at meiri fæst fyri pengarnar. Tað eru bæði Kaj Leo Johannesen, løgmaður og Jóannes Eidesgaard, lands­ stýrismaður í fíggjarmálum sinnaðir til. Og teir eru eisini báðir sinnaðir til at áseta talið av landsstýrisfólkum við lóg. ­ Eg haldi, at vit eiga bein­ leiðis at áseta í stýrisskip­ anarlógini, at vit skulu hava ein løgmann og seks lands­ stýrismenn í Føroyum, sig­ ur Kaj Leo Johannesen. Hinvegin heldur Jóannes Eidesgaard, at vit eiga at áseta eitt minstatal av lands­ stýrisfólkum, har seks kundi kanska verið eitt hóskandi tal, har tann eini er løgmaður. Hann leggur kortini, at hetta er ikki ein spurningur, sum liggur í kortunum beint nú. Men løgmaður staðfestir, at hann nú fer at royna at finna fígging á fíggjarlógini fyri 2010 til arbeiðið at eftir­ meta og endurskoða mið­ fyrisitingina. Ein politisk kabal Teir eru báðir samdir um, at sum støðan er nú, verður talið av aðalráðum mangan ein spurningur um at fáa eina kabal at ganga upp, tá ið ein samgonga verður skipað. Tí svingar talið á aðalráð­ um nógv. Einaferð høvdu vit oljumálaráð og aðru­ hvørja løtu eru almanna­ og heilsumálaráðið samanløgd og aðruhvørja løtu eru tey sundurskild aftur. Bæði løgmaður og lands­ stýrismaðurin í fíggjar­ málum eru samdir um, at hetta skapar ótryggleika hjá starvsfólkunum og at tað tí er rætt at fáa øll hesi við­ urskiftini í fastar karmar. Jóannes Eidesgaard sigur, at gongdin er tíverri eisini tann, at tað er ov lítið sam­ starv ímillum ráðini, men at hvørt ráð ber seg at sum eitt sjálvstøðugt landsstýrið og tað elvir eisini til órógv. Í hesum sambandi mælir hann eisini til at umhugsa at áseta nógv neyvari, hvørji aðalráð skulu hava tey ávísu málsøkini at umsita. Í løtuni hava vit fleiri ráð, sum fáast við vinnumál av ymsum slagi og tað kundi verið skilagott at savna tey øll undir sama hatt, sigur hann. Tung og stirvin Spurningurin varð rættiliga drigin fram í ljósmála í Løg­ tinginum týsdagin og miku­ dagin, tá ið fíggjarlógina fyri næsta ár var til viðgerðar. Í tí sambandi vóru tað fleiri løgtingslimir og landsstýrisfólk, ið hildu, at miðfyrisitingin er blivin ov stirvin, ov tung. Tað vóru eisini fleiri, sum hildu, at miðfyristingin var bólgnað alt ov illa og at hon var ov dýr. Í hesum sam­ bandi vóru eisini røddir frammi um at avmarka talið á landsstýrisfólkum og aðal­ ráðum. Teir báðir oddamenninir í landssstýrinum eru samdir um, at nú miðfyrisitingin hevur virkað í 14 ár, hevði tað avgjørt verið rætt at lagt hana undir sjóneykuna at eftirmett hana. Men teir leggja dent á, at hetta hevur onki við ónøgd við starvsfólki at gera, men ein skipan sum hendan, eig­ ur at verða eftirmett nú. Kortini heldur løgmaður, at vit eiga at fáa betri sam­ svar ímillum arbeiðsuppgáv­ una hjá einum ráði og starvs­ fólkatalinum. Tað samsvarið heldur hann ikki er nóg væl skipað enn, tí eitt nú hava almanna­ og heilsumálaráðið lutfalsliga fá starvsfólk í mun til arbeiðsuppgávuna, aftur ímóti øðrum ráðum. Skulu bara hava seks fólk í landssstýrinum Johan Dahl, lands­ stýrismaður í vinnu­ málum, sigur, at í veruleikanum hava vit eini fýra ella fimm vinnumálaráð í Landsstýrinum og tað ger tað tvørligt at arbeiða Miðfyrisitingin Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Í veruleikanum hava vit fleiri vinnumálaráð í Føroyum. Tað staðfesti Johan Dahl, sum formliga er landsstýris­ maður í vinnumálum tá ið løgtingið viðgjørdi fíggjar­ lógina fyri næsta ár. Hann staðfesti, at umframt vinnumálaráðið sjálvt, eru tað fleiri onnur aðalráð, sum eisini fáast við vinnumál og hann helt, at hetta ger, at tað er ov lítil samanhangur í samlaða vinnupolitikinum. Hann brúkti nýggju avgjøldini á alivinnuna sum dømi, tí hann helt, at vit eiga ikki at leggja politikk til rættis eftir ávísum vinn­ um, men fyri vinnuna sum heild. ­ Tað er ótrúliga óheppið, at við hava eina ferðavinnu, sum verður umsitin í uttan­ ríkisráðnum og at vit hava eina fiskivinnu, sum verður umsitin í fiskimálaráðnum. Samstundis hava vit eina apoteksverk, sum skal verða vinnuligt, men tað liggur undir heilsumálaráð­ num. Og so hava vit eina rúgvu av øðrum vinnugrein­ um, sum liggja undir vinnu­ málaráðnum. ­ Tað er ómetaliga tórført at føra vinnupolitikk undir eini slíkari skipan, spurdi hann, tí eru landsstýris­ fólkini ikki samd, ber ikki til at stinga ein samlaðan politikk út í kortið, staðfesti Johan Dahl. Tað vóru fleiri landsstýr­ isfólk og tingfólk, sum vóru púra samd við Johan Dahl, men sum tað sæst í hinari greinini, er kanska vón fyri stavn. Tórført at arbeiða upp á hendan mátan Johan Dahl heldur, at tað eru so nógvir kokkar, at tað er sera tórført at arbeiða Bæði Løgmaður og lands­ stýrismaðurin halda, at tað skal ásetast nógv neyvari, hvussu nógv landsstýrisfólk tað skulu vera í Føroyum, so at tað ikki verður ein politisk kabal, sum skal ganga upp fyri at kunna semjast um eina samgongu Nýggjur formaður fyri juralesandi Felagið fyri føroysk juralesandi hevur fyri stuttum havt aðalfund og valt nýggja nevnd Fríggjadagin 11. september hevði felagið fyri føroysk jura lesandi aðalfund í Keypmannahavn, har nýtt ráð varð valt. Í ráðnum sita Karl Jensen, formaður, Jógvan Svabo Samuelsen, Rannvá Nónfjall, Eyðbjørn Djurhuus og Andras Thomassen. Tiltakslimir eru Maria í Brekkunum og Eli Thorsteinsson. Felagid hevur umleið hálvthundrað limir og var sett á stovn í 1996 av núverandi løgtingslimi, Kára Av Rógvi. Endamál felagsins er at savna føroysk jura lesandi í Danmark og aðrastaðni til faklig tiltøk. Æðudún góðan prís Ein grønlendsk verkætlan, sum hevur til endamáls at savna æðudún til útflutnings, hevur víst seg at rigga væl. Nú verður tað savnaða dúnið kannað, men verkætlanin heldur ikki fram, fyrr enn tað neyðuga lógarverkið er orðað, sigur kringvarpið KNR. Tað er fiski­ og veiðimannafelagið KNAPK, sum stendur fyri verkætlanini, og vónirnar eru góðar. Felagið vísir á, at tað ber til at fáa upp í 5.000 krónur fyri eitt kilo av æðudúni, og at tað tí ræður um at gagnnýta hetta tilfeingið. KNAPK sigur, at æðustovnurin er væl fyri, men at tað er umráðandi, at ein møgulig dúnvinna er burðardygg.