fríggjadagur 9. oktober 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 193 • 9. oktober 2009
Sjáldsom vitjan
Norðurkoreanska stjórnin kunngjørdi í gjárkvøldið, at
hon fer at senda ein av sínum fremstu diplomatum til
USA seinni í hesum mánaðinum. Maðurin eitur Ri Gun
og hevur verið við í samráðingunum, sum Norðurkorea
hevur havt við grannalondini og USA um landsins
kjarnorkuætlanir. Fyrr í vikuni segði norðurkoreanski
leiðarin, Kim Jong-il, at Norðurkorea er sinnað at taka
kjarnorkusamráðingarnar uppaftur, men at landið vil
tingast við USA fyrst. Norðurkorea og USA hava ikki
diplomatiskt samband, og norðurkoreanskir diplomatar
eru sjáldsamir gestir í USA, skrivar AP.
Ódnarveður í Oyggjunum
Tað var av ringasta veðri í Vestmannaoyggjunum í morgun. Í nátt
máldi veðurstøðin á Stórhøvda oman fyri 30 metrar um sekundi
og klokkan seks í morgun 41 metrar í meðal. Tá fór vindferðin í
hvirlunum kom upp um 50 metrar um sekundið. Bjargingar-
tænastan og løgreglan høvdu fingið boð um at standa tilbúgvin,
og strandfaraskipið Herjólfur avlýsti siglingina í morgun, skrivar
Morgunblaðið. Íslendsku veðurmenninir høvdu boðað frá nógv-
um vindi eystaneftir á Vestur- og Suðurlandinum og nógvum
avfalli seinnapartin.
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Ein trý ára verkætlan, sum
Havstovan
hevur
staðið
fyri, vísir, at fyrsti føroyski
fiskiskapurin, sum er burð-
ardyggur, er veiðan eftir
gulllaksi.
Men ansast má eftir, at
veiðan ikki gerst ov stór,
um vit framhaldandi skulu
kunna knýta burðardygg-
leikan at hesi veiði.
Í grein í nýggjastu útgáv-
uni av Sjóvarmál, sum Hav-
stovan gevur út, hevur hav-
lívfrøðingurin,
Lise
H.
Ofstad, grein um hesa
verkætlan, sum hevur verið
fíggjað av játtanini til fiski-
royndir, Havstovuni, Tav-
uni, Polarhavi, Stjørnuni,
Eysturbúgvanum og JFK.
Lise dylur ikki við at
siga, at gulllaksaveiðan vís-
ir seg at vera ein sólskins-
søga.
- Tað, sum verður tikið úr
stovninum á hvørjum ári, er
minni ella á leið tað sama
sum tað, ið verður lagd
aftrat stovninum um árið.
Hon vísir á, at gulllaksa-
stovnurin tískil fungerar
sum ein peningaupphædd í
bankanum, har upphæddin
ikki minkar, tí tað eru bara
renturnar, sum verða brúkt-
ar.
Soleiðis hevur tað verið í
fleiri ár.
14 ár á baki
Beinleiðis fiskiskapurin eft-
ir gulllaksi byrjaði í 1995,
og tey fyrstu árini vórðu
umleið 8.000 tons veidd
um árið.
Seinastu árini er veiðan
tó vaksin heilt nógv, og í
2008 vórðu 19.000 tons
landað. Tvey og trý ísfiska-
pør hava fiskað meginpartin
beinleiðis í veiði eftir gull-
laksi í tíðarskeiðinum apríl
til september.
Ein partur av samlaðu
veiðini kemur haraftrat sum
hjáveiða í svartkjaftafiski-
skapi og í veiði hjá djúp-
vatnstrolarum
eftir
kongafiski og blálongu.
Lise H. Ofstad skrivar, at
stovnsmetingin
av
gull-
laksastovninum vísir, at
stovnurin í miðal fyri hvørt
árið økist við umleið 21.000
tonsum í vekt.
- Tískil ber til at siga, at
tað, sum skipini ”heystaðu”
úr stovninum í 2008, sum
var 19.000 tons, var nakað
minni enn framleiðslan í
havinum. Á henda hátt verð-
ur stovnsrøktin varðveitt.
Havlívfrøðingurin leggur
dent á, at eingin veiða í før-
oyskum sjógvi kann vísa á
eina slíka meting.
Góðkenning vantar
Útrokningarnar við gulllaks-
inum taka støði í, at stovn-
urin undir Føroyum er ein
egin stovnur.
- Men í ICES-høpi verður
føroyski gulllaksastovnurin
viðgjørdur sum partur av
norðuratlantiska gulllaksa-
stovninum.
Lise sigur, at orsøkin til
hetta er vantandi prógv um,
hvussu útbeiðslan av gull-
laksi veruliga er. Slík prógv
krevja eitt nú genetiskar
kanningar av fiskinum.
- Hóast fiskiskapurin eft-
ir gulllaksi kann sigast at
vera burðardyggur, er tó
neyðugt at leggja aftrat, at
veiðan nærkast markinum,
har tað ikki longur ber til at
geva royndini hetta góða
skoðsmál, sum hon higartil
hevur kunnað fingið, sigur
havlívfrøðingurin.
Fylgja gongdini
Hon heldur tað tí vera av
alstórum týdningi, at eygu
framhaldandi verða hildin
við fiskiskapinum og stovns-
støddini, so tryggjast kann,
at stovnurin eisini tolir hetta
veiðitrýst í framtíðini.
- Verður gulllaksastovnur-
in rætt umsitin, soleiðis at
tað einans verður fiskað
burtur av vektøkingini hvørt
ár, fer fiskiskapurin at geva
eina góða og støðuga veiði í
langa tíð framyvir, sigur hav
lívfrøðingurin á Havstovuni,
Lise H. Ofstad.
Sosialurin kann at enda
skoyta uppí, at greinin hjá
havlívføðinginum
er
skrivað fyri einum ári síðan,
og síðan greinin varð skriv-
að, hevur gulllaksaveiðan í
ár verið væl størri enn und-
anfarin ár.
Gulllaksurin er ein sólsk
- Hóast fiskiskapurin eftir gulllaksi
kann sigast at vera burðardyggur,
er neyðugt at leggja aftrat, at veiðan
kortini nærkast markinum, har tað
ikki longur ber til at geva veiðini
góða skoðsmálið, sum hon hevur
havt, sigur havlívfrøðingurin, Lise H.
Ofstad
Beinleiðis fiskiskapurin eftir gulllaksi undir Føroyum byrjaði í 1995. Tey fyrstu árini vórðu
umleið 8.000 tons veidd um árið, men í ár er veiðan helst tríggjar ferðir so stór Mynd: Rógvi K.
Mouritsen