fríggjadagur 9. oktober 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 193 • 9. oktober 2009
Tinglimur svímaði
Fólkatingslimurin Johanne Schmidt-Nielsen úr Eindarlistanum
svímaði, júst sum hon helt røðu í gjárkvøldið. Johanne Schmidt-
Nielsen er framsøgukvinna hjá Eindarlistanum og var í ferð við
sína framsøgurøðu um setanarrøðu forsætisráðharrans, tá hon
fekk trupulleikar við at tosa. Tom Behnke úr Konservativa
Fólkaflokkinum skilti, hvat bagdi, og hann leyp upp á røðara-
pallin, loftaði Johanne Schmidt-Nielsen og var við til at bera
hana út úr tingsalinum, meðan hinir tinglimirnir forfarnir hugdi
at. Johanne Schmidt-Nielsen bleiv flutt á sjúkrahús og fekk tað
betur beinanvegin.
Pólland skrivar undir
Embætismenn hjá polska forsetanum, Lech Kaczynski, siga, at
forsetin fer at skriva undir Lissabon-sáttmálan sunnudagin. Polski
forsetin er ikki ES-fjeppari, men fyrr í ár segði hann, at hann fór at
skriva undir Lissabon-sáttmálan, um sáttmálin fekk undirtøku á
fólkaatkvøðuni í Írlandi. Tað fekk hann, og tí fer Lech Kaczynski at
skriva undir sunnudagin. Tá hann hevur sett sítt navn á skjalið, er
tað bara kekkiski forsetin, Vaclac Klaus, sum er eftir. Men hann
hevur sagt, at hann skrivar ikki undir, fyrr enn greiði er fingin á, um
Lissabon-sáttmálin er í andsøgn við kekkisku grundlógina. Tað
verður nú kunnað.
kinssøga
Tavan í Leirvík hevur keypt
størstu gulllaksanøgdirnar
í ár, eini 11.500 tons.
Virkið hevur serliga keypt
frá leirvíkstrolarunum,
Polarhavi og Stjørnuni og frá
Eysturbúgvanum. Gulllaksur
skapar nógv virksemi í Leirvík
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Verður gulllaksastovnurin rætt umsitin, soleiðis at tað
einans verður fiskað burtur av vektøkingini á hvørjum
ári, fer fiskiskapurin at geva eina góða og støðuga veiði
í langa tíð framyvir, sigur havlívfrøðingurin, Lise H.
Ofstad, sum arbeiðir við verkætlanum fyri Havstovuna
Við stóru gulllaksa
veiðini, sum verið
hevur í ár, er gull
laksurin framvegis
ein sólskinssøga, men
havlívfrøðingurin,
Lise H. Ofstad, heldur,
at nú mugu vit ansa
okkum, tí veiðan
– eftir hvat fiskifrøðin
í dag veit at siga um
hetta fiskaslag – helst
er í yvirkanti
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Árið í ár hevur verið tað
besta til gulllaksaveiði. Tey
seks skipini, sum hava verið
á hesi veiði í tíðarskeiðinum
frá apríl til endan av sep-
tember, hava havt rættiliga
góðan fiskiskap.
Enn er ikki endaliga gjørt
upp, hvussu stór samlaða
veiðan hevur verið, men
hugsandi er, at hon helst
liggur millum 22.000 og
25.000 tons.
Tað er, eftir hvat Lise H.
Ofstad,
havlívfrøðingur
heldur, í yvirkanti av tí sum
kann rópast burðardygt.
- Enn vita vit ikki alt um
gulllaksin. Vit vita ikki,
hvar hann gýtir, men tað
nýtist ikki at vera negativt.
Tað kann eisini vera ein
fyrimunur.
Lise sigur, at gulllaksur
gerst gamal fiskur, helst
upp í eini 30 ár, og eftir
hvat fiskifrøðin í dag veit at
siga, gerst hann helst kyns-
búgvin um 7-8 ára ára
aldur.
- Vit vita lítið og einki
um gýtingina, men líkt er
til, at fiskurin ikki bara
gýtir um várið, men eisini
um heystið.
Hon vísir á, at Magnus
Heinson á sínum royndum
hevur fingið onkran gýting-
arføran gulllaks um várið,
men slíkir fiskar eru eisini
fingnir um heystið.
Genetiskar kanningar
Fiskifrøðin úti í heimi met-
ir, at íslendski gulllaksa-
stovnurin er ein stovnur fyri
seg, og síðan er føroyski
stovnur partur av norður-
atlantiska gulllaksastovnin-
um.
Lise sigur, at áðrenn nak-
að kann sigast við vissu um
hetta, er neyðugt at gera
genetiskar kanningar.
- Saman við Noregi og
Íslandi hava vit tí søkt
NORA
um
fíggjarligan
stuðul til genetiskar kann-
ingar av gulllaksinum í
royndini at fáa staðfest,
hvussu stovnarnir hanga
saman – ella eru skildir
sundur.
Hon sigur, at Noreg stend-
ur sum verkætlanarleiðari,
men londini hava gjørt av at
søkja um stuðulin í felag og
annars vera saman um
royndirnar.
- Enn vita vit ikki, um
stuðul verður játtaður, men
tað kann koma at hava
stóran týdning fyri meting-
ina av gulllaksastovninum,
at kunnleikin um fiskaslagið
gerst størri, sigur Lise.
Neyðugt varsemi
Havlívfrøðingurin vísir á,
at støðan við royndini er
broytt – og økt - siðan hon
skrivaði greinina um burð-
ardyggleikan í gulllaksa-
veiðini
fyri
einum
ári
síðan.
- Men hetta var so eitt
úrslit av eini trý ára langari
verkætlan, sum byrjaði í
2005, leggur hon aftrat.
Lise H. Ofstad vísir á, at
um stovnurin økist við
21.000 tonsum í vekt um
árið, sum leystliga hevur
verið mett, er ein veiðan
upp á kanska 22.000-25.000
tons neyvan burðardygg
longur.
- Eitt er, at gulllaksaveiðan
hevur verið óvanliga góð í
ár, men nú mugu vit ansa
eftir, soleiðis at royndin
ikki verður størri, enn stovn-
urin upp á longri sikt tolir.
Havlívfrøðingurin sigur,
at kunnleikin, sum Føroyar,
Ísland og Noregi nú royna
at útvega sær við genetiskum
kanningum av hesum fiska-
slagi, kann koma at fáa
týdning fyri metingarnar av
stovninum frameftir.
Nú má ansast eftir
Leirvíkstrolararnir, Polarhav og Stjørnan, hava verið óførir á gulllaksaveiði, og árið í ár hevur ivaleyst verið betri enn nakað annað
ár. Hini skipini, sum hava verið á gulllaksi í ár, eru Vestmenningur og Fram og Eysturbúgvin og Vesturbúgvin
Mynd: Vilmund Jacobsen