Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-09, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. oktober 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 193 • 9. oktober 2009 SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Gass størri týdning í framtíðini Tá tosað hevur verið um at leita eftir kolvetni eitt nú í okkara parti av heiminum, so hevur mest verður hugsað um olju. Gass hevur ikki fingið sama áhuga, tí tað krevur nógv meira av undirstøðukervinum at fáa gass til høldar. Henda gongdin er so við og við broytt, nú nýggj tøkni hevur gjørt tað møguligt lættari og bíligari at flyta gassið til brúkaran. Áhugin fyri gassi tykist eisini gerast alsamt størri, nú so nógv verður tosað um dálking og CO2 útlát, tí gass dálkar minni enn bæði olja og kol. Bæði tað at gass nú kann flytast runt sum flótandi nattúrgass, og at aðrir útvinnuhættir eru funnir síðstu árini, ger, at gass óivað kemur at hava stóran týdning í orkunýtsluni framyvir. Og hetta kann fáa týdning fyri leiting eftir kolvetnum á Atlantsmótinum, ið vit eru ein partur av. Fyri Føroyar eru hetta eisini góð tíðindi. Leitingin á landgrunninum fyllur skjótt 10 ár. Og hesi árini hava vit mest tosað um olju. Gass hevur líkasum verið eitt illavorðið orð. Spurningurin hevur verið: finna vit gass, hvat skulu vit so gera við tað! Nú eru vit bráddliga í teirri hepnu støðu, at fleiri gassfund eru gjørd vestan fyri Hetland. Feløg sum Total og Dong eru farin til tekniborðið at fáa gassið upp og at leggja gassleiðingar á havbotnin. Hetta gera tey eisini út frá tí sannroynd, at eftirspurningurin eftir gassi veksur, og at gass dálkar minni enn olja og kol. Leitingin á landgrunninum heldur annars fram, og um hálvt ár verður borurin settur í aftur. Tað er oljufelagið ENI, sum hesaferð fer at royna seg. Og tað hugaliga er, at jarðfrøðingar sum heild, ið kenna til undirgrundina, har borað verður, eru rættiliga bjartskygdir. Teir siga, at Anne Marie leiðin tykist goyma lykilin til fleiri av teimum jarðfrøðiligu forteytum, sum skulu vera til steðar fyri at kunna goyma olju í undirgrundini. Vit skulu eisini leggja okkum í geyma, at ENI boraði ein turran brunn á landgrunninum fyri nógvum árum síðani og var meira ella minni við at pakka saman her, tá nýggjar tulkingar av seismikkinum frá Anne Marie leiðini vístu seg at vera rættiliga positivar. Tað er eisini vert at hava í huganum, at stutt frá hesi leiðini, á bretskum øki, heilt tætt upp at markinum, er gjørt eitt rættiliga stórt fund, nevnt Cambo. Sannlíkt er, at henda keldan verður útbygd. Jarðfrøðin báðumegin markið tykist rættiliga meinlík, og er tað helst eisini ein av orsøkunum til, at vónirnar til eitt Anne Marie fund eru so mikið góðar. Og tá kunnu vit so heldur ikki lata vera við eisini at spæla okkum við tankan, ið ikki er so ókendur aðrastaðni eitt nú í Norðsjónum, at oljukeldur ganga tvørtur um mark. Henda giting hevur jú eisini verið frammi um Rosebankelduna, sum er funnin longur norðuri við markið. Hesaferð er tað so olja dyrgt verður eftir, tí leitileiðin liggur so langt frá kendum og ætlaðum infrakervi. Men tað skuldi í hvussu er verið positivt fyri eina føroyska kolvetnisframtíð, at bæði gass og olja nú eru áhugaverd fyri leitifeløgini. Og tess meira verður funnið og bygt út í grannalagnum, tess betri sær roknistykkið út fyri okkum eisini. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Árni Joensen arni@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Elleby Andersen alvin@ras2.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 frá kl. 8.00­20.00 og boða frá Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Í kjalarvørrinum av tí, sum bæði løgmaður og varaløgmaður alment hava boðað frá um lønar­ hækkingina á almenna arbeiðsmarknaðinum, skal Javnaðarflokkurin gera greitt, at flokkurin er hart ímóti og als ikki góðtekur at lóggivið verður ímóti einum gjørdum sáttmála Undir orðaskiftinum um fíggjarlógina hava bæði løgmaður og varaløgmaður og eisini onnur tingfólk róð framundir, at feløgini á almenna arbeiðsmarknað­ inum ikki hava víst sam­ haldsfesti, tí lønirnar hækka. Nøkur teirra hava so eisini mælt til, at rættast var at farið í tingið og við lóg strikað lønarhækkingina upp á 3% frá 1. okt. í ár. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum stóð fyri samráðingunum við feløg­ ini um spurningin um at bíða við lønarhækkingini í eitt ár. Hetta hevði spart 60 mió. kr. á fíggjarlógini,.. Hesar samráðingar eydnaðust ikki, soleiðis sum landsstýrið ynskti, og sum ávís feløg eisini høvdu rímiligt forstáilsi fyri. Ein av tungu grund­ gevingunum hjá nøkrum av feløgum fyri ikki at ganga landsstýrinum á møti var, at landsstýrið hevði ætlanir um at seta tunnilsverkætlanir fyri hundraðtals milliónir í verk, samstundis sum feløgini ikki fingu teirra sáttmálaavtalu uppfylta. Javnaðarflokkurin tekur hetta úrslit til eftirtektar. Samstundis standa vit við okkara orð um, at vit ikki fara inn og lóggeva ímóti einum gjørdum sáttmála, sum landsstýrið sjálvt hevur undirskrivað. Fyrst og fremst skal avtalurætturin virðast. Um ikki, so gera vit okkum inn á eina gamla hevdvunna siðvenju, og vit gera okkum inn á tað álit, sum er bygt upp millum feløg­ ini og Fíggjarmálaráðið. Føroya Javnaðarflokkur Politisk viðmerking frá Javnaðarflokkinum Tað var skelkandi at hoyra orðini sum fullu frá Løgmanni av tingsins røð­ arapalli í gjár. Nærum øll fakfelagsrøðrslan var løgd undir at taka breyðið úr munninum á eitt nú pen­ sionistunum. Vit vóru eis­ ini ákærd fyri at hava skuldina av teimum stóru trupulleikum, sum eru í vælferðini í Føroyum í dag Hetta er eitt greitt tekin um eina samgongu, sum heilt hevur mist stevið. Vit skulu ábyrdast fyri at parlagið millum teir tríggju sam­ gonguflokkarnar er út av lagið. Hetta er og hevur ikki verið nakað dulsmál fyri nakran sum hevur fylgt eitt sindur við í orðaskifti­ num og politisku rembing­ unum, sum so dyggiliga merka okkara gerandisdag Vit hava ikki gloymt 1993 og tað stóra sam­ felagssinnið sum fakfeløg­ ini vístu tá. Ei heldur hava vit gloymt avtalubrotið ,sum løgtingið frammdi seinni sama árið, við at fara inn og lóggeva fyri einum lønarstøðgi. Nei, harra Løgmaður! Ikki eru tað vit, sum hava skuldina av, at vælferðar­ samfelagið bløðir. Hetta er nakað sum vit áhaldandi hava kasta ljós á, fyri at fáa landsins kosnu politikkarar at vakna. Harafturat undar tað okkum stórliga, at fakfeløg og onnur serkøn nærum ongantíð verða hoyrd í eitt nú trivnara­ nevnd ella fíggjarnevnd tá avgerðir har skulu takast. Fari at heita á øll tey fólkavaldu um veruliga at hugsa seg um, og ikki villleiðast av at røddir eru frammi sum royna at flyta fokus. Tað, sum Løgmaður førdi fram á tingsins røðarapalli eggjar ikki til nakað godt samstarv fram­ yvir ­ og neyvan heldur, at fakfeløg fara at gera lang­ tíðarsáttmálar aftur. Ein onnur loysn er eisini, at Tingið enn einaferð við lóg koyrir øll tey alment løntu niður í løn. Livst so spyrst! Løgmaður misskilt nakað heilt grundleggjandi Forkvinna, vegnað Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar VÁr Í GoNG Raðfestingin, ið hevur verið skeiv í fleiri ár, skal nú turkast uppá fakfeløgini ið váða sær at finnast at hesi skeivu raðfesting. Løgmaður finst at fak­ feløgunum, frá tingsins røð­ arapalli, tí fakfeløgini tora at siga sína hugsan um rað­ festingina hjá samgonguni. Eitt er, at tað er vánaligt av løgmanni at niðurgera gjørdar avtalur, nakað annað er ábyrgdarloysi, ið hetta avspeglar. Nei Harra Løgmaður, tit stýra landi­ num, tit skulu ikki tváa hendurnar, og geva fak­ feløgunum skylduna fyri tykkara hugsjónarloysi. Tað er rættuliga marghátt­ ligt við politikki í Føroyum, tá ið torførar avgerðir skulu takast, kasta politikararnir ábyrgdina frá sær og royna at finna sær onkran synda­ bukk. Hesaferð roynir Løg­ maður so at geva fakfeløg­ unum ábyrgdina. Enn einaferð skal vænt­ andi raðfesting skyldast uppá onkran annan. ABC samgongan, ið byrjaði við at seta fólk at gera visjón 2015 ætlanina, sum teir so ikki fylgdu, er nú komin í trupulleikar. Nú sær Kaj Leo loysnina, fakfeløgini skulu ganga við til at strika avtalaðu lønarhækkanina, soleiðis at peningur fæst til tunnilin hjá Anfinni – og soleiðis gerast øll glað. Samgongan heldur áfram til næsta fíggjarlóg skal smíðast. Hvør fær tá skylduna? Góða mamma tað var ikki eg... Nevndarlimur í Føroya pedagogfelag JóGVAN PHILBrow