fríggjadagur 9. oktober 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 193 • 9. oktober 2009
13
- Okkum tørvar
stjórnarrættarligt by-
pass, skulu vit ikki
stagnera í alsamt
broytiliga heiminum
Í
2005 varð yvirtøkulógina
samtykt sum tryggjar, at
Løgtingið einsamalt ger av, at
øll málsøki kunnu yvirtakast,
undantikin tey, sum eru karmar
um ríkiseindina. Dómstólar,
sum føroyskir myndugleikar
seta á stovn, fáa dómsvald á
øllum málum og málsøkjum.
Yvirtøkulógin inniber, at
tekur Føroya fólk avgerð um, at
Føroyar skulu vera sjálvstøðug
ar, kom málsøkini, sum eru
karmar um ríkiseindina, undir
føroyskt málsræði.
Søgulig fráboðan varð send
ST, har danir viðurkenna, at
føroyingar hava ómissandi
sjálvsavgerðarrætt sambært
altjóðarætti, og har tað er ásett,
at Føroyar eru ein tjóð.
Gerandisveruleikin
Hóast frambrotini í
viðurskiftunum millum Føroyar
og Danmark, so byggir fatanin í
Føroyum og Danmark á munin,
at danir taka støði í, at valdið
hjá Løgtinginum er ein delega
tión, meðan Løgtingið byggir
sína fatan á, at valdið er hjá
Føroya Fólki. Stjórnarættarliga
eru føroyingar og danir tí
samdir um at vera ósamdir.
Hóast formliga fatanin hjá
dønum er restriktiv, so eru tó
greiðar ábendingar um, at
politiski veruleikin er ein annar.
Serstakliga kemur hetta til
sjóndar í felagsyvirlýsingunum
gjørdar eru av løgmonnum og
forsætismálaráðharrum farnu
árini, notatum í forsætismála
ráðnum og svarum, sum for
sætismálaráðharrin hevur givið
í Fólkatinginum.
Í felagsyvirlýsing millum
forsætismálaráðharrin og løg
mann januar 2002 varð staðfest:
Regeringen er indstillet på at
samarbejde om Landsstyrets
ønsker om overtagelser af yder
ligere sagsområder inden for
grundloven og rigsenhedens
rammer.
Regeringen og Landsstyret vil
efter Landsstyrets ønske indlede
forhandlinger om overtagelse
af de sagsområder, som hjemme
styreloven ikke giver mulighed
for, med henblik på politisk
stillingtagen. Regeringen vil på
dette grundlag medvirke til at
skabe et lovgrundlag for disse
sagsområders overtagelse.
Allir flokkar játtaðu felags
yvirlýsingina. Ja, onkur skýrdi
hana sjeymíla fet móti fullveld
inum. At flokkarnir í løgtingi
num samfelt stuðlaðu yvirlýs
ingini var staðfesting av grund
lógini undir okkara stjórnarskip
an, sum eisini er í samljóði við
politiska gerandisveruleikan,
har skiftandi løgting, landsstýri
og stýrisskipan – ja, alt lóggávu
arbeiðið uttan íhald hevur virk
að í samsvari við ásetingarnar í
grundlógini. At pástanda tað
øvugta er tí ikki annað enn
akademiskt gluggapynt.
Grundlógin
4. apríl 2005 var so yvirlýsing
millum løgmann og forsætis
málaráðharran staðfest, sum
gjørdist grundarlag undir
nevndu yvirtøkulóg, sum er
nýggi veruleikin millum
Føroyar og Danmark.
Samanumtikið eru viðurskift
ini millum FO og DK úrslit av
politiskum samráðingum. Av
bjóðingin hevur verið í mun til
stjórnarskipanarligu tulkingar
nar, har fatanin í dag er, at
heimastýrislógin og nú eisini
yvirtøku og uttanríkispolitisku
lógirnar er í ósamsvari við
grundlógina.
Grundlógin sigur í § 1:
»Denne grundlov gælder for
alle dele af Danmarks Rige«.
Hetta er greið staðfesting, men
hon er ikki í samsvari við
veruleikan.
Í § 3 stendur: ”Den lovgiv
ende magt er hos kongen og
folketinget i forening. Den ud
øvende magt er hos kongen”.
Síðani 1948 hevur henda áset
ing ikki verið galdandi fyri Før
oyar í yvirtiknum málsøkjum.
Í § 43 í grundlógini stendur:
”Ingen skat kan pålægges,
forandres eller ophæves uden
ved lov…” og í § 73 í grund
lógini verður sagt, at ognartøka
bert kan verða framd við
heimild í lóg.
Hóast hesar greiðu ásetingar í
grundlógini, so eru beinleiðis
og óbeinleiðis skattir føroysk
sermál og tað sama er eisini
galdandi í sambandi við ognar
tøku. Løgtingslógir hava full
komið lógvirði (eisini í millum
tjóða samskiftum), staðfestar av
løgmanni, og hava sama status
sum lógir viðtiknar í Fólkating
inum, staðfestar av kongi.
Hetta er greitt frávik frá § 3 í
grundlógini eins og § 41, stk. 2,
sum sigur: ”Et lovforslag kan
ikke endeligt vedtages, forinden
det tre gange har været behand
ling i folketinget”.
Ella sum navnframi professar
in í altjóðarætti, Ole Spier
mann, sigur í greinini ”Vore
grundlovstridige hjemmestyre
ordninger” um heimsstýris og
grundlógirnar:
”Processen har brudt med
grundlovens tekst og grundlovs
fædrenes forestillinger og der
med med almindeligt antagne
grænser for grundlovsfortolkn
ing. Hjemmestyreordningerne
er grundlovsstridige, men forf
atningsretligt gyldige; ordning
erne er gyldige ikke i kraft af,
men på trods af grundloven”.
Optimalar heimildir
Gongdin síðani 1948 vísir, at
stjórnarrættarliga eru mørkini
áhaldandi flutt. Í dag eru bara
fimm málsøki, har heimildirnar
eru danskar. Spurningurin er
nær hesi, heilt ella lutvíst, verða
flutt føroyskum myndugleikum
at umsita.
Óivað er okkurt mark, har
ríkisfelagskapurin so verður
sagdur at vera burtur, men
hinvegin, so lýsir gongdin farnu
hálva øldina, at nýggjar allýs
ingar av støðu Føroya mótvegis
Danmark hava sæð dagsins ljós
so hvørt málsøki eru flutt
Løgtinginum at lóggeva um.
Í altjóðagerðini gerst tað
meira og meira átrokandi, at Løg
tingið og landsstýrið finna felags
stev, har slóðað verður fyri, at
samskifti og samhandil við
altjóða felagsskapir gerast reellir
møguleikar heldur enn trupul
leikar. Okkara áhugamál mugu
ikki vera hindrað av løgligum
ella tekniskum forðingum.
Serstakliga í spurninginum í
mun til EFTA, EBS og/ella ES
limaskap er tað av avgerandi
týdningi, at okkara heimildir
eru optimalar, og at vit frítt
kunnu virka fyri loysnum, har
vit í minsta mun eru darvað av
formligum forðingum millum
ríkispartarnar.
Tí eigur landsstýrið at taka
stigið at fara undir samráðingar
við danir um skipan av ultimativ
um sáttmála landanna millum.
Verandi skipan, har partarnir eru
samdir um at vera ósamdir, er
ikki haldgóð í longdini.
Tað er tí í ósamsvari við skila
góðan resultatpolitikk, at vit
ikki hava fulla greiðu á okkara
heimildum, áðrenn vit biðja um
samráðingar við t.d. ES.
Umveldi við Danmark
Tí eigur víðkaður sáttmáli mill
um Føroyar og Danmark at
tryggja, har Føroyar t.d. vera
viðurkendar sum umveldi í felags
skapi við Danmark og soleiðis
hava myndugleika at skipa fyri
millumtjóða avtalum á stjórnar
stigi. Hetta fer at hava avgerandi
týdning vilja vit limaskap í
millumtjóða felagsskapum.
Við nýggjari skipan kunnu vit
innanvert ríkisfelagsskapin náa
møguleikunum. Alternativið er,
at vit flyta okkum frá ríkis til
ríkjafelagsskap.
Hvat heiti nýggja skipanin
við Danmark fær hevur minni
týdning, bara vit náa endamáli
num, at vit í millumtjóða sam
starvinum kunnu gera sáttmálar
uttan at okkara sjálvsavgerðar
rættur fer fyri bakka.
Røkka vit hesum heimildum,
so eru viðurskiftini millum
Føroyar og Danmark komin á
beint med alla.
Ein leiðin er frælsur felags
skapur ella samsvarandi, har
sáttmáli ásetur myndugleikabýti
landanna millum. Um skipanin
er sambærlig við grundlógina,
velst um innihald og politiska
viljan at tulka grundlógina.
Endamálið eigur at vera, at vit
gera sáttmála millum javnt
stillaðar partar.
Fyri hálvari øld síðani var
óhugsandi, at Føroyar fingu
politiskan avgerðarrætt, sum nú
er viðtikin veruleiki. Fyri bara
fáum árum síðani var allýsingin
av ríkiseindini tengd at hópin
av málum, sum nú eru fatað av
yvirtøkulógini, sum Løgtingið
einvegis kann yvirtaka, og sum
í sínari tíð var óhugsandi, tí
hetta var mett brot á
grundlógina.
Handalagið avgerandi
Samanumtikið eru mørkini og
definitiónirnar av ríkiseindini
áhaldandi broytt. Niðurstøðan
er, at vit virka í eini livandi og
smidligari skipan, har politiskur
vilji og handalag treyta úrslitini.
Í sínum vaksandi samskifti og
samstarvi við ES síggja danir
óivað eisini týdningin av og
skilagóða í, at viðurskiftini
millum Føroyar og Danmark
áhaldandi verða optimerað.
Við hesum í baksýni er løtan
helst lagalig hjá landsstýrinum í
samráðingum við donsku
stjórnina at troyta nýggjar leiðir
millum Føroyar og Danmark,
nú Lars Løkke týsdagin á
fólkatingi um Føroyar boðaði
frá, at stjórnin vil “løsne de
bånd der snærer...”.
Í hesum krepputíðum tørvar
okkum úrslit, sum kunnu treyta
varandi atgongd til millumtjóða
felagsskapir. Ikki minst ES,
sum burturav má metast at vera
okkara besti møguleiki fyri
framburði og menning.
Tí er neyðugt við samráðing
um við ríkisstjórnin, sum
tryggja okkum møguleikarnar
at samráðast á jøvnum føti við
millumtjóða felagsskapir um
bestu marknaðaratgongdina.
Stutt sagt, okkara skipan tørvar
stjórnarrættarligt bypass, skulu
vit ikki stagnera í áhaldandi
broytiliga alheiminum.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Framtíðar Føroyar
Tíðargreinin
tíðargreinin
Bjarni Djurholm, løgtingsmaður