Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. oktober 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Í lesarabrævi, har Hans Atli Dahl, stjóri fyri Amplexa Genetics A/S, umrøður CDT kanningar, setir hann samstundis undirritaða tríggjar spurningar viðvíkjandi tí ætlan, sum føroyska heilsuverkið hevur lagt fram. Undirritaði skal eftir besta førimuni svara uppá spurningarnar. Hvussu nógv sjúk við CTD roknar heilsuverkið at finna og viðgera? Sum kunnugt, er høvuðs­ ætlanin fyrst og fremst at bjóða øllum føroyingum eitt tilboð um kanning. Tey, ið hava sjúkueyðkenni ella eru skyldfólk við ein sjúk­ an, fáa bjóðað kanningina ókeypis, meðan restin kem­ ur at gjalda 100 kr. fyri kanningarnar. Harumframt er ætlanin at kanna PKU­ kortini, ið liggja hjá Statens Serum Institut (hereftir SSI). Hvussu nógv heilsuverk­ ið kemur at finna og við­ gera, er fyrst og fremst tengt at, hvussu nógv taka av tilboðnum um kanning, og tí hevði tað verið skeivt at nevna eitt ávíst tal í hesum sambandi. Orsøkin til ætlanina at kanna PKU­ kortini hjá Statens Serum Institut, sum eitt eyka átak, er, at tað verður ikki mett realistiskt, at allir føroying­ ar taka av tilboðnum um sjálvboðið at lata seg kanna. Við at kanna kortini, fæst ein størri trygd fyri, at meginparturin av teimum føroyingum, upp til 23 ára aldur, ið hava sjúkuna, verða funnir. Við hesum báðum kanningarháttum verður væntað, at tey allarflestu verða funnin. Hvussu nógvar berarar við sjúkuíleguni kann heilsuverkið kunna um teirra støðu og vegleiða um verandi uppskot við bio­ kemisku kanningunum verður gjøgnumført? Tað hevur stóran týdning at leggja dent á tvey viður­ skifti í hesum sambandi. Fyri tað fyrsta er tað, sambært objektivu fakligu ráðgevingini, eg havi fing­ ið í hesum máli, als ongin orsøk at finna berarar, tí teir eru ikki sjúkir. Hetta framgongur eisini sambært faldaranum um CTD, ið er gjørdur av Ulrike Steuer­ wald, barnalækna, Allan Melgaard Lund, yvirlækni á Klinisk Genetiskari Deild á Ríkissjúkrahúsinum, Fróða Jacobsen, yvirlækna og Bjarna á Steig, leiðandi yvirlækna á Landssjúkra­ húsinum og sum er at finna á heimasíðuni hjá Heilsu­ málaráðnum (www.hmr. fo). Í faldaranum fram­ gongur millum annað: “sjálvt um berarar hava niðursett carnitin transport­ er virkni og tí lægri carni­ tin innihald í blóðinum enn tey, sum ikki eru berarar, er tað ongantíð ávíst at hava nakran týdning. Hjá berarum av CTD kennir man ikki til dømir av álvar­ somum sjúkum ella deyða, sum kann setast í samband við CTD. Man hevur um­ hugsað, hvørt tað er øktur vandi fyri hjartasjúkum og øktum abort títtleika hjá berarum, men hetta er ongantíð ávíst. [...] Tað er higartil ongantíð ávíst nakað gagnligt úrslit av carnitin tilskoti til berarar, sostatt verður tað gjøgnum­ gangandi ikki viðmælt at geva carnitin til berarar.” Fyri tað næsta hevur Heilsumálaráðið viðgjørt tann løgfrøðiliga spurning­ in um at kanna og lata upp­ lýsingar víðari frá PKU­ kortunum hjá SSI, uttan at biðja um samtykki framm­ anundan. Hetta verður ann­ ars kravt undir vanligum umstøðum sambært “Lov om patienters retstilling”. Niðurstøðan hesum við­ víkjandi er, at tað løgfrøði­ liga er í lagi, tí kanningin, sum ætlanin er at fremja hjá SSI, hevur “...einans til endamáls at kunna finna fram til teirra, sum óvit­ andi ganga runt við einari deyðiligari sjúku; men sum kunnu vera hjálpt, tá hesar kanningar verða gjørdar. Hesi atlit viga í sjálvum sær so tungt sæð í mun til inntrivið, at Heilsumála­ ráðið ikki metir tað vera neyðugt at innheinta sam­ tykki frammanundan kann­ ingunum.” Umvent merkir hetta, at uppskoti hjá Am­ plexa Genetics A/S um at finna “frískar” berarar við at ílegukanna PKU­kortini hjá SSI, ikki letur seg gera sambært løgfrøðiligu niðurstøðuni! Soleiðis er svarið uppá hendan spurning, at tað loysir seg ikki at brúka tíð og fíggjarliga orku uppá at finna fram berarar og veg­ leiða teir í sambandi við CTD. Framyvir er tó ætlan­ in at byggja eina klinisk genetiska ráðgeving upp, har fólk kunnu fáa vegleið­ ing um ymsar genetiska sjúkur og fyribyrging av hes­ um í sambandi við gitna. Harafturat letur tað seg ikki at gera út frá einum løgfrøðiligum sjónarmiði, at gera ílegukanningar av PKU­kortunum á SSI við atliti til at finna berarar, sum Amplexa Genetics A/ S annars mælir til. Harumframt skal verða nevnt, at tað er mær upp­ lýst, at í Føroyum er kemst CTD sjúka oftast av einum íleguvarianti, nevndur N32S, men tað finnast eisini 2 aðrir íleguvariantar í Føroyum, har tann eini enn ikki er kendur og tí heldur ikki kann ávísast við ílegukanning. Av tí at tann eini ikki er kendur letur tað seg ikki gera, at Amplexa Genetics kannar allar íleguvariantarnar, sum teir annars bjóða seg til. Tí verður tað læknafakliga mælt frá at gera ílegukann­ ingar, sum eitt screenings­ átak fyri CTD, tí vandi er fyri at yvirsíggja CTD­ sjúklingar, sum hava ein ókendan variant (sí áður­ nevnda faldara um CTD á www.hmr.fo). Hvat er tíðarætlanin fyri hesa verkætlan? Høvuðsætlanin er sum kunnugt at bjóða eitt tilboð um kanning til allar føroy­ ingar, so skjótt sum fígging fæst til vega. Hetta merkir, at um eykajáttanin verður samtykt í Løgtinginum, verður skipanin sett í gongd beinanvegin, soleið­ is at øll tey, ið ynskja tað, verða kannað fyri CTD sjúku, so skjótt sum tey ynskja tað. Úrslitini fyri­ liggja innan fyri nakrar fáar dagar eftir, at fólk hava latið seg kannað. Sum eitt eyka átak, er ætlanin eisini at kanna PKU­kortini hjá SSI. Av tí at tey føroysku kortini liggja blandað millum tey donsku, kemur arbeiðið við at finna tey fram og fáa tey kannað, at taka upp ímóti einum ári, sambært upplýsingum hjá SSI. Hendan tíðarfreist er gald­ andi óansæð hvat slag av kanning verður framd, tí tað sum tekur tíð, er at leita kortini fram. Svar uppá spurningar frá Hans Atla Dahl, Amplexa Genetics A/S landsstýrismaður í heilsumálum Aksel V. JohAnnesen Nú er júst løtan, at landsins myndugleikar skulu fara inn at spara stórar peninga­ upphæddir. Hetta gerst best við at víðka serlæknatæn­ astuna hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Klaksvíkar Sjúkrahús, veitir í dag tænastu á høg­ um støði m.a. innan arm­, bein­, mjadnar­, hond­ og urinologiskurðviðgerðir. Hetta letur seg gera, tí Sjúkrahúsið hevur megnað at fingið avtalur í lag við serlæknar uttanlands. Hesir koma til sjúkrahúsið at arbeiða við jøvnum millum­ bili gjøgnum alt árið og geva sjúklinginum 1. klassa viðgerð, hvør á sínum øki. Her er talan um høgt virdar og dugnaligar ser­ læknar uttanlanda, sum hava stóra vitan og royndir innan teirra serøki. Hesir gera minst 100 skurðvið­ gerðir árliga innan teirra øki. Hetta gevur teimum tí stórar royndir, sum als ikki kunnu fáast við bert at arbeiða í Føroyum. Við tað, at teir hava stóra rutinu eru teir førir fyri og megna at gera nógvar skurðvið­ gerðir uppá heilt stutta tíð. Soleiðis eru teir ein sera effektiv arbeiðskraft. Klaksvíkar sjúkrahús hevur nú meira enn 20 ára royndir á hesum øki. Hetta hevur ført til, at sjúkrahús­ ið hevur upparbeitt eina sera vælvirkandi ekspertisu og er í dag ført fyri at veita tænastu innan hesi serøkir á høgum støði ájavnt við onnur lond. Starvsfólkaroyndir Starvsfólkið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi hevur soleiðis fingið stóra vitan og roynd­ ir at arbeiða undir serlækn­ um. Hettar er sera dugna­ ligt starvsfólk, sum ser­ læknarnir seta stóran prís uppá at arbeiða saman við. Brúka tíðina effektivt Umleið 90 prosent av øll­ um hesum serskurðviðgerð­ um verða gjørdar á sjálvum Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Tey írestandi 10 prosentini, har tað er neyðugt at flyta sjúk­ lingin til Danmarkar, verða hesar skurðviðgerðir klár­ aðar uppá heilt stutta tíð. Hetta ber til, tí serlæknin á økinum fyrst kannar sjúk­ lingin á Klaksvíkar Sjúkra­ húsi og leggur alt til rættis sjálvur áðrenn skurðvið­ gerðina í Danmark. Hetta ger, at sjúklingurin verður spardur fyri óneyð­ uga langa bíðitíð. Haraftrat sleppur sjúklingurin í nógv­ um førum heim dagin eftir. Fíggjarliga eru eisini stórar upphæddir at spara í hotel­ og ferðaútreiðslum og óivað øðrum eisini. Hvussu fáa vit hesir læknar at støðast á Klaksvíkar Sjúkrahúsi Um serlæknarnir fingu bjóða 1/3 fast starv við pension, vildi tað ført til, at Klaksvíkar Sjúkrahús bleiv attraktivt at søkja hjá ser­ læknum á høgum støði. Hesin leistur verður brúkt­ ur uttanlands við succés, og eru tey sera glað fyri hetta. Landsins mynduleikar, síggið henda møguleika ! So landsins mynduleikar, tit eiga at duga at síggja møgu­ leikar í hesi tænastu. Vit spara hópin av peningi, bæði innan ferðing og hotel­ uppihald. Haraftrat fær sjúklingurin viðgerðina gjørda í Føroyum á høgum støði, ájavnt við onnur lond. Síggið møguleikan í at gera Klaksvíkar sjúkrahús til eina enn størri succés. Tit eiga at duga at síggja at hettar er vegurin fram. Handli nú skjótt, og spari nógvan pening, og gevi sjúklingum eina tænastu á høgum støði. Øll eiga at duga at skilja, at tað er er peningur at spara við at fáa nakrar serlæknar hendan­ vegin ístaðin fyri at senda hópin av sjúklingum uttanlands. Gerið íløgur í succés´ina hjá Klaksvíkar sjúkrahúsi ! elsebeth GunnleyGs­ dóttur hAnsen Lyftini um, at vælferðin skal koma áðrenn asfalt og betong, skulu haldast. Tí skulu tunlar ikki inn í aftur fíggjarlógaruppskotið, meðan tað liggur í fíggjar­ nevndini, sigur Edmund Joensen, løgtings­ og fólka­ tingsmaður fyri Sambands­ flokkin ­ Vit skulu syrgja fyri at halda okkara vallyftir! Tað sigur Edmund Joen­ sen, løgtings­ og fólkatings­ maður fyri Sambands­ flokkin, í sambandi við, at fíggjarlógaruppskotið fyri 2010 er til umrøðu í Løgtinginum. Í uppskotinum eru ætl­ aðu tunlarnir lúkaðir burt­ urúr, og tað heldur løg­ tings­ og fólkatingsmaður­ in hjá Sambandsflokkinum vera positivt. ­ Flestir løgtingslimir fóru til val uppá, at bleytu virðini skulu koma fram um asfalt og betong. Tí kunnu vit ikki forsvara, at t..d. tunnlar eru inni aftur í fíggjarlógaruppskotinum, tá tað kemur úr aftur Fíggj­ arnevndini, segði hann. Hann leggur dent á, at Føroyar eru í einari kreppu­ líknandi støðu, og undir verandi umstøðum er púra burturvið at gera íløgur í tunlar. ­ Botnurin í landskassan­ um dagar nú undan. Í longdini ber ikki til at skriva út fleiri almenn láns­ brøv, sum í grundini bara er at rulla skuld framman fyri sær. Og vit kunnu heldur ikki forsvara at skriva út skuldarbrøv til komandi ættarlið av føroy­ ingum at gjalda. Um sjálva viðgerðina í Fíggjarnevndini, sum nú fer at byrja, sigur Edmund Joensen, at føroyingar ikki fara at góðtaka nakra lokal­ politiska dagsskrá í nevndini. ­ Tí eigur meirilutin í Løg­ tinginum heldur ikki at góð­ taka, at nøkur fá vilja umfor­ deila landsins virðir, sum teimum nú einaferð lystir. ­ Um nøkur meining skal vera í, at Landsstýrið ger eitt fíggjarlógaruppskot, ja so er hetta uppskotið, ið Landsstýrið nú hevur latið Løgtinginum í høvuðs­ heitum tað, ið Tingið eigur at samtykkja. Vallyfti skulu haldast edmund Joensen viðmerkingar Nr. 193 • 9. oktober 2009