fríggjadagur 9. oktober 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 193 • 9. oktober 2009
15
viðmerkingar
Lóggevur ABC sam
gongan arbeiðarafjøldina
niður í løn, gera tey seg
inn á sáttmálafrælsi, inn
á arbeiðarafjøldina og
inn á gjørdar avtalur
Hóast hesa inngerð, er
onki, sum tíðir uppá, at tað
er skilagott fyri føroyskan
búskap at forða fyri lønar
hækkan. Tað er hinvegin
rein maktmisnýtsla av
samgonguoddamonnum, tá
hesir nú, hótta við at lóg
geva seg burturúr gjørdum
avtalum, sum somu menn
hava gjørt við fakfelags
rørsluna.
Fyrru ferð var royndin
hjá Jóannes Ejdesgaard, tá
ið hann í summar royndi at
samráða seg fram til ein
lønarsteðg. Tað stríðið tapti
hann, og hildu vit, at ABC
viðgekk tapið. Men nei, nú
tey eru komin fyri seg aftur
eftir ólavsøkupakkan, og
fíggjarlógin er til viðgerð
ar, verður tað stríðið upp
afturtikið. Nú við løg
manni á odda og varaløg
manni í hølunum.
Tey mugu vísa samhalds
festi, sigur løgmaður, og
varaløgmaður hóttir við at
koyra tey niður í løn við lóg.
Vælsignaði latið handan
sáttmálan fáa frið. Hann er
søguligur, hann er fimm
ára langur, og hann hóttir
ongan búskap. Hann økir
um lønirnar við 60 mió.
Millum ein triðing og eina
helvt kemur inn aftur í
landskassan sum skattur,
og nógv av tí, sum tá er
eftir kemur inn sum MVG
og onnur avgjøld. At hótta
við lønarniðurskurði skap
ar ótta, tað minkar um pen
ingaumfarið, men ringast
av øllum, so tekur tað alt
álit burtur, sum hóast alt er
millum politiska valdið og
fakfelagsrørsluna.
Og løgmaður kann ikki
bara hótta, hevur hann sagt
A, má hann eisini siga B.
Annars missa øll alt álit á
løgmanni, eisini tey, sum
hava álit á honum. Tað
kann eg so ikki hava nakað
ímóti, tí eg haldi, at hann
og restin av ABC áttu at
lagt frá sær. Men løgmað
ur er ikki bara ein av
49000 túsund føroyingum,
hann er løgmaður og har
við maktfullasti maður í
landinum, tí er tað ikki
líkamikið, hvat hann sigur.
Sigur løgmaður alment,
enntá frá Løgtingsins røð
arapalli, at fakfelagsrørslan
skal niður í løn, og fær
undirtøku frá næsthægsta
manni, varaløgmanni,
eisini frá løgtingsins røðara
palli, so kann fagfelags
rørslan av røttum rokna
við, at tað er við slíkari
lóggávu, sum ABC sam
gongna arbeiðir við.
Men, andstøðan er gott
nokk ikki maktfullari enn
samgongan, ikki á pappíri
num. Men í hesum føri
skulu tey fáa sína sak fyri,
um tey gera álvara av ætlan
um sínum at gera seg inn á
fakfelagsrørsluna. Tjóð
veldi fer so ongantíð at
góðtaka at rørt verður við
3 ára sáttmálan. Vit eru til
reiðar at verja manngarð
um hasa avtaluna.
At lóggeva seg burturúr
einum søguliga langum
sáttmálanum, er fyri tað
fyrsta búskaparliga ófor
svarligt! Men tað sum verri
er, so vil slík lóggáva forða
fyri gagnligum sáttmála
samráðingum framyvir.
ABC samgongan skal ikki sleppa at lóggeva arbeiðarfjøldina niður í løn
AnnitA á
Fríðriksmørk
Tann 7. oktober langaði
Føroya løgmaður út eftir
fakfeløgunum á løgting
sins røðarapalli, tí tey ikki
søgdu ja til lønarsteðg.
At ein løgmaður skal
finna uppá at nýta ting
sins røðarapall til at langa
út eftir fakfeløgunum, tí
tey krevja at fáa ta lønar
hækking, sum tey hava
samrátt seg fram til, tá
tey gjørdu ein 3 ára sátt
mála ístaðin fyri ein 2 ára
sáttmála, fyri at tað
skuldi vera friður á
arbeiðsmarknaðinum, tað
er undir alt lágmark.
Hesin sami løgmaður
hevur tosað um at hjálpa
teimum gomlu og vil
geva fakfeløgunum skyld
ina fyri, at landskassin er
misrøktur. Nei, hann
skuldi heldur tikið í egn
an barm og hugsa um
skattalættarnar og aðrar
ágóðar til fólk við hægri
inntøkum, sum hann sam
an við restini av ABC
samgonguni hevur givið.
Tað eru ikki pensjónistar,
sum hava brúkt pengar
nar. Ei heldur eru tað fak
feløgini, sum hava skuld
ina. Tað eru tey skiftandi
landsstýrini, sum sitið
hava, ið hava søplað peng
arnar burtur vegna innan
hýsis klandur, har hvør
hevur skavað sum mest til
sín sjálvs og sítt øki ístað
in fyri at føra politikk,
sum kundi koma øllum
Føroya fólki til góðar.
Fakfeløgini hava víst
samfelagssinni. Tíðin er
komin til at landsins
kosnu fólk eisini gera tað.
formaður, Føroya
Handverkarafelag
Henry Olsen
Tað eru nakrar strukturellar
orsakir til, at vit eiga eitt
vælferðarsamfelag. Verri
enn so allar eru naglafast
ar, hugsi um andaligu siða
læruna, borin frá ættarliði
til ættarlið í øldir, tjóðskap
arrørsluna, sum menti
okkum mentanina, málið
og viljan til at virka og liva
á hesum útskerum í Europa
og so fakfelagsrørslan, sum
í sínum dialektiska leiki
við og ímóti almenna og
privata geiranum hevur
ment samfelagið, og gjørt
tað á leið liviligt hjá øllum
at búleikast í samfelagnum.
Alternativið hevði verið
eitt fátækt jalladømi, ein
ráðandi feudalur, har fá
áttu mikið og dastið av
populatiónini vóru ørandi
fátæk bønarfólk.
Hetta er tjóðarinnar
stórviður. ABCsamgongan
hevur sett sær fyri at
klúgva part av stórviðinum
fyri at fáa javnvág og lív
aftur í borgarligu verkætlan
ina, sett á lunnar í 2004, nú
rakstrarhallið á heimastýris
ins finansum setir søguligt
met. Løgmaður og vara
løgmaður hótta nú fakfeløg
ini, sum onki annað hava
gjørt, enn at gera ein rími
ligan og samfelagsbøtandi
lønarsáttmála fyri fleiri
árum síðani. Teir ætla at
lóggeva ímóti eini sátt,
sum teir sjálvir eru annar
parturin av. Teir eiga valdið
til tað, 20 av 33 tingmonn
um stuðla teimum. Hetta er
farið at líkjast støðuni, har
fascistarnir taka valdið, og
lata stríðsvagnarnar rulla
út á gøturnar, skuldi onkur
hættað sær at mutað ímóti.
Hetta er onnur syftan,
har royndin verður gjørd at
flyta fokus. Í hesum um
farinum. Fyrst tunnlar
versus vælferð og nú ein
lønarvøkstur á 60 milliónir
krónur versus almennum
rakstrarhallið, sum man
fara at tátta í eina milliard,
táið avtornar. Avmaktin
guvar út ígjøgnum rimar
nar á ABChjallinum.
Hann er farin at líkjast
larpasliga húsinum hjá
H.C. Andersen, í ”Ljóta
Dunnuunganum”, sum ikki
datt niður, táið tað ikki
fekk seg til at taka avgerð
ina um, á hvørja lið tað
skuldi falla.
Fakfeløgini eru ikki
trupulleikin. Politiska
valdið er trupulleikin. Ella
rættari valdið, sum ikki
megnar at brúka givna
ræðið frá fólkinum til at
skipa samfelagið, soleiðis,
at burðardyggleiki og javn
vágir aftur fáast í rættlag.
Skrivið frá fakfeløgunum
er bara ein staðfesting av
politiska veruleikanum.
Hendan samgongan hevur
onki annað gjørt, enn nartl
að burturav hjá veikastu
bólkunum í samfelagnum,
og hon fær ikki annað, tí
borgarliga kynið forðar
teimum í at fara upp ímóti
máttmiklu áhugamálunum
í samfelagnum. Ongin
bygnaðarbroyting er møgu
lig, táið valdið bara agerar
alt eftir hvussu sterkasta
lobby´in trýstur og sleppur
politisku bøllingunum.
Er almenni parturin av
samfelagnum vorðin ov
stórur, tá er tað ein politisk
ur trupulleiki. Hetta er als
ikki eitt fakfelagspolitiskt
problem yvirhøvur. Skal
almenni geirin trimmast,
so ger man tað, og ivaleyst
hevði ein djúptøkin skann
ing av almenna geiranum
verið harðliga tiltrongd.
Tað mæltu vit eisini til
undir fíggjarlógarviðgerð
ini. Lopið haðan í frá, og
til valdstekniskt at bróta
arbeiðsmarknaðarsemjur,
sum ein sjálvur er annar
parturin av, tað er eitt
frontalt álop á fólkaræðið.
Bara tað, at tankin verður
fostraður, átti at verið
nógmikið til, at hesir
kalarnir vórðu settir frá
valdinum. Vit hava fingið
eitt gýðingasyndrom, har
ússaliga politiska valds
apparatið heldur sær
sjálvum í sævarmálanum,
við at brennimerkja ávísar
bólkar í samfelagnum.
Nú ABCmenninir hava
brotið alt innan úr húsin
um, og brent tað á grúgv
uni, eru teir farnir í holt
við at klúgva stórviðin.
Man stundin ikki verða
komin til eitt politiskt
siðaskifti, sum varðar av
áhugamálunum hjá øllum í
samfelagnum?
ABC, - nú klúgva teir stórviðin
tórbjørn
jAcObsen
Viðmerking til tað
sum løgmaður segði
um fakfeløgini
Løgtingið hevur samtykt eitt upskot til
samtyktar, um at Merkið skal virðast
og hava hóskandi pláss í tingsalinum
Løgtingið samtykti í gjár eitt uppskot til
samtyktar frá Sjálvstýrisflokkinum um
Merkið á Løgtingi.
Løgtingið tók undir við at Merkið skal
standa á einum sjónligum stað í Løgtingi
num. Við hesi samtykt hava øll Útnorður
londini flaggið í tingsalinum. Flestu lond
hava eisini fløgg síni í tjóðarhallunum.
Sjálvstýrisflokkurin vildi við uppskoti
num vísa Merkinum og tjóðini, ið tað
umboðar, størri virðing og meiri ásýniligt
pláss í tingstarvinum.
Í viðmerkingunum til uppskotið vísti
Sjálvstýrisflokkurin á, at Grannatjóðir
okkara í Útnorði, Ísland og Grønland,
hava tjóðarfløggini hangandi fremst í
tingsalinum.
Eisini varð víst á, at Føroyar sanniliga
hava havt sítt stríð til tess at vinna Merki
num viðurkenning, og at líka so vist er, at
tjóðin í dag stendur sameind um at virða
og vísa samleika sín við Merkinum.
Undir Merkinum savnast tjóðin, og
flaggið er ímyndin um, at hóast hugsjón
arliga ósamd ber tað til at standa saman
og lyfta í felag umframt at finna loysnir,
tá á stendur.
Tað var upprunauppskotið frá Sjálv
stýrisflokkinum, sum bleiv samtykt,
meðan broytingaruppskotið frá meiri
lutanum í Mentanarnevndini fall.
Sjálvstýrisflokkurin
Merkið til heiðurs og
æru í tingsalinum
Ferð eftir ferð hoyra vit at
Sandoyartunnulin ikki kann
fremjast í verki orsaka av
pengaávum. Eg sakni hug
flog í hesum kjaki. Eg vil
vísa á tvær loysnir, sum
geva sandoyartunnlinum í
minsta lagi 42, 5 millónir
krónur á hvørjum ári.
Loysn 1
Vit knýta Norðoya, Vága,
Norðskála og Kollfjarða
tunlarnar saman í eina skip
an. Skipanin skal virka á
tann hátt, at bilurin bert
verður skrásettur einaferð
um dagin. T.v.s. at tað
kostar tað sama at koyra
gjøgnum allar tunlarnar,
sum tað kostar at koyra
gjøgnum ein.
Síðani verða hesir tunlar
samlaðir í eitt partafelag
saman við Sandoyar
tunnlinum.
Við útgangsstøði í prísi
og bilatali fyri Vága og
Norðoyartunlunum, er ein
veruleikakend meting, at
nýggja partafelagið uttan
trupulleikar kann hava eina
innntøku á 100 milliónur
krónur hvørt ár. 40 milli
ónur fara til Vága og Norð
oyartunlarnar. Hinar 60
milliónurnar fara í fyrstu
atløgu til Sandoyartunnilin.
Loysn 2
Vegskatturin hækkar við
170 krónum um mánan. Við
20.000 skrásettum akførum
vildi hetta givið góðar 40
milliónur krónur meira í
landskassan. Við útgangs
støði í samgonguskjalinum
er í fyrstu atløgu rættast at
lata hendan pening fara til
Sandoyartunnilin.
Tað vísir seg at samfelag
ið Føroyar ikki megnar at
lyfta íløgur í vegakervið
við skattapeningi. Tí noyð
ast vit at rinda íløgurnar í
vegakervið á annan hátt.
Til hetta krevst eitt ávíst
hugflog og at allir lands
politikkarar hugsa um alt
Føroyaland.
Manglandi hugflog
jónleiF
jOHAnnesen