fríggjadagur 9. oktober 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 193 • 9. oktober 2009
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Heri Midjord, Tvøroyri, ættaður úr Sumba, and
aðist á Suðuroyar Sjúkrahúsi týsdagin, 76 ára
gamal.
Páll Sumberg-Olsen, lærari á sjúkrahúsinum í
Thisted, andaðist týsdagin, 60 ára gamal.
Andlát og jarðarferðir
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymiskan
hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá okkara
elskaði maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi
Sigmund Hansen
Hvannasund
andaðist og varð jarðaður.
Takk fyri troystarrík orð í kapellinum og í Hermon.
Takk til talarar, spælara, berarar og gravarar.
Takk til Klaksvíkar Sjúkrahús.
Takk fyri peningagávur til Akurin.
Takk til tykkum øll, sum á ymiskan hátt hjálptu til í
samband við jarðarferðina og ervið, og til
tykkum mongu, ið fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað.
Hjartans tøkk øll somul.
Familjunnar vegna
Jenny, Olfert, Kristian Ludvík, Jacobina
og Julian
Tað vóru tung boð at fáa um at kæri
starvsfelagi okkara Ingrið Hammer
var farin. Væl vistu vit, at Ingrið
stríddist ímóti herviligari sjúku, men
at tað skuldi ganga so skjótt frá tí at
Ingrið gjørdist sjúk, til hon noyddist at
enda sín lívsróður, vardi ongan av okk
um. Tað er framvegis so óveruligt og
kennist heilt rangvørgt, at Ingrið, álitið
í avgreiðsluni, ikki longur er ímillum
okkum. Ja, tað gongur ikki dagur uttan
at vit lyfta hornið fyri at ringja til
Ingrið í avgreiðsluni at fáa svar um
eitthvørt, sum hon beinanvegin hevði
svarað, men verða sligin um koll av
teirri tungu og sorgarfullu sannroynd,
at Ingrið ikki longur er her at svara.
Tí Ingrið visti alt tað, okkum
tørvaði at vita. Men umframt hesa
stóru vitan, sum Ingrið tók við sær,
nú hon alt ov tíðliga fór, fylti hon
eisini í aðramátar so ómetaliga nógv
á okkara arbeiðsplássi, við sínum
lætta lyndi, skemtingarsemi og
ótilgjørdu stóru persónligheit. Ingrið
ræddist ikki fyri at siga bart út tað,
sum sigast skuldi, og hon hevði eini
serliga fín evni til at skyna á
rættvísum og órættvísum. Hon duldi
heldur ongantíð fyri, at hennara
samhugur altíð var hjá tí ella teimum,
sum ikki við egnari hjálp megna at
lívbjarga sær ella á annan hátt eru
sperd. So kundu bøkur vera bøkur og
mentan vera mentan so galið tað
vildi. Og júst hetta, hendan egin
leika, sum als ikki er so sjálvsagdur,
sum hann tóktist at vera, tá ið Ingrið
segði sína hugsan, vóru vit mong,
sum hámettu hana fyri. Tí var tað
eisini so sjálvsagt, at hon í mong ár
varð vald sum álitisfólk. Og seinni –
tá hon hevði verið í ommufarloyvi
hjá ommubarninum – gjørdist hon
varaálitisfólk.
Ingrið kom á Landsbókasavnið at
arbeiða í 1990. Fyrstu tíðina var hon
á verkstaðnum og hjálpti til við at
plasta bøkur og seta floksmerki á
tær. Seinni kom hon at arbeiða í
avgreiðsluni burturav, har hon sum
bindilið millum allar funktiónir á
stovninum gjørdist miðdepil fyri øll.
Ofta hoyrdist láturin hjá Ingrið um
alt bókasavnið. Tað besta, hon visti,
var, tá ið hennara børn stukku inn á
gólvið, og tað var ikki so sjáldan,
tíbetur. Tá fyltist húsið við gleði og
kæti, sum beinanvegin smittaði øll,
sum vóru í nánd. Ingrið fylgdi væl
við í øllum, sum børnini og seinni
ommubørnini tókust við, og hon
segði ofta okkum starvsfeløgum frá,
hvussu nógv hon gleddi seg at fara
til eitt nú hondbólt, konsertir og
sjónleik við børnunum, ella tá
børnini sjálvi framførdu og spældu.
Ingrið var eitt satt familjumenniskja,
bæði tá hon var til arbeiðis og heima.
Eins og hon fjálgaði um heim sítt og
síni kæru, soleiðis fjálgaði hon eisini
um okkum, sínar starvsfelagar. Ofta
hevði hon heimabakaða køku við, ikki
bara aftan á føðingardagar í familjuni,
men eisini, tá hon knappliga fekk hug
til at fjálga um. Soleiðis var Ingrið. Og
eini serlig evni hevði hon at pynta, eitt
nú tá jólaborðhald var á skránni; tá
pyntaði hon, sum var hon heima hjá
sær sjálvari. Sjálvandi stóð Ingrið
eisini í fremstu røð, tá ið tær árligu
starvfólkaútferðirnar stóðu fyri durum,
og serliga væl minnast vit væl eydnaðu
og
hendingaríku
útferðina
á
Suðurlandinum í Íslandi í mai 2007,
har bæði Ingrið og maður hennara,
Jóhan Pauli, vóru við til at gera ferðina
til eitt ógloymandi upplivilsi.
Á Landsbókasavninum er saknurin
eftir Ingrið stórur, men enn størri
kennist hann eyðvitað hjá tykkum, ið
stóðu henni nærmast, manninum,
børnunum og ommubørnunum. Tit
skulu vita, at okkara tankar eru hjá
tykkum, og at tit altíð fara at eiga
vinir í okkum starvsfeløgum her á
Landsbókasavninum.
Hóast sagt verður, at kvinna kemur
í kvinnu stað, verður tað sera ringt at
fylla aftur rúmið eftir Ingrið Hammer.
Friður veri minnið um hana.
Starvsfelagarnir á Føroya
landsbókasavni
Minningarorð um
Ingrið Hammer
Fødd 4. desember 1959 • Deyð 30. juli 2009
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu og hjálp, tá
okkara kæra mamma, vermamma, omma
og langomma
Jacobina Strøm
Trongisvágur
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til starvsfólkið á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sum
vóru um hana til tað síðsta.
Tøkk til prest fyri troystarrík orð í kapellinum
og í kirkjuni.
Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til
Føroyafelag móti krabbameini.
Hjartans tøkk til tykkum øll, sum á ymiskan hátt
hjálptu til í samband við jarðarferðina og ervið,
og tykkum, sum fylgdu henni til hennara seinasta
hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Tórur og Eydna v/familju
Silvurbrúdleyp
Leygardagin 17. okt. kunnu hjúnini Aud og Siggvard,
Joensen, halda silvurbrúdleyp. Vælkomst verður í heiminum:
Lauritsargøta 7, 100 Tórshavn, frá kl. 17.
70 ára føðingardagur
Mikudagin 7. okt. fyllir Hákun Debes, Kollafjørður, 70 ár.
Dagurin verður hildin heima mikudagin frá kl. 17.
75 ára føðingardagur
Mikudagin 7 okt. fyllur Fía Johannessen, 655 Nes, 75 ár.
Dagurin verður hildin leygardagin 10 okt. hjá soninum Jón
Niclas, á Nesvegi 95 frá kl. 17. Øll eru hjartaliga vælkomin.
75 ára føðingardagur
Sunnudagin 11. okt. fyllir Elin Ejdesgaard, Eiði, 75 ár. Dagurin
verður hildin í EBhúsinum frá kl. 14. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
80 ára føðingardagur
Týsdagin 20. okt. verður Hildigarð Høghamar, Eiði, 80 ár.
Føðingardagurin verður hildin leydardagin 24. okt. á Hotel Eiði
Frá kl. 18. Tey, ið vilja heilsa uppá Hildigarð verða biðin at siga
frá á tlf. 423045 (Hildigarð), 283541 (Annsy), 229727 (Nomi)
áðrenn 17. okt.
90 ára føðingardagur
Fríggjadagin 9 okt. verður Lena Petersen, Rituvík, 90 ár.
Føðingardagurin verður hildin á sjókaféini í Runavík kl. 18. Øll
eru hjartaliga vælkomin.
90 ára føðingardagur
Sunnudagin 18. okt. fyllir Poul Jacobsen, Svínoy, 90 ár.
Dagurin verður hildin úti í Svínoy leygardagin 17. okt. kl. 19.
merkisdagar