Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-09, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. oktober 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 193 • 9. oktober 2009 viðmerkingar Landsstýrið er í løtuni bert ein alment fíggjaður pallur til valstríð millum flokkar og floksformenn. Tá ið landið liggur í stjórnarloysi eiga løg­ maður og landsstýrið at leggja frá sær. Gera tey ikki tað, eiga flokkarnir sum minsta mark at setast frælsir, so semjur kunnu gerast á tingi um neyðug átøk Støðan í føroyskum poli­ tikki í dag er onki annað enn eitt alment fíggjað valstríð hjá samgongu­ flokkunum og teirra leiðar­ um. Løgmaður, landsstýris­ fólk, nevndarformenn hjá samgonguni og einstakling­ ar í samgonguni sleppa at nýta sínar sessir at koma sær framat í fjølmiðlunum til politiskt spinnarí og markeringar mótvegis hvørjum øðrum – og standa ikki til svars fyri nakran politikk. Tá valstríð er (og so­ leiðis átti tað sjálvandi eisini at verið í dagligum politiskum orðaskifti), verður vanliga skipað so fyri, at allir flokkar og sjónarmið sleppa framat í miðlunum. Men í hesum samgonguvalstríði setir landsins stjórn einsamøll dagsskránna og er nógv meira andstøða enn stjórn: Landsstýrisflokkarnir senda nærum dagliga tíðindaskriv móti hvørjum øðrum. Eru í beinleiðis kjaki mótvegis hvørjum øðrum. Senda ófíggjaðar, óviðgjørdar og tómar val­ ballónir upp móti hvørjum øðrum, sum síðani verða skotnar niður av øðrum landsstýrisfólkum ella enntá floksfeløgum Geva øðrum ábyrgdina fyri egn­ ar skeivar avgerðir. Skelda í fjølmiðlunum inn á av­ gerðir, teir sjálvir hava tikið. Og seta samfelags­ bólkar upp móti hvørjum øðrum. Dagligt spinnarí uttan nakað endamál Í løtuni er javnaðarflokk­ urin á odda í spinnarínum. Javnaðarflokkurin, sum alla CHE­samgonguna bardist fyri tunlum, sum forkomu tí samgonguni og so seint sum fyri 4 mánað­ um síðani, atkvøddi fyri bæði verklagslógunum um tunnil Norður um Fjall og Sandoyartunnil – velur nú at siga tað, sum andstøðan hevur ført fram síðani valið: At nú má raðfestast øðrvísi. Men hvat er broytt hesa tíðina? Onki uttan veljarakanningarnar. Og hvat er broytt í íløgunum? Ja, aftur eru settar íløgur á, sum verða tær samtyktar, útloysa 600 milliónir næsta ár, sum ikki peningur er funnin til. Hetta politiska spinnið fjalir so eisini allar teir niðurskurðir hjá veik­ astu bólkunum, sum teir samtyktu – langt áðrenn teir fóru eftir fakfeløgun­ um, sum nú fáa skyldina fyri hesar niðurskurðir. Síðani vil løgmaður eisini sleppa at markera seg og spæla harður mót­ vegis fakfeløgunum. Nú hava tey skyldina fyri niður­ skurðirnar hjá Kaj Leo. Men hann meinti tað so ikki allíkavæl – og næstfor­ maðurin í sambandsflokki­ num og vinnumálaráðharr­ in sleppur so eisini framat at markera seg móti útsagnum løgmans. Fólkaflokkurin fer so nú at gera síni politisku “stunt” fyri at yvirhála løgmann mótvegis fak­ feløgunum. Bjarni Djur­ holm sleppur so eisini framat at ganga ímóti Anfinni Kallsberg við tunlum. Meðan Annika Olsen sigur, at tað er sera skilagott fyri búskapin og arbeiðsskapandi at gera eina heilt aðra tunnilsætl­ an, hóast hon sigur, at hinar tunnilsætlanir ikki eru arbeiðsskapandi og góðar fyri búskapin. Hetta spinnaríið hevur ikki til endamáls at fremja nakran politikk, men skal bara royna at seta einstøku flokkarnar í bjartari ljós mótvegis hvørjum øðrum. Støðan kann ikki halda fram Tað stendur øllum greitt, at landsins stjórn er ikki samd um nakran politikk á nøkrum øki – og ongin leiðsla er yvirhøvur. Sam­ stundis standa vit við stórstu fíggjarliga og búskaparligu avbjóðingum í nýggjari tíð. Samgongan – var hon at sær komin – átti tí sjálvsagt at lagt frá sær, so vit fingu eitt reelt valstríð, har álvarin í støð­ uni og flokkana boð sluppu framat og kundu verið endavend.. Vit í Tjóðveldinum hava lagt fram okkara greiðu ætlanir til at vinna á bú­ skaparligu støðuni og at gera neyðugu broytingar­ nar og átøkini. Stórur meiriluti er fyri broytingum Ongin ivi er um, at breið semja kann finnast millum okkum og stóran part av Løgtinginum um flestu stórmálini. Men hesar semjur bera ikki til, tí hóast samgongan ikki er samd og ikki er til, so er hon til allíkavæl, tá tað snýr seg um at minnilutar í samgonguni blokera fyri málum, ið kunnu venda gongdini. Hyggja vit at politisku samansetingini í tinginum, so er ongin ivi um, at helst tveir triðingar av tinginum kunnu finna saman um hesi mál: At seta fullveldisgongd­ ina í verk aftur beinanvegin. At gera langtíðarætlanir fyri íløgur og at avrigga serskipanir eftir føstum áramáli. Ein fiskivinnureform, ið kann tryggja, at ábending­ arnar um góðan gróður, yngulkanningar og møgu­ leikan at stovnarnir koma fyri seg aftur kunnu gagn­ nýtast búskaparliga og ikki elva til nýggja ovfisking. Ein nýggjan kommunu­ bygnað, ið kann bøta mun­ andi um ábyrgdir, tænastur og búskaparstýring. At satsa miðvíst uppá hægri útbúgving, gransk­ ing og mentan. At tryggja veikastu bólkarnar mótvegis niðurskurðum. Eina nýggja pensjóns­ skipan, ið kann lyfta lægstu pensjónistarnar og fíggja framtíðar pensjónir hjá øllum. At broyta stirvnar vinnu­ bygnaðir og eggja til íverksetan. At leggja um til varðandi orku og seta okkum høg umhvørvis­ og orkumál. At styrkja alt okkara altjóða infrakervi og vinna okkum atgongd til altjóða samstarv. Setið flokkarnar frælsar Eg kundi nevnt fleiri mál, har breið semja er í tingi­ num og í fólkinum um átøk og broytingar. Og tað eru sjálvandi ikki altíð somu meirilutar í øllum málum. Men hesir meirilutar fáast ikki at virka, tí lítlir minnilutar og siðvenjurnar í samgongum forða fyri, at fólk kunnu taka undir við góðum uppskotum frá andstøðu ella øðrum. Tí er mín áheitan til samgonguna og løgmann. Leggið frá tykkum og útskrivið nýval. Um tit ikki gera tað, set­ ið so í minsta lagi flokkar­ nar á tingi frælsar til at finna saman um tey stóru og átroðkandi málini – hóast samgongan ikki kann semjast. Hetta hundalívið kann ikki halda fram, uttan at tað fær enn djúptøknari avleiðingar fyri okkara búskap og framtíð – og ikki minst fyri alt álitið á okkum sjálvi og eitt føroyskt fólkaræði. Leggið frá tykkum – ella set flokkarnar frælsar Høgni Hoydal Vár í Gong skrivar í Sosi­ alinum 2. okt., at “tað fall mær fyri bróstið, at hoyra formannin í Trivnaðar­ nevnd Løgtingsins argu­ mentera fyri, hví hann heldur vildi hava raðfest betong enn bleyt virðið” Tað sum Vár í Gong skrivar er als ikki í trá við tað eg segði í ÙF – tvørtur­ ímóti vísti eg á at Fólka­ flokkurin tekur fult undir við at útbyggja heilsu­ verkið og at byggja fleiri røktarheim, men at tað var skeivt at seta hesar íløgur upp ímóti eitt nú einum tunnli Norð um Fjall. Eg vóni at tað Vár í Gong skrivaði var eitt óheppi val av orðum og ikki ein tilætla manipulatión. Hyggja vit eftir hvussu nógv Føroya Løgting hevur játtað til eitt nú bygging av røktarheimum, so sæst at bert ein lítil partur av játtanini er brúkt hesi seinastu nógvu árini. Frá 2006 til 2009 eru bert 38% brúkt av tí sum løgtingið hevur játtað. Hóast løgtingið hevur játtað nógvan pening til røktarheim, so kunnu vit staðfesta at stórur tørvur er á røktarheimsplássum Tá farið verður undir at bygga fleiri røktarheim, so er tað óseriøst ikki at taka raksturin við. Vit vita at landskassin í byggikostnaði, rindar ímill­ um 500.000 kr og 700.000 kr. til eitt røktarheimspláss. Vit vita eisini at rakst­ urin liggur ímillum 500.000 og 600.000 kr pr. røktarheimspláss. Tað er neyðugt at finna hesar pengar og tað má sjálvandi vera inni í verandi rakstri. Raksturin 2010 vísir eitt hall uppá 400 til 500 mió. Ein og hvør má skilja at vit kunnu ikki áhaldandi læna 500 milliónir um árið til rakstur av samfelganum og tí er neyðugt at vit gera neyðugar sparingar í al­ menna sektorinum, sum er vorðin alt ov stórur, sæð í mun til hvat inntøkur lands­ kassans eru og hvat okkara vinnulív orkar at bera. Eitt er vist og tað er at 60 mió. í lønarhækking til tey alment løntu, høvdu komi væl við hjá teimum sum hava størstan tørv í okkara samfelag. Rættleiðing til Vár í Gong løgtingsmaður Jákup Mikkelsen So fór besta liðið hjá KÍ niður í 1. deild at leika komandi ár. Og so sjálvt árið, sum KÍ fyllir 105 ár – at fara í fyrstu deild ger tað ikki betur. Eg sigi, sum formað­ urin hjá KÍ segði í sam­ røðu. Einki annað at gera enn at bróta upp armar og koma upp aftur longu komandi ár. Nú er nokk bert besta liðið hjá HB, sum ongan tíð er farið niður, síðani niðurflyting varð sett í guldið. Ynski HB hjarta­ liga tillukku við tí 20. Meistaraheitinum í bestu deildini og Víkingi fyri at hava hava vunnið steypakappingina. Kaga vit aftur, tá lands­ kappingin, sum byrjaði í 1942, og fram til 1972, tað vil siga í 30 ár, vinnur besta liðið hjá KÍ meist­ araheitið heilar 15 ferðir. Tað vil siga, at besta liðið hjá KÍ vinnur meistara­ heitið annað hvørt ár hesi 30 árini. Eitt satt bragd má sigast. Og hartil er at undrast yvir, at bert tvey meistaraheiti í bestu deild­ ini eru vunnin síðani 1973 og til 2009. Tað vil siga í heili 36 ár. Hvat sum hevur verið galið, veit eg ikki, tí KÍ hevur sanniliga átt nógvar góðar leikarar hesi árini. Annars fari eg bert at ynskja KÍ alt tað besta í framtíni, og at komandi árini fara at gangast væl hjá Klaksvík­ ar Ítróttarfelag. Til endans fari eg ynskja besta kvinnu­ liðnum hjá KÍ í fóbólti hjartaliga tillukku við ti 10. Meistaraheitinum á rað. Sanniliga eitt bragd av teimum heilt stóru. Kappingarárið 2009 JoHn sigurd Joensen Vit hava eina løgna politiska skipan. Í løgtinginum sita rík fólk, sum samtykkja skattalógir. Hesar verða gjørdar soleiðis, at tað eru tey fátæku, sum gjalda tyngstu skattirnar, meðan tey ríku sleppa lagaligari. Summi sleppa heilt undan at gjalda nakað sum helst. Higartil hevur tað tó verið ein skattur, sum tey ríku ikki eru sloppin undan, og tað hevur verið sjúkrakassagjaldið, tí tað er lagt á øll uttan mun til inntøku. Nú ið bløðini skriva um, at várt land fer um koll, sum Kári P. yrkti, verður skattalætti givin, tí nú verður sjúkra­ kassagjaldið avtikið. Tey, sum nú sleppa undan, eru tey ríku, sum nú yvirhøvur ongan skatt koma at gjalda. Tey fátæku, tey sum frammanundan gjalda skattirnar, fáa nú lagt á sínar herðar at fíggja tann miss, sum tað almenna fær av at sleppa teimum ríku undan tí einasta skattinum, sum tey higartil hava goldið. Taka frá teimum fátæku, geva til tey ríku! Zakarias Wang