fríggjadagur 9. oktober 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
tíðindi
Nr. 193 • 9. oktober 2009
Løtan var nú hin
lagaliga, og tí gjørdi
Føroya Banki av at
keypa íslendska trygg
ingarfelagið, Vørður.
Kortini ætlar bankin
ikki at byggja út innan
tryggingarvinuna,
men heldur støðugt
eyguni við tí, ið rørist
innan bankavinnuna,
serliga í Danmark
BANKAVIRKSEMI
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Hesi ítøkiligu ætlanini hava
vit arbeitt við síðani í vetur.
Vit byrjaðu, haldi eg, í febr
uar í ár, sigur Janus Petersen,
forstjóri í Føroya Banka, um
keypið av íslendska trygging
arfelagnum.
Men hvussu ber tað so til,
at bankin valdi at venda eyg
uni móti Íslandi, ið uttan iva
er tað landið í øllum heimi
num, har fíggjarkreppan
hevur rakt meinast.
Tað er rætt, at Ísland er
hart rakt, eisini tí at teir eru
lutfalsliga einsamallir, og tí
teir hava havt nógva skuld.
Men eg haldi, at tað er
nakað, ið vit hava eina ávísa
serfrøði í, tí vit hava livað
gjøgnum eina stóra kreppu
í Føroyum, og vita nøkur
lunda hvat tað merkir, sigur
Janus Petersen.
Kreppan hevur eisini lært
okkum, hvussu gongdin
aftaná verður.
So eg haldi, at vit hava
ein varðhuga av, at tað aftur
fer at ganga uppeftir í
Íslandi, og tí haldi eg, at tað
er skilagott at gera íløgur
nú, tá marknaðurin er meira
opin, og áhugi er fyri at fáa
okkum inn, sigur Janus
Petersen.
Forstjórin dylur ikki fyri,
at fremst í huganum liggur
bankavirksemi, men sum
kunnugt liggur íslendska
bankavinnan í skeljasori,
og er tí sera váðafull at gera
íløgur í í løtuni.
Fleiri av íslendsku bank
unum hava ikki fingið síni
viðurskifti í rættlag enn, og
eg vænti, at hóast bankarnir
verða endurreistir, hava teir
ein lutfalsliga høgan váða,
eisini ta komandi tíðina,
sigur Janus Petersen.
So tíðin er minni búgvin
til at gera íløgur í íslendskar
bankar enn tryggingarfeløg.
Vakstrarstrategi
Á flestøllum børsum eru
partafelagskursirnir gene
relt lágir, so er tann lagaliga
løtan at keypa ikki júst nú.
Tað er jú ein gyltur
regul, at keypa bíliga og
selja dýrt, so tað er altíð ein
góður háttur at gera íløgur.
Men tú kanst saktans gera
ein vánaligan handil, hóast
tú heldur tað er bíligt, um
tað, tú keypir, ikki er í lagi,
sigur Janus Petersen.
Í hesum førinum heldur for
stjórin í Førya Banka tó, at
handilin hevur verið góður.
Vit hava gjøgnumgingið
og endavent keypinum ógvu
liga gjølla, og vit hava nýtt
nógva tíð og nógvar ráð
gevarar at venda hvørjum
steini, so vit eru púra greiðir
yvir, hvat felagið stendur
fyri, sigur Janus Petersen.
Hetta keypið av Vørðum
er so hitt fyrsta, sum Føroya
Banki hevur gjørt, men longu
fyri nøkrum árum síðani
boðaði Janus Petersen frá, at
bankin fór at venda eyguni út
um Føroyar. Fyrr í summar
bjóðaði Føroya Banki eisini
saman við einum donskum
banka upp á Fionia Bank,
sum tó fór aðrar vegir. So
hvør er vakstrarstrategiin hjá
Føroya Banka.
Okkara vakstrarstrategi
hevur alla tíðina verið, at
vit vilja vaksa um virksemið
í
Føroyum
innan
tær
tænastur, sum vit veita her.
Og tær eru bankavirksemi,
gjaldsmidling og trygging,
men eisini eftirlønir. Tað er
hetta vit hava arbeitt við
seinastu árini, og hava eisini
havt ein stóran vøkstur,
men vit hava eisini síðani
2005 havt eina strategi um
at koma út um landoddarnar,
sigur Janus Petersen.
Lata radaran ganga
Bankin hevur kortini valt
ikki at keypa upp hesi
seinasti fýra árini, orsakað
av at fyritøkurnar hava havt
ov stóran váða, umframt at
tær hava verið ov dýrar.
Tí hava vit í staðin bygt
upp eina deild í Keyp
mannahavn, sum er okkara
fyrsta stig. Men nú er
stundin nógv meira lagalig
at keypa fyritøkur, og tí
hava vit keypt hesa trygg
ingarfyritøkuna, og trygg
ing er jú ein partur av
okkara virksemi í dag, sigur
Janus Petersen.
Men Føroya Banki hygg
ur ikki bert eftir trygging
armarknaðinum.
Vit halda eisini eyguni
eftir bankum í Danmark, so
vit síggja okkara virisøki í
dag sum Føroyar, Ísland og
Danmark. So tað er har, vit
vilja virka, og vit vilja virka
innan tað, vit duga, og tað er
bankatænastur til privat og til
vinnuna, eftirlønir og trygg
ingar. Tað var tað, vit fóru
eftir í Fionia, og tað var tað
vit fóru eftir í Vørðu í Íslandi,
sigur Janus Petersen.
Sum nevnt eydnaðist ikki
Føroya Banka at fáa Fionia
Bank, so hyggur Janus
Petersen nú eftir øðrum
møguleikum, og hava nakrir
slíkir víst seg.
Ja, nú hugdu vit ikki
bert eftir Fionia Bank, vit
hava hugt upp á fleiri onnur
virkir, og tað vil altíð verða
so, at vit gera fleiri kanning
ar, og tað er sjálvandi ikki
alt, man sigur. Í førinum
Fionia var tala um so stóra
íløgu, at boðast mátti frá á
børsinum, tí tað kundi
ávirka kursin, sigur Janus
Petersen.
Forstjórin sigur, at teir dag
og dagliga arbeiða við at
hyggja eftir fyritøkum og
hyggja eftir møguleikum, og
tað er ein av uppgávunum, at
finna aðrar fyritøkur, sum teir
kunnu víðka virksemið við.
Hyggja eftir bankum
Um hugt verður eftir tí,
vit hava gjørt í Íslandi, so er
ein av orsøkunum til, at vit
hava mót upp á at keypa
eina tryggingarfyritøku har,
so hava vit bygt upp eina
fyritøku her, Trygd, sum vit
halda hevur verið væleydn
að. Hon er vaksin trygt og
stilt og hevur skapt kapping
á føroyska marknaðinum
og hevur prógvað, at vit
megna at gera okkum gald
andi innan trygging, sigur
Janus Petersen.
Ein trupulleiki í Føroyum
er, at fyritøkurnar eru lut
falsliga lítlar, tí marknað
urin er so lítil.
Við hesum keypinum
fáa vit ein marknað, sum er
seks ferðir størri en Føroyar.
Vørður hevur tíggju prosent
av marknaðinum í Íslandi,
hon er umleið 50% størri
enn trygd og hevur 50 starvs
fólk. Hon hevur 28.000
kundar, og tað vil siga, at
útvið tíggjundi hvør íslend
ingur er kundi hjá Vørðu,
sigur Janus Petersen.
So hóast Vørður er tann
minsta av teimum fýra stóru
tryggingarfyritøkunum
í
Íslandi, so eigur hon ein
týðandi lut í íslendska
marknaðinum.
Kortini skulu vit ikki rokna
við, at keypið av Vørðu verð
ur ein lopfjøl inn á danska
tryggingarmarknaðin.
Vit miða fyrst og fremst
eftir bankavirksemi í Dan
mark, og sum longu nevnt
er bankavirksemið í Íslandi
í sori enn, so har er ikki
tann lagaliga løtan í so
máta, sigur Janus Petersen.
Forstjórin sigur, at teir
fylgja væl við hvat fyriferst
í danska bankaheiminum,
men hann vil iki gera nakrar
serliga
viðmerkingar
til
støðuna, sum Amagerbankin
er í í løtuni.
Amagerbankin er ein so
mikið stórur banki, at vit
ikki megna at svølgja tann
bitan. Í hvussu er ikki
einsamallir. Men vit hava
eyguni opin og eru til reiðar
at smekka til, um rætta
tilboðið vísir seg, sigur
Janus Petersen, forstjóri í
Føroya Banka.
Nú er løtan
Krevur burka-bann
Í Italia leggur tann víðgongdi høgraflokkurin Liga Norður trýst á
stjórnina fyri at fáa hana at leggja fram uppskot um at banna
muslimskum kvinnum í Italia at ganga við burka ella sløri.
Flokkurin, sum er við í stjórnarsamgonguni hjá Silvio Berlusconi,
forsætisráðharra, sigur seg stúra fyri trygdini, og at tað er neyðugt
at banna fólki at fjala andlitið. Andstøðan er harðliga ímóti
uppskotinum hjá Liga Norður og sigur tað vera í stríð við italsku
grundlógina. Berlusconi hevur einki sagt um uppskotið, men
italskir fjølmiðlar siga, at flokkur hansara hevur ikki víst
uppskotinum frá sær.
Livandi Náttúrugripasavn
Seinnu árini hava á leið 1.400 fólk vitjað Náttúrugripasavnið
til savnsfagnað. Evnini hesi árini hava verið skiftandi frá
fuglum til fiskar og eisini heilt niðri í undirgrundini. Í ár er
evnið orka, og í tí sambandi er nógv nýtt á framsýningini. Ein
framsýningarstøð er lænt frá SEV, sum vísir, hvussu nógva
orku tey ymisku tólini í húsarhaldinum brúka. Tann stóra
kenda hvítabjørnin hjá savninum fer at standa undir liðini á
elmátingartólunum. Hvítabjørnin er dømi um eitt sera væl
bjálva dýr, og tað hevur m.a. við sær, at hvítabjørnin ikki kann
renna so langt, tí at hon verður alt ov heit.
Janus Petersen, forstjóri í Føroya
Banka. Løtan at keypa íslendska
tryggingarfelagið var lagalig,
men tað er fyrst og fremst innan
bankavirksemið, at Føroya Banki vil
vaksa – eisini uttanlands
Mynd: Jens Kristian Vang