fríggjadagur 9. oktober 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20 tíðindi
Nr. 193 • 9. oktober 2009
Nú Deild 1, sum
umfatar triðjingin av
øllum seingjarpláss
um á Psykiatriska
Deplinum, verður
spard burtur restina
av árinum, rópa fýra
fakfeløg á heilsu
økinum varskó.
– Bæði fakligheitin og
positiva menningin,
sum hevur verið
innan psykiatriina
seinastu árini, er í
vanda fyri at detta
niðurfyri, sigur
millum annað Føroya
Psykiatrifelag
Heilsumál
Rigmor Dam
Rigmor@sosialurin.fo
Tað er ongin loyna, at um
støðurnar hjá sálarsjúkum í
mong ár hava verið undir
alt lágmark her á landi.
Men seinastu tvey árini
er vent í holuni, og vit hava
hoyrt ta einu sólskinssøguna
fyri og aðra eftir úti frá
hospitalsvegnum, har stórar
bygnaðarbroytingar
hava
havt við sær, at fólk eru
farin at trívast – bæði
sjúklingar og starvsfólk.
Men, eftir at Deild 1, sum
umfatar ein triðjing av
øllum seingjarplássum á
Psykiatriska Deplinum, lat
aftur vegna sparingar hin 1.
oktober og ætlandi verður
stongd árið út, er vandi fyri,
at menningin á økinum ikki
bara steðgar upp, men fer í
sor. Hetta er í øllum førum
óttin hjá teimum fýra fak
feløgunum Føroya Psykiat
rifelag, Ergoterapeutfelag
num, Almanna og heilsu
røktarafelagnum
og
felagnum Føroyskir Fysio
terapeutar, sum Sosialurin
hevur tosað við.
Eldsálir í vanda
Og lagnunnar speisemi er
tað, at 1. oktober var júst
sami dagur, har nýggja
psykiatrilógin, sum bíðað
hevur verið eftir í áravís,
varð sett í gildi. Hendan
lógin, sum fremst av øllum
skal tryggja fólki sømilig
kor, tá tey gerast sálarsjúk.
Tað er sera hugstoytt at
uppliva eina so umfatandi
afturgongd á einum øki,
sum frammanundan er so
viðbrekið, og sum í allar
mátar verður borið uppi av
eldsálum. Nú er vandi fyri,
at tað, sum er bygt upp, ikki
bara verður steðgað til
nýggjárs, men, at vit noyð
ast at byrja nógv arbeiði av
nýggjum aftur, sigur Kerstin
Rasmussen, forkvinna í
Føroya Psykiatrifelag, og
hon leggur afturat, at hóast
tilfeingi og karmar hava
ikki verið góðir, hava tey
fingið nógv gott burtur úr
kortini.
Í feløgunum ivast tey í,
um
eldsálirnar
innan
psykiatriina fara at yvirliva
eitt so stórt bakkast.
Tá umstøðurnar broytast
og versna so nógv, er vandi
fyri, at eldsálirnar, sum
halda øllum uppi, brenna út
og rýma úr psykiatriini. Og
tá eru vit aftur á null, sigur
Súna Mørk, næstforkvinna
í Ergoterapeutfelagnum.
Fakligt afturstig
Sambært
teimum
fýra
feløgunum kunnu fakligu
avleiðingarnar av sparing
unum gerast rættiliga um
fatandi, tí Deild 1 hevur
eina serliga funktión innan
Psykiatriska Depilin. Og
tey kenna á sær, at tey noyð
ast at siga frá, tí tey sjúku
hava ikki orku, og tey av
varðandi eru eisini illa
sperd.
Tær greiða frá, at Deild
1, sum hevur 14 seingjar
pláss, er ein vanlig seingjar
deild, sum er opin allar
gerandisdagar. Hon er ætlað
sjúklingum, sum eru ov
veikir at verða útskrivaðir,
men,
sum
kortini
eru
somikið væl fyri, at teir
kunnu fara heim í vikuskifti.
Deildin rúmar eitt nú børn
og ung, fólk við etingarólag,
persónsmenskuórógvi
og
tunglyndi. Eisini virkar hon
sum útslúsingardeild hjá
teimum, sum eru komin á
enda í einum viðgerðartil
boði, og sum skulu fyrireika
seg til at koma út í sam
felagið
og
á
arbeiðs
marknaðin aftur.
Á Psykiatriska Deplinum
eru tvær aðrar deildir: Deild
2, sum er afturlatin deild og
bráðfeingis móttøka, og so
Deild 3, sum er vanlig opin
seingjardeild alla vikuna.
Hóast starvsfólk eru ikki
uppsøgt í sambandi við
sparingarnar, hava sparing
arnar á Deild 1 við sær, at
trýstið
á
hesar
báðar
seingjardeildirnar
økist
munandi.
Irdi Danielsen frá Ergo
terapeutfelagnum
sigur
soleiðis:
Vit mangla snøgt sagt
ein triðjing av øllum seingj
arplássunum, og tað fær
sjálvandi avleiðingar fyri
bæði sjúklingar, starvsfólk
og avvarðandi. Bæði tí
sjúklingagongdin verður av
brotin og viðgerðartilboðið
tikið burtur, umframt, at vit
møguliga noyðast at avvísa
fólk, sum so kunnu gerast
sjúkari av at bíða.
Tær vísa eisini á, at við
færri plássum er vandi fyri,
at sjúklingar verða út
skrivaðir áðrenn tíð, og at
bíðitíðin at sleppa í viðgerð
verður drúgvari.
Alt hetta minkar sjálv
andi um góðskuna á við
gerðartilboðnum, sum so
aftur kann kosta samfelag
num fleirfaldað aftur í
longdini, sigur Súna Mørk
frá Ergoterapeutfelagnum.
Tí, sum hon tekur til: Verður
viðgerðin ófullfíggjað og
kontinuieteturin
brotin,
økist vandin fyri, at sjúkan
vitjar aftur. Og tað hevur
sjálvandi útreiðslur við sær,
um fólk ikki eru virkin á
arbeiðsmarknaðinum
í
longri tíðarskeið ella fáa
afturstig í sjúkraleguni.
Løgið tíðspunkt
Feløgini vísa á, at sparing
arnar á Psykiatriska Depli
num tykjast óumhugsaðar
beint nú. Ikki minst, tá hugs
að verður um menningina
og politiska vælviljan á
økinum seinastu árini.
Samstundis sum, at
psykiatriin hevur 40 ár á
baki í ár, umframt, at avrátt
er at byggja ein nýggjan
psykiatriskan depil, er hetta
størsta bakkastið eg havi
upplivað hesi mongu árini,
eg havi starvast innan
psykiatriina. Vit hava áður
havt sparirundir, men tá
hava vit starvsfólk noyðst
at runnið skjótari. Ongantíð
hava so nógv seingjarpláss
verið niðurløgd yvir ein
kamb sigur Kerstin Rasmus
sen, og spyr í sama viðfangi,
hvar virðingin og rætturin
hjá tí einstaka er í slíkum
førum.
Í mun til nógvar aðrar
sjúkur, er sálarsjúka soleiðis
hættað, at tað ber ikki til at
leggja innleggingarnar til
rættis. Talan er altíð um
bráneyðugan tørv á viðgerð,
sigur Kerstin Rasmussen,
forkvinna
í
Psykiatri
felagnum.
Nevndarlimirnir í feløg
unum, sum Sosialurin hevur
tosað við siga eisini, at
komandi mánaðirnir eru
ringasta tíðin at spara á
psykiatriini.
Hetta er ringasta tíðin á
árinum. Nógv fleiri fólk
hava tunglyndi og verða
sálarliga illa fyri í myrku
tíðini. Tí kann ein innlegg
ing á Deild 1 vera júst tað,
sum skal til, fyri at ein
veikur sjúklingur orkar at
koma heim til familjuna og
børnini á jólum, sigur Súna
Mørk.
Sum heild er ivasamt, um
feløgini
fakliga
kunnu
forsvara, at limir teirra
koma í støður, har teir
noyðast at senda sjúklingar
til hús, áðrenn viðgerðin er
fullgjørd.
Tí eg meti, at fakligheitin
er í stórum vanda, tá slíkar
sparingar fara fram og onki
annað tilboð verður sett í
staðin, sigur Kerstin Ras
mussen, forkvinna í Føroya
Psykiatrifelag.
Psykiatriin hart rakt av sparingum
Við at lata Deild 1 aftur restina av árinum er dygdin í
viðgerðini og fakligheitin í vanda, siga tey fýra feløgini
Føroya Psykiatrifelag, Ergoterapeutfelagið, Almanna- og
heilsurøktarafelagið og Føroyskir Fysioterapeutar
Mynd: Jens Kristian Vang
Fiskar hol í maganum
Á yvirlitstúri hjá Magnusi Heinason hava menn staðfest fleiri fiskar við holi á maganum. Hetta
fyribrigdi hava menn sæð bæði hjá hýsu, toski og upsa. Hesi hol hava verið ymisk í stødd, úr 12
mm. í tvørmát. Tó at fiskarnir høvdu hesi hol á maganum, var ikki líkt til, at teir beinleiðis vóru rak,
ei heldur ikki fyri. Blaðið Sjóvarmál hjá Havstovuni skrivar, at tá kannað varð eftir, hvaðani hesi hol
stavaðu, vísti tað seg, at tað vóru hvítir ”ormar”, sum komu út úr hesum holum. Tað vísti seg
nevniliga, at hesir ormar vóru bendilormalarvur – ella sonevndar plerocercoidlarvur. Teir, sum
kannaðu hesar ”ormar” siga, at í áttatiárunum vóru hesir bendilormar stundum sæddir á flakavirkjum,
har upsi varð arbeiddur. Myndina hevur Rógvi K. Mouritsen tikið.