fríggjadagur 9. oktober 2009síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 9. oktober 2009 – Nr. 193
So avgjørdur er Jónas Þór
Næs, sum fegin vil avtaka
hatta hugtakið. – Eitt gott
úrslit er at vinna ella ein
javn leik ur. Eitt tap eri eg
ongantíð nøgdur við, held
ur ikki móti Fraklandi, sigur
hann
Tréguier, Frankaríki: – Eg orki ikki
fyri hasum spurninginum. Eitt gott
úrslit er at vinna ein dyst ella ein
javnleikur
við hvørt.
Nú
er
mótstøðuliðið Frak land, men eg eri
ongantíð nøgdur við eitt tap. Heldur
ikki í móti teim um, svarar Jónas Þór
Næs, tá hann verður spurdur, hvat
eitt gott úrslit fyri Føroyar hevði
verið leygar kvøldið.
Spurdur beinleiðis, um hann ikki
hevði góðtikið enn eitt heiðurligt
tap, er svarið ógvuliga greitt.
– Eg hati heiðurlig tap!
Tað ber til
Jónas Þór Næs metir, at dysturin
móti Litava prógvar, at vit kunnu fáa
bet ur úrslit enn so ofta áður.
– Hetta gevur absolutt blóð á ton
na. Vit hava fýra stig, og tað er meira
enn nakað annað lið, sum liggur
aftast hevur í hesi undankappingini.
At vit fáa trý stig í móti einum liði,
sum liggur meiri enn 100 stig oman
fyri okkum á ratingstiganum sigur
eisini, at tað ber til, sigur Jónas Þór
Næs.
Hann heldur somuleiðis, at liðið
er í støðugari menning.
– Og tað er eitt sunt tekin, at tað ikki
bara er Rógvi Jacobsen, sum skor ar
okkara mál, sigur Jónas Þór Næs.
Frá bonkinum til bakkin
Sjálvur hevur hann verið nógv róstur
fyri avrik síni sum høgri bakkur. Nígg ju
landsdystir er tað blivið til. Burtur sæð
frá einum leikbanni hev ur hann spælt
allar dystirnir á rað, men móti Litava
varð hann settur á bonk in.
– Venjarin ger altíð tað, hann
metir vera best fyri liðið. Tað gjørdi
hann eisini móti Litava, og tað vísti
seg at rigga, sigur Jónas Þór Næs,
sum tó var vónbrotin um, at hann
ikki byrjaði inni.
– Sjálvandi var eg tað. Eg eri altíð
vón brotin, tá eg ikki byrji inni, tí tað
er tað, eg vil. Eg vóni altíð at byrja
inni, men vit hava eina sunna og
góða kapping um plássi. Tað er bara
gott, sigur Jónas Þór Næs, sum vil
taka av møguleikanum, um hann
fær hann.
– Tað var avgjørt meiningin at
koma aftur á høgra bakk, og fái eg
kjans in, vil eg fegin prógva, at eg eri
nóg góður til tað, sigur Jónas Þór
Næs.
U21 í Moskva
Týsdagin fór føroyska U21 landsliðið úr Føroyum við kós
móti Russiska høvuðsstaðnum. Gist varð í Kastrup náttina
til mikudagin og síðan gekk leiðin móti Moskva. Ferðin
gekk væl og okkara menn komu til Iris Congress Hotel
umleið klokkan 16 seinnapartin í fyrradagin. Eftir eina lítla
máltíð varð stutt venjing á skránni. Í gjármorgunin vandu
okkara menn á Khimki leikvøllinum, har dysturin eisini skal
spælast. Landsdysturin móti Russum verður spældur
leygardagin klokkan 16.00 lokala tíð, tað er klokkan 13.00
føroyska tíð.
Cannavaro positivur
Italski landsliðsskiparin, Fabio Cannavaro, er testaður positivur í
eini dopingroynd. Italskir miðlar skriva, at talan er um korison, sum
er funnið í royndini. Juventus, har Cannavaro spælir í løtuni, sigur,
at talan er ikki um doping, men at Cannavaro fekk viðgerð við
evninum, eftir at hann varð stungin av ein býflugu. Undir øllum
umstøðum hevði Cannavaro ikki spælt við móti Írlandi leygardagin.
Hann er nevnliga leikbannaður.
Eg hati heiðurlig tap
Jónas Þór Næs heldur enn fegin endurvinna plássið sum høgri bakk og prógva, at tað er hann nóg góður til
Mynd: Rólant Waag Dam
Seinast Brian Olsen var við
á eini uttanlandsferð hjá
landsliðnum, slapp hann
ikki upp í part. Tað vónar
hann hesaferð
Tréguier, Frankaríki: Brian Olsen úr
Tjørnuvík spældi sín fyrsta landsdyst,
tá hann varð skiftur inn í dystinum í
móti Litava. Harvið eru lands liðs
royndir nar ikki tær stóru, men hetta
er kortini ikki fyrsta ferðin, Brian
Ol sen er við á eini landsliðsferð.
– Eg var við í Eysturríki. Tá slapp
eg gott nokk ikki upp í part. Nú eru
vit 22 leikarar, men fýra hava leik
bann leygarkvøldið, so møgu leikar
nir eru har, sigur Brian Olsen.
Hann heldur ikki, at tað er nakar
trupulleiki at seta seg upp til eina
stóra uppgávu sum hesa, hóast
heim liga landskappingin endaði
fyri eini viku síðani.
– Avgjørt ikki. Vit skuldu jú verið í
toppform nú, so eg vóni, at vit gera
ein góðan figur leygarkvøldið, sigur
Brian Olsen, sum annars letur væl at
umstøðunum í Tréguier.
– Hetta er stuttligt. Býurin, vit
búgva í er hugnaligur, fólkini eru fitt
og tað er stuttligt at vera partur av
hes um hópinum, sigur Brian Olsen,
sum er komin úr heimbygdini
Tjørnu vík til Tréguier í Frankaríki.
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Úr Tjørnuvík til Tréguier
Brian Olsen úr EB/Streymi er skrásettur fyri ein landsdyst
Mynd: Rólant Waag Dam