Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-09, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. oktober 2009síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 9. oktober 2009 – Nr. 193 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 31 Símun Samuelsen hev ur verið partur av lands lið­ num síðani 2003, men hetta er fyrsta ferðin, at hann er leikbannaður ein dyst. Tað er ein undarlig kensla, sigur hann Tréguier, Frankaríki: Mikudagin kom Símun Samuelsen til Frankaríki. Her vandi hann mikukvøldið, hósdagin og tvær ferðir fríggjadagin. Men hann sleppur at venja nakrar ferðir aftr at, áðrenn hann yvirhøvur kemur upp á tal til dystin í móti Rumenia. – Tað skulu bara tvey gul kort til, so hetta er keðiligt, ger leikbannaði Símun Samuelsen greitt. Løgin kensla Eitt leikbann í landsliðshøpi er nevni liga púra óvanligt fyri hann. Fyrsta dystin Símun Samuelsen spæl di var í 2003. Seks ár seinni rendi hann seg í sítt fyrsta lands liðs­ leik bann. Tað kennist undarligt, ásann ar hann. – Hetta er løgið. Kappingin er jú liðugt og eg havi koblað eitt sindur av. So verði eg úttikin til landsliðið og komi her til, men kann framvegis ikki sleppa upp í part, fortelur Símun Samuelsen. Tískil skýrir hann sín leiklut nú, í stóran mun at vera eitt slag av stuðuls leikara, ið skala syrgja fyri, at hin ir geva alt, teir hava. – Tað geri eg sjálvandi eisini, hóast eg ikki komi upp á tal til dystin leygar dagin. Tí, um tú ikki kanst vísa nú, at tú ert klárur at spæla í morgin, so ert tú heldur ikki klárur at spæla miku kvøldið, sigur Símun Samuel­ sen, sum annars heldur, at ein dystur í móti Fraklandi á útivølli er nakað serstakt. Serligur dystur – Tað er altíð keðiligt við leikbannum, men at vera leikbannaður ein úti­ dyst í Frankaríki er eyka keðiligt. Stemn ing urin og alt rundan um dyst in er nakað heilt serligt, og tað eru teir 18 mans, ið sleppa at uppliva. Tí v erri eri eg ikki ein av teimum, sig­ ur Símun Sameulsen, sum tískil fer at rópa á sínar liðfelagar frá síðu­ linju ni. – Alt annað hevði verið hol í høvd­ ið, sigur hann avgjørdur! Spurdur, um hann eisini ferð at rópa á sín kappingarneyta í vinstra borði, ella um hann vónar, at hesin fer at dumma seg, svarar Símun Samuelsen flennandi, at hann vónar at hann fær karantenu. – Har kemur so ein nýggjur maður inn. Spælir hann væl, má eg bara syrg ja fyri at vera enn betri undir venj ing, sigur Símun Samuelsen. Maradona hóttir við at rýma Hóast tað skuldi eydnast Argentina at spælt seg til HM­endaspælið í fótbólti, hóttir landsliðsvenjarin, Diego Maradona, við at rýma úr starvinum. – Skal eg halda fram, verður tað eftir mínum treytum. Tá undankappingin er av, ætli eg mær at tosa við fótbóltssambandið. Tingini eru als ikki farin fram, soleiðis sum mær varð lovað, og tað ætli eg mær at tosa við teir um, sigur Diego Maradona við argentinskar miðlar. Carlos vil aftur til Madrid 36 ára gamli Roberto Carlos, sum í fleiri ár hugtók fótbóltsheimin við knallhørðu fríspørkum sínum og offensivum raidum frá bakkinum, vil nú aftur sleppa at spæla fyri Real Madrid. Somikið gjarna vil hann aftur til felagið, at hann hevur boðað frá, at hann er til reiðar at spæla, uttan at fáa nakra løn afturfyri. Roberto Carlos hevur seinnu árini spælt í turkiska Fenerbache, men nú vil hann sleppa at enda yrkisleiðina saman við heimsstjørnunum í Real Madrid. Nýggi hjálparvenjarin, Trygvi Mortensen, rópar nógv undir venjing og soleiðis verður eisini leygarkvøldið, sigur hann Tréguier, Frankaríki: Mikukvøldið var venjingin løtt og stutt. Tá hoyrdist heldur ikki nógv til hansara, men undir hósdagsvenjingini fingu leikararnir veruliga at hoyra, hvussu og hvør Trygvi Mortensen er. – Tað skal vera power á og menn skulu vita, hvussu tingini skulu gerast, sigur nýggi hjálparvenjarin hjá Brian Kerr. Men hóast hann er maðurin, ið rópar harðast og kanska tosar mest á vøllinum, so er tað Brian Kerr, sum setir dagsskránna. – Vit koma sjálvandi við okkara metingum og geva okkara meiningar til kennar, men tað er Brian Kerr, sum kemur við tí stóru rammuni, sigur Trygvi Mortensen. Soleiðis verður tað eisini leygarkvøldið, tá dysturin verður bríkslaður í gongd. Brian Kerr setir dagsskránna og hevur seinasta orðið. Harðastu rópini meðan dysturin er í gongd, fara tó helst at koma frá Trygva Mortensen. – Eg plagi í hvussu so er at rópa har, eg eri, sigur hann. Trygvi rópar leygarkvøldið Fyrsta leikbannið í seks ár Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Ein nýggjur maður í einum nýggjum leikluti Mynd: Rólant Waag Dam – Tað er altíð keðiligt við leikbannum, men at vera leikbannaður ein útidyst í Frankaríki er eyka keðiligt, sigur Símun Samuelsen Mynd: Rólant Waag Dam