fríggjadagur 9. oktober 2009síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 9. oktober 2009 – Nr. 193
Italska stórfelagið hevur
vitjað í býnum Tréguier,
har føroyska ferðalagið
held ur til, men tað var bara
eitt felag. – Tit eru eitt
lands lið og tað er størri,
sig ur borgarstjórin Michel
Sohier
Tréguier, Frankaríki: Í býnum
Trégui er búgva ikki 3000 fólk. Tískil
er tað ógvuliga sjáldan, at býurin
hevur forkunnuga vitjan. Men stór
felag ið í Italia, sum hevur vunnið
Seriu A trý ár á rað, hevur vitjað her
fyrr. Tað var stórt, men vitjanin úr
Før oy um er størri.
– Tá eg prátaði við borgarstjóran
segði hann mær, at nú eitt landslið
vitjaði, so var tað upp aftur størri,
sig ur Høgni í Stórustovu, forseti í
Fótbóls sambandi Føroya, sum sam
an við øðrum føroyskum umboðum
vitjaði á Ráðhúsinum hjá Michel
Sohier, borgarstjóra, seinnapartin í
hós dag in.
– Hesa virðing vilja vit sjálvandi
vísa honum, sigur Høgni í Stórustovu,
sum umframt fleiri nevndarlimir,
eis ini hevði nakrar leikarar aftrat
sær.
– Eitt er, at vit koma á vitjan, men
tað er jú fótbólt tað snýr seg um og
tað umboða leikararnir og venjarin
best. Tí ynsktu vit eisini at hava onkr
ar av teimum við, og tað vóru tey
ógvuliga fegin um, greiðir Høgni í
Stórustovu frá.
Tað vóru tríggir av teimum fýra
leik bannaðu, Símun Samuelsen, Ein
ar Hansen og Christian Lamhauge
Holst, ið vóru við á Ráðhúsinum.
Ung og eldri fegnast
At fólkini í Tréguier eru fegin um, at
hava so forkunnugu vitjan, sæst eisi
ni á øllum brøgdum.
– Tey fegnast sjálvsagt eisini um,
at dysturin verður spældur skamt
frá teirra býi, og tað eru vit – uttan at
tað er nakað, vit hava valt – orsøkin
til, sigur Høgni í Stórustovu og sipar
til, at stóru dystirnir hjá Frankaríki
altíð verða spældir í teimum stóru
bý unum, men tá eitt lítið land sum
Før oyar kemur, ber til at fara til smá
pláss at spæla.
Og á smáplássum sum hesum eru
tey so mikið glað fyri vitjanina, at
fleiri av føroysku leikarunum hava
skriv að autografar – bæði til heilt
ung og eisini heilt gomul fólk.
»Víkingarnir eru komnir«
Soleiðis ljóðaði ein av
yvirskriftunum í eini
lokalari avís í hós
morgunin, eftir at føroyska
lands liðið kom til býin
Tréguier í mikudagin
Tréguier, Frankaríki: Sum heild er
áhugin fyri føroyska ferðalagnum
ikki lítil. Eini 20 fjølmiðlafólk mundu
vera til venjingina hósdagin, eins og
fjølmiðlar eisini hava vitjað á hotelli
num hjá føroysku leikarunum, og
har føroysku fjølmiðlarnir búgva.
Tað eru bæði fjølmiðlafólk úr nær
u m h vørvinum, men eisini lands
dekkandi fjølmiðlar, sum eru til stað
ar.
Landsliðsvenjarin,
Brian
Kerr,
hevur sjálvsagt verið í fokus. Bæði
skrivaðu og loftbornu miðlarnir
hava verið eftir honum, men eisini
nakr ir av leikarunum eru áhuga
verdir.
Ein afturvendandi spurningur frá
fronsku fjølmiðlunum er nevniliga,
hvørjir teir báðir einastu yrkis
leikararnir hjá Føroyum eru. Teir
hava nevniliga heft seg við, at
Christian Lamhauge Holst spælir
í Danmark og Símun Samuelsen í
Íslandi, og eru tískil áhugaðir í at
seta andlit á hesar báðar.
Av tí sama vóru tey á Ráð
húsinum eisini fegin um, at júst
teir báðir taldust millum teirra,
ið vitjaðu har í gjárkvøldið.
281 nyttuleysar milliónir
Í Madrid iðra tey seg um, at tað ikki eydnast at vinna kappingina
um vertsskapni fyri Olympisku leikunum í 2016. Og minni verður
iðranin ikki av, at kampagnan hjá býnum kostaði 281 milliónir.
Peningur, sum tó ikki er mistur heilt sambært borgarstjóranum,
Alberto RuizGallardon. Í 2011 gera vit av, um vit ætla at royna at
fáa fatur á leikunum í 2020. Og eg eri púrasta vísur í, at Madrid
fyrr ella seinni verður vertur, sigur borgarstjórin.
Oyluppskotið tikið aftur
Sjálvsstýrisflokkurin tók í gjár uppskotið um serstakan
føroyskan oyggjaleikagrunn aftur. Eftir at fíggjarnevndin hjá
løgtinginum hevði vent tummilin niðureftir, helt
Sjálvsstýrisflokurin, at tað vildi skapt meira skaða enn gagn,
um uppskotið varð viðgjørt á tingið fyri síðani at fella. Og tí
varð at enda valt at taka uppskotið heilt aftur í hesum
umfarinum.
Tit eru størri enn Inter
Michel Sohier, borgarstjórin í Tréguier, handar
Brian Kerr, landsliðsvenjara, eina gávu
Mynd: Rólant Waag Dam
Víkingarnir eru komnir
Le Télégramme
í Brest kallar
føroysku leikarar
nar fyri víkingar
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo