mánadagur 12. oktober 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 194 - 12. oktober 2009
Asta Jacobsen man vera ein
tann fremsta býarmýndin í
Havn. Síðan 1948 hevur
hon havt kioskina á Vagli
num. Her hevur hon kunnað
eygleitt gongdina i býnum
og landinum øll hesi ár.
Asta er jú ein tann
nærmasti grannin hjá løg
tinginum, so her er løgtings
menn komnir framvið í
hundraðtali øll hesi árini og
hava keypt bomm, bløð og
annað frá Astu. Hon er eitt
sindur forvitin og spyr altíð
eftir, um teir vita nakað
nýtt. Asta fær tað at vita,
sum er vert at vita. Hon
sigur eisini løgtingsmonnum
sína meining um støðuna.
Hon kann sigast at vera
okkara mest royndi politiski
eygleiðari.
Kioskin hjá Astu er kan
ska ikki tann mest fram
komna í landinum, men
hon er tann mest sjarmer
andi. Asta er einsamøll um
kioskina, men til okkurt
tørvar henni tá hjálp. Ein
lúka
verður
sett
fyri
sølugluggan, tá ið kioskin
er lukkað. Hana klárar Asta
sjálv at taka niður, tá ið hon
letur upp. Men at fáa hana
fyri aftur, tá ið hon letur
aftur, má Asta hava onkran
at hjálpa sær.
Tað plagar heldur ikki at
standa á. Hon preiar okkurt
mannfólk, sum kemur fram
við, og eingin sýtir henni ta
bøn at hjálpa henni at lyfta
lúkuna upp.
Ein kvøldið eftir ólavsøku
var tó sera tómt í býnum.
Men einaferð sær Asta eitt
par koma gangandi niðan
eftir Niels Finsensgøtu. Asta
rópar eftir teimum og spyr
mannin, um hann ikki kann
hjálpa henni við lúkuni.
Hann var fryntligur og hjálp
samur, og tað var skjótt, at
lúkan var komin upp.
Asta takkar so hjartaliga,
og nú sær hon, at tann hjálp
sami maðurin var eingin
annar enn danski forsætis
málaráðharrin Lars Løkke
Rasmussen, sum jú var í
Føroyum í summar í sam
band við ein fund hjá
Vinstraflokkinum.
Hann
var so farin ein kvøldartúr
saman við Sólrun, síni før
oysku konu, og endaði
kvøldið í tænastu hjá Astu!
So uttan mun til, hvat
politiskur
andstøðumenn
siga um Lars, so kann Asta
bert rósa honum!
ó.
Lars Løkke Rasmussen hjálparmaður hjá Astu
Norskir bóndur ótryggir
Í Noregi eru svínabóndurnir ótryggir, nú myndugleik
arnir hava staðfest svínakrím á einum stórum svína
garði. Í Noregi eins og aðrastaðni hava myndugleikarnir
gjørt av at koppseta fólk ímóti H1N1 ella svínakrími,
og at tað eru sjúk fólk, kvinnur við barn og starvsfólk í
heilsuverkinum, sum skulu koppsetast fyrst. Tað góð
taka teir norsku svínabóndurnir, men siga, at teir eiga at
koma næst í røðini. Tað er staðfest, at tað var eitt fólk
við H1N1, sum smittaði svínini, og tað er ikki hent
áður, sigur norska matvørueftirlitið.
Kina hevnir fund
Kinesiska leiðslan mótmælti, tá Lars Løkke Rasmussen, forsætis
ráðharri, valdi at hitta andaliga leiðaran hjá tibetanum, Dalai Lama,
tíðliga í summar, og síðani hevur Danmark kent sviðan av gesta
blídni forsætisráðharrans. Tað skrivar Politiken. Blaðið skrivar, at
fýra danskar ráðharravitjanir í Kina eru avlýstar ella útsettar, og
fundurin í mai hevur eisini havt avleiðingar fyri danskt vinnulív.
Politiken vísir á, at kinesiska leiðslan hevur sagt danska uttanríkis
ráðnum, at fundurin millum Løkke og Lama hevur verið sera órógv
andi fyri viðurskiftini landanna millum. Eingin í stjórnini vil siga
nakað við blaðið um málið.
Altjóða arkitektadag
urin fríggjadagin
eydnaðist so væl, at
tiltakið verður endur
tikið, sigur Heidi H.
Poulsen, ein av fyri
skiparunum. Hon
kundi hugsað sær,
at aðrir felagsskapir
koma við næsta ár
Byggilist
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Heidi H. Poulsen, arkitektur
er ovfarin av, so væl sum
tiltakið hjá Arkitektafelag
Føroya seinasta fríggjdag
eydnaðist.
Væl av fólki var og vitjaði
stóru framsýningina, sum
limirnir høvdu á Reinsarín
um við projektum, tekning
um og fotomyndum, og
framsýningin hjá børnunum
var somuleiðis væl vitjað.
Altjóða arkitektadagurin
varð á fyrsta sinni hildin i
1985, men hetta er fyrstu
ferð, at dagur er hildin í
Føroyum eisini.
Tað hevur so stóran týdn
ing, at vit stíga fram og
vísa, hvat góður arkitekttur
ur er í staðin fyri bara at
seita og grenja, sigur Heidi
H. Poulsen. Hon er í arbeiðs
bólkinum Kveiki hjá felagn
um. Kveiki fyriskipar tiltøk
hjá felagnum.
Nógv prát
Hon heldur tað enn vera ov
tíðliga at siga, at um tiltakið
hjá føroysku arkitektunum
fær nakra ávirkan. Tað fer
tíðin at vísa. Men fólk, sum
vitjaðu, vóru fegin, og tosa
varð um, at ikki nóg nógv
hevur verið frammi um
føroyskan arktektur.
Í seinastu viku gjørdi
felagið nógv, og afturljóðini
hava verið fleiri í sambandi
við tær greinir, sum føroy
skir arkitektar ta vikuna
høvdu í bløðunum um
føroyska byggilist.
Tað vóru ikki bara fólk í
byggivinnuni og tey tilvit
andi um arkitektur, ið vitj
aðu. Fleiri fólk duttu av til
vild inn á gólvið, og dúglig
orðaskifti vóru um byggilist,
umvæling av gomlum hús
um, um góðsku o.a. Burðar
dygd var eisini eitt av orðum,
sum brúkt varð í sambandi
við framsýningina.
Við at hava eitt slíkt til
tak koma vit í samband við
nógv fólk, sum vit annars
ikki koma í samband við,
og tað er í sær sjálvum gott,
sigur Heidi H. Poulsen.
Steðga á
Hennara vón er, at føroyskur
arkitektur nú fær betri tíðir.
Tey seinastu árini hevur
verið stór ferð á byggingini.
Nógv bygging hevur verið
illa
umhugsað,
prísirnir
hava verið høgir, og roynt
hevur verið at skarvað av.
Nú hava vit stundir at
steðga á, og hetta fer vón
andi at tæna arkitekturinum,
sigur Heidi H. Poulsen.
Hon sigur tað vera púra
vits, at tiltakið verður endur
tikið, og við at hava roynt í
ár, skuldi felagið verur bet
ur fyrireikað til næstu ferð.
Heidi H. Poulsen kundi
hugsað sær, at altjóða
arkitektadagurin í Føroyum
næsta ár verður útbygdur,
golsieðis at aðrir felags
skapir koma við. Eitt hug
skot kundi verið, at MBF
luttók við framsýning um
atkomumøguleikar, og søvn
ini kundu eisini havt fram
sýningar.
Møguleikarnir
eru nógvir.
Varpaðu ljós á byggilistina
Asta er okkara mest royndi politiski eygleiðari
Kioskin hjá Astu er býarmynd
Helena Dam á Neystabø,
landsstýriskvinna í
mentamálum, setti
Arkitektadagindagin.
Við síðuna av Helenu
stendur Heidi Poulsen úr
arbeiðsbólkinum Kveika
hjá Arkitektafelagnum,
sum hevur skipað fyri
Arkitekturdegnum.
Haraftrat er Svend
Sivertsen, formaður í
felagnum á myndini
Mynd: Tórálvur Weihe