Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. oktober 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 194 - 12. oktober 2009 kann koma at gjalda ir krónur í útjavning taka við, tá tann tíðin kem­ ur, leggur hann aftrat. Hann heldur, at eitt komm unuval, sum longu skal verða komandi heyst, fer at skapa totalan forvirr­ ing. ­ Eg haldi, at rætti vegurin at ganga við samanlegging, er at lata kommunurnar sleppa at samstarva, og við útlegging av stórum upp­ gávum skulu tær nokk finna út av, hvussu tær sjálvbodnar skulu leggja saman. Stórur ivi Sambært tilmælinum hjá arbeiðsbólkinum, verða nýggju eindirnar – sjey ella níggju í tali – skipaðar longu 1. januar í 2011, og kommunuval verður 9. november um eitt ár. Fólka­ skúlin verður lagdur út til kommunurnar at umsita 1. januar 2012 og eldraøkið 1. januar 2013. Heðin Mortensen vísir á, at eitt nú formaðurin í Før­ oya Lærarafelag, Magnus Tausen, fyri ikki so langari tíð síðan hevur sagt, at teim um dámar best, um skúlaøkið framhaldandi verð ur verandi undir land­ inum – og í mong ár hevur verið tosað um at leggja eldra økið út til komm un­ urnar. ­ Eg haldi, at landsins myndugleikar heldur áttu at lagt hesi økir út fyrst, og tá so kommunurnar sóu, at eindirnar eru ov smáar til at umsita hesi øki, hevði áhugin fyri sjálvbodnari sam anlegging sjálvsagt ver­ ið nógv størri, sigur hann. Dýr útjavning Í tilmælinum hevur arbeiðs­ bólkurin eisini ymisk upp­ skot um útjavning millum kommunalu eindirnar, og tað er ikki minst hesin part­ urin av uppskotinum, sum slær Heðin Mortensen fyri bróstið. ­ Sambært uppskotinum um javning kemur Tórs­ havnar kommuna at gjalda allan vegin ígjøgnum, sum hann tekur til. Hann heldur, at júst hesin parturin verður ein dyggur smeitur fyri kommununa og borgararnar í komm­ ununi. ­ Vit í KFS hava einki ímóti útjavning, men vit vilja gjarna, at ein útjavning verður brúkt til ávís lógar­ ásett øki í øðrum eindum – og ikki til møguligar íløgur og rakstur. Um so verður, kunnu aðrar eindir gera sær dælt av hesum peningi upp á kostnaðin hjá borgarum í eitt nú Tórshavnar komm­ unu, og tá kann eisini spekula tión koma inn í mynd ina, leggur hann aftrat. Heðin Mortensen vísir á, at ein slík útjavning, sum skotin verður upp, skjótt kann koma at kosta Tórs­ havnar kommunu eini 2% av fíggjarligu orkuni, og tað er ikki smápeningur. ­ Hetta hevði í dag kostað okkum 60 miljónir krónur um árið. Einki til menning Formaðurin í KFS og borg­ arstjórin í Tórshavnar komm unu sigur, at neyðugt er hjá kommununi at hækka skattaprosentið fyri at hava ráð til at byggja nýtt ellis­ heim. ­ Hetta er longu tungt fyri borgararnar í kommununi, og tá vit haraftrat skulu av við fleiri miljónir í javning, er greitt, at tað verður upp­ aftur tyngri frameftir. Heðin Mortensen spyr tí, hvat okkara landspolitikarar – eisini teir í Suðurstreymi – hugsa fyri sær. ­ Við slíkari eykaútreiðslu, verður eingin pen ingur hjá okkum at skapa karmar og vinnulív og menning. Um peningurin, sum fer til javning, ikki verður brúktur sambært lógarásetingum, hagar teir koma, hevði tað verið nógv betri, um miljón­ irnar framhaldandi lógu í ”kraftsentrinum”, sum hann í hesum føri rópar Tórs­ havnar kommunu – og kundu skapt nakað í høv­ uðs staðnum, sigur formað­ urin í Kommusamskipan Føroya. Heðin Mortensen er púra samdur við arbeiðsbólkinum um, at um ikki allur ”pakk­ in” í tilmælinum hongur sam an, er avgjørt ikki skila­ gott at fara út í eitt komm­ unuval um eitt ár. - Vit hava einki ímóti útjavning, men vit vilja gjarna, at ein útjavning verður brúkt til ávís lógarásett øki í øðrum eindum – og ikki til møguligar íløgur og rakstur. Um so verður, kunnu aðrar eindir gera sær dælt av hesum peningi upp á kostnaðin hjá borgarum í eitt nú Tórshavnar kommunu, og tá kann eisini spekulatión koma inn í myndina, sigur Heðin Mortensen FaroExpo komandi viku Frá 19. – 21. oktober verður skipað fyri FaroExpo í Runavík. Mánakvøldið, týsdagin og mikumorgunin er tiltakið fyri tær 55 fyritøkurnar, sum hava teknað seg til at luttaka í partenariatinum, sum er ein týdningarmikil partur av tiltakinum. Mikudagin seinnapart verður so skipað fyri ráðstevnu, har evni er nútímans leiðsla. Hesin parturin av FaroExpo er almennur og verður í nýggja mentanarhúsinum í Runavík, Løkshøll. Millum aðrar fara Hákun Djurhuus, stjóri á SEV, og Niels Christian Nolsøe, stjóri á Elektron, at hava fyrilestrar. Millum 250 og 300 luttakarar plaga at vera á ráðstevnuni. Samstundis sum FaroExpo er, verður eisini mentanarvika í Runavík, og her verða m.a. listaframsýningar, tónleikatiltøk og fyrilestrar. So samanumtikið ein spennandi vika 43 í Runavík. Til ber at lesa meira á www.faroexpo.fo