mánadagur 12. oktober 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 194 - 12. oktober 2009
Tórshavnar komm
una kemur við eini
javning at gjalda nógv.
Talan kann skjótt
gerast um veldugar
upphæddir. Úrslitið
kann gerast, at eingin
peningur verður til
karmar um vinnulív
og menning. Um
peningurin, sum fer
til javning, ikki verður
brúktur sambært
lógarásettum reglum,
hevði tað verið nógv
betri, um miljónirnar
framhaldandi lógu
í ”kraftsentrinum”
og soleiðis kundu
skapt nakað í høv
uðs staðnum,
sigur formaðurin
í Kommunu sam
skipan Føroya og
borgarstjórin í Tórs
havnar kommunu
Kommunutilmæli
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Heðin Mortensen, formaður
í KFS, Kommunusamskipan
Føroya og borgarstjóri í
Tórshavnar
kommunu,
held ur, at uppskotið hjá
arbeiðsbólkinum, sum nú
hevur lagt fram tilmæli um
nýggjan kommunureform,
er skilagott á tann hátt, at
lagt verður upp til at skipa
Føroyar í færri og størri
kommunalar eindir.
- Tað er skilagott við
færri eindum, og soleiðis
sum hesin parturin av upp-
skotinum er háttaður, byrjar
hetta at líkjast tí, sum sær
út til at vera leiðin frameftir.
Men okkum dámar ikki, at
henda samanlegging skal
gerast við lóg eftir so stutt-
ari tíð. Seinnu árini hava vit
sæð fleiri sjálvbodnar sam-
anleggingar, og eg ivist
onga løti í, at tær sjálvbodnu
samanleggingarnar føra til
tað góða.
Heðin Mortensen sigur,
at tilmælið leggur upp til ta
øvutu gongdina av tí, sum
hann hevði hildið verið
rætt ast.
- Í nógv ár hevur verið
tosað um at leggja eitt nú
eldraøkið út til kommun ur-
nar at umsita, men enn er
einki hent. Tað vísir seg, at
har tveir partar skulu deilast
um økini, dettur nógv niður
ímillum, og hetta síggja vit
ikki minst innan eldraøkið í
Suðurstreymi,
sum
av
álvara er afturútsiglt. Mín
greiða meining er, at tann,
sum skal gjalda, eisini skal
valda á økinum.
Totalur forvirringur
Formaðurin í KFS heldur,
at tíðarætlanin, sum arbeiðs-
bólkurin skjýtir upp, er alt
ov stutt, og honum dámar
lítið, at tilmælið leggur upp
til, at kommunuval verður
aftur longu komandi heyst.
- Fleiri av nýggju bý-og
bygdaráðslimunum
hava
bert sitið í nakrar mánaðir,
og
verður
kommunuval
longu aftur um eitt ár, er
lítil ivi um, at valstríð fer at
seta dám á hetta árið, ið er
tað, sum vit í hesum tíðum
hava allar minst brúk fyri.
Hetta verður sera óheppið
fyri gerandisdagin kring
um í kommununum, og eg
skilji ikki, hví tilmælið
leggur upp til, at valið skal
skundast soleiðis.
Heðin Mortensen vísir á,
at í øðrum londum, har
komm unur eru lagdar sam-
an, veit hann dømir um, at
gomlu bý-og bygdaráðini
hava sitið tíðina út, sam-
stundis sum nýggj fólk eru
vald, ið taka við, tá upp-
runaliga valskeiðið er runn-
ið.
- Soleiðis hava nýggju
fólkini havt høvi at fylgja
gongdini og seta seg inn í
viðurskiftini, áðrenn tey
Seinnapartin fríggja
dagin legði ein
arbeiðsbólkur, sum
landsstýriskvinnan
í kommunumálum,
Annika Olsen hevur
sett, fram álit um ein
kommunureform, har
talið av kommunalum
eindum í Føroyum
verður sjey ella níggju
– og ikki 30, sum tað
er í dag
Kommunutilmæli
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Arbeiðsbólkurin mælir til,
at nýggju eindirnar verða
skipaðar longu 1. januar
2011, og um henda tíðar-
ætlan heldur, verður komm-
unuval útskrivað til at verða
9. november 2010.
Spurningurin, hvørt tað
verða
sjey
ella
níggju
kommu nalar eindir hongur
saman við, hvørt Kvívík og
Vestmanna skulu leggjast
saman við Vágum ella
verða fyri seg – og um Eyst-
ur kommuna skal leggjast
saman við Skálafjørðinum
ella vera fyri seg, sum hon
er í dag.
Landsstýriskvinnan
í
kommunumálum, Annika
Olsen, sigur, at hon nú fer
at heita á løgmann um at
seta ein landsstýrisbólk at
arbeiða við hesum máli, og
at tað verður ein politisk
avgerð, hvørt talan verður
um sjey ella níggju eindir.
Javning
Í álitinum mælir arbeiðs-
bólk urin til, at ein millum-
kommunal javningarskipan
verður sett í verk, har
komm unuskatturin verður
hækkaður, meðan lands-
skatturin verður lækkaður
samsvarandi.
Haraftrat
verður mælt til eina aftur-
beringarskipan, har ymisku
frádráttirnir verða bornir
kommununum aftur.
Sambært hesum báðum
skipanunum
verða
705
miljónir krónur fluttar út til
kommunurnar, og hesin
peningur skal geva rúmd
fyri, at fólkaskúlin verður
fluttur út til kommunurnar
at umsita frá 1. januar í
2012 og eldraøkið frá 1.
januar í 2013.
Í dag er landsins partur á
hesum báðum økjum ávika-
vist 270 og 340 miljónir
krónur, sum gevur 610
miljónir krónur tilsamans.
Umfatandi reformur
L a n d s s t ý r i s k v i n n a n ,
Annika Olsen, hevur góðar
vónir um, at uppskotið
verður framt og fer at eydn-
ast, tó at tíðarætlanin er
knøpp.
Hon vísir á, at hetta er ein
so umfatandi reformur, at
tað allar besta er, um hann
verður
gjøgnumførdur
tvørt ur um flokkar, tvørtur
um samgongu og andstøðu
– og eisini tvørtur um
kommunala geiran, sum
hon tekur til.
- Eg vóni, at reformurin
fer at eydnast innan ásettu
tíð, og at kommunali geirin
soleiðis verður umskip að-
ur.
Landsstýriskvinnan sigur,
at kommunali geirin longu
er skeiklaður sum er, og
hyggja vit at fíggjarstøðuni
hjá okkum, er reformurin
avgjørt nakað, sum kann
bøta um viðurskiftini hjá
okkum og kann gera tingini
meira gjøgnumskygd og
meira rættvís.
Álit um nýggjan
kommunureform
- Eg vóni, at nýggju kommunureformurin fer at eydnast innan ásettu tíð, og at kommunali geirin soleiðis verður umskipaður, sigur
landsstýriskvinnan, Annika Olsen
Havnin k
60 miljón
Brown ætlar at selja
Í Bretlandi hevur Gordon Brown, forsætisráðharri, ætlanir um
at selja so mikið av almennum ognum, at sølurnar kunnu geva
tí illa trongda ríkiskassanum tríggjar milliardir pund. Eitt nú
ætlar hann at selja jarnbreytina millum London og tunlarnar
um Ermasund, Dartford-brúnna við Thames-ánna og ein tunnil,
sum er undir ánni á somu leið. Herumframt ætlar
forsætisráðharrin at selja bretska partin av evropeisku
fyritøkuni Urenco, sum ger brennievni til kjanrorkuverk.
Tslamenn hjá stjórnini hava fyrr sagt, at aðrar sølur kunnu
koma upp á tal fyri at útvega ríkiskassanum pening.
Ung ganga fyri einki
Arbeiðsloysið millum tey 25 til 29 ára gomlu í Danmark er
nú so stórt, at fakfelagsrørslan ber ótta fyri, at
arbeiðsmarknaðurin kann missa eitt ættarlið. Eftir trimum
árum er arbeiðsloysið í hesum aldursbólkinum meiri enn
tvífaldað, og hagtølini tann 1. juli vístu, at tá vóru 60.000
arbeiðsleys undir 30 ár. Við øðrum orðum var arbeiðsloysið
í hesum aldursbólkinum næstan 10 prosent, skrivar
Politiken. Sambært blaðnum vísa hagtølini, at
arbeiðsgevararnir velja fólk við royndum fram um tey
yngru. Tað eru serliga menn og eftirkomarar hjá
innflytarum, sum ganga fyri einki.