mánadagur 12. oktober 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 194 - 12. oktober 2009
11
Tey fægstu trúðu, at George
Foreman kundi tapa!
Hann var bæði ungur og
sterkur og stríðshugaður.
Mótstøðumaðurin,
Mohamed Ali, var eldri og
veikari. Og í fleiri ár hevði
hann bara boksað ein avger
andi dyst – sum hann tapti.
Tí sá tað á pappírinum
ikki út sum ein spennandi
dystur, tá hesir fóru í ringin í
Kinshasa í tí táverandi Zaire
í 1974.
Men við sínum sjáldsomu
retorisku gávum pumpaði
Ali kortini henda dystin upp
til at vera aldarinnar hend
ing. Allur ítróttarheimurin
var á gosi, og øll fylgdu við.
"Eg sveimi sum ein
summarfuglur og stingi sum
ein bi", segði Ali áðrenn teir
fóru til Afrika, heimspartin
har báðir høvdu sítt upphav,
at boksa dystin, sum fekk
tað legendariska heitið "The
Rumble In The Jungle".
Tað byrjaði, sum tey flestu
høvdu væntað. Ali varð
bankaður sundur og saman.
Fleiri 100 dundursløg brustu
inn í síðuna, livrina og
høvdið á honum. Men hann
stóð lenaður móti togunum
og hann datt ikki. Og tann
provokerandi kjafturin gekk
alla tíðina.
Tey flestu bíðaðu bara
eftir at Ali varð sendur til
teljing til hann, í áttanda
umgangi, fær givið Fore
man, sum er pøstur av øllum
sløgunum hann hevur givið,
eitt giftugt uppercut við
vinstru. Og tá so Foreman,
við ongari orientering, er
sligin upp í rætta støðu,
kemur dreparaslagið: Høgri
nevi á Ali brestur sum toran
inn í andlitið á honum.
Liðugt!
Ali var blivin bankaður
men knappliga var tað Fore
man, sum lá og grulvaði
groggy á gólvinum. Og tá
hann endiliga reisti seg
hevði dómari talt upp í
tíggju.
Knock Out!
Ali hevði ikki verið so illa
fyri, sum tað sá út. Hann lat
Foreman brúka sínar kreftir,
samstundis sum hann østi
hann upp við sínum freka
málbrúki. Og Ali høgdi ikki
sjálvur til fyrr enn tann
rætta, avgerandi løtan var
komin.
Eidesgaard móti Kallsberg
Í 35 ár hevur henda fantast
iska søgan hugtikið menn
um allan heim. Tí hon hevur
alt, sum bergtekur flestar
menn. Tað var maður móti
manni. Tað var styrki.
Stríðshugur. Dirvi. Strategi.
Taktikkur. Og tað var tann
frekari og tann snildari, sum
vann.
Søgan er eisini hugtakandi,
tí slíkir dystir verða, í eitt
sindur fluttari merking, boks
aðir alla staðni og alla tíðina.
Ikki minst í tí eirindaleysa
politiska boksiringinum.
Og stríðið vit nú síggja
millum Anfinn Kallsberg og
Jóannes Eidesgaard í
sambandi við fíggjarlógina,
er eitt frílíkt dømi um "a
rumble in the jungle".
Kallsberg hevur farna árið
verið í handskunum hjá
George Foreman. Líka
síðani Eidesgaard kom upp í
ringin sum fíggjarmála
ráðharri, hevur Kallsberg
bombað hann niður. Tá
Eidesgaard í fjør kom inn í
boksiringin við sínum fíggj
arlógaruppskotið, høgdi
Kallsberg tað niður. Skúli,
útbúgving, gransking alt
bleiv, um ikki kvalt, so skert
undir betongsekkjunum hjá
Kallsberg.
Síðani hevur Eidesgaard
staðið lenaður upp ímóti
togunum so groggy, at
sjálvt hansara mest trúføstu
viðhaldsfólk, sambært síðstu
veljarakanning, hava vent
honum baki. Tí í boksing og
politikki snýr tað seg ikki
um at vera við. Í boksing og
politikki er vinnarin alt og
taparin einki.
Men Eidesgaard er ikki
knockoutaður enn. Hann er
enn í fíggjarmálaráðnum
hann er enn í ringinum.
Og við hesum fíggjarlóg
aruppskotinum roynir hann,
sum Ali á sinni, at sveima
sum ein summarfuglur og
stinga sum ein bi. Nú skal
Kallsberg fyrst øsast upp og
sláa seg troyttan og síðani
knallast niður.
Snildur spindoktari
Vit hava hoyrt og sæð spinn
ið í pressuni. "Fólkaflokkur
in vil hava tunlar men vit
halda ikki tíðina vera ta
røttu, nú so nógv mugu taka
á seg eyka byrðar", sigur
Eidesgaard.
Og Kallsberg hevur sæð út
sum ein sterkur, men kloss
utur George Foreman, tá
hann hevur roynt at vart sín
stóra tunnilssigur frá í fjør.
Kallsberg hevur størri
politiskar musklar men
argumentini hjá Eidesgaard
sveima sum summarfuglar í
lotinum: "Vit skerja so
nógvastaðni. Vit mugu sýna
ábyrgd. Samhaldsfesti."
Undir viðgerðini av
fíggjarlógini týsdagin gav
Eidesgaard retorikkinum
eina skrúvu afturat: ”tað
snýr seg um tunlar contra
vælferð… Tað snýr seg um
politiska samvitsku.”
Eidesgaard talar til rætt
vísiskensluna og hann
roynir ikki bara at fáa Kalls
berg at síggja út sum ein
mann, sum vil raðfesta
betong. Hann roynir at fáa
Kallsberg at síggja út sum
ein mann, sum er gjørdur úr
betong.
Eidesgaard er farin í val
stríð. Og taktikkurin er klárur
sum vatn: Set X við lista A –
set X við tunlar. Set X við
lista C – set X við vælferð.
Um tað fer at eydnast
Eidesgaard at geva Kalls
berg eitt uppercut við vin
stru hond, veldst um gongd
ina í fíggjarnevndini. Verður
tað hesaferð Eidesgaard,
sum fær andstøðuna í sín
part, so blívur Kallsberg
groggy.
Og klárar Eidesgaard at
fáa sína fíggjarlóg gjøgnum
tingið við hjálp frá bæði
andstøðuni og einum parti
av Fólkaflokkinum so verð
ur tað tann beinleiðis høgri,
sum sendir Kallsberg í gólv
ið til knock out. Og Eides
gaard, sum hevur fingið so
nógv sløg í kroppin farna
árið, stendur sum vinnarin.
Eingin leiðsla
Hesin boksikampurin er
sanniliga undirhaldandi at
hyggja at. Júst sum tann
veruliga Rumble In The
Jungle so hevur hetta
stríðið millum fíggjarmála
ráðharran og formannin í
fíggjarnevndini nógv áhuga
verd element, sum altíð, so
ella so, spæla inn, tá menn
stríðast við menn.
Slíkt er áhugavert at hyggja
at hjá tí, sum er áhugaður í
politiskari strategi, politiskum
taktikki og sálarfrøði.
Men tað er syndarligt, at
hesin boksikampurin sleppur
at verða boksaður fyri
opnum tjaldi á føroyska
politiska leikpallinum.
Ein stjórn má hava eina
leiðslu akkurát sum eitt
skip má hava ein skipara.
Og at boksikampurin slepp
ur at halda fram er prógv um,
at eingin leiðsla er.
Samgongan er eitt hús,
sum er í stríði við seg sjálvt.
Ein sigur vinstra, annar sigur
høgra. Ein sigur upp, annar
sigur niður.
Uppskotið til fíggjarlóg er
ikki ein politisk kós, sum sam
gongan er samd um. Tað eru
nøkur uppskot nakrar pro
klameringar sum lagdar
verða fyri tingið at stríðast um.
Órealistiskar raðfestingar
Okkum í Tjóðveldinum
dáma fleiri av raðfesting
unum í uppskotinum. Sjálv
ur fegnist eg um íløgur sum
t.d. Skúladepil í Marknagili,
tjóðleikhús og eftirskúla.
Men uphæddirnar eru
smáar í ár. Og tað er stroydd
ein rúgva av smáum upp
hæddum her og har í upp
skotinum, so øll halda seg
fáa sítt. Men skal alt setast í
gongd, fer tað at krevja
íløgur fyri yvir 600 milliónir
í 2011!
Og øll vita, at tað ikki ber til.
Raðfesting er kjarnan í tí
politiska handverkinum.
Men Landssýrið hevur ikki
vilja ella hegni ella dirvi til
at raðfesta yvirhøvur. At
parkera nakrar tunlar er bara
ein politisk markering. Tí
sannleikin er, at hetta
hongur ikki saman kortini.
Fíggjarlógaruppskotið er
ikki eitt sjókort, sum siglast
skal eftir. Tað er eitt valupp
legg hjá Javnaðarflokkinum.
Tað kann samanberast við tær
plakatir, sum hanga uppi á
pelunum vikuna áðrenn val.
Tað passar ikki, at Kalls
berg er gjørdur úr betong.
Tað passar heldur ikki, at
Eidesgaard er jólamaður.
Tað, sum passar, er at
Eidesgaard førir valstríð
gjøgnum fíggjarmálaráðið.
Tá elefantarnir berjast...
Eitt orðatak sigur at "tá
elefantarnir berjast so
oyðilegst grasið."
Tað er hetta , sum hendir.
Boksikampurin millum sam
gongunar sterku menn er
oyðileggjandi fyri tað, sum
skal grógva í landinum.
Tað átti ikki at borið til.
Vit áttu at havt ein polit
iskan leiðara í landinum...
Sjúrður
Skaale
Eidesgaard vs Kallsberg
Kallsberg bombaði Eidesgaard niður í fjør. Nú fekk viðingurin eitt uppercut
frá tvøramanninum. Men tá elefantarnir berjast - oyðilegst grasið
Í dag verður nógv tosað um
bleyt virði. Íløgur verða
bólkaðar so, at tær antin
umboða bleyt ella hørð
virði. Hetta er ikki rætt. Alt
samfelagið er ein keta, og
eingin keta er sterkari enn
veikasta liðið.
Skulu barnagarðar, sjúkra
hús og skúlar lúka krøvini í
einum framkomnum sam
felag, er neyðugt at hava
tunlar, vegir og aðrar
farleiðir.
Tunlarnir norður um fjall
vóru niðurslitnir fyri minst
15 árum síðani.
Fyri nøkrum árum síðani
varð ein langtíðar raðfesting
gjørd fyri samferðslukervið
harímillum tunlar á Borð
oynni.
At henda raðfesting skal
útsetast og harumframt set
ast upp ímóti ellisheimum,
barnagørðum, sjúkrahúsum
og sambýlum er ikki rætt.
Tað er ikki sjálvsagt, at
tað er antin tunlar ella
okkurt av omanfyri nevndu,
sum skulu setast upp ímóti
hvørjum øðrum.
Tunlar og samferðslu
kervið yvirhøvur er eins
umráðandi sum røktar og
ansingarstovnar og skúlar.
Norðan fyri fjall búgva
um 1000 fólk, og fólkatalið
er støðugt vaksandi. Flestu
teirra mugu av bygdini fyri
at vinna sær pening til
dagsins uppihald og fyri at
nema sær útbúgving. Fyri at
gera ørindi, so sum at fara
til lækna, tannlækna, banka
og flest onnur ørindi, má
koyrast ígjøgnum tunlarnar.
Norðan fyri fjall eru 89
børn undir skúlaaldur, 102
børn í aldrinum 7 13 ár og
46 børn í aldrinum 14 16 ár.
Hvønn skúladag skulu tey
14 16 ára gomlu til Klaks
víkar í skúla. Hesin skúli er
fyri tað fyrsta lógarkravdur
og harafturat neyðugur
í nútíðarsamfelagnum.
Eisini skulu ung á mið
námi somu farleið.
Tunlarnir norður um fjall
lúka ikki nútímans krøv um
trygd, og tað, sum landsverk
hevur á heimasíðu síni
www.landsverk.fo/doku
mentir/tunnilstrygd.pdf,
vísir, at eingin trygdarútgerð
yvirhøvur er í tunlunum.
Sambært Landsverk koyra
umleið 1200 bilar dagliga
gjøgnum tunlarnar norður
um fjall. Til samanberingar
koyra knapt 1600 bilar dag
liga gjøgnum Vágatunnilin.
Kundi mann hugsað sær ein
einsporaðan, myrkan Vága
tunnil við ongari trygdar
útgerð?
Tunlarnir eru eisini av
markandi fyri vinnu og
virkismøguleikar norðanfyri.
Stórir bilar og maskinur
sleppa ikki ígjøgnum
tunlarnar og heldur ikki
stórir bussar við turistum.
Hendir ein álvarsom
vanlukka í tunlunum, kann
tað verða rættiliga trupult og
enntá ómøguligt hjá hjálpar
fólki at koma til staðið.
Møguleiki fyri álvarsom
um óhappi í tunlunum er ein
veruleiki, sum landsins
myndugleikar eiga at vita av
og síggja í eyguni.
Tunlar norður um fjall eru eisini bleyt virði
Viðareiði
Victoria
abSalonSen
viðmerkingar
Ferðavinnufelagið fegnaðist, tá ið tíðindi bórust
um at Føroya Landstýrið fyri 2010 hevur í hyggju
at satsa meira uppá at menna føroyska ferðavinnu
við at seta munandi peningaupphædd av til
marknaðarføring av Føroyum.
Men tað sampakkar ikki við viljan at menna
ferðavinnu, at gjøldini fyri feðandi til og frá Føroy
um verða hækkaði. Hesi tiltøk hava við sær hægri
prísir fyri ferðafólk, ið koma at vitja Føroyar.
Beinleiðis avleiðingin av hesum tiltøkunum
verður, at tað fer at gerast dýrari at ferðast til Før
oyar og kappingarførið hjá Føroyum sum ferða
mannaland versnar, og hetta minkar sjálvsagt eis
ini um inntøkuna hjá allari føroysku ferðavinnuni.
Ferðavinnufelagið heitir tí á landsstýrið um at
minka um ferðafólkaavgjaldið, so kostnaðurin fyri
hvønn ferðandi ikki fer upp.
Við vón um vælvild
Ferðavinnufelagið
Hækkandi
avgjøld menna
ikki ferðavinnuna