Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-12, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. oktober 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 194 - 12. oktober 2009 - Prísurin á ferða- seðlinum hevur ikki so stóra tydning. Fólk ferðast til Føroyar av áhuga. Tað sigur svenska ferðavinnu blaðkvinnan Karin Wallén, sum saman við einum mynda- manni hevur kanna Føroyar sum ferða- mannaland fyri fleiri svensk bløð Ferðavinna Inna Tørnroos inna@sosialurin.fo Kendasta blaðið Karin Wallén skrivar fyri er óivað Vagabond, sum er størsta ferðamannablaðið í Svøríki. Sjálv ferðast hon til umleið tíggju ymisk lond árliga. Er hetta tín fyrsti túrur til Føroya? - Ja, men so avgjørt ikki tann síðsti. Hvussu dámdi tær at lenda í Føroyum? - Tað var vakurt at síggja hesar grønu tindarnir stinga seg upp úr havinum. Eg havi lent á nógv verri støð- um, so eg hugsaði ikki um at flogbreytin var stutt. Hvat er størsta upplivingin higartil? - Tað er avgjørt at vera á fjalli við Absalon Hansen. Eg kendi meg sum eina flugu á vegginum, ið kundi eygleiða henda sjónleik, sum tað er at fáa seyðin inn. Hvat hava tit etið, meðan tit hava verið her? - Vit hava leitað eftir einari góðari fiskamatstovu, men ikki funnið nakra. Vit hava etið slíkt, sum ein kann eta allastaðni, so sum pitsa og salat. Eg hevði vilja roynt grind, lunda og tosk. Minnur Føroyar um nakað annað land tú hevur ferðast í? - Eg haldi at Føroyar líkjast nógv Irlandi og Baskara- landið í Spania. Eisini er tað rættiliga líkt svensku fjøllunum. Hvat heldur tú kann gera Føroyar til eitt enn betri ferðaland? - Tit kunnu útbyggja tað tit hava - nevnliga eina fantast- iska náttúru. Ger gonguleið- ir á fjøllunum við hyttum, har til ber at gista. Hvala- safari er nógv brúkt á Íslandi, so hví ikki? Hvat heldur tú um ferðaseðlaprísin? - Sjálvandi kunnu vit sum sviar koma sera langt fyri pengarnar, sum tað kostar at koma til Føroyar. Men her kemur man, tí man er áhugaður, og tí vænti eg ikki, at prísurin er tað avger- andi, tá ein fer til Føroya. Hvat fert tú at skriva um Føroyar? - Eg skrivi fyri trý ymisk bløð, ein grein verður um Absalon Hansen og hansara hundar. Ein grein verður um, hvussu tað er at arbeiða í Føroyum sum svii, og so ein stór grein um okkara "roadtrip" gjøgnum landið fyri Vagabond. Hvar ber leiðin aftan á henda túrin? - Mær dámar væl at ferðast til øðrvísi lond. Ein dreymur er at fara til Svalbard og Grønland. Fakta Karin Wallen Aldur: 36 Starv: ferðavinnu blaðkvinna fyri ymisk svensk bløð Bústaður: Stokkholm Lond sum hon hevur vitja higartil í ár: Týskland, Teiland, Namib- ia, Kanada, Grikkaland, Skottland, England/Wales, Norra og Føroyar Áhugin lokkar fólk til Føroyar – ikki prísurin Trýsta Iran Amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton, sum er á rundferð í Evropa, var í gjár í London og tosaði við bretska starvsbróður sín, David Milliband. Kjarnorku- ætlanin hjá iranska stýrinum var høvuðsevnið á fundin- um. Aftan á fundin søgdu tey bæði, at tað er umráðandi, at Iran og altjóða samfelagið semjast um, hvat skal henda. Hillary Clinton segði við tíðindafólk, at heimurin fer ikki at bíða allar ævir eftir, at Iran vil skriva undir eina semju og gevst við sínum kjarnorkuvirksemi. Stór afturgongd í Russlandi Altjóða búskaparkreppan hevur havt sera stóra ávirkan í russiska búskapin. Dmitrij Medvedev, forseti, segði um vikuskiftið, at russiska framleiðslan er 9,5 prosent minni í ár enn í fjør. Hann segði, at hetta er sera álvarssamt, og at afturgongdin hevur verið væl størri, enn altjóða metingarstovnar høvdu væntað. Forsetin legði afturat, at stjórnin hevur tikið neyðug stig, sum hava forðað fyri, at afturgongdin bleiv uppaftur størri. Sambært BBC er tað serliga russiski ídnaðurin, sum er meint raktur av altjóða kreppuni. Hóast hann sigur seg vera stak óromantisk- an, var tað ein fegin Tobbi sum fekk sítt ja frá Ann Ellefsen, tá tey bæði giftust leygardagin Brúdleyp Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo - Nú hava vit livað uppá polskt í fleiri ár, so tíðin var komin at fáa tað formliga uppá pláss, sigur Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, sum um vikuskifti giftist við Ann Ellefsen, studenta- skúlalærara. Vígslan var í Glyvra Kirkju, har presturin Mein- hard Bjartalíð gifti tey bæði leygardagin. Aftaná var stór veitsla í samkomuhøllini á Studentaskúlanum í Hoydøl- um, har eini 180 fólk vóru við. »Nú eru tað vit bæði« - Tað virkar kanska eitt sind- ur borgaligt at giftast, men vit vóru komin til marka- mótið, har vit fegin vildu siga fyri øllum at: »Nú skulu tað vera vit bæði«, sigur Tórbjørn. Hann dylur tó ikki yvir, at hetta við at gera hjúnarbandið til nakað heilagt kann virka eitt sindur patetiskt, havandi í huga, at tað samstundis er so vanligt, at hjún fara frá hvørjum øðrum aftur. - Men fyri okkum var tað kortini ein eksistentiell av- gerð at taka, nú vit vildu staðfesta formligu saman- renningina okkara millum, sigur Tórbjørn, sum tó viðgongur, at hann ikki fór niður knæ at biðja um hond- ina hjá komandi konu síni. Í heila tiki heldur hann seg ikki vera serliga romant- iskan. - Nei, avgjørt ikki. Men kanska er bara eri ov smæðin til slíkt. Í eini av talunum vildi ein í hvussu er vera við, at mítt fram- fýsna lyndi bara er eitt skálkaskjól fyri smædni, sigur Tórbjørn. Frálík veitsla Saman við konuni Ann er Torbjørn sera fegin um brúðarveitsluna, sum eydn- aðist avbera væl. Serliga glað eru tey bæði fyri góðu røðurnar frá vinfólkum og kenningum og undirhaldið, ið má sigast at hava verið rættiliga forkunnugt. Skald- ið Jóanes Nielsen las nevni- liga nakrar yrkingar upp, og eisini sang og spældi Martin Joensen nakrar av sínum sangum. Eisini skemtarin Hilmar Jan Hansen legði leiðina fram- við, har hann heilsaðu brúðgóminum við at herma eftir honum, so gestirnir sótu í skellilátri. Á matarlepanum stóð fiskasúpan til forrætt, lambskjøt til høvuðsrætt og omaná var Tiramisu. Leskiliga máltíðin var tann seinasta, sum Leif Sørensen borðreiddi við sum kokkur á matstovuni Gourmet, ið lat aftur um vikuskifti. Enska dansitónleikin syrgdi bólkurin Thunder- birds úr Vestmanna fyri, og so varð annars farið uppá gólv, har 'brúðarvísan gekk sum ongantíð fyrr', sum ein sera fegin og nýgiftur Tór- bjørn Jacobsen tekur til. Tobbi fekk sína Ann Brúðarparið Tórbjørn Jacobsen og Ann Ellefsen, saman við sínum vaksnu børnun og lítlu abbadóttrini hjá Tórbjørn Karin Wallén skrivar fyri ferðamannablaðið Vagabond