mánadagur 12. oktober 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 12. oktober 2009 – Nr. 194
Føroyska U-landsliðið fekk
fína dystarvenjing – og ein
sigur – tá tær sunnudagin
spældu fyrsta av fýra
venjingardystum móti
Grønlandi
Fram til mikudagin spælir føroyska
kvinnulandsliðið fýra dystir móti
Grønlandi, og skal metast eftir
fyrstu uppgerðini, so verður talan
um framúr dystarvenjing.
Sunnudagin gekk dysturin nógv
aftur og fram, men størsta partin
vóru tað kortini okkara, sum vóru
við yvirlutan.
Fyrst og fremst var hugaligt at
síggja, at hóast føroyskur
kvinnuhondbóltur í dag er soleiðis,
at útlendskir spælarar ofta hava
hug at trýsta føroysku spælararnar
frá bakkplássunum, so var
skotstyrkin á føroyska liðnum so
heilt hampuliga góð. Og tá gongd
kom á skjótálopini móti dystarenda,
hóttu okkara eina løtu við
veruligum stórsigri.
Ein trupulleiki í verandi løtu er tó,
at royndirnar á føroyska liðnum ikki
eru tær heilt nógvu, og tí var kortini
um reppið, at sigurin varð tveittur
burtur. Grønlendska liðið slapp at
gera dystin meira spennandi, enn
gott var, og seinasta minuttin
høvdu okkara tvey álop, sum vórðu
endað alt ov skjótt. Tá tað seinasta
av hesum var misnýtt, vóru
sekundini á talvuni kortini somikið
fá, at grønlendska liðið ikki av
álvara fekk stundir at seta eitt álop í
lag.
Dystirnir hesa ferð eru fyrstu
dystirnir hjá “nýggja” føroyska
liðnum, sum fyrst og fremst verður
bygt á ungar spælarar. Ein av
komandi avbjóðingunum er
Challenge-Trophy kappingin í vár,
og enn hevur Claus Rasmussen ikki
gjørt av, um hann til ta tíð tekur
fleiri av meira royndu kreftunum
inn á liðið.
Piotr skal venja B71
Síðani hann kom til Føroya í 1989 hevur Piotr Krakowski
virkað sum spælari og venjari hjá hópin av føroyskum
feløgum. Seinasti steðgurin hjá honum hevur verið í 07
Vestur, sum í ár mátti geva skarvin yvir í Vodafone-
deildini,m en Piotr fer tó ikki niður við vágamonnum.
B71 hevur nevnliga sett royna pólverjan í starv sum
høvuðsvenjara hjá felagnum komandi ár, so á ein hátt
kann sigast, at Piotr við hesum er vendur heimaftur.
Keita bestur á Toftum
Leygarkvøldið hevði B68 ársveitslu, og millum tað, sum
var á skránni, var eisini at finna fram til ársins B68-
spælarar. Ikki óvæntað fall valið á Ahmed Keita, sum
umframt at vera besti málskjúttin hjá B68 eisini var í
uppskoti til heiðurin sum ársins spælari á gallaveitsluni,
sum Miðlahúsið skipaði fyri. Í atkvøðugreiðsluni hjá B68
gjørdist Vlada Filipovic numamr tvey, meðan Jóan
Símun Edmundsson gjørdist nummar trý.
Bar Merkið um
málið á Hawaii
Karina Ottosen gjørdist nummar 547 av øllum og
tann sætt-besta í sínum bólki, tá hon í gjár kappaðist
í Ironman á Hawaii
Karina Ottosen kom sum fyrsti føroyingurin nakran tíð um málið á
stóru Ironman-kappingini, sum hvørt ár verður hildin á Hawaii.
Rættin at taka lut í kappingini vann hon, tá hon í summar tók lut í
kapping í Onglandi, og leygardagin fór hon sum fyrsti føroyingurin
nakran tíð undir avbjóðingina á einum av heimsins mest víðagitnu
kappingum.
10 tímar, 33 minuttir og 15 sekund seinni hevði Karina vunnið seg
tum teir teir 3,8 kilometrarnar við svimjing, 180 kilometrar á súkklu
og marathon-teinin í renning.
Sjálvt um hitin var oman fyri tey 30 stigini, so var Karina væl fyri, tá
hon kom um málið. Og umvegis teldubræv letur hon frætta, at
kenslan í kroppinum
hesa ferð helst var
betur, enn tá hon
kappaðist í
Onglandi í juli
mánaði.
Jákup
Hóast Karina
er skrásett sum
danskur íðkari, so
bar hon Merkið
við, tá hon sum
fyrsti føroyingurin
nakran tíð
kom um málið
í Ironman-
kappingini á
Hawaii
Føroyar-Grønland 25-24 (9-9):
Eitt spennandi
kvinnulandslið
Fyrst og fremst hevur Claus Rasmussen valt at byggja eitt lið upp við ungum spælarum. Men sjálvur
avvísir venjarin ikki, at royndar kreftir eisini verða slúsaðar inn á liðið
Mynd: Álvur Haraldsen
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Føroyar-Grønland 25-24 (9-9)
10 min: 2-3
20 min: 7-5
40 min: 15-13
50 min: 20-17
Málskjúttar
Føroyar: Liljan Djurhuus 6, Durita Mikkelsen 5, Durita Ljósstein 4,
Bára Berthelsen 3, Edith Hansen 2, Marjun Danbergb 2, Ninna K.
Johansen 1, Halla Midjord 1, Bára Danielsen 1
Grønland: Ivana Holm 5, Mia Rasmussen 4, Naasunnguaq Tremel
3(3), Nivi Wille 3, Ulla Kleist 2, Bonna Berthelsen 2, Lykke Hansen
2, Hanna Millik 1, Line Thomsen 1, Najaaja Lyberth 1
Brotskøst: Føroyar 1, Grønland 3
Útvísingar: Føroyar 3
Dómarar: Birgir Sondum & Thomas Juul Thomsen
Fakta um dystin