mánadagur 12. oktober 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 12. oktober 2009 – Nr. 194 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 15
Turkiski venjarin gevst
Við 2-0 tapinum móti Belgia er greitt, at Turkaland ikki kemur við til
HM-endaspælið komandi summar, og sunnudagin tók venjarin, Fatih
Terim avleiðingarnar av hesum. Terim hevur annars sáttmála fram til
2012, men sjálvur sigur hann, at tað er best, um onkur annar nú
tekur yvir. – Dysturin móti Armenia mikukvøldið verður mín seinasti
sum landsliðsvenjari, sigur Terim, sum fyrr hevur vant Fiorentina, AC
Milan og Galatasary.
Capello tapti
Fyri fyrstu ferð, síðani Fabio Capello tók við sum landlsiðsvenjari,
tapti Ongland ein fótbóltslandsdyst. Hetta hendi á útivølli móti
Ukraina í einum dysti, har málverjin, Robert Green, varð rikin av
vøllinum eftir einum korteri. Andrey Shevchenko brendi misnýtti
brotssparkið, sum spurdist burturúr hesum, men eftir hálvum tíma
skoraði Serhiy Nazarenko einasta málið, sum kom í dystinum.
Ongland hevur tó langt síðani tryggjað sær atgongd til
HM-endaspælið.
U-21 landsliðsvenjarin
er kortini nøgdur við
leikliga avrikið hjá sínum
monnum
- Skuffandi úrslit. Tað var 1-0 líka
til dystarenda. Tað síðsta, sum
hendi í dystinum var, at teir
skoraðu, so tað er eitt sindur
deprimerandi, sigur Bill McLeod
Jacobsen, venjari hjá U-21
landsliðnum úr Moskva.
Fyrra málið kom eftir 20
minuttirs spæl, tá Hans Jørgen-
sen vippaði bóltin upp á yvir-
leggjaran, men har føroyska
verjan var ov sein til at fylgja
upp.
- Vit spældu fínan fótbólt.
Smáspælið hjá okkum á miðjuni
riggaði væl, og verjan stóð sterk.
Finnur Justinussen var í
álopinum, stuðlaður av Christian
R. Mouritsen. Seinni bleiv Jóan
Símun Edmundson fluttur fram í
álopið, og tá bleiv Finnur
Justinus sen fluttur út á veingin.
Vit høvdu 5-6 rættiliga stórar
málmøguleikar, har Steinarr
Kamban hevði tann størsta ímóti
dystarenda. Hann fekk innaru
síðuna á bóltin, men tíverri fór
royndin beint á russiska málverj-
an, greiðir Bill McLeod Jacobsen
frá.
Bill heldur, at debutanturin,
Steinarr Kamban gjørdi tað gott í
dag. Bill heldur, at ein eitt-máls-
sigur til Russland hevði verið eitt
rættvíst úrslit, tí yvir allan dystin
var Russland betri enn Føroyar,
men hann staðfestir, at 1-0 hevði
sæð væl betri út enn 2-0. Men
2-0 ímóti einum sterkum russ-
iskum liði á útivølli er á einari
leið.
- Men leikliga eri eg nøgdur, vit
spældu ein fínan dyst, undir-
strikar Bill McLeod Jacobsen.
Leikliga avrikið gevur eisini
vónir um eitt líkinda úrslit ímóti
Rumenia í komandi viku. - Vit
spæla longu týsdagin aftur, og
tað kann kosta í kreftum, serliga
á miðjuni, segði Bill McLeod
Jacobsen úr Moskva.
Bill McLeod Jacobsen var væl
nøgdur um føroyska avrikið,
hóast seinna russiska málið
ikki akkurát pyntaði um
úrslitið
Føroyska U21-landsliðið
var væl við í dystnum
móti Russlandi, men tað
eydnaðist ikki at skapa enn
eina sensatión
Russka bjørnan lat seg ikki lumpa
fleiri ferðir á rað. Leygardagin á
døgurða spældi føroyska U21-
landsliðið móti Russlandi, sum
skuldi hevna eyðmýkingina í
Gundadali fyrr í ár, og partvíst
eydnaðist hetta. Men tað hendi ikki
við stórsigrinum, sum russar uttan
iva høvdu ætlað sær.
Russar komu á odda í fyrra
hálvleiki, men hóast teir trýstu
nógv, so eydnaðist teimum ikki at
taka spenningin úr dystinum.
Tvørtur ímóti høvdu okkara menn
eisini sínar møguleikar, og við eitt
lítið sindur av hepni kundu
føroyingarnir eisini havt javnað.
Luftin fór tó úr okkara spælarum
at enda, og tá russar í yvirtíðini
skoraðu sítt næsta mál, var fagnað-
urin hjá heimamonnunum ovur-
stórur.
- Eg var akkurát ov stuttur,
men við eini tíggju senti-
metrum aftrat, so hevði
eg kanska fingið tonna á
bóltin, sigur Rógvi Ja cob-
sen um støðuna beint
áðrenn franskmenn økja til
2-0 og avgera dystin
Tréguier, Frankaríki: Hann telist
millum okkara stóru, men
leygarkvøldið var hann ov lítil. Í
tveimum førum tveitti Rógvi
Jacobsen seg fram eftir einum
frísparksinnleggi frá Súna Olsen,
men í báðum førum var vælvaksni
klaksvíkingurin akkurát ov stuttur.
Serliga fyrra støðan var harmilig,
tí beint aftaná fara franskmenn í
kontraálop, skora og avgera í roynd
og veru dystin. – Men áðrenn tað
koma teir ikki spælandi til heilt
stórar kjansir. Teir hava okkurt úti
frá, sum rakar yvirleggjaran, men
annars standa vit okey á vøllinum.
Men so haldi eg gott tú kanst siga,
at trý tey fyrstu málini vóru gávur
frá okkara síðu, og so renna vit
aftan á restina av dystinum, metir
Rógvi Jacobsen, sum var aftur á
føroyska landsliðnum eftir fráveru í
meiri enn eitt ár vegna skaða.
Bilsin um at byrja
Tískil var hann eisini bilsin um at
byrja inni móti Frankaríki.
– Eg vónaði at fáa ein hálvleik,
men hevði ikki roknað við at byrja
inni, so tað eri eg bara fegin um,
sigur Rógvi Jacobsen, sum tó
harmast gongdina í dystinum.
– Tað gjørdist øgiliga tungt. Eg
haldi tað er tí, at vit bakka so nógv
fyri ikki at opna fyri teimum, men
av tí sama eru vit ikki nóg
aggresivir á bóltinum, tá teir hava
hann og tí verða vit pressaðir aftur,
greiðir Rógvi Jacobsen frá, sum er
alt annað enn nøgdir við avrikið
leygardagin.
– Tá tú tapir 5-0, so sigur tað seg
sjálvt, at tað er okkurt, sum ikki
riggaði sum tað skuldi, sigur hann.
Av tí sama er eisini nokk at
arbeiða við, metir Rógvi Jacobsen. –
Nú skulu vit hava gott mót og reisa
okkum aftur áðrenn vetrarsteðgin.
Fyrst og fremst ræður um at hyggja
eftir, hvat fekk galið leygardagin. Trý
tey fyrstu málini er nakað, vit ikki
fáa ruddað burtur. Eru vit tættari í
teimum og blokera skjótari, so
kunnu vit fyribyrgja nokk so
nógvum, sigur Rógvi Jacobsen,
áðrenn hann leggur aftrat.
– Men har er eisini nógv, vit skulu
rætta upp á.
Bill harmaðist
seinna málið
heris@sosialurin.fo
Heri Simonsen
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Stóri Rógvi var ov stuttur
Føroyska U21-landsliðið, sum spældi í Moskva, var mannað soleiðis: 1 Hans Jørgensen, 3 Rógvi Holm,
5 P.J. Justinussen, 6 Jóhan Ellingsgaard, 7 Rógvi Poulsen (Páll Klettskarð 89.), 8 Róaldur Jacobsen
(Steinarr Kamban 70.), 9 Finnur Justinussen (Øssur Dalbúð 52.), 10 Christian R. Mouritsen, 11
Kristoffur Jacobsen, 13 Heri Nesá, 14 J.S. Edmundson
Taptu 2-0 móti
Russlandi
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk