Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-12, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. oktober 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 12. oktober 2009 – Nr. 194 Eftir tað, sum hann sjálvur lýsir sum ein av keðiligastu døgunum, hann hevur verið knýttur at einum liði, lovar Kerr broytingar á liðnum til mikukvøldið Tréguier, Frankaríki: Brian Kerr royndi ikki at pynta upp á veru­ leikan, eftir stórtapi leygardagi. – Nei, har er einki positivt, vit kunnu taka burtur úr einum slíkum dysti. Har eru øgiliga fáir spælarar, sum spæla upp til tað, teir eru mentir. Persónliga er hatta eisini ein av teimum keðiligastu døgunum, eg havi verið knýttur at einum liði, og ein av teimum mest truplu døg­ unum eisini, við tað, at vit einki hava so lítið at skula sagt, segði Brian Kerr, landsliðsvenjari, eftir dystin. – Tað einasta góða í øllum hesum er, at vit hava ein møguleika at reisa okkum mikudagin, segði hann. Helst fleiri broytingar Hetta ætlar hann sær eisini at gera, og til tað hevur hann 22 mans at velja í millum – fýra meir enn leygar kvøldið. – Ja, har verða heilt víst broyt­ ingar, tí liðið hevur brúk fyri nýggjari orku. Um tað vera tríggjar, fýra ella fimm broytingar, veit eg ikki. Nú fara vit at hyggja eftir dystinum hjá okkum umaftur og síðani at dystinum hjá Rumenia, og so taka vit støðu til tað tá, sigur Brian Kerr. Sjálvur vísur landsliðsvenjarin eisini á, at tað var ein trupulleiki fyri føroyska liðið, at menn við roynd­ um úr bestu donsku og íslendsku deildini manglaðu. – Gloppið millum støði á okkara monnum og teimum fronsku verð­ ur so stórt, og har er altso stórur munur á. Vit koma ongantíð upp á teirra støði, men vit mugu syrgja fyri, Júst munurin á støðinum hjá leikarunum er eisini avgerandi fyri, at tvey mál koma í endanum av dystinum. – Tá kemur munurin millum teirra, ið spæla sum fulltíðar yrkis­ leikarar og so okkum til sjóndar. Lastar ikki leikarar Eitt annað, sum eisini gjørdi tingini trupul hjá føroyingum, var at franska landsliðið í stóran mun spældi við fýra áleyparum við Henry og Gouvu í borðunum. – Í Føroyum spæla øll liðini við næsta bara einum áleypara, men her vóru fýra, greiðir Brian Kerr, sum tó eisini mátti síggja, hvussu ein maður tægaði føroysku verjuna sundur, áðrenn hann skoraði. – Tað er skuffandi at síggja ein mann fara framvið fýra monnum, tá vit hava ein kjans fyri at javna beint áðrenn, sigur landsliðsvenjarin, sum tó ikki hevur hug at lasta nakran ávísan spælara. – Ja, vit gera persónlig mistøk í samband við onkur mál, men vit vóru eisini hepnir áðrenn tað, vísir hann á. Krevja hvíld Mikudagin stendur dysturin móti Rumenia á skránni. Tann seinasti í hesum undanumfarinum til HM­endaspælið. – So nú er umráðandi at fáa hvíld. Dysturin leygarkvøldið var ógvuliga krevjandi og tí skulu vit koma fyri okkum aftur. Vit skulu eisini vera greiðir um, at Rumenia er eitt heilt øðrvísi lið, so fyrireikingarnar vera eisini øðrvísi. Nú lata vit dystin móti Frankaríki liggja og venda fokus móti Rumenia­dystinum, sigur Brian Kerr, landsliðsvenjari. Serena trívist nakin Serena Williams, sum í løtuni er besti kvinnuligi tennis­ spælarin í heiminum, er avmyndað nakin á forsíðuni á nýggjasta ESPN­magasininum, the Body Issue. Sjálv er Serena sera væl nøgd um myndina. – Eg haldi hana vera sera góða. Eg vildi hava, at tað skuldi vera klassiskt og ikki ónærisligt, at tað haldi eg er eydnast, sigur Serena Williams. Ferguson við umbering Sir Alex Ferguson okm um vikuskiftið við eini treytaleysari umbering, eftir at hann eftir javnleikin móti Sunderland seinasta vikuskifti fanst harðliga at dómaranum í dystinum. – Eg biði um umbering til Mr. Wiley fyri persónligu eyðmýkingina, sum eg havi verið atvold til, og eisini biði eg um umbering til enska fótbóltssambandið, segði Sir Alex Ferguson. Tað er tó ikki vist, at umberingin munar nakað, tí enn hevur FA ikki gjørt av, um Ferguson skal revsast fyri útsagnir sínar. Mótstøðuliðið slapp at skjóta fýra brotsspørk áðrenn steypafinalan byrjaði Álendska liðið, IFK Mariehamn, sum hevur tryggjað sær fjórða plássið í bestu finsku fótbóltsdeildini, hevur nú eisini vunnið álendsku steypakappingina. Talan er um sekstanda árið á rað, at IFK Marie hamn vinnur álendsku steypakappingina. IFK vann í finaluni 9­4 yvir Jomala IK, sum spælir í finsku 4. deild. Við til ta serligu søguna hoyrir, at 4. deildarliðið slapp at skjóta fýra brotsspørk, áðrenn dysturin kundi fara í gongd. Jomala setti trý í netið, meðan tað fjórða fór á stongina. Jomala var sostatt á odda 3­0, tá dysturin byrjaði. Men hetta nervaði ikki IFK Mariehamn nógv, sum hevur eitt lið við yrkisspælarum úr nógvum ymiskum londum. Bara tveir minuttir vóru farnir, so hevði IFK ”reduserað” til 1­3. Og skjótt rapaðu málini inn hjá 4. deildarliðnum. Tað eydnaðist kortini Jomala at fáa eitt ”normalt” mál, sum teir fingu aftaná hornaspark. David Lindholm, sum spælir við Jomala sigur við blaðið ”Nya Åland”, at hann er nøgdur. ­ Vit royndu so væl, sum vit kundu, og tað eydnaðist okkum at fáa eitt mál undir vanligum spæli, og tað eydnaðist okkum at sleppa undan at tapa tveysiffrað, so eg haldi, at vit kunnu vera nøgdir hóast alt. Tað sum alt Áland kortini fegnast um er, at IFK Mariehamn hevur tryggjað sær fjórða plássið í bestu finsku liguni, og skal IFK Mariehamn sostatt vera eitt av liðunum, sum umboðar Finnland til Europa League kappingina í 2010. Hetta merkir aftur, at EB/ Streymur, Víkingur ella NSÍ kunnu trekkja IFK Mariehamn. Tað hevði verið nakað av tí. Kerr lovar broytingar Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo heris@sosialurin.fo Heri Simonsen Vunnu 9-4, hóast aftanfyri 0-3 Brian Kerr, landsliðs venjari, hevur pakkað dystin móti Frankaríki niður og fokuserar nú bara upp á Rumenia-dystin Mynd: Rólant Waag Dam Jomala spælararnir heiðra IFK liðskiparanum aftaná álendsku steypafinaluna