mánadagur 12. oktober 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 12. oktober 2009 – Nr. 194 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 17
Palermo bjargaði Argentina
Við einum máli í yvirtíðini syrgdi veteranurin, Martin Palermo, fyri,
at Argentina framvegis hevur vónina um at vinna seg til
HM-endaspælið í fótbólti. Málið gjørdi nevnliga, at Argentina vann
2-1 á Peru, og nú stendur Argentina seg, um teir megna at spæla
javnt í seinasta dystinum, sum er á útivølli móti Uruguay. Og sum
tað sæst á myndini, so var argentinski landsliðsvenjarin meira enn
fegin um málið.
Ronaldo úti næsta mánaðin
Talan var um dýran sigur, tá Portugal leygardagin vann 3-0 móti
Ungarn. Cristiano Ronaldo hevði verið ivasamur undan dystinum,
men hann segði seg kortini vera kláran at spæla. Men tað var ikki
leingi, áðrenn økulin aftur gav trupulleikar, og nú eru boðini úr
Real Madrid, at heimsins dýrasti spælari ikki spælir aftur næsta
mánaðin. Eftir øllum at døma er talan um sama skaða, sum noyddi
Ronaldo av vøllinum í Champions League dystinum móti
Marseille.
Tilsamans 110 lands
dystar royndir. So nógv
ríkari er hópurin hjá Brian
Kerr undan dystinum í
móti Rumenia, nú Jákup á
Borg, Símun Samuelsen,
Christian Lamhauge Holst
og Einar Hansen hava sitið
leikbann av sær
Piatra Neamt, Rumenia: Teir fýra
byrjaðu allir sum ein inni í sigrinum
móti Litava. Teir somu fýra sótu allir
uttanfyri leygarkvøldið.
Jákup á Borg er tann leikarin við
næstflest royndum á føroyska
landsliðnum. Mikukvøldið kann
hann spæla sín dyst nummar 60.
Tilsamans eru teir fýra leikbannaðu
leikararnir seinasta dyst skrásettir
fyri heili 110 landsdystir.
Umframt hesar royndir, er eisini
talan um nakrar mans, sum hava
verið ógvuliga væl koyrandi sein-
astu tíðina. Bæði á landsliðnum og í
heimligu deildini.
Harumframt hava bæði Símun
Samuelsen og Christian Lam-
hauge Holst nakrar royndir frá
Íslandi og Danmark, sum eru
rættiliga nógv verdar í
landsliðssamanhangi.
Góðir undir venjing
Hóast teir fýra ikki vóru tøkir leygar-
kvøldið, hava teir vant eins hart og
nógv og hinir. Undir hesum somu
venjingum hevur Jákup á Borg víst
seg at vera serstakliga væl fyri,
meðan hinir tríggir eisini hava verið
sannførandi.
Tað vil siga, at teir higartil hava
gjørt sítt at sannføra Kerr um, at teir
skulu hava pláss á liðnum miku-
kvøldið.
Tríggir fyri fyrstu ferð
Fyri Jákup á Borg er hetta við leik-
bannum annars ikki nakað nýtt
sum so. Hinvegin hava hvørki
Símun Samuelsen, Christian Lam-
hauge Holst ella Einar Hansen verið
leikbannaðir á landsliðnum áður.
Hvat Símuni Samuelsen og
Christian Lamhauge Holst viðvíkur,
er hetta áhugavert. Báðir hava
nevni liga verið partur av landsliðs-
hópinum í seks ár, men hetta er
fyrsta leikbannið, teir hava rent seg
í.
Í so máta var Einar Hansen
kvikari. Hann spældi sín fyrsta
landsdyst í 2007. Um hann kemur
at spæla dyst nummar níggju
mikukvøldið, fer tíðin at vísa. Í øllum
førum var saknur í honum og
hinum á vøllinum leygarkvøldið.
Drúgv og góð ferð
Saknur var í teimum
Góðar seks tímar tók tað
landsliðnum at ferðast frá
Frankaríki til Rumenia. Talan
var tó um ein góða ferð
Piatra Neamt, Rumenia: Føroyska
ferðalagið heldur til í rumenska
býnum Piatra Neamt.
Býurin liggur 350 kilometur
norðan fyri høvuðsstaðin Bukarest,
og 60 kilometrar frá nærmasta
flogvøllinum, sum liggur í býnum
Bacau. Í Piatra Neamt búgva beint
omanfyri 100.000 fólk.
Landsliðið fleyg beinleiðis úr
Brest í Frankaríki til Bukarest í gjár.
Hesin túrurin tók smáar fýra tímar,
og úr Bukarest varð flogið til Bacau.
Ein túrur, sum tók ein hálvan tíma.
Síðani var føroyska ferðalagið
eskorterað av løgregluni teir 60
kilometrarnar til Piatra Neamt.
Hava vant tvær ferðir
Klokkan var farin av sjey, tá føroyska
ferðalagið var frammi á hotellinum,
men her tók Brian Kerr menn sínar
út á vøllin so at siga beinanvegin,
soleiðis at hesir fingu rørt seg eitt
lítið sindur eftir longu ferðina.
Og hóast langa ferð sluppu
leikararnir ikki at sova leingi.
Klokkan 10.30 í morgun var
landsliðið aftur á venjingar-
vøllinum, sum liggur beint við
Ceahlaul Stadium, har dysturin skal
spælast mikukvøldið.
rólant
Tveir eysturoyingar
á flogvøllinum í
Brest í Frankaríki
fyrrapartin í gjár
Mynd: Rólant Waag Dam
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Hesir fýra eru tøkir mikukvøldið og harvið hevur Brian Kerr 22 mans at velja í millum
Mynd: Rólant Waag Dam