mánadagur 12. oktober 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 12. oktober 2009 – Nr. 194
Munurin millum eitt lið,
sum er mannað við leikar
um úr Barcelona, Man
chester United, Chelsea og
Real Madrid og einum, sum
bara hevur spælarar úr
føroysku Vodafonedeildini,
varð ruddiliga staðfestur
leygar kvøldið. Frankaríki
var bæði klassar og kassar
betri enn Føroyar
Tréguier, Frankaríki: Hvussu endar
tað, tá eitt franskt landslið í hopla
møt ir einum føroyskum landsliðið,
ið ikki rakar dagin? Svarið kom
leygar kvøldið, tá franskmenn veru
liga vístu hvør munurin millum
heim s tjørnur og føroysk bygdarfrell
er.
Anelka í móti á Bø. Evra í móti
Løkin. Henry í móti Davidsen. Ben
zema í móti Gregersen. Altjóða
heim stjørnur í móti føroyskum
heim føðingum.
18.000 franskmenn og 50 føroy
ingar á Stade de Roudourou. Øll
odds vóru vend móti okkum, og tað
var ikki uttan orsøk, varð staðfest.
Trýstir í botn
Føroyska liðið slapp at byrja dystin,
men tað gingu ikki nógv sekund,
áðr enn franskmenn høvdu vunnið
sær bóltin. Hendan høvdu teir eisini
í rættiliga stóran mun næsta hálva
annan tíman, har føroyska liðið var
trýst so nógv sum sjáldan áður.
Fyrsta hálva tíman megnaðu vit
tó at halda málið reint, men tað var
ikki meiri enn tað sama. Tvær ferðir
høvdu franskmenn rakt træverkið,
um framt fleiri aðrar vandastøður
eisini høvdu verið.
Talan var ikki um nakrar ávaringar,
men bara um upphiting frá franskari
síðu. Tí um føroyingar hildu, at teir
høvdu riðið stormin av, tá ein trið
ing ur av dystinum var spældur, og
støðan framvegis var málleys og
har við jøvn, so vórðu hesir op ti
mistiar spældir sundur og saman –
skotn ir niður.
Alt avgjørt upp á
fimm minuttir
34 minuttir vóru spældir og støðan
verð ur 10. Málið er eitt kopi av
einas ta málinum, franskmenn skor
aðu í Føroyum í august.
Bólturin verður fluttur inn úr
borði num, Gignac móttekur og
slepp ur at venda, tí Atli Gregersen
ikki situr í kroppinum á honum.
Mað ur in snarar um seg sjálvan,
smekk ar til og Jákup Mikkelsen er
prís givin.
39. minuttir vóru spældir og støð
an verður 20. Ein langur bólturin
verð ur spældur niðan til Gignac,
sum fer upp eftir hesum saman við
Atla Danielsen.
Bólturin dettur niður, men hvørki
Atli Danielsen ella Bogi Løkin megna
Frakland – Føroyar 50 (20):
Klassar og kassar á m
50 móti 18.000
Stadion tók 18.040 áskoðarar og smáir 18.000 teirra vóru
franskmenn. Restin – umleið 50 – taldi føroyingar. Tað munaði
nevniliga øgiliga væl, at ein studentaskúlaflokkur úr Hoydølum
var á námsferð á leiðini, og tískil eisini nýtti høvið at stuðla
landsmonnum sínum. Hóast hesir føroyingar ikki munaðu nógv
á Stade de Roudourou, so hava fleiri leikarar nevnt, at teir løgdu
merki til føroysku fjeppararnar. Tískil fóru fleiri av leikarunum
eisini yvir til føroyska flokkin eftir dystin, og takkaðu teimum fyri
stuðulin við at klappa út til teirra.
Massa á veg aftur
Brasilski Felipe Massa, sum í juli var partur av ógusligari
vanlukku í Formel 1, er nú um at koma fyri seg aftur. – Fyrstu
úrslitini eru positiv. Ikki minst kanningin av eygunum, sum
vísir, at Massa hevur fingið fullu sjón sína aftur, skrivar Ferrari
á heimasíðu sínari. Massa hevur hesa seinastu vikuna koyrt í
einum simulator, og í dag skal fyri fyrstu ferð síðani
vanlukkuna koyra í einum formel1 bili.
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo