Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-12, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. oktober 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 12. oktober 2009 – Nr. 194 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 19 at fáa fatur í hesum – tíansheldur at fella mannin, sum strýkur avstað fram við trimum føroyingum, áðrenn hann smekkar kúluna í kassan. Eitt fantastiskt mál, men eisini vána ligt verjuspæl frá føroyskari síðu! Uppaftur harmiligari verður tað, tá hugsað verður um, at føroyingar í roynd og veru ikki vóru langt frá at javna beint áðrenn franskmenn øktu um leiðsluna. Súni Olsen legði eitt fínt frí sparks­ inn legg inn í feltið, men Rógvi Jacob sen var tíverri – hóast hann telist millum teir størru í føroyska hópi num – nakrar sentimetrar ov stutt ur. Kjansurin var ikki stórur, men hann var har. Heldur enn 1­1, gjørd­ ist støðan 2­0 hálvan minutt seinni. Rógvi og Domenech Stutt undan kjansinum hevði Rógvi Jacobsen eisini gjørt vart við seg á ann an hátt. Í samband við eitt inn­ kast, sum Føroyar vinnur í høgra borði, skundar klaksvíkingurin sær eftir bóltinum, sum Domenech, franski landsliðsvenjarin, hevur tikið upp í hendur sínar. Men tá hesin, heldur enn at geva Rógva Jacobsen bóltin, tveitur hann burtur, gevur Rógvi Jacobsen venjara num eitt uppiborið skump. Einki ógvusligt lá í tí, men einans ein staðfesting av, at hóast tit eru vara heimsmeistarar, skulu tit ikki upp føra tykkum sum tykkum lystir. Markeringar frá føroyskari síðu var saknur í leygarkvøldið! Gjørdu skjótt av Stutt eftir steðgin punkteraði Gallas dystinum fullkomiliga. Henry leggur ein bólt innfyri, og við handaru stong er Johan Troest Davidsen ikki nóg vakin. Gallas stútar bóltin í netið. Nakað seinni dovnar dysturin eitt sindur. Franskmenn fella longur aftur á vøllin, og eina løtu sleppa før oy ingar at flyta seg eitt sindur inni á fronsku hálvuni. Men við innskifta Benzema á odda, fer franska ferðin upp aftur og sigur in verður ruddiliga staðfestur. Fyrst finnur hann Henry, sum ikki fær bóltin framvið Jákupi Mikkelsen, men Anelka er vakin og sparkar retur in í netið. Síðani tekur Benzema sakina í egn ar hendur, dregur framvið stór­ um parti av føroysku verjuni, áðrenn hann smekkar bóltin í málið. Aftur tvey skjót mál. Bæði innan­ fyri tríggjar minuttir, har einki er eftir av føroyskari orku ella írskum rópu m. Neyðugt við broytingum Klassamunur er tað, ið stendur eftir leygarkvøldið. Greitt er tó, at før­ oyska avrikið kann vera munandi betri. Greitt er eisini, at Kerr í sjálvum sær ikki er nakar gandakallur. Tað ber eisini til at tapa stórt við honum við róðrið. Skal hetta umgangast miku kvøld­ ið – og tað skal tað – er neyðugt við broytingum. Taktiskum broytingum, tí føroyska liðið kom at liggja alt ov aftarlaga á vøllinum, soleiðis at franskmenn sluppu óneyðuga langt fram, áðrenn teir vóru trýstir. Men eisini fysiskum broytingum er brúk fyri, soleiðis at onkur fer út og aðrir koma inn. Símun Samuelsen, Christian Lamhauge Holst og Jákup á Borg hava allir eginleikar, sum sakn ur var í leygarkvøldið. Hesir eru nú til taks hjá Kerr. muni Fysioterapeutur bleiv manager Fyrrverandi stórspælarin hjá Liverpool, John Barnes, fekk ikki serliga langa tíð sum venjari hjá Tranmere í triðjubestu ensku deildini. Eftir 11 dystum hevur hann nevnliga fingið sekkin, og tað sama hevur hjálparvenjari hansara, Jason McAteer, eisini fingið. Nýggjur manager í felagnum er Les Parry, sum undan hesum starvaðist sum fysioterapeutur í felagnum! Týskland klárt til HM Týskarar vístu enn einaferð, at teir standa ógvuliga væl á vøllinum. Russland hevði bóltin nógv, og hevði nakrar naskar málroyndir, men tað gjørdist kortini Týskland, sum fór við øllum. Lukas Podolski sendi ein djúpan bólt til Mesut Özil, sum spældi bóltin hegnisliga til Miroslav Klose, sum kundi skora enn eitt mál fyri Nationalelf. Özil var nær við at økja til 2­0, men skotið hjá honum rakti yvirleggjaran. Arshavin hevði eisini ein gyltan møguleika at javna fyri Russland, men hann tók ikki av møguleikanum. Týskland hevur tikið lut í hvørjum HM­endaspæli síðani 1954. Bogi Løkin í dysti við Evra. Fronsku stjørnurnar vóru ikki óvæntað fleiri klassar oman fyri føroysku amatørunum Mynd: Polfoto/AP Luftbóltarnir vóru eitt av vápnunum, har føroyingar høvdu vónir um at gera okkurt, men heldur ikki her megnaðu Fróði Benjaminsen og Rógvi Jacobsen av álvara at seta seg ígjøgnum Mynd: Polfoto/AP Frakland-Føroyar 5-0 (2-0) HM undankappingardystur á Stade Municipal de Roudourou í Guingamp lleygardagin 10. oktober 2009 kl. 21.00 1-0: Andre­Pierre Gignac 34. 2-0: Andre­Pierre Gignac 39. 3-0: William Gallas 53. 4-0: Nicolas Anelka 86. 5-0: Karim Benzema 88. 18.040 áskoðarar Dómarakvartett úr Póllandi: Robert Malek, Krzysztof Myrmus, Maciej Wierzbowski og Pawel Gil (innskiftur sum dómari í 76.) Frakland: 1.Steve Mandanda, Marseille ­ 2. Bakari Sagna, Arsenal, 5. William Gallas, Arsenal, 3. Eric Abidal, Barcelona, 13. Patrice Evra, Manchester United – 8. Sidney Govou, Lyon (7. Florent Malouda, Chelsea, 62.), 6. Lassana Diarra, Real Madrid, 14. Jeremy Toulalan, Lyon (7. Moussa Sissoko, Toulouse, 62.), 12. Thierry Henry, liðformaður, Barcelona – 9. Nicolas Anelka, Chelsea, 11. Andre­Pierre Gignac, Toulouse (Karim Benzema, Real Madrid 73.) Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Julien Escudé, Sevilla, Cédric Carrasso, Bordeaux, Bafetimbi Gomis, Lyon og Alou Diarra, Bordeaux Venjari: Raymond Domenech Gult kort: Lassana Diarra Føroyar: 1. Jákup Mikkelsen, 66/­149, KÍ – 8. Atli Danielsen, 34/0, KÍ, 5. Egil á Bø, 10/0, EB/ Streymur, 4. Atli Gregersen, 5/0, Víkingur, 3. Johan Troest Davidsen, 14/0, NSÍ – 11. Bogi A. Løkin, 10/1, NSÍ, 7. Fróði Benjaminsen, 55/3, HB, 9. Súni Olsen, 38/3, Víkingur (18. Brian Olsen, 2/0, EB/Streymur, 90.), 2. Jann Ingi Petersen, 16/0, NSÍ (15. Jónas Þór Næs, 10/0, Frem, 64.), 10. Christian Høgni Jacobsen, 48/2, NSÍ – 6. Rógvi Jacobsen, 52/10, ÍF (14. Andreas Lava Olsen, 4/1, Víkingur, 80.) Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 16. Meinhard Joensen, 0/0 NSÍ, 12. Arnbjørn T. Hansen, 6/1, EB/Streymur, 13. Bartal Eliasen, 6/0, ÍF, 17. Andy Olsen, 0/0 ÍF Venjari: Brian Kerr Gult kort: eingin FAKTA