Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-12, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. oktober 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 12. oktober 2009 – Nr. 194 Eingin av føroysku úti­ leikar unum kunnu vera nøgd ir við sítt avrik móti Franka ríki. Ikki ein teirra spæl di upp til sítt besta, og av tí sama riggaði liðið ikki sum ein eind 1. Jákup Mikkelsen, 66/­149/0 Tá málverjin letur fimm mál fara í gjøg num og kortini er dagsins mað­ ur hjá Føroyum, so sigur tað ikki lítið um hansara avrik. Hevði tað ikki ver­ ið fyri Jákup Mikkelsen og hansara træverk, kundi tapið – um illa vildi til – verið tveysiffrað. Serliga bjarg ing­ ar nar, tá hann móti dystarenda var einsamallur við fyrst Anelka og so Henry vóru í heimsflokki, men liðformaðurin hevði eisini fleiri aðrar ser stakliga góðar bjargingar. Eitt av rik, Jákup Mikkelsen kann vera meiri enn nøgdur við, hóast fimm mál fóru í gjøgnum – og tað er ikki ofta, at man kann tað. Frálíkt Jákup! 2. Jann Ingi Petersen, 15/0 Toftamaðurin á miðvøllinum slapp at byrja inni, men sannførdi upp á ongan hátt, at hann skal fáa endurval mikukvøldið. Hevði tað trupult yvir fyri Diarra og Toulalan, har hann ofta valdi at vera afturhaldin, heldur enn at taka nærdystirnar sum teir eru. Var ikki nóg avgjørdur í sínum spæli og fekk av tí sama bara ein tíma á vøll i num, tá hann sum fyrsti før oy­ ingurin, púra natúrligt, varð skiftur út. 3. Johan Troest Davidsen, 14/0 Fleksibli verjuleikarin varð fluttur yv ir á vinstra bakk, har hann royndi tað, hann var mentur. Varð yvir­ spæld ur, tá Govou rakti tvørtræið og tapti tó luftdystin við Gallas, tá hann stútaði til 3­0. Kom sjáldan nið an á fronsku hálvuna, men við Thierry Henry sum beinleiðis mót­ støðu manni, var tað helst skilagott at halda seg rímiliga langt afturi á vølli num. Ikki besti dysturin hjá Johan Troest Davidsen. 4. Atli Gregersen, 5/0 Víkingurin spældi sín fimta lands­ dyst, og hóast hann hevur spælt betri enn leygarkvøldið, so spældi hann seg á ongan hátt av liðnum. Hann royndi eisini í stóran mun at spæla enn at sparka, sum oftast er skilabest – eisini móti Frankaríki.Var tó óheppin í samband við fyrsta mál ið, har Gignac setti hann av utt­ an stórvegis hóvasták. Fór eisini skei v ur av einum innleggi tíðliga í fyrra hálvleiki, har Jákup Mikkelsen tí bet ur var vakin og fekk bóltin. Annars var Atli Gregersen rættiliga sjón lig ur við tað, at hann vann nógvar bóltar við at leggja pressið á Anelka og Gignac, áðrenn hesir høvdu móttikið bóltin. 5. Egil á Bø, 10/0 Egil á Bø spældi sín tíggjunda lands­ dyst leygarkvøldið, har hann varð valdur framum Bartal Eliasen til mið verju plássið undir liðini á Atla Greger sen. 35 ára gamli miðverjin spæl di sum heild ein skilagóðan dyst, men uttan at imponera. Hevði eina umráðandi blokadu, tá hann setti høvdið fyri eitt skot frá Henry tíðl iga í seinna hálvleiki, og var ongantíð runnin um koll av franska pressinum, eins og fleiri av hansara lið feløgum. 6. Rógvi Jacobsen, 52/10 Var fyri fyrstu ferð við undir Brian Kerr og var aftur á landsliðnum eftir at hava verið burtur í meiri enn eitt ár. Hevði eina sera trupla uppgávu sum einsamallur áleypari. Royndi tó at arbeiða og kom eisini væl aftur í vøllin í fleiri førum, og stuðlaði so leið is miðvøllinum. Vann tó ikki eins nógvar luftbóltar sum vanligt, og var í tveimum førum nakað stuttur til frísparksinnlegg frá Súna Olsen. Gjørdi tó vart við seg, við at skumpa undir franska lands liðs venjar an, tá hesin ikki Stóðu ikki mát 16 eru nú til reiðar 16 lond hava vunnið sær pláss í HM­endaspælinum. Og hyggja vit eftir listanum, so síggja vit nógvar gamlar kenningar. Tey 16 londini sum higartil hava vunnið sær pláss í HM­endaspælinum eru hesi : Evropa (13 lond): Ongland, Spania, Holland, Týskland, Danmark, Serbia, Italia. Suðuramerika (4 lond, nummar 5 spælir play­off): Brasilia, Paraguay. Asia (4 lond, nummar 5 spælir play­off): Australia, Japan, Suðurkorea, Norðurkorea. Afrika (6 lond): Ghana, Fílabeinsstrondin, Suðurafrika. Talið av luttakandi londum til HM í Suðurafrika komandi summar verður 32. Lars og Henke gevast Svenski landsliðsvenjarin Lars Lagerbäck boðaði í gjár frá, at hann gevst sum venjari. Sama ætlar álopsspælarin Henrik ”Henke” Larsson eisini at gera. Svøríki tapti 1­0 móti Danmark leygarkvøldið og vónirnar hjá sviðum at fara víðari til HM eru so at siga knústar. ì hesum høpi boðaði tí landsliðsvenjarin frá at hann hevur gjørt sítt og letur nýggjar kreftir taka yvir. Henrik ”Henke” Larsson sum fleiri ferðir er givin á landsliðnum, men lokkaður aftur gevst eisini. Hann hevur ætlanir um at byrja at arbeiða sum venjari. Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo