Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-12, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. oktober 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 12. oktober 2009 – Nr. 194 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 23 vildi geva Rógva Jacobsen bóltin. Hetta fall ikki í góða jørð millum fronsku fjepp ar arnar, sum eisini lótu Rógva Jacobsen vita av hesum, tá hann varð skiftur út tíggju minuttir fyri leik lok. 7. Fróði Benjaminsen, 55/3 Var merkiliga lítið sjónligur leygar­ kvøldið, har millum lítið og einki sást til ársins leikara í Voda fone deild ini. Átti størsta føroyska kjansin, tá hann sparkaði ein leysan bólt upp um fáar metrar frá málinum, stutt fyri leiklok. Vann eisini før oy ing um eitt fríspark í góðari støðu í seinna hálvleiki, men spældi annars tann mest anonyma landsdystin í rætti liga langa tíð. 8. Atli Danielsen, 34/0 Varð fluttur aftur á høgrabakk, har hann eisini byrjaði á landsliðnum í 2003. Prógvaði tíverri ikki, at hetta var ein røtt avgerð, tí klaksvíkingurin hev ur spælt væl betri dystir enn tann leygarkvøldið. Var als ikki nóg av gjørdur í samband við næsta mál­ ið hjá Frankaríki, har hann tapti luftdystin við Gignac og ikki fekk rudda leysa bóltin burtur, umframt at hann í fleiri førum spældi seg óheppið av við bóltin. 9. Súni Olsen, 38/3 Hevur spælt betri landsdystir, men hevur rós uppiborið fyri sítt ar beiðs­ avrik. Í fleiri umførum var tað hann, ið tók strævna túrin aftur og ruddaði burt ur í evstu løtu. Tordi móti dystar­ enda eisini at vera frekur og venda við fleiri franskmonnum í rygginum, har hann eisini vann eitt fríspark. Júst fríspørkini hjá Súna Olsen lógu eisini ógvuliga væl, men einastu ferð ina hann royndi seg við bein­ leið is frísparki, fór hetta væl framvið málinum. 10. Christian Høgni Jacobsen, 48/2 Slapp at royna seg í vinstra borði, nú Símun Samuelsen var leikbannaður. Átti tey bæði einasta føroysku skot­ ini upp á mál í opnum spæli. Fyrra royndin er verd at nevna, har hann sjálvur vinnur luftdystin og síðani er frek ur og skjýtur fyrstu ferð, men upp um. Seina skotroyndin er ikki verd at skriva heim um, og burtur­ sæð frá hesum báðum støðunum, var tað lítið, sum Christian Høgni Jacob sen gjørdi vart við seg. 11. Bogi A. Løkin, 10/1 20 ára gamli Bogi byrjaði dystin í høgra borði og varð fluttur inn sentralt síðsta hálva tíman. Royndi at spæla bólt og átti lut í einasta gjøgnum spælda álopinum hjá Før­ oyum, tá hann hjálpti Jónas Þór Næs upp í høgru. Varð tó í fleiri førum runn in um koll, eins og Anelka tíð­ liga í seinna hálvleiki vísti honum, hvussu skjótar fintur skulu gerast. 14. Andreas Lava Olsen, 4/1 Kom inn í 79. minutti og vann ein luft dyst, sum tað allar fyrsta. Við teim um fimm minuttunum, dómarin legði aftrat, fekk leirvíkingurin eitt gott korter á vøllinum. Andreas Lava Olsen átti at vita, at minuttirnir ikki vóru nógvir, og tí er tað at undrast yvir, at hann ikki var meiri ágrýtin og ágandi hesa løtuna, eins og vit áður hava sæð á landsliðnum. 15. Jónas Þór Næs, 10/0 Tapti dystin um høgra bakk til Atla Danielsen, men prógvaði, at hann eigur at koma upp á tal til eina byrjun ar uppstilling mikukvøldið, tá hann – nakað óvæntað – kom inn á høgra vong. Var høvuðsarkitekturin fyri einasta gjøgnumspælda før oys­ ka álopið, men vinkulin gjørdist ov spískur og innleggið miseydnaðist. Strídd ist annars væl og var ikki bang in fyri at taka neyðugu nær­ dyst ir nar. 18. Brian Olsen, 2/0 Fekk bara seks minuttir á vøllinum, sum er ov lítið til at gera eina meting av, men hetta er onnur ferðin, at tjørnu vík ingurin verður skiftur inn móti dystarenda á landsliðnum. Nigeria í klønum tráð Við einum máli frá Victor Obinna vann Nigeria 1­0 á Mozambique. Við hesum hevur Nigeria enn vón um at vinna seg fram til endaspælið í HM­kappingini, men teir mugu kortini bíða eftir,hvussu úrslitini verða hjá hinum londunum í bólki B í afrikanska partinum av undankappnigini. Rooney gevur avboð Wayne Rooney noyddist skaddur av vøllinum, tá Ongland tapti 1­0 móti Ukraina leygarkvøldið. Talan er um menisk­skaða, og hesin noyðist nú áleyparan at geva avboð til dystin hjá Onglandi móti Hvítarusslandi mikudagin. Steven Gerrard noyddist eisini skaddur av vøllinum í dystinum, men hann verður kortini til reiðar at spæla mikudagin, skriva enskir miðlar. Enn hevur Fabio Capello ikki gjørt av, um hann tekur nakran nýggjan mann við í hópin fyri Wayne Rooney. Landsliðsmálverjin hevur nú spælt fleiri landsdystir enn nakar annar málverji, og hann er elsti føroyski lands liðs spælarin nakrantíð Leygarkvøldið skrivaði lands liðs­ málverjin Jákup Mikkelsen søgu. Hann vardi føroyska málið fyri 66. ferð. So ofta hevur eingin málverji vart føroyska málið áður. Metið higartil hevur Jens Martin Knudsen átt. Í síni landsliðstíð vardi nú verandi hjálparvenjarin hjá Brian Kerr landsliðsmálið 65 ferðir. Jens Martin var í føroyska málinum fyri síðstu ferð sunnudagin 14. mai 2006, tá ið Føroyar spældu vinardyst í Pól­ landi. Ta ferðina var Jens Martin í máli num í 1. hálvleiki. Eftir steðgin var di Jákup Mikkelsen málið, og síða ni tá hevur Jákup stútt og støðugt tikið seg inn á dystartalið hjá Jens Martini Knudsen. Tá ið Føroyar 9. september vunnu 2­1 á Litava, stóð á jøvnum í dystartali millum teir báðar veteranarnar, og leygarkvøldið setti Jákup nýtt met niðri í Fraklandi. Jens Martin Knudsen noyddist 169 ferðir inn í meskarnar eftir bólti­ num tær 65 ferðirnar, sum hann vardi føroyska málið. Jákup Mikkel­ sen hevur verið 149 ferðir í mesku­ num eftir bóltinum. Landsdysturin í Fraklandi leygar­ kvøld ið var nummar 130 í røðini, síðani Føroyar 24. august í 1988 spældu fyrsta altjóða skrásetta lands dystin í Íslandi. Tá ið Jákup Mikkel sen og Jens Martin Knudsen til saman hava spælt 131 landsdystir, so sigur tað seg sjálvt, at málverjarnir ikki hava verið so nógvir. Fimm aðrir málverjar hava roynt seg á landsliðnum. Løgmaður, Kaj Leo Johannesen, hevur spælt fýra lands dystir, Bjarni Johansen, VB, hev­ ur spælt tveir landsdystir, og Sunvard Joensen, GÍ, René Tórgarð, EB/ Streym ur, og Gunnar Nielsen, Man­ chest er City, hava roynt seg á lands­ lið num eina ferð í part. Hitt metið 14. august fylti Jákup Mikkelsen 39 ár. Hann er elsti landsliðsspælarin nakran tíð, og hesar seinastu ferðir­ nar hevur hann sett nýtt aldursmet, hvørja ferð hann hevur spælt á lands liðnum. Jens Martin Knudsen er føddur 11. juni í 1967. Tað vil siga, at honum restaðu 27 dagar í at vera 39 ár, tá ið hann 14. mai í 2006 vardi føroyska mál ið í vinardystinum í Póllandi. Tá ið Jákup Mikkelsen 12. august í ár vardi føroyska málið á heimavølli ímóti Fraklandi (0­1), restaðu tað tveir dagar í, at hann varð 39 ára gamal. Síðani tá hevur Jákup tríggjar ferð ir sett nýtt aldursmet á lands­ liðnum – á útivølli ímóti Eysturríki, á heimavølli ímóti Litava og á útivølli ímóti Fraklandi. Mikukvøldið fer Jákup Mikkelsen niðri í Rumenia at verja føroyska mál ið fyri 67. ferð. Hann hevur sjálv­ ur sagt, at hetta verður síðsta ferðin, at hann fer at spæla á landsliðnum. Men nú fæst at síggja, hvussu tað verður við tí! Jákup hevur áður boðað frá, at hetta var síðsta árið, at hann spælir fót bólt, men ta fráboðanina hevur hann tikið aftur. Hann ætlar at verja málið, tá ið KÍ í 2010 fer at royna at spæla seg upp aftur í bestu deild­ ina. Næstelsti spælarin í føroyska ferða lag num, sum nú fyrireikar seg til dystin í Rumenia mikukvøldið, er Egil á Bø. Hann er føddur 2. apríl í 1974. Jákup setti tvey met jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Tað sigur ikki so lítið um føroyska avrikið, at Jákup Mikkelsen var besti føroyingurin á vøllinum, hóast tapið gjørdist 5-0 Mynd: Polfoto/AP