Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-12, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. oktober 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 12. oktober 2009 – Nr. 194 Tað gjørdust tveir sumb­ ing ar, ið royndust best av øll um, tá ikki færri enn níggju mans leygarkvøldið kapp aðust um at gerast Føroya Sterkasti Maður 2009. Heri Vestergaard vann framman fyri Sámal Jóhan nes Hansen, og teir eru báðir sumbingar. Á triðja plássi var Torstein Mad sen Sumbingar hava altíð verið tiltiknir fyri at vera sterkir. Kendastir av øllum mun nu vera teir fýra beiggjarnir í Hørg, sum gingu undir navninum Harga brøðurnir og vóru sagdir at vera øgiliga sterkir. Millum annað er søgn um, at hvalbingar sendu boð eftir teimum, eina ferð ránsmenn úr Ír landi gjørdu innrás í Hvalba. Harga­ brøðurnir hildu seg til og fingu rikið írarnar aftur til sjós. Onkur hevur hildið, at tað fyri tað mesta hevur reyp og breggj, tá tosað hevur verið um sterkar sumb­ ing ar. Eitt nú hava skemtisøgur ver­ ið, sum hin um sumbingin, ið ikki helt seg hava brúk fyri at vera doyvd ur, tá hann var hjá tann lækn­ anum. Men so hvørt sum tað vísti seg, at pínan hevði hug at gerast ríki lig, bakkaði hann og viðgekk, at »omman var úr Vági«. So fekk hann sproytuna. Um nakar av álvara hevur gransk­ að í sumbiarstyrkini, vita vit ikki, men staðfestast kann í øllum førum, nú vit skriva 2009, at eingin er sterk­ ari enn sumbingar. Vit skriva í fleir­ tali, tí tá kappingin um at gerast Før­ oya Sterkasti Maður var í ítróttar­ høllini á Hálsi leygarkvøldið, vóru tað ikki færri enn tveir sumbingar, ið vóru sterkari enn hinir sjey, teir kapp aðust við. Annar sumbingurin, Heri Vester­ gaard, vann kappingina, ið stóð millum níggju sterkar menn, og hin sumb ingurin, Sámal Jóhannes Han­ sen, gjørdist nummar tvey. Á triðja plássi kom Torstein Madsen, ið – okkum vitandi – ikki hevur røtur í Sumba, hóast tað ikki skuldi undrað, um so var, tí væl lá fyri hjá honum eisini… Verður endurtikið Hetta var fyrstu ferð í 10 ár, at skipað var fyri kappingini, ið var aftur vend­ an di tiltak tey árini, Regin Vágadal var í vælmaktini og eisini var til fleiri slíkar kappingar uttanlands. Somu­ leiðis skipaði hann fyri altjóða kapp­ ing um í Føroyum, og í fleiri ár vitjaðu út lendskir risar hendavegin fyri at kapp ast við Regin í kappingini, ið kallað ist Atlantic Giant. Ein av stigtakarunum til kapp ing­ ina hesa ferð var Bogi Hammer, sum sjálvur plagdi at hjálpa til, tá kapp­ ingarnar plagdu at vera fyrr. Og sum so ofta er við slíkum kappingum, var hann sjálvur við og kappaðist mill­ um hinar. Bogi var sera vælnøgdur eftir kappingina og helt eisini, at hetta mundu teir fara at gera aftur eina aðru ferð. – Hetta hevur gingið heilt eina­ standandi væl. Fólk tóku væl undir við kappingini, og hóast nógv onnur til tøk vóru á skránni kring landið, um framt landsdystur, so var fult av fólki í høllini. At undirtøkan var so góð, gevur hug at halda fram, sigur Bogi Hammer, ið altso slær fast, at neyvan verður neyðugt at bíða í 10 ár aftrat eftir næstu kappingini av hesum slagnum. – Kanska vit fara at skipa kapp­ ing ina soleiðis, at hon annaðhvørt ár verður á ólavsøku og annaðhvørt ár á jólum. Fleiri av okkum, sum kapp ast, eru siglandi menn, so um ráðandi er, at flest møguligum ber til at vera við. Nú fáa vit so at síggja, hvussu verður, men vit fara at tosa um, hvussu vit kunnu gera tað á besta hátt, so vit aftur kappast næsta ár. Eisini vita vit um fleiri aðrar, ið kundu verið við aftrat, og einir tveir høvdu skaðar, so teir ikki kundu vera við hesa ferð. Sum tann veikasti Tað gjørdist longu beinanvegin nokk so greitt, at størsta kappingin óivað fór at standa millum júst teir báð ar sumbingarnar. Sámal Jóhan­ nes vann ta fyrstu greinina, men tá so Heri vann tær báðar næstu kapp­ ing argreinarnar, hevði hann lagt seg á odda í hálvleikinum, tá snotilig sprund komu inn at vísa fram vøkur undir klæði, meðan íðkararnir sluppu at hvíla seg. Sumbingar sterkastir einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Høllin á Hálsi var fullsett, tá níggju sterkir menn leygarkvøldið kappaðust um at gerast Føroya Sterkasti Maður 2009 Mynd: Álvur Haraldsen Sigursrøð brotin Tá Brasil sunnudagin tapti 1­2 fyri Bolivia í 3.600 metra hædd í La Paz, var tað endin á einari góðari, brasilskari røð við 19 dystum uttan tap. Hóast dysturin hvørki hevði beinleiðis týdning fyri annað ella hitt av liðunum, segði brasilski venjarin, Dunga, at hann royndi sítt besta og brúkti spælarar, sum hann helt klára hæddina best.a Fótbóltur í hæddini At avgerandi landsdystir verða spældir í 3.600 metra hædd, sum tann millum Bolivia og Brasil sunnudagin, hevur verið ein umstríddur spurningur í altjóða fótbóltssamgonguni, FIFA, sum fyri tveimum árum síðani setti forboð fyri, at undankappingardystir skuldu spælast á vallum hægri enn 2.750 metrar. Men fleiri av andisku londunum mótmæltu og forboðið var tikið burtur aftur í fjør.