Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-12, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. oktober 2009síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 12. oktober 2009 – Nr. 194 Grannauppgerðin í Havn gjørdist intens og spenn­ andi, men Kyndil var betra liðið, og teir grønu vunnu eisini ein uppibornan sigur Kollektivið hjá Kyndli var sterkari enn einstaklingarnir hjá Neistanum. Tað var fremsta niðurstøðan av granna uppgerðini á Hálsi, har Kyndil prógv aði, at hóast liðið ikki telur heilt so sterkar profilar, sum Neistin ger, so hava teir eitt hondbóltslið, sum er í minsta lagi líka sterkt. Stílurin sunnudagin var tann eyð­ kendi, tá Kyndil er best. Nógv ferð á álops spælinum og eina knallharað verju, sum ferð eftir ferð steðgaði skot sterku bakketuni hjá Neistanum. Og við einum Erlendi Johannesen í máli num, sum sjáldan hevur spælt bet ur enn tað sama, tóku teir púr­ asta pippið frá bláu mótstøðuni. Høvdu meira í sær Kontanti spælistílurin kostaði fleiri út vísi ngar, og tvær ferðir mátti Kyndil spæla við fýra móti seks. Men hetta tók ongan tíð liðið niður. Part­ víst tí eftiverandi spælararnir bara strídd ust tað meira, tá menn vóru úti, men eina mest tí spælið hjá Neista num ofta gekk alt ov seint, og tí megnaðu ikki at spæla tunt hóast yvir talið. Eina løtu í seinna hálvleiki var tó líkt til, at Neistin kundi sveiggja seg upp hóast alt. Hans Áki Dal­ Christian sen hevði fingið sína triðju útvís ing, og tí var ein týðandi partur av Kyndils­verjuni burtur. Um sama mundi fekk Neistin, sum hevði verið aftan fyri allan dystin, togað seg upp á 21­21, og fagnaðurin í bláu leguni var øgiligur, tá Kyndils­venjarin tveit ti grøna kortið á borðið. Men veruligi upptúrurin varð av ongum. Tvørtur ímóti, so setti Kyndil alt so ruddiliga upp á pláss næstu løtu na. Áðrenn teir bláu reiðiliga vistu av, stóð 28­22 á talvuni, og tá var alt ov seint til at gera nakað sum helst. Toppurin í trunka Sigurin hjá Kyndli ber við sær, at toppurin á stigatalvuni nú er saman í mest sum einum trunka. Enn er sjálvandi langt á mál, áðr­ enn finalistarnir til FM­kappingina verða funnir, men spælið hjá Kyndil vísti akkurát tær dygdir, sum áður hev ur borðið felagið fram til fleiri heiti. Í mun til so ofta fyrr tykist Kyndil eisini at vera í rætta gearinum frá byr j an hesaferð, og kunnu teir halda dampi num á leið haruppi, sum hann var sunnudagin og fyri eini viku síða ni, er eingin orsøk at halda, at Kynd il ikki verður við heilt frammi, tá vit koma fram til kappingarenda. Eftir at hava hótt við at bumba alla mótstøðu nið ur og norð kom StÍF so ruddi­ liga niður á jørðina, tá VÍF vitjaði StÍF mátti á heimavølli leggja rygg tilsítt fyrsta tap, tá VÍF vitjaði sunnu­ dagin. Eftir at hava vunnið tryggan sigur á Kyndli og H71 kom StÍF nevnliga so ruddiliga niður á jørðina sunnu­ dagin. VÍF byrjaði sum eitt óløgið, og eitt heilt korter skuldi ganga, áðrenn strand ingar høvdu skotið sítt fyrsta mál. Tá høvdu gestirnir longu funnið meskar nar seks ferðir,tann munurin gjørdi, at talan ongan tíð gjørdist um nakran spennandi dyst. Restina av dystinum helt VÍF nevn liga rimmarfast um leiðsluna. Fyrstu longu løtuna av seinna hálv­ leiki var enntá lagt upp til veruligt sorl, men seinastu tíggju minuttirnar varð fóturin sleptur nakað á speetara num, soleiðis at StÍF hóast alt fekk pyntað nakað um úrslitið. Fyrstu umførini hevur annars sæð út til, at StÍF við útlendsku stór­ skjúttu num hevur verið í nakað nær n á m ind serflokki, men tann fatanin varð so ruddiliga broytt hesaferð. Vest menningar prógvaðu, at teir so sann i liga eisini eru partur av før­ oyska hondbóltsoddinum, og tí er longu nú lagt upp til ein spennandi hond bóltsvetur á manssíðuni. Sær svart út hjá Svøríki Portugal tók av møguleikanum, sum Danmark gav teimum fyrr um kvøldið, tá Danmark vann 1­0 á Svøríki í Parkini í Keypmannahavn. Portugal vann á heimavølli 3­0 ímóti Ungarn. Støðan í hálvleikinum var 1­0. Simao legði Portugal á odda, tá 18 minuttir vóru farnir av dystinum. Ungarn var væl við í fyrra hálvleiki, men í øðrum hálvleiki setti Portugal tingini uppá pláss. Tá eitt korter var eftir økti Bruno Alves til 2­0, og fimm minuttir seinni staðfesti Simao portugisiska sigurin. Portugal hevur nú eitt stig meira enn Svøríki, og portugisar taka ímóti Malta á heimavølli, so tað skal eitt risastórt undur til, um Svøríki skal vinna annað plássið í bólkinum. Sama kvøldið tekur Svøríki ímóti Albania. Danmark til HM Danmark og Svøríki spældu landsdyst nummar 102 millum londini bæði í Parkini í Keypmannahavn leygarkvøldið. Tað eydnaðist aftur Danmark at knógva arvafíggindanum, eins og í Stokkhólmi sigraðu danir 1­0. Sigursmálið skeyt Jakob Poulsen góðar 10 minuttir undan leikloki. Rómurin var stórur í Parkini aftaná dystin. Talan verður um tað fjórða endaspælið hjá Danmark í søguni. Danmark var við til HM í 1986, 1998 og í 2002. Morten Olsen fer í søguna, sum tann fyrsti danski venjarin, sum hevur ført danska landsliðið til eitt HM­endaspæl tvær ferðir. Kyndil­Neistin 29­24 (14­12): Kyndil vildi meira StÍF­VÍF 22­29 (8­14): So koppaðu strandingar jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk StÍF-VÍF 22-29 (8-14) 10 min: 0­6 20 min: 3­10 40 min: 8­19 50 min: 12­23 Málskjúttar StÍF: Gabriel Stanciu 6, Mortan Hansen 6(2), Cristian Preda 5, Jógvan Berg 4, Borgar Danielsen 1 VÍF: Sámal Joensen 7(2), Bjarti Hansen 6, Regin Joensen 5, Agnar Joensen 5, Áki G. Olsen 3, Joen Pauli Høgnesen 1, Sámal Jákup Djurhuus 1, Magnus Muller 1 Brotskøst: StÍF 5, VÍF 2 Útvísingar: StÍF 3, VÍF 5 Dómarar: Hans Thomassen & Hanus Kúrberg FAKTA Kyndil-Neisin 29-24 (14-12) 10 min: 6­4 20 min: 11­9 40 min: 16­15 50 min: 21­21 Málskjúttar Kyndil: Bárður Johannesen 9, Josef Abrahamsen 7(1), Høgni Klein 3, Ken Zachariassen 3, Torvald Abrahamsen 2, Kristoffur Kristoffersen 2, Høgni Klein­Olsen 1, Julian Johansen 1, Hans Áki Dal­ Christiansen 1 Neistin: Birgir Poulsen 7, David Edvardsen 6(1), Ingi Olsen 5, Heini Hanusarson 4, Jugosalv Djumic 2, Finnur Hansson 1 Brotskøst: Kyndil 1, Neistin 1 Útvísingar: Kyndil 8, Neistin 4 Dómarar: Andreas F. Hansen & Eyðun Samuelsen FAKTA Kyndil var støðugt betra liðið í dystinum móti Neistanum. Her sæst konsentratiónin lýsa úr Høgna Klein-Olsen, meðan David Edvardsen hyggur at Mynd: Álvur Haraldsen