Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-12, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. oktober 2009síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 12. oktober 2009 – Nr. 194 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 27 Lið úr kappingini Sum ofta er, tá eitt kappingarár byrjar, eydnast ikki øllum feløgum at hava øll liðini, ið annars eru tilmeldað. Soleiðis er í flogbóltinum, har trý lið eru frámeldað. Talan er um B68b í 2. hjá kvinnum, umframt dreingjaliðini hjá Fleyr og TB. Flogbóltssambandið boðar frá, at dystirnir hjá hesum liðum tí verða strikaðir. Venjaraskeið SÍ ger enn eina roynd at skipa fyri einum divisjónsvenjaraskeiði, sum ætlandi verður hóskvøldið 29. og fríggjakvøldið 30. oktober. Skeiðið hevur til endamáls at menna venjarar og spælarar í føroysku flogbóltskappingini. Hjálparvenjarin á danska manslandsliðnum, Sven Brix, kemur til Føroya at halda skeiðið, um nóg stór undirtøka verður. Flogbóltskappingin í Eikliguni hjá bæði kvinnum og monnum byrjaði um vikuskiftið, og har fingu bæði kvinnu- og mansliðið hjá SÍ góða byrjan, umframt at kvinnurnar hjá Fleyr og menninir hjá Mjølnir vunnu Fyri viku síðani byrjaði flogbóltsárið við Fleyrkappingini, sum í mong ár hevur verið startskotið, og har gjørdust tað kvinnurnar hjá Fleyr og menninir hjá SÍ, ið vunnu. Um vikuskiftið var tað so landskapp­ ingin, ið fór í gongd við tveimum dystum hjá kvinnum og tveimum hjá monnum í Eikliguni. Leygardagin vitjaðu sørvingar fuglfirðingar í høllini á Kambsdali, og bæði hjá kvinnum og monnum vóru tað gestirnir, ið fóru avstað við øllum. Í báðum førum vann SÍ 3­0 á ÍF, og sostatt hava tey í Sørvági fingið best hugsandi byrjanina hetta kappingarárið. Kvinnurnar vunnu greipuna í fjør, og tær hava tískil nógv at verja, meðan menninir eftir eitt ár, tá teir gjørdust nummar tvey í bæði lands­ og steypakappingini, vilja vísa, at teir megna meira enn so. Tá er ikki so galið at vinna sannførandi sigur á greipuvinnarunum úr Fuglafirði. Drúgvur dystur Fleyr og Dráttur vóru tvey av liðunum, ið vóru við í heiðurs­ merkja kappingini hjá kvinnunum til tað síðsta í fjør, og tá tey hittust í Gundadalshøllini leygardagin, livdu tey eisini upp til spenningin, ið væntast kundi. Tá avtornaði, gjørdist tað ein fimmsettari, sum Fleyr vann 3­2. Tað sá annars út, sum Fleyr skuldi stinga av við tí heila beinanvegin, tí eftir tvey sett stóð 2­0. Men so svaraði Dráttur aftur og vann triðja sett og fjórða sett. Serliga tað triðja gjørdist drúgt og spennandi, og tað endaði 29­27. Men í fimta setti kom Fleyr fyri seg aftur og vann sannførandi. Fjórði dysturin var sunnudagin, tá menninir hjá Mjølnir tóku ímóti Fleyr í Badmintonhøllini í Klaksvík. Mjølnir vann trygt fyrsta sett, men Fleyr svaraði væl aftur í øðrum setti, áðrenn Mjølnir kom afturíaftur og vann tey bæði næstu og dystin 3­1. Fimti dysturin skuldi verið leygardagin í Kollafirði millum kvinnuliðini hjá KÍF og TB, men hann var útsettur. Annað umfar í landskappingini verður um eina viku. Tá eru kvinnudystirnir SÍ­Fleyr, Mjølnir­ÍF og Dráttur­KÍF. Hjá monnunum spæla ÍF og Mjølnir leygardagin og SÍ og Fleyr sunnudagin. Rúni Weihe givin – Hugurin er ikki til at spæla flogbólt júst nú, so tað, sum eg nú spæli, er bara motiónsstigi, sigur ársins spælari síðsta kappingarár, Rúni Weihe, sum hevur vant og spælt við ÍF til fyri einari viku síðani Tá eitt kappingarár fer í gongd, verður ofta hugt at, hvussu tey bestu frá síðsta kappingarár in­ um standa seg. Men tey, ið ætlaðu at viga Rúna Weihe á tí vektini í bestu mansdeildini í flogbólti, mugu hyggja til fánýt­ is, tí hann hevur tikið avgerð um at gevast við flogbólti á hægsta stigi. – Eg havi vant við, meðan liðið hjá ÍF hevur fyrireikað seg til kappingina, og eg var eisini við til Fleyrkappingina fyri einari viku síðani. Men mána­ dagin boðaði eg venjaranum frá, at hugurin ikki er til staðar, og tí helt eg tað vera best at gevast, sigur Rúni Weihe. – Tá eg havi tað soleiðis, at hugurin ikki er har, er líka frægt at lata vera, tí eg havi altíð sjálvur vant og spælt av hugi, eins og eg havi væntað tað sama av teimum, eg havi spælt saman við. Men tá eg ikki sjálvur kann liva upp til tað, havi eg valt at givist. Rúni sigur, at hann kortini fer at halda seg í gongd við eitt sindur av flogbóltsvenjing, men at tað bara verður á motións­ stigi. Dystir fer hann ikki at spæla, sum tað sær út nú. – Eg havi kent tað meira sum eina skyldu at vant, og tað er ikki nøktandi. Nú havi eg so tikið avgerðina og havi boðað frá henni, tí her og nú er hug ur­ in bara ikki har. Hinvegin eri eg ov ungur til at gevast, so eg veit ikki, hvat tað kann blíva til seinni. Men júst nú er tað ikki aktuelt fyri meg at spæla við besta mansliðnum hjá ÍF, sigur Rúni Weihe, sum er 29 ára gamal. Eisini hjá ársins spælara hjá kvinnum, Birgit Guttesen, er talan um broyttar umstøður, nú eitt nýggjur flogbóltsvetur er farin í gongd. Hon er tó ikki giv­ in, men er flutt til Mjølnir frá SÍ, sum hon annars hevur spælt við øll tey undanfarnu árini. hilmar jan Eikligan, kvinnur ÍF-SÍ 0-3 (1-25, 18-25, 23-25) Fleyr-Dráttur 3-2 (25-11, 25-22, 27-29, 22-25, 15-8) Eikligan, menn ÍF-SÍ 0-3 (22-25, 23-25, 13-25) Mjølnir-Fleyr 3-1 (25-15, 17-25, 25-21, 25-18) Sørvingar góða byrjan einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Tað gjørdist eitt brak av einum dysti, tá Fleyr og Dráttur møttust í Gundadali leygardagin, tí fimm sett máttu til, áðrenn Fleyr hevði bast Drátti Mynd: Álvur Haraldsen