mánadagur 12. oktober 2009síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32 tíðindi
Nr. 194 - 12. oktober 2009
Oggi Lamhauge og
Beinta Hansen, sum
bæði eru úr Søldar
firði, sýna fram í
Grafiska Verk stað
num í Søldarfirði í
Mentanarvikuni í
Runavík
TÍÐINDASKRIV
Verkstaðurin heldur til í
gamla handlinum hjá Lenu
og Sámal Jákup Lamhauge
og hevur verið karmur um
virksemi hjá Oggi Lam
hauge síðan 2006. Verk
staðurin, sum er góðar 60
fermetrar til støddar, er
út gjørdur við steinprent og
koparprent pressum. Eisini
er eitt stórt alrúm, sum kann
nýtast til framsýningar og
undirvísingarhøli v.m.
Eisini hevur verkstaðurin
verið nýttur til onkra fram
sýn ing hjá listamanninum
saman við øðrum.
Beinta Hansen
Hesaferð verður tað Beinta
Hansen gestur á verkstað
num. Hon hevur verið
virkin á listarliga økinum í
nøkur ár. Hon er sjálvlærd,
men hevur gingið til grafikk
í Tórshavnar Listaskúla,
sum er kvøldskúlin hjá
Tórs havnar
Kommunu.
Hon er ikki heilt nýggj í
framsýningar høpi og hevur
áður sýnt fram á mentanar
vikum. Annars er Beinta
nýliga útbúgvin sum sjúkra
røktarfrøðingur.
Beinta
kemur vantandi at brúka
verkstaðin nakað, komandi
tíðina.
Oggi Lamhauge
Oggi hevur verið virkin á
listarliga økinum, her á
landið og útlendis, síðan
hann gjørdist liðugur við
útbúgving sína sum list
grafikari við lærda háskúlan
í Íslandi, árið 1997. Kend
asta verk hansara er uttan
iva altartalvan í Hattarvíkar
kirkju, sum varð latin kirkj
uni í 2001. Oggi hevur
eisini gjørt hópin av ser
prentum fyri stovnar og
virki og undirvíst bæði
børn um, ungum, vaksnum
og menningartarnað í tekn
ing, máling og grafikki.
Oggi fekk trý ára starvsløn
frá Mentanargrunni Land
sins, frá apríl mánað 2006.
Oggi arbeiðir við samtíðar
list við trúarligum sym
bolum.
Listaframsýningin
er
op in
soleiðis:
hósdag,
fríggja dag, leygardag og
sunnudag frá 18.00 til
20.00. Hóskvøldið verður
fernisering, har tónleikur
við Hans Jacob Kollslíð og
Kára Sverrisyni verður at
hoyra.
Fasti Gerðar-
rætturin
gjørt úrskurð
Fasti Gerðarrættur
hevur sagt ávegis
úrskurð í máli, har
Fíggjarmálaráðið
hevði kært Akadem
ikarafelag Føroya.
Úrskurðurin er at
finna á www.fg.fg, og
endaligi úrskurðurin
verða lagdur út týs
dagin
TÍÐINDASKRIV
Akademikarafelag Før
oya sendi tann 1. oktober
út fráboðan viðvíkjandi
Føroya Læraraskúla.
Fíggjarmálaráðið metti
fráboðanina
vera
eitt
óheimilað stríðsstig, og
vendi sær beinanvegin til
felagið.
Felagið metti ikki, at
talan var um stríðsstig,
og tí hevði Fíggjar mála
ráðið ikki annað val enn
at leggja málið fyri Fasta
Gerðarrætt.
Fasti
Gerðarrættur
hev ur givið Fíggjar mála
ráðnum fult viðhald, t.e.
fráboðanin er eitt óheim
ilað stríðsstig, og soleiðis
er brot á friðarskyldina.
Fráboðanin
hevur
longu havt ta sera óhepnu
ávirkan, at lærarar, sum
høvdu lovað at koma at
undirvísa á lærara skúl
anum, hava ringt og boð
að frá, at teir koma ikki
kortini, vísandi til frá
boðanina hjá felagnum.
Nú væntar Fíggjar
mála ráðið, at lærararnir
fara at undirvísa sum
avtalað.
Fíggjar málaráðið
vænt ar, at Akademikara
felag Føroya fer at gera
sítt til, at bøtt verður um
skaðan, sum fráboðanin
hevur gjørt. Somuleiðis
roknar Fíggjarmálaráðið
við, at Yrkisfelag Stu
denta skúla og HFlær
ara
og
Lærara felag
Hand ilsskúlans,
sum
tóku undir við fráboð
anini, eisini fara at gera
sítt til, at friður aftur skal
valda á økinum.
Fíggjarmálaráðið,
Lønardeildin tann 9.
oktober í 2009
Oggi og Beinta í Søldarfirði
Farna vikuskifti
hevur Svimjisamband
Føroya í samstarvi við
Dansk Svømme union
hildið lívbjargingar
dómaraskeið í ÍSF
húsinum
Endamálsorðingin
hjá
Svimji sambandinum sigur
at: Svimjisambandið skal
menna og skapa áhuga fyri
svimjing og at betra um
heilsustøðuna og møguleik
anum
fyri
lívbjargni.
Ásann andi at lívbjarg ingar
parturin ikki hevur fingið
nóg
stóra
orku,
hevur
Svimji sambandið
hetta
vikuskifti havt trettan fólk á
skeiði sum lívbjargingar
dómarar. Hesi trettan eru úr
øllum økjum í landinum og
farið verður nú miðvist eftir
at útbúgva so nógvir føroy
ingar sum gjørligt sum lív
bjargarar.
Skeiðið er býtt í ein
ástøðiligan part og ein part
í svimjihylinum. Morten
Hinnerup
frá
Dansk
Svømme unionen er skeiðs
leiðari. Hesi trettan nýggju
lívbjargingardómararnir
hava møguleika at geva
tvey
lívbjargingarprógv:
"Lívbjargingarroyndina" og
"Lítla lívbjargingar roynd
ina" munurin á hesum
báðum royndum er at fyri
at fáa Lívjargingarroyndina
skal ein verða fyltur 17 ár,
henda royndin gevur sam
stundis rætt at arbeiða sum
lívbjargari.
Yvirlit yvir lívbjargingar
dómararnir verður at finna
í komandi viku á heima
síðuni
hjá
Svimjisam
bandinum, www.ssf.fo
Svimjisambandið styrkir lívbjargni
Tey, ið hava tikið skeiðið hetta vikuskifti eru: Jákup Jacobsen, Torkil Mørkøre, Sigurd L. Lamhauge, Sigrun Davidsen, Doru T. á
Torvlaðnum, Hákun Steingrímsson, Sørin S. Djurhuus, Reidar Simonsen, Pálin Olsen, Runi Gaardbo, Jórun Eið Johannesen, Jon
Hestoy og Evald Rasmussen.
Kvaldist í egnari spýggju
Sangarin í kenda bólkinum, Boyzone, Stephen Gately, doyði
um vikuskiftið á Mallorca, 33 ára gamal. Tað er nú komið fram,
at deyðsorsøkin var kvaling í egnari spýggju. Líksýn verður
ikki hildið fyrr enn í morgin, men óalment verður sagt, at hetta
var deyðsorsøkin. Tað var partnarin, Andy Cowles, sum kom
fram á Gately, sum lá á knæ við høvdinum í einari pútu. Mest
sannlíkt er, at hann hevur fingið ov nógv at drekka, hevur spý í
svøvni og er síðani kvaldur í egnari spýggju, skrivar The Sun.
Kursurin í topp
Neyðstaddi Amagerbankin hevur fingið vindin í ryggin,
og kursurin á partabrøvunum í bankanum eru í morgn
hækkað heili 40%. Harvið er fallið fríggjadagin upp á
30% næstan uppvigað. Hósdagin fall kursurin 31% og
endaði á 36,80 og við fallinum fríggjadagin kom hann
niður á 26,10. Nú er kursurin so komin upp aftur á 35.
Fríggjadagin tók forstjórin, Jørgen Brændstrup,
endiliga blaðið frá munninum og segði á TV2 News, at
bankin fór at ríða stormin av. Tað hevur eftir øllum at
døma fingið íleggjarar at trúgva upp á partabrøvini,
skrivar boersen.dk.