Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-12, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. oktober 2009síða 35

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 tíðindi Nr. 194 - 12. oktober 2009 Vápnini eru trygg Um vikuskiftið eydnaðiswt tað Taliban at leypa á høvuðsstøðina hjá pakistanska stjórnarherinum, og álopið fekk fleiri politiskar eygleiðarar at spyrja, hvussu trygg tey pakistonsku kjarnorkuvápnini eru. Men amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton, vissar altjóða samfelagið um, at eingin vandi er á ferð. Á einum tíðindafundi í London í gjár segði hon seg hava fult álit á pakistonsku stjórnini, og at pakistanska herleiðslan hevur ræði á landsins kjarnorkuvápnum. Oljuprísurin hækkar Triðja dagin á rað hækkaði oljuprísurin á altjóða marknaðinum í dag. Orsøkin er søgd at vera veksandi eftirspurningur, og at heimsbúskapurin er um at fóta sær aftan á ta stóru fíggjarkreppuna. Tað skrivar Bloomberg News. Sum tekin um bata í heimsbúskap­ inum nevnir tíðindastovan, at stjórnin í Singapore hevur kunngjørt, at hon væntar eitt betri búskaparligt úrslit í ár enn higartil hildið. Ein tunna av ráolju, sum skal latast í næsta mánaði, kostaði í morgun 71,38 dollarar á altjóða marknaðinum, skrivar Bloomberg News. Korndalsbýlið á Eiði er eldrasambýli, og ætlað eldri borgarum, sum á einhvønn hátt ikki longur megna ger­ andisdagin heima. Málið hjá býlinum er: – at skapa tryggleika og trivna í heimligum um ­ hvørvi – at stuðla búfólki til størst møguligt sjálvbjargni Korndalsbýlið er kommu­ nalt eldrasambýli við plássi til 15 búfólk. Heimið varð bygt í 1999 og hevði tá pláss til 10 búfólk. Í 2004 bleiv kjallarahæddin inn­ rættað soleiðis, at tað í dag er pláss fyri 15 búfólkum, harav eitt pláss verður nýtt til umlætting. Tað er heimarøktin, sum saman við Eiðis kommunu umsitur sambýlið. Á Korndalsbýlinum starv ast heilsurøktarar, heilsu­ og heimahjálparar og eitt køksrøktarsólk. Sjúkrarøktarfrøðingur starv ast sum deildarleiðari og tekur sær av sjúkra­ røktarspurningum. Í vikuskiftunum kemur sjúkrarøktarfrøðingur úti í økinum inn á sambýlið um tørvur er á tí. Á Korndalsbýlinum siga búfólkini seg at trívast væl, og tey eru glað fyri at sam­ býlið er í bygdini soleiðis, at tey kunnu verða verandi í bygdini, nú tey eru komin so mikið til aldurs, og av ymiskum orsøkum ikki megna at vera heima hjá sær sjálvum longur. Tað er ymiskt á skránni hjá búfólkunum gjøgnum vikuna. Tvær ferðir um vik­ una gera tey fimleik saman við fysio­ og ergotera peut­ unum, ein dag um vikuna hava tey eldru vitjan av nøkrum fittum barna gørð­ um, sum koma at heilsa upp á »ommurnar og abbarnar«, og hava tey eina hugnaliga løtu saman. Andakt verður hildin fyrsta og triðja mána­ kvøld í hvørjum mánað, har skiftivís prestur og Brøð­ urnir stíla fyri. Annars fáast nøkur konu­ fólk við at binda ella brodera, ella bara sita og práta, meðan tað er dagligur kostur hjá summum av monn unum at fara í »undir­ húsið«, har dúgliga verður prátað. Korndalsbýið liggur væl fyri mitt í bygdini soleiðis, at tað er lætt atkomiligt hjá gestum at koma fram við og eisini dámar búfólkunum at fara ein túr inn ímillum. 8. september í ár vóru 10 ár liðin, síðani fyrsta bú ­ fólkið flutti inn at búgva, og í hesum sambandi verður almenn móttøka á Korn­ dals býlinum leygardagin 17. oktober millum klokkan 15 og 17. Í august mánaði, sum vanliga er tann størsti fráflytingarmánaðin, fluttu heili 595 fólk av landinum. Nettofráflytingin er tann størsta síðan kreppuárini FólkaFlyting Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Ógvuslig fráflyting var í august mánaði. Hesin mán­ aðin er vanliga tann mán­ aðin á árinum, har flest fólk flyta av landinum, men í ár eru serliga nógv farin av landinum. Í august mánaði fluttu 595 fólk av landinum, með­ an 189 fólk fluttu til landið. Hetta er ein nettofráflyting á 406 fólk. Hetta er tann størsta frá­ flytingin síðan kreppuárini frá 1992 – 1994, tá netto­ fráflytingin var ávikavist 472, 595 og 640 fólk, og tann fjórðstørsta netto frá­ flytingin, sum er skrásett. Síðan 2006 hevur talið ligið millum 232 og 261. Harafturat var burðar­ avlopið negativt við fimm fólkum. Tað vil siga at tað vóru fimm fleiri deyð, enn tað vóru fødd. Hetta er aðru ferð síðan fýrsini, at burðar­ avlopið hevur verið negativt í einum mánaði, fyrstu ferð var í januar 1999, tá tað var negativt við einum. Sostatt minkaði fólkatalið við 411 fólkum í august 2009, og tann 1.september búðu 48.603 fólk í land­ inum, sum er 132 færri enn á nýggjárinum, tá vit vóru 48.753 fólk í landinum. Burðaravlopið frá nýggj­ árinum til 1. sep tember er 136 fólk. Størsta fráflyting síðan kreppuna Pætur og úlvurin við fløgu Klassiska tónlistaævintýrið um Pætur og úlvin er nú aftur at fáa ­ hesuferð við fløgu. Síðini 1992 hevur bókin um Pætur og úlvin verið at fingið saman við kasettubandi. Men av tí at ongin nýtir kassettubond longur, hevur leingið verið ætlað at geva bókina út við fløgu. Pætur og úlvurin er eitt tónlistaævintýr, har øll menniskju og djór verða myndað av ymiskum ljóð­ førum. Til dømis myndar ein floyta fuglin, ein fagott abban, ein klarinett er kettan og so framvegis. Á henda hátt lærir barnið orkersturtónleik, samstundis sum tað lærir at skyna á ymisku ljóðførunum. Eisini fylgja vøkru myndirnar í bókini við tónleikinum á fløguni. Verkið Pætur og úlvurin er kent um allan heim, bæði sum ballett, sjónleikur og filmur. Tað er Serge Prokofiev, sum hevur skrivða tónlista­ ævin týrið. Jörg Müller hevur teknað myndirnar, og Bjørg Matras týddi til føroyskt Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út bókina og fløguna um Pætur og úlvin. -ave- - Føroyingar stinga í sekkin. Ógvuslig fráflyting var í august mánaði, tann størsta síðan kreppuna (savnsmynd) Korndalsbýlið 10 ár Nú ber til at lurta eftir tónlistaævintýrinum um »Pætur og úlvin« á fløguspælaranum, meðan tú blaðar í bókini við vøkru myndunum