Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-12, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. oktober 2009síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 194 - 12. oktober 2009 tíðindi Politiski parturin av “Meðan vit liggja við Kaj” var snøgt sagt fantastiskur. So fantastiskur, at fólk til høgru og vinstru hildu sær fyri búkin og táraðu av berum látri. Stórskemtarin megnaði avgjørt, at fanga tær politisku kempurnar av okkara tíð Skemt Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Um vikuskiftið varð nýggj­ as ta skotið í føroyska skemt heim in latið av. Talan er um “stand­up” showið hjá Jákupi Veyhe við heiti­ num “Meðan vit liggja við Kaj”. Vit kenna hann øll sum ein av fólkakærastu skemtar unum og tón leikar­ un um í nýggjari tíð, og við sendi røð um sum Pipar&Salt í viðførinum, vóru vónirnar góð ar til “Meðan vit liggja við Kaj”. Men hetta nýggja “stand­up” showið var ikki bert tað fyrsta av sínum slagi í Føroyum. Tað er eisi­ ni fyrstu ferð, at vit uppliva Jákup Veyhe einsamallan á palli. Og spurningurin var tí, um stórskemtarin fór at meg na at bera showið einsa mall ur, uttan makkaran Sjúrð Skaale. Tárini trillaðu Tilsipingin til Løgmann í heiti num ber brá av, at sam­ felagslig og politisk aktuell mál fóru at merkja showið. Og soleiðis bleiv eisini. Uttan ríkis ráðið fekk sín um gang, saman við fleiri av frontfigurunum í før­ oysk um politikki, og eyka­ num marið setti feminis mu­ na skák í mát við einum sangi frá einum heldur hyld lig um reyðsokki. Undir nær um allari framførsluni sat tann evnaríki Kim Han­ sen við tangentarnar, og neyv an finst nakar klaver­ leikari í Føroyum betri enn tann sami. Tann politiski og sam­ felagsligi parturin var snøgt sagt fantastiskur. Tá ið Kaj Leo Johannesen, Jørgen Nicla sen, Jóannes Eides­ gaard, Johan Dahl og Jógv­ an á Lakjuni sótu í fundar­ hølinum í Tinganesi og royn du at gerast samdir – bara um okkurt – vísti Jákup veruliga sínar dygdir sum stórskemtari. Kaj Leo, sum tann hálv býtti leiðarin, sum bara vildi, at øll skuldu verða samd. Jóannes Eides­ gaard, sum ikki orkaði at kjakast við smádreingin Kaj Leo, men bara sat og puffaði við sínari suðuroyar dia lekt. Johan Dahl, sum mutlaði so nógv, at eingin veru liga skilti, hvat hann segði. Jørgen Niclasen, sum bara vildi út at ferðast til mikro lítil lond, og Jógvan á Lakjuni, sum vavdi ná búgv ar og nábúgvar hjá n á búgv um inn í málið, tá ið hann skuldi greiða frá, hví hann helt at stavraðið skuldi broyt ast til eisini at umfata (se)X. Meðan eg panisk royndi at turka mascaruna av kjálku num, hugdi eg til vinst ru og høgru, og sá nær um allir áhoyrararnar tára av látri og halda sær fyri búkin, meðan politik ar­ ar nir royndu at semjast um at verða samdir. Hava ráð at ferðast Ein onnur framførsla, sum nær um tók lívið av á skoðar­ un um, var tá ið ein heldur kventa sligur maður, ið stríput um Bjørn Borg bokser s hortsum, strammari t­shirt og sprøklutum turri­ klæði, greiddi frá, hvussu vinmaður hansara, Símin, hevði fingið starv sum leiðari á Uttanríkisráðnum. Símun hevði starvast í Keyp mannahavn á einari ferða skrivstovu, har hann hevði specialisera seg í ferð um til mikro lítil lond, ið serstakliga vóru ætlað pen sionistum. Og tað vóru ikki sørt løgnar umstøður sum gjørdu, at hann fekk starv í Uttanríkisráðnum, sum forrestin eitur so “Tí tey hava so góð ráð at ferast”. Reyðsokkarnir fingu sítt Jákup og Kim fóru av palli­ num, men tann káta áskoð­ arafjøldin fekk skjótt togað menninar innaftur á pallin við einum eykanummarið. Og tað var eingin annar, enn ein ímynd av einum held ur hyldligum reyð­ sokki, sum kom aftur á pall in við Kim. Meðan hon skemti liga vísti á, hvussu stræv ið tað til tíðir var at verða eitt sexobjekt, og nær um vaskaði sær munnin við akvavit, hvørja ferð hon nevndi orðið “menn”, sótu áskoðararnir nærmast og vendu og hoppaðu í stólu­ num av berum látri. Hon endaði framførslu sína við einum sangi, har hon vísti á, hvussu menn bara taka alt fyri givið, meðan kvinn­ ur noyðast at hugsa um at smyrja matpakka, og um børn unum ikki dáma livur­ postei, men hon bara hevði livurpostei inni, so noyddist hon oman at keypa eitt pitsa stykki, men tað var ikki loyvt at hava í barna­ garðinum, og so má gerast eitt undantak o.s.fr. Meðan menn, teir bara siti á tingi og spæla sær. Óorginalar løtur Eins og vanligt er, vóru eisi ni minni góðar innsløg. Skal eg peika á nakað minni gott, so var tað, tá ið Jákup lat seg í ymsar búnar, fyri at fram hevja teir ymsu per­ són arnir. Hóast hetta eisini var stuttligt í so máta, so min ti tað ógvuliga nógv um Pipar&Salt ella E Elski Førj ar, og tískil tóktist tað held ur óorginalt. Stand-up komið fyri at verða “Meðan vit liggja við Kaj” er eitt sokallað “stand­up” show, har ein einsamallur skemat ari trínur á pall, og set ur ein øðrvísi vinkul á dags aktuell mál. Hóast vit hava nógvar góð ar skemtarar, so er hetta fyrsta showið av sínum slag í landinum. Hetta uttan iva tí, at áskoðarafjøldin ikki kann gerast stór í okkara sam felag, og tískil eru tað neyv an nógv onnur enn víða git ni Jákup Veyhe, ið kun nu fylla Norður landa­ húsið til eitt sokallað “stand­up” show. Eisini kann staðfestast, at í einum so lítlum samfelagið sum Føroyar, er tað neyvan eins lætt og í stórum sam­ feløgum at stilla seg fram, og prika til einstakir per­ són ar, politikarar ella ikki. Sann líkindini fyri, at við­ komandi antin er til staðar ella frættir um sín leiklut í shownum, eru ógvuliga stór á okkara klettum, og tískil eru tað neyvan nógv, ið hava dirvi til at stilla seg fram á tílíkan hátt. Hetta nýggja slag av skemti framførslum er avgjørt eitt jaligt ískoyti til undir haldsvinnuna í Før­ oyum, og við tveimum út seld um framførslum í Norður landahúsinum og einari eykaframførslu, kun­ nu vit bara vóna, at Jákup og kanska onnur við honum, gera “stand­up” til ein fast­ an tátt í undirhaldsútboðnum í Føroyum. Jákup í Essinum