Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-13, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. oktober 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 195 - 13. oktober 2009 Mótaserfrøðingar meta, at 16 ára gamla Miriam Haraldsen úr Sørvági, hevur júst tær dygdirnar, sum skulu til, fyri at gera seg galdandi á altjóða mótapallinum. – Hon minnir ikki sørt um brasilsku supermodellina Gisele Bündchen, sigur millum annað Finnur Justinussen, myndamaður Móti Barbara Holm Barbara@sosialurin.fo 16 ára gamla Miriam Haraldsen úr Sørvági var millum luttakararnar til modelcasting í SMS í farnu viku, og hon var millum tey 10, sum vórðu úttikin til at royna seg hjá Elite Models í Keypmannahavn. Aftan á castingina mána­ dagin og stóra mótashowið í SMS fríggjadagin, var semja millum dómarar og mynda­ fólk um, at Miriam hevur sera góðar dygdir, og hon er teirra avgjørda boð upp á eina føroyska super model. Í hesum sambandi kunnu vit nevna, at hon varð sam­ anborin við Brasilsku sup­ er modellina Gisele Bünd­ chen. ­ Eg hevði als ikki væntað hetta, tí eg helt ikki, at eg hevði tað, sum skuldi til, fyri at sleppa so langt í kapp ingini, sigur ein sera fegin Miriam Haraldsen, nú vit hitta hana til prát í Baresso SMS. Tað var seinnapartin fríggjadagin, at skipað varð fyri mótasýning í SMS. Fyrr í vikuni hevði model­ casting verið, har omanfyri 50 føroyingar royndu eydn­ una. Tiltakið fríggjadagin var fyriskipað av víðagitna føroyska sniðgevanum, Bar baru í Gongini, og vórðu klæðir úr handlunum í SMS sýnd fram. Óroyndu modellirnar, sum bæði fevndu um kvinnur og menn, framførdu eina óvan­ liga seriu, sum neyvan áður hevur verið sædd á føroysk­ um palli. Serstakt var tað, at tey gingu ikki aftur og fram sum vanligt, men í for matiónum við fýrakant­ að um skapi. Kritiskir dómarar Hetta var eisini fyrstu ferð, at Miriam Haraldsen og hinir luttakararnir gingu mótasýning framman fyri fleiri hundrað áskoðarum og teimum sera kritisku og royndu dómarunum. Teirra millum føroysku Óluvá Johannesen, sum hevur starvast sum professiónel model í eitt nú USA og Milano. ­ Eg teknaði meg til kapp­ ingina sunnukvøldið, og eg var sera nervøs fyri at skula ganga framman fyri so nógv um fólkum, sigur Miriam Haraldsen, sum kortini leyp útí tað, tí, sum hon sigur: Eg vildi so gjarna vita, um eg slapp víðari. Og hon leggur afturat, at tað var fantastiskt at vera á pall inum. ­ Tað var als ikki so tor­ ført, sum eg hevði óttast fyri. Eg haldi, at tað gekk væl, og eg vildi ikki, at tað skuldi fáa ein enda. Fólk søgdu eisini við meg aftaná, at tað riggaði ordiliga væl, sigur hon við Sosialin. Aftan á sýningina valdu dómararnir 10 tey bestu burtur úr, harímillum bæði gentur og dreingir. Hesi skulu nú metast hjá top­ pro fessionellu modelfyri­ tøkuni Elite Models í Keyp­ mannahavn. Ein skaraði framúr Men semja var um, at ein model skaraði framúr. Tað var Miriam Haraldsen úr Sørvági, sum eftir øllum at døma hevur teir serligu egin leikarnar, sum móta­ heim urin altíð leitar eftir. ­ Hon er okkara besta boð upp á eina føroyska útgávu av einari topmodel. Tað er ikki sørt, at hon minnir um Gisele Bündchen, sigur Finnur Justinussen. Hetta vóru útlendsku mynda fólk­ ini eisini samd við honum í. Og Miriam Haraldsen er sjálvsagt fegin um orðini frá dugnaliga myndamann­ inum Finni Justinussen. ­ Tað er nokkso kul, at hann sigur so. Hann tók eis­ ini eina rúgvu av mynd um av mær backstage, með an eg gjørdi meg til reiðar at trína fram á pallin, sigur Miri am, sum í næstum fær boð frá Elite Models, um hon egnar seg til altjóða model heimin ella ikki. Og hette er hon sjálvandi sera spent uppá. Gamal dreymur At sleppa at uppliva móta­ heimin er ikki ein so fjarður tanki hjá Miriam Harald­ sen. ­ Eg havi altíð droymt um at gerast model og havi hugt nógv eftir sendingum um hendan dragandi heim­ in, sigur Miriam Haraldsen, og nevnir millum annað sendingina Americas Next Top Model, sum Tyra Banks er vertur fyri. Tyra Banks hevur eisini altíð verið stóra fyrimyndin hjá Miriam, sum av og á hevur umhugsað at tekna seg til donsku út gávuna av sendingini. Men tað hevur ikki ligið fyri, tí hon hevur gingið í skúla. ­ Eg havi altíð hugsað, at umstøðurnar í Føroyum vóru ikki til at gerast model í. Men kanska model heim­ urin júst nú er klárur at taka ímóti mær, sigur hon. Fyrsta føroyska super - modellin Miriam Haraldsen var millum tær óroyndu modellirnar, sum gingu mótaframsýning í SMS fríggjadagin Mynd: Finnur Justinussen/Fotostudio Vend í USA Hóast amerikanarar framvegis missa arbeiðið, og hóast tann privata nýtslan framvegis er lítil, halda búskaparfrøðingarnir har, at afturgongdin í búskapinum er steðgað. 80 prosent av búskapar frøð ingunum halda, at vend er komin í búskapin eftir støðuga afturgongd í tólv mánaðir. Teir vænta, at vøksturin seinna hálvár í ár er 2,9 prosent, og at hann verður 2,6 prosent næsta ár. Búskaparfrøðingarnir siga, at tann vanligi amerikanarin fær ongan ágóða av framgongdini enn. Arbeiðsloysið verður framvegis stórt og fer upp í eini 10 prosent næsta ár. Fótbóltur hjálpir Í morgin fer armenski forsetin, Serzj Sarksijan, til Turkalands at hyggja at einum fótbóltsdysti millum eitt armenskt og eitt turkiskt lið. Forsetin hevur fingið eina serliga innbjóðing frá fyrireikarunum, og hann hevur tikið av, skrivar AP. Fyri einum ári síðani var turkiski forsetin, Abdullah Gül, í Armenia til landsdyst millum tey bæði londini. Seinasta vikuskiftið skrivaðu Armenia og Turkaland undir eina friðarsemju, eftir at londini hava verið í opnum stríði síðani fyrra heimsbardaga, tá osmannar myrdu armenar í stórum tali.