týsdagur 13. oktober 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 195 - 13. oktober 2009
Ein matstovueigari og hjálparmaður
hansara skulu inn at sita fyri at hava verið
harðligir móti einum viðskiftafólki
RættaRmál
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Ein matstovueigari og hjálparmaður hansara fingu
einki burtur úr at kæra dómarnar, sum teir fingu fyrr
í ár í Føroya rætti. Landsrætturin staðfesti báðar
dómarnar.
Tað var ein hending í eini matstovu í Havn í
desember og fjør.
Beint fyri, at matstovan skuldi lata aftur út á morg
unin, ætlaði ein maður sær inn, men tað noktaði mat
stovueigarin honum.
Meðan hjálparmaður hansar helt, slerdi eigarin
tann óvælkomna gestin.
Teir noktaðu seg sekar báðir, men menninir vórðu
dømdir út frá frágreiðingunum hjá tveimum vitnum.
Matstovueigarin fekk 60 daga treytaleysa fongsuls
revsing, og hjálparmaður hansara fekk 30 daga treyta
leysa fongsulsrevsing.
Dómarnir vóru so harðir, tí tað eru herdar
umstøður, tá ið talan er um ein matstovueigara og
starvsfólk hansara.
Dómar
staðfestir
Ein 25 ára gamal maður, sum hevði verið í
song við ein 14 ára gamlari gentu, fekk í eyst
ara landsrætti dómin linkaðan eitt sindur
RættaRmál
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Tað er einki sum eitur. Revsivert er hava kynsligt
samband við ungfólk undir revsingaraldur, tað vil
siga yngri enn 15 ár.
Hetta varð enn eina ferð staðfest í einum dómi í
Eystara landsrætti í Føroyum herfyri.
Ein 25 ára gamal maður umbar seg við, at 14 ára
gamla gentan, sum hann hevði verið í song við, hevði
verið við uppá tað.
Men tað segði tað sama.
Í Føroya rætti varð maðurin dømdur tríggjar mánað
fongsulsrevsing, harav ein mánaður varð treytaleysur,
og hann skuldi inn at sita tann mánaðan.
Eystari landsrættur lækkaði revsingina til, at allir
tríggir mánaðirnir skuldu vera treytaðir.
Maðurin varð eisini dømdur at rinda gentuni
endurgjald.
Fekk linari
revsing
Eystari landsrættur heri dómin móti
einum manni í 40árunum, sum hevði
verið ónærisligurmóti einum smábarni
RættaRmál
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Sjálvt heilt smá børn kunnu sannføra myndugleikarnar
um tað, hava tey verið fyri kynsligum ágangi.
Ein maður í 40árunum vísti aftur, at hann hevði
gjørt nakað móti einum barni, sum tá var trý ár og 10
mánaðir gamalt.
Men bæði Føroya rættur og Eystari landsrættur
trúði betur barninum enn manninum.
Føroya rættur dømdi mannin tríggjar mánaða
fongsulsrevsing, harav ein mánaður skuldi sitast.
Eystari rættur dømdi mannin at sita allan dómin,
serliga tí gentan var so lítil.
Tá ið foreldrini fingu frænir av, hvat var hent,
vendu teyr sær beinanvegin til barnaverndina, sum
fóru beint til politiið.
Tann lítla gentan skal hava endurgjald frá
manninum.
Skal sita
allan dómin
Bretland nærkast vend
Tað seinasta árið ella so hava bretar drigist við eitt tað størsta
búskaparliga bakkastið síðani seinna heimsbardaga, men nú eru
loksins tekin um, at gongdin fer at venda skjótt. Húsaprísurin fellur
ikki longur, og tøl hjá handilsfelagnum vísa, at eftirspurningurin
eftir gerandisvørum er veksandi. Bretsku búskaparfrøðingarnir
høvdu væntað framgongd í triðja ársfjórðingi. Tey seinastu tølini, at
framleiðslan í ídnaðinum minkaði eitt lítið vet í august. Tølini fyri
september eru ikki tøk enn, men búskaparfrøðingarnir vænta, at tey
fara at vísa vøkstur í framleiðsluni.
Eggjar Obama
Demokratiski senatorurin John Kerry, sum er formaður í uttan
ríkisnevndini hjá amerikanska Senatinum, vil hava Barack
Obama, forseta at leggja størri dent á at fáa semju um ein
veðurlagssáttmála á STráðstevnuni í Keypmannahavn seinni í
ár. Blaðið Washington Post veit at siga, at Kerry og Obama
hildu fund í Hvítu Húsunum herfyri, og at senatorurin eggjaði
forsetanum til at gera meiri fyri at fáa Senatið at samtykkja
uppskotið um eina amerikanska veðurlagslóg, sum hevur ligið
í Senatinum eina tíð. Eftir uppskotinum skal amerikanska
CO2útlátið skerjast 20 prosent innan 2020.