Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-13, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. oktober 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 195 - 13. oktober 2009 - Eg eri ikki ímóti, at høvuðstaðar- kommunan hevur eitt sindur størri rásarúm, tí Havnin er høvuðsstaðurin hjá okkum øllum, og vit kenna okkum sum føroyingar at eiga ein lut í Havnni. Men neyðugt er við eini útjavning, og hon skal vera einføld, rættvís og á eini stødd sum munar, sigur formaðurin í Føroya Kommunufelag, Asbjørn Djurhuus, sum sjálvur ikki er so heitur fyri samanlegging við lóg Kommunutilmæli Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Asbjørn Djurhuus, formað­ ur í Føroya Kommunufelag, var til framløguna av tilmæli­ num um nýggjan komm­ unureform, sum varð lagdur fram seinasta fríggjadag. Í morgun var Føroya Kommunufelag á fundi í Kvívík og viðgjørdi tilmæl­ ið, men vit hava ikki havt høvi at hitt felagið eftir fundin. Náðitíðin stytt Í gjár hittu vit Asbjørn Djur­ huus í telefonini. ­ Eg haldi, at álitið, sum nú fyriliggur, líkist nógv tí fyrra kommunuálitinum, tí sonevnda Grøna­álitinum, sum kom í endanum av níti­ árunum. Hetta vóru tríggjar bøkur. Lagt varð upp til sjálvbodna samanlegging, men eydnaðist tað ikki at fáa kommunurnar at leggja saman sjálvbodnar, skuldi hetta sambært álitinum ger­ ast við lóg eini 3­4 ár seinni. Við í nevnda áliti var, at eldraøkið skuldi leggjast út til kommunurnar at umsita – og eftir tað skuldi so skúlaøkið eisini leggjast út til kommunurnar. Asbjørn vísir á, at í nýggja tilmælinum er ”náðitíðin” stytt, sum hann málber seg. ­ Nú skal alt ganga skjót­ ari fyri seg. Vit fáa eitt ár til samanlegging, og síðan skal skúlaøkið fyrst leggjast út og síðan eldraøkið. Formaðurin í Føroya Kommunufelag sigur, at útjavningarskipan millum kommunur eisini var við í fyrra tilmælinum, men í nýggja álitinum eru ymisku útrokningarnar nógv meira nágreiniligar, og ítøkiligari verður víst á, hvussu hetta kann gerast. Neyðug útjavning Sjálvur heldur Asbjørn ikki so nógv um samanlegging við lóg, men hann heldur kortini, at útjavningarskip­ anin, sum er við í hesum til­ mæli, er avgerandi neyðug. ­ Samfelagið er nú eina­ ferð soleiðis uppbygt, at øll hava ikki somu møguleikar til alt. Um eitt nú toska­ veiðan varð steðgað, hevði hetta rakt ávís økir í landi­ num nógv meira enn onnur. Sama er við kommununum og teimum møguleikum, tær hvør í sær hava. Tí er neyðugt við eini útjavning. Hann heldur, at nýggja álitið er vegurin fram, tó at smakkurin í munninum við tvungnari samanlegging ikki júst er tann, honum hóvar best. ­ Skal ein samanlegging, sum skotin verður upp við sjey ella níggju kommunal­ um eindum og við einari hóskiligari útjavning, eydn­ ast, er neyðugt, at hetta er ein ”pakki”, sum ikki broyt­ ist, um politiskir meirilutar á tingi broytast. Tað ber ikki til at leggja kommunur saman og síðan broyta ætlaða grundarlagið undir eini slíkari samanlegging. Hetta leggur arbeiðsbólk­ urin eisini dent á í sínum áliti, sigur hann. Okkurt at gera Asbjørn vísir á, at skulu kommunur leggja saman, er eisini neyðugt at geva teimum okkurt at gera. Annars er eingin meining við slíkari samanlegging. ­ Tað er ov stutt skygt bara at semjast um saman­ legging, tí í sjálvum sær gevur tað lítla og onga meining. Her er í fyrsta lagi neyðugt við einari skila­ góðari útjavning, umframt tað, at eindirnar skulu hava okkurt at gera, sum hann tekur til. Tí er eisini avger­ andi neyðugt, at saman­ hangur er í ætlaða ”pakkan­ um”, soleiðis sum arbeiðs­ bólkurin skjýtir upp. Formaðurin í Føroya Kommunufelag heldur, at tíðin til samanlegging, sum skotin er upp, er ógvuliga stutt, og hann sigur seg stórliga ivast í, um hetta yvirhøvur letur seg gera. ­ Eg haldi, at samstarvið við barnaverndunum vísir okkum, at kommunur sakt­ ans kunnu arbeiða saman, um tær fáa okkurt at sam­ starva um, og eg ivist onga løtu í, at vit høvdu fingið eina náttúrliga samanlegg­ ing, um kommunur fingu eitt nú skúlaøkið og eldra­ økið at arbeitt saman um. Havnin ov stór Formaðurin í Føroya Komm­ unufelag heldur eisini, at Tórshavnar Kommuna er vorðin ivaleysa stór í hesum kjakinum um samanlegging. ­ Persónliga kundi eg hugsað mær, at eitt nú Sand­ oyggin varð knýtt upp í Havnina, samstundis sum Kollafjørður bant seg upp í økini norðanfyri. Asbjørn vísir á, at myndin yvir inntøkuviðurskifti hjá borgarum í ymisku økjunum í landinum er púra skeiv, sum hann tekur til. ­ Hyggja vit at inntøku­ viðurskiftinum í eitt nú Suð­ uroy, Sandoy og Norðoyggj­ um, liggja inntøkurnar fyri hvønn íbúgva væl lægri enn í høvuðsstaðarøkinum. At Tórshavnar Kommuna noyð­ ist at rinda nógvan pening í eini møguligari útjavning, vísir bara, hvussu skeiv myndin er, og hvussu býtið av teimum møguleikum, sum landið hevur at bjóðað, er, leggur hann aftrat. Hann ásannar kortini, at Tórshavnar kommuna sum høvðsstaðarkommuna sjálvandi hevur ein út­ reiðslutørv knýttan at øktu møguleikunum. ­ Eg eri ikki ímóti, at høvuðstaðarkommunan Náðitíðin til samanlegging - Samfelagið er soleiðis uppbygt, at øll hava ikki somu møguleikar til alt. Um eitt nú toskaveiðan varð steðgað, hevði hetta rakt ávís økir nógv meira enn onnur. Sama er við kommununum og teimum møguleikum, tær hvør í sær hava. Tí er neyðugt við eini útjavning sum munar, sigur formaðurin í Føroya Kommunufelag - At Tórshavnar kommuna noyðist at rinda nógvan pening í eini møguligari útjavning, vísir bara, hvussu skeiv myndin er, og hvussu býtið av teimum møguleikum, sum landið hevur at bjóðað, er, sigur Asbjørn Djurhuus Rinda pengar aftur Bretski forsætisráðharrin, Gordon Brown, noyðist at rinda tí almenna 12.415 sterlingpund, sum hann hevur fingið ov nógv í almennari samsýning. Talan er millum annað um pengar, sum hann hevur fingið til reingerð, urtagarðsrøkt og klædnavask tey seinastu fimm árini, men nú hevur ein kanning staðfest, at hann fekk meiri pengar, enn hann hevði rætt til. Forsætisráðharraskriv stovan hevur boðað frá, at Brown rindar pengarnar aftur. For­ sætisráðharrin er bara ein av fleiri leiðandi bretskum politikar­ um, sum hava fingið ov nógv frá tí almenna, og sum skulu rinda pengarnar aftur. Al-Qaeda í penganeyð Yvirgangsfelagsskapurin Al­Qaeda er í fíggjarligum trupulleikum og hevur tí ikki so stóra ávirkan longur. Tað stendur í einari frágreiðing hjá amerikanska fíggjarmálaráð­ num. Sagt verður, at tiltøk ymsastaðni kring heimin hava steðgað pengastreyminum til Al­Qaeda, men at tað fram­ vegis eru tey, sum eru til reiðar at hjálpa felagsskapinum við pengum. Amerikanska frágreiðingin gevur eina heilt aðra mynd av fíggjarstøðuni hjá Taliban. Eitt nú fær rørslan nógv­ ar pengar burtur úr at dyrka og selja rúsevni í Afghanistan.