Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-13, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. oktober 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 195 - 13. oktober 2009 g er stytt hevur eitt sindur størri rása­ rúm, tí Havnin er høvuðs­ staðurin hjá okkum øllum, og vit kenna okkum øll sum føroyingar at eiga ein lut í Havnni, eisini eg sjálvur. Men neyðugt er við eini útjavning, og hon skal vera einføld og rættvís og á eini stødd sum munar. Eisini onnur lond Asbjørn Djurhuus vísir á, at øll lond rundan um okkum, sum hava framt samanlegg­ ingar av kommunum, hava útjavningarskipanir – alt eftir, hvussu bygdir og býir liggja geografiskt, og hvørjir møguleikarnir annars eru. ­ Vit í Føroya Kommunu­ felag hava nýliga verið á vitjan í Noregi og hava hugt at samanlegging har. Vit vitjaðu økir, har lagt er saman – og eisini økir, har enn ikki er lagt saman. Summar kommunur hava sjálvbodnar lagt saman við øðrum kommunum, tí tær annars væntaðu at koma saman við kommunum, sum tær kanska ikki ynsktu at koma saman við. Í øðrum økjum vóru tey bara ikki komin á mál við samanlegg­ ing, men væntaðu, at saman­ legging fór at koma í nærm­ astu framtíð, sigur hann. Ikki ávíst tal Formaðurin í Føroya Kommufelag sigur, at hann hevur ongantíð gjørt sær nakra endaliga meining um, hvussu stórt talið av komm­ unalum eindum í framtíðini skal vera. ­ Hinvegin haldi eg, at eitt tal sum sjey ella níggju eindir, soleiðis sum arbeiðs­ bólkurin skjýtir upp, ljóðar rættiliga hóskiligt, sigur Asbjørn Djurhuus. Rainbow Seafood hevur eitt nú virksemi á Eiði og í Oyndarfirði. Á Eiði skilja og pakka tey fisk til útflutn­ ings, umframt at fiskur fer av Eiði og til Oyndarfjarðar, har felagið hevur Greipuna, sum sker flak Vinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á Eiði arbeiða eini seks fólk á skilji­og pakkivirkinum, sum verður rópt Bátafiskur. Ognar­ viðurskiftini á Eiði eru býtt upp í tríggjar triðingar, har størru útróðrarbátarnir eiga ein triðing, smærru útróðrarbátarnir ein triðing, og síðan eigur Rainbow Seafood seinasta triðingin. Tað er serliga hýsa, sum útróðrar­ bátarnir fiska, ið verður skild, pakkað og útflutt. Hinvegin fer toskurin, sum kemur upp á land á Eiði, oftast til onnur virki í landinum til virkingar. Tað eru í flestu førum útróðrar­ bátar, sum selja og leggja veiðina upp á Eiði, men Bátafiskur keypir onkuntíð eisini fisk frá størri bátum, ið hava gjørt stuttar túrar. Haraftrat keypir felagið fisk á uppboðssølu, sum verður skildur og pakkaður á virkinum á Eiði. Arbeiðsformaður er Rúni Festir­ stein, og bókhaldari er Asbjørn Djurhuus. Sum skilst, hevur virksemið á Eiði riggað væl, men í ár hevur verið lítil fiskur í mun til undan­ farnu árini. Hampiliga fitt var at gera, meðan norðhavsróðurin var, men síðan apríl hevur verið meira deydligt. Bátafiskur á Eiði skilir og pakkar eini 2.500 tons av ráfiski um árið, men higartil í ár eru nøgdirnar eini 300 tons minni enn undanfarnu ár. Pakki og skiljivirkið á Eiði liggur væl fyri hjá monnum, ið reka útróður. Meðan seks fólk arbeiða á virkinum á Eiði, eru eini 20 fólk til arbeiðis hjá Greipuni í Oyndar­ firði. Skilja og pakka hýsu Bátafiskur liggur væl plaseraður á Eiði hjá monnum, ið reka útróður Mynd: Vilmund Jacobsen Meginparturin av tí, sum Bátafiskur skilir, pakkar og útflytir, er hýsa Kreppa millum Danmark og Kina Ein diplomatisk kreppa hevur tikið seg upp millum Danmark og Kina, eftir at danski forsætisráðharrin, Lars Røkke Rasmussen, fyrr í ár tók ímóti andaliga leiðaranum í Tibet, Dalai Lama. Donsk bløð skriva, at kreppan nú hevur rakt danskt vinnulív og vitjunaravtalur í Kina eru antin avlýstar ella útsettar upp á óvissa tíð. Stríðið, sum hevur tikið seg upp millum londini, verður váttað í teldubrævi til fýra donsk ráð, sum fáa at vita, at tey skulu halda lágan ”profil” um ætlaðar vitjanir í Kina. Sambært teldubrævin­ um framgongur, at fleiri donsk vinnufeløg hava fingið trupulleikar í Kina, men í brævinum stendur einki um, hvørjir hesir trupulleikar eru.