Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-13, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. oktober 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 195 - 13. oktober 2009 13 Mjólk og sukur, hr. Bin Laden? Ella kann eg kalla teg Osama?” “Tað er gott at tosa”, plagar Dr. Phil, hesin upprunaavgudur hjá sálargreinandi amatørum, “coacharir” at navni, at taka til. Antin, so tímir tú at fáast við henda ótolandi og sjálvklóka “fakbólkin”, ið meddar ímóti at fáa bláoygd stakkaladýr at føla hasa “positivu orkuna” og “realisera seg”, og sostatt fáa sini kundaoffur til at blíva okkurt, hesir kritlarir vegna vitevnisbrek ongantíð sjálvir kláraðu, ella ikki. Eg tími so ikki. Bara at hoyra hesar lumpandi búrkorppar í útvarpinum við teirra heima­ gjørda førleika, ella “útbúgv­ ing”, fær meg til at virðismeta tøgnina. Fyri ikki so øgiligari langari tíð síðani var tað í lagi at hava tað av helviti til, og høvdu vit tíbetur eisini neyðuga skilið til at siga “takk, men annars takk, so piss off ” til hasi, ið høvdu eitt brennandi altruistiskt ynski at “hjálpa” sínum vælferðar­ sjúku medmenniskjum... fyri pengar, sjálvandi. Men nú, knappliga, er tað vorðið hipp at tosa aftur. At tosa er gott, siga Christian Dinesen, Elisabeth á Akursmørk og aðrir egintera­ peutiskir kloddar, sum ætlandi fáa fólk at røkka sínum málum! T að er nú so vorðið, at tað er apsalutt eingin, vit ikki tíma at tosa við longur. Taliban, Johan í Kollafirði, Al Gore, Hamas, budam, Chávez, Hisbollah, Katrin í Gongini, Mahmoud Ahmadinejad, Kim Jong­il í Norðurkorea. Hví, tá ið vit jú vita, at tað er heilt høpisleyst at sessast og vera skynsamur við fólk, sum ikki hava peiling av, hvat orðið merkir. Hetta er Obama­effektin. Um ikki heilt, so partvíst. Tí aftaná Bush og hansara “Axis of Evil” er barasta einki og eingin, vit ikki kunnu tosa við. Óndskapur? Hvat fyri ónd­ skapur? Nei, tað er diplomati, vit hava brúk fyri. Kvikir unglingar, ið ivast í, hvussu best at tjena nøkur oyru, kunna taka býttari av­ gerðir enn eina karrieru innan diplomati – vit fara nevniliga at uppliva nógv av hesum. Gloym bankavirksemi, uttan so at tú vilt brenna í sosialist­ iskum helviti! Diplomati, hin­ vegin, at verða vinur við fígg­ indan... av tí at har er eingin fíggindi, er bara so upp á móta! Barack Obama, hetta nýtíðar­ innar orakkul og olympiskur analfabetur, heldur jú, at tann einasti mátin at fáast við yvir­ gangsfólk uppá, er at, ja, tosa við tey. Meiri ítøkiligt heldur hann, at vit áttu at sessast og fingið eitt prát í lag við al­ Qa’ida. Tú kanst bara ímynda tær handa hjúklandi hugnan. “Jú­jú, ókey meðni,” sigur Obama, sitandi afturá í hasum fínpolstr­ aða leðurlenistólinum í egg­ rundu skrivstovu síni í Hvítu Húsunum, alt meðan hann munnar sær á sítt importeraða Earl Grey, “hasi tvíburðatorn­ ini... tað kann vera nakað um snakkin, tað má eg viðganga. Og atsóknirnar ímóti London, og bumburnar í Madrid, og tær í Bali – hmm! – tað skal eg geva tær, tað var nakað, vit í langa tíð høvdu biðið um. Mjólk og sukur, hr. Bin Laden? Ella kann eg kalla teg Osama?” V it fáa at vita, at diplomati í heilum er til arbeiðis, sjálvt í støðum, har vit láta sum um, at vit ikki so mikið sum hava eitt stavilsi at býta við. Á onkrum øki er hetta helst gott – ikki at lata høgru hond vita, hvat vinstra ger. Eitt skilagott landsstýri hevur jú tvey andlit. Nei, tað er hetta nýggja slag­ ið av óduldum smápráti, eg verði illa við av. Tí tað tekur upp á seg relativu rímiligheitina hjá hvørjum órættvorðnum stýri og massamyrðandi rørslu á klótuni, ið halda seg hava verið fyri einum óbøtandi vanbýti. “Tosið”, siga Obamasa smá­ tutlandi smágarpar, “og vit finna útav, júst hvussu beina­ som og rímilig, tey í veruleik­ anum eru”. Um yvirgangsfólk og teirra stalinistisku stuðlar yvirhøvur eru áhugað í at finna útav, júst hvussu fitt vit faktiskt eru, loyvi eg mær at ivast í. Men lat fara. Av størri týdningi er handa legitimerandi ávirkanin, tað “at tosa” hevur, ið óndsinnaðu bartrogini brýggja seg um. K im Jong­il sá jú út til at vera meira enn trivaliga nøgdur við seg sjálvan aftaná at hava lokkað Bill Clinton at standa við síðuna av sær ein frálíkan augustdag. Óivað hava verið nógvir saftigir spurningar, hann kundi hugsað sær at spurt fyrrverandi forsetan, sosum... nei, lat meg ikki fara hagar. Um vit nú siga, at Clinton fekk okkurt burturúr missjón­ ini, ið snúði seg um at lokka norðurkoreanska kammerátin at leysgeva nøkur amerikansk blaðfólk, er skilvíst at hugsa, at eisini norðurkoreanski massa­ mordarin fekk okkurt burturúr fínu vitjanini. Ein skundmynd til familjualbumið, kanska, ella prógv fyri, at gíslatøka riggar? Tað er bara tað, at tá ið vit eru sannførd um, at onkur er undir eins tign og ikki hevur uppiborið eins uppmerksemi, venda vit viðkomandi bakið. Broyta vit meining og fara at tosa við viðkomandi, viður­ kenna vit, ikki bert okkara veikleika, men styrkina hjá viðkomandi. Einasti taparin eru hasar apokalyptisku veðurlagsbroyt­ ingarnar hjá CO2­Boga og hans­ ara hugsjónarligu mótaoffrum, við tað at har jú stendst eitt ávíst útlát av einum privatum jettara við at flúgva úr Amerika til Norðurkorea og heimaftur, har tað sjálvandi var pláss fyri flagellanta “vit mugu ikki for­ brúka so nógv, annars enda vit í økohelviti”­Al Gore. Hetta var annars ein frískligur túrur, alheimsupphitaða Annika Bolton Mortensen, henda før­ oyska útgávan av moralistisku Mary Whitehouse, kundi hugs­ að sær at verið partur av, við tað at hon er sentimetrar frá at gerast eins kliniskt svøk sum Caroline Lucas. Inntil hetta hendir, kundi hon hóskandi fingið ein nógv eftirsóknar­ verdan uppsagnarseðil fyri sína sjálvglaðu umhvørvisprædiku fyri almennar pengar eitt hós­ kvøld í september. Hevði hon sloppið uppí hjá sínum grønu avgudum, heldur tú tá ikki, hon hevði endurnýtt síni populer­prinsippir og farið umborð? Vísindaligur analfabet­ ur, sum hon er, hevði CO2­tunga ferðin saman við diplomatisku hetjunum báðum, Clinton og Gore, verið eitt must. Men kanska fyrst og fremst av tí, at frøkun Mortensen, sum er eitt sindur Disneyland, tá ið alt kem­ ur til alt, ikki trýr sína egnu skræpu um umhvørvisvernd­ arliga frelsu: hasa teldomodell­ eraðu og ógrundaðu leinkjuna millum CO2­útlát og eina al­ heimsupphiting, sum ikki er til! Frøkun Lucas, forrestin, er leiðari í grøna flokkinum í Bretlandi, og hevdaði herfyri, at tað, at flúgva til Spánia “var eins syndugt sum at stinga onkran niður á gøtuni” ella “ikki at brúka trygdarbelti”. G rundin til, at eg eri nokkso skotin í ódiplomatiskum fólki, hevur helst okkurt at gera við tað, at eg aldri havi lagt í at vera ein diplomatiskur persónur sjálvur. Eg velji at skylda upp á tær relativu og prinsipp­bleytu mentanir, Føroyar hava valt at fjasast við, og tí sjálvar eru blivnar til. Tá ið samanum kemur, vita vit ikki, hvat vit halda um nakað sum helst, men vit elska okkum sjálvi sum hetjur vegna sannføri, av tí at vit hava funnið uppá at blanda státsligan solidaritet og universalt rættvísi saman. Hetta er sjálvandi ein ósam­ bæriligur kokkteylur ætlaður teimum, ið heilt góðvarið ikki trúgva uppá óndskap, bert óndar gerðir—eitt sindur sum vit ikki hava brekað fólk, men fólk við breki. Í besta føri, orðaspæl, í ringasta, og mest sannlíkt, sjálvgloymska. Høvdu Føroyar verið eitt tjóðríki við veruligum valdhavi, tá høvdu vit helst verið eitt rætti­ liga ryggleyst samfelag av uttan­ veltaðum slag, eins og Svøríki og Sveits, og samanhangandi kínt og tosað einhvørja ríkis­ stjórn íhel, og ikki fyrr enn hon gav okkum ein frammaná, høvdu fatað boðskapin. Eitt frælsisstjalandi formynd­ arasamfelag pliktað at spjaða hjartalag til tess at fostra sítt fólk at akta landsins myndug­ leikar, at kroysta tí seinastu libertiansku kyknuna úr okkum, at tempra eitthvørt broytingar­ ynski og, endaliga, at skapa eina heildarsemju um mestsum allar meginreglur. Ein óundan­ sleppandi sannleika. Ikki tí, eg veit, tá ið eg fari skeivur, og eri eg í góðum lag, kann eg enntá finna uppá at biðja um umbering, um hetta sømir seg. Men tá ið eg ikki fari skeivur, tá ið eg veit, eg havi rætt, tá víki eg ikki, hvussu óhugaligt hetta so enn mátti verið fyri meg og míni. Og eg fari ikki skeivur, tá ið eg standi fast uppá, at tað aldri, aldri, er rætt at tosa við yvir­ gangsfólk og aðrar ómodern­ aðar lúsakjálkar, ið vilja materi­ alismuni og liberalum fólkaræði til lívs. At lifra fyri kommunist­ um, fasistum og islamistum er ikki bert skeivt, men ósmart og úrslitaleyst, av tí at tað er ein gøtubotnur at rationalisera við fólk, ið ikki hava ánilsi av, hvat orðið merkir. Men træklemmandi tofuetar­ ir, sum stappa kjaftin við vist­ frøðiligum, eru ikki ordiliga áhugaðir í øðrum enn sjálvum sær. Teir látast hava hasa óvita­ kendu sannføringina, at teir hjálpa gorhungraðum afrikanar­ um fangaðir í vantandi fólka­ ræði við at keypa “økologiskt” frá FK og Miklagarði, tá ið hetta, saman við allari menning­ arhjálp, í veruleikanum er tað ringasta, teir kunnu gera “fyri” afrikanaran. Sært tú, ídag ræður tað um at hava eina moralska útsjónd, og í hesum bleytu lívstílsvíðkandi tíðum, har fólk halda á og á og á við at renna sum ein annar skítbýttur Forrest Gump, “Life is like a box of chocolates”, d’oh!, og har óendaligt prát við sjálvt tey mest illgrunasomu av okkum er ein dygd, skilji eg væl hasi, “we are all individu­ als”, ið heldur vilja tyggja glas enn renna út úr takt. Men hey, um tað, at eta vist­ frøðiligt ella pota eina 20­krónu í bússsuna hjá Reyða Krossi kann vera ein samvitskulætti fyri teirra CO2­synduga forbrúkslív, íðan, vælgagnist, og fokk tú, lítli afrikanari á jørðini har. N økur halda, at verðin nú er so vandamikil, at tignarlig hugtøk sosum meginreglur og moralur ikki longur hava ein heimstað; at tað ikki longur er nakar prinsippiellur máti at vera uppá. Vit krúpa jú fyri tyrann­ um og drekka te við terrorist­ um, og dett ikki niður av stóli­ num, um Obama og hansara átuliga kona um skamma tíð ikki eisini fara at svimja við teimum. Eg haldi við skotska stór­ skemtaranum, Billy Connolly, “Never trust a man, who when left alone with a teacosy... doesn’t try it on”. Og heldur tú, at bløðran av øllum bløðrum, harra Ahmadinejad, hevði gjørt tað? Nei, nettupp! Dr. Phil fer tí skeivur: tað er ikki altíð gott at tosa! Ókey, onkuntíð kann tað vera okkara einasta bjarging, okkara einasti útvegur, men tað kann minst líka oftani óvirða og oyðileggja okkum sum menniskju. Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009? Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli Te við terroristum. Tað haldi eg, hví ikki eisini bara svimja við teimum? Tíðargreinin tíðargreinin Agga Niclasen meining@meyl.fo