týsdagur 13. oktober 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 195 - 13. oktober 2009
Nú formansskeiðið hjá
Jan Højgaard í Fiski
mannafelagnum nærum
er farið, er lætt at gera
støðuna upp
Eg haldi meg tora at siga,
at eg míni tíð bygdi fiski
mannafelagið upp til at
vera eitt sterkt og virt
felag. Vit høvdu best hugs
andi kunning til limir og
fólk annars, sum skapti
virðing fyri felagnum. Vit
uppbygdu heimsins bestu
hagtalsskipan viðvíkjandi
fiskimonnum, sum skapti
virðing fyri felagnum bæði
innan og uttanlands. Vit
høvdu stóra ávirkan á fiski
vinnupolitikkin til gagns
fyri fiskimenn og sam
felag. Vit høvdu ein sátt
málapolitikk, sum í dag
gevur føroyskum fiski
monnum kjans við heims
ins fremsta fiskiskipi.
Størsta hál, sum nakað
fakfelag hevur fingið, var
sjómansskatturin, sum
hóast harða mótstøðu frá
nógvum síðum, higartil
hevur givið fiskimonnum
úti við ¾ milliard krónur,
sum er eitt framúr grundar
lag fyri persónliga eftir
lønarskipan.
Valdur uppá
at leggja flotan
Men sum ofta er, tá nakað
gongur væl, eru tað teir,
sum bjóða seg til at kunna
gera tað enn betri.
Hetta hendi eisini við
formansvalinum fyri trim
um árum síðan. So mikið
var tó alment kent um hes
ar avbjóðarar, at tað av
gjørt eingin grund var til at
halda, at teir kundu gera
nakað sum helst betri enn
nakar sum helst annar fyri
at siga tað diplomatiskt.
Jan Højgaard varð valdur
við einum høvuðsboðskapi
um, at hann skuldu greiða
allar trupulleikar við at
“leggja flotan.” Hetta gav
eina greiða ábending um
eitt destruktivan (oyðileggj
andi) hugsunnarhátt, sum
neyvan boðaði frá góðum.
Hetta kom eisini skjótt at
standa sína roynd. Fyrst
hann fekk møguleika fyri
tí, var Jan Højgaard so
grammur at leggja flotan,
at hann leyp semings
stovnin um aftaná
kaotiskar samráðingar.
Flotin lá 23 vikur, uttan
at fiskimenn fingu eitt oyra
meira burtur úr, enn tað
sum var í boði undan
verkfallinum.
Hesum lærdi Jan Høj
gaard ikki av. Nú skuldu
henda uppskriftin roynast
við Carlton. Har vóru
trupulleikar, sum við van
ligari mannagongd kundu
verið loystir við sakarmáli
og/ella samráðingum.
Hóast hetta lýsir Jan
Højgaard, í hvussu er uttan
at partur av nevndini visti
av tí, mynstringarbann.
Skilið í hesum kann lýsast
við, at kravið hjá Jan
Højgaard vildi merkt, at
kokkurin, sum var limur í
FF, skuldi fara niður í løn!
Úrslitið varð, at uppruna
manningin misti stórar upp
hæddir í inntøkum umframt
sjálvan kjansin, bert takkað
skilaloysi hjá Jan Højgaard.
Rættarbrot
Men slíkir menn skulu
altíð hava syndabukkar fyri
egið dugnaloysi. Tí frættist
í undanfarnu viku, at teir
fiskimenn, sum fóru við
Carlton, vóru útvístir úr
FF, so at limir í FF ikki
skuldu kunna mynstrað
saman við teimum.
Brævið til hesar fiski
menn var so ússaligt, at tað
kundi fyri tað verið skrivað
av einum skúladrongi.
Brævið við sínum 30 orð
um er uttan samanhang, og
tað er ikki so frægt sum
dagfesting í brævinum.
Jan Højgaard hevur í
hesum máli enn eina ferð
sjálvur avdúkað sín før
leika. Fyrst sigur hann við
Sosialin, at tað var ein
samd nevnd, sum stóð
aftanfyri hesa avgerð.
Men longu dagin eftir
mátti hann vátta fyri Sosi
alin, at málið als ikki hevði
verið fyri á nevndarfundi!
Og nú nevndarfundur
hevur verið, vísir tað seg,
at tað var als ikki meiriluti
fyri hesum stigi, og tí er
tað tikið aftur.
Tað mest avdúkandi er, at
Jan Højgaard helt annars, at
málið hevði verið fyri á
nevndarfundi, men tá hann
einki fann í gerðarbókini
mátti hann bert ásanna, at
tað ikki var so!!!!!!
Hetta er enn eitt av
mongum dømum um, at
maðurin er fullkomiliga
óeftirfarandi. Hann hevur
ikki so frægt at evnum, at
hann dugur at síggja, at slík
ósannindi verða avdúkað av
teimum, hann lýgur uppá.
Verunleikin er enn verri.
Hann hevur ikki so frægt
sum kunnað alla nevndina
um hetta mál. Brævið varð
sent monnunum í juli, og
ikki fyrr enn nú í oktober
lesa nevndarlimir um
málið í bløðunum!
Jan Højgaard váttar, at
hann einki veit
Hetta mál er eisini ein
váttan um, at Jan Højgaard
veit snøgt sagt einki um
tað, hann arbeiðir við. Tað
kann vera nóg galið, at ein
fakfelagsformaður ikki veit
um grundleggjandi manna
gongdir í einum fakfelag.
Sum til dømis at ein
formaður ikki einsamallir
kann koyra menn úr einum
felag. Tað skal í minsta
lagi ein nevndaravgerð til.
Afturat hesum er tað rættar
ásett, at uttan mun til
viðtøkurnar, kunnu menn
ikki koyrast úr einum felag
undir umstøðum sum hes
um, uttan at hóttu limirnir
fingu møguleika at svara
fyri seg. Tí vildi henda
ekslusónin undir øllum
umstøðum verið ógyldig,
um tað kom til rættarsak.
Veit heldur ikki, hvat
hann sjálvur ger
Men enn meira avdúkandi er,
at Jan Højgaard ikki so frægt
sum veit, hvat hann sjálvur
hevur verið við til. Í eini
søguligari avgerð hjá felagn
um má hann í gerðarbókina
fyri at finna fram til, at hann
hevur sagt ósatt fyri Sosialin.
Jan Højgaard hevur javn
an fortreð etikkin hjá øðr
um og leggur gud og hvønn
mann undir at vera skálk.
Men sjálvur hevur hann
ongan etikk. Hann fremur
brot uppá bæði skrivaðar og
óskrivaðar reglur fyri felags
arbeiði júst sum tað passar
honum. Hetta ger hann
enntá móti sínum egnu.
Tað er ikki hent fyrr í
søgu FFs, at nevndarlimir
eru settir til viks, soleiðis
sum Jan Højgaard javnan
ger tað. Í hesum málinum
tekur hann einsamallur
avgerðir, sum eru upplagd
ar nevndaravgerðir.
Í øðrum førum leggur
hann miðvíst avgerandi
nevndarfundir, tá ið menn,
sum ikki er samdir við
honum, eru burturstaddir.
Hesir fáa ikki so frægt sum
fráboðan um tað, sum er
“samtykt”. Hetta er so groft,
at tað finst ikki orð fyri tí.
Royndi at beina
fyri Norrønu
Hvussu destruktivur Jan
Højgaard sást eisini, tá
hann beinleiðis tók undir
við at beina fyri størsta
arbeiðsplássinum hjá sjó
monnum, nevniliga Norr
ønu. Stóð tað til hann
vórðu hansara egnu limir
settir í land í næstu havn.
Hvussu lítið hann fatar av
tí, sum hendir á hansara
øki, sást annars tá ið FAS
lógin varð broytt við stórari
skattahækking til lægtslønta
sjófólkið, sum eru limir í
FF. Hetta varnaðist Jan
Højgaard ikki fyrr enn fleiri
mánaðir seinni, tá ið polakk
ar umborð á Norrønu
gjørdu vart við hetta! Tiskil
varð einki gjørt fyri at
bjarga hesum fólkum undan
minkingini í teirra realløn.
Fiskimannafelagið
verður oyðilagt
Tað er eingin ivi um, at Jan
Højgaard er við at oyðileggja
fiskimannafelagið. Aftaná
hansara ósannindir um
Carlton er felagið fullkomi
liga til láturs millum fólk.
Hetta er bert nakað av tí,
sum er komið alment fram.
Um alt varð tikið við hevði
verið greitt, at støðan í
verunleikanum er nógv
verri enn lýst í hesi grein!
Tað er eitt sindur sárt at
síggja, hvussu tað, sum er
bygt upp í ártíggir, eftir so
stuttari tíð liggur í sori.
Hinvegin er tað sjálvsagt
upp til fiskimenn sjálvar,
hvat teir gera við sítt egna
felag. Men vilja teir bjarga
fiskimannafelagnum mugu
teir taka seg um reiggj.
Gera teir ikki tað, er tað
bert ein spurningur um tíð,
so er felagið farið í søguna.
PS. Fráboðanin um tað
ógildaðu útvísingini úr
Fiskimannafelaginum ligg
ur framvegis á heimasíðuni
Fiskimannafelagið verður oyðilagt
Óli Jacobsen
Um vit skulu hava
marknaðarbúskap í
Føroyum, so ber ikki til
at áseta lønir við lóg
Arbeiðsmegi er ein sølu
vøra líka so væl sum allar
aðrar søluvørður. Arbeið
arin selur sína arbeiðsmegi
til arbeiðsgevaran fyri ein
avtalaðan prís. Báðir partar
hava møguleika at steðga
handlinum, um teir halda,
at lønin annaðhvørt er ov
høg ella ov lág. Hetta eru
vanligar marknaðarbúskap
arligar spælireglur.
Lógarásett løn er ”plan
búskapur”. Tá verður ikki
spurt um útboð og eftir
spurning. Lógin sigur tá,
hvussu høg lønin skal vera,
og harvið verður tað.
Sambandsflokkurin hev
ur altíð havt ta støðu, at
partarnir á arbeiðsmarknað
inum skulu sjálvir avtala
lønirnar eftir marknaðarbú
skaparligum spælireglum.
Peningur manglar
Á almenna arbeiðsmarkn
aðinum er tað Fíggjarmála
ráðið, sum er keypari, með
an fakfeløgini standa fyri
søluni av arbeiðsmegini.
Í løtuni er landskassin í
teirri støðu, at hann hevur
ikki ráð at keypa vøruna
fyri avtalaða prísin, uttan
so at spart verður á øðrum
økjum. Tí var tað, at lands
stýrismaðurin í fíggjarmál
um vendi sær til fakfeløg
ini í summar við eini um
bøn um at steðga avtalaða
lønarvøkstrinum. Men
fakfeløgini søgdu nei, og
tað merkir, at landskassin
má spara.
Tá so fakfeløgini fara í
fjølmiðlarnar við einum
skrivi, har funnist verður at
landsstýrinum, tí sparingar
verða gjørdar, kennir
løgmaður seg provo
keraðan til at svara aftur.
Vinnarar og taparar
Møguliga skuldu fakfeløg
ini ikki havt sent hatta
skrivið avstað, og møgu
liga skuldi løgmaður ikki
latið seg provokerað av
fakfeløgunum. Men lat tað
nú fara. Almennu lønirnar
verða framvegis ásettar
við sáttmálum millum
partarnar, og tað haldi eg
vera ta fragastu loysnina.
Men hetta merkir, at al
mennu Føroyar noyðast at
spara, fyri millum annað at
hava ráð til at gjalda lønir.
Ein avleiðing av markn
aðarbúskapi er nevniliga,
at onkur verður vinnari
meðan onkur annar verður
tapari. Politiski myndug
leikin valdi at halda fast
við marknaðarbúskapin, og
fakfeløgini valdu at halda
fast í lønarvøkstrinum.
Landskassin hevur stórt
undirskot, so onkur má fáa
rokningina.
Lønir eiga ikki at verða ásettar við lóg
løgtingsmaður
Helgi
abraHamsen
Kappingarráðið er fyri stuttum
komið við einum lemjandi kritikki
av ætlaðu tunnilssøluni í Fuglafirði
– hesin kritikkur vísir mær at
Kappingarráðið er sína uppgávu
vaksið og eigur at fáa heraklapp fyri
ábyrgdarfult arbeiði.
Men endaliga avgerðin liggur hjá
Anniku Olsen, landsstýriskvinnu,
sum umsitur Kommunala eftirliti.
Um Annika Olsen, fer at skúgva
góðan moral til síðis, og í røttum
fólkafloksanda fer at geva grønt ljós,
at selja borgarans ognir fyri
undirprís, kann bert tíðin vísa. Men
satt at siga so havi eg tað meting av
Anniku, at hon er ein ábyrgdarfullur
polittikari – og eg vóni at mín
meting gevur mær rætt, at so er.
Vit eiga eisini at hava í huganum,
at selt verður niður í egnar ógegnigar
lummar. (Avgerðin um at selja er
fyri langari tíð síðani tikin, tað sum
eftir er at gera við sjálvari søluni eru
bert formalitetir).
Nei, Fuglafjarðar kommuna hevur
eitt at gera, nú kassin er tómur av
berum kleyvarskapi, og tað er at taka
lán fyri at yvirliva. Polittiska
ábyrgdarloysi kemur tá svart uppá
hvítt at standa í fíggjarætlanini, og
verður ikki krógvað burtur í eini
panikkendari dumpingsølu.
Annika Olsen skal møguliga
hjálpa Fuglafjarðar kommunu
JoHan Heri
Joensen
viðmerkingar
Sjálvt um Jan Højgaard segði fyri Sosialinum, at
nevndin í felagnum var samd um at burturvísa
menninar, váttar hann nú, at málið hevur ikki verið
fyri á nevndarfundi. Tað helt hann annars, men eftir,
at hann nú hevði leitað í gerðarbókini, ásannar hann,
at tað málið hevur ikki verið viðgjørt á nevndarfundi.'
Sosialurin 6. oktober.
Her váttar Jan Højgaard sjálvur, at hann hevur logið fyri
Sosialinum, og at hann ikki veit, hvat hann sjálvur hevur
gjørt í avgerandi málum. Meira ússaligt kann tað ikki vera