Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-13, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. oktober 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 195 - 13. oktober 2009 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Mikukvøldið 7. oktober var stórur føðingardagur hildin í Havnini. Ein av okkara kendastu vinnulívsmonn um og stjórum hevur nú rundað tey áttati árini – bilasølu­ maðurin Jóhannes Berg. Hann valdi at halda dagin á Hotel Føroyum, saman við familju, starvsfólkum, vin um og kenningum. Jó hannes lýsti í bløðunum at øll vóru vælkomin. Hetta er fyrstu ferð, at Jóhannes Berg velur at halda ein føðingardag á hesum støði, men hann varð ikki vón­ brotin, tí ikki færri enn gott fýrahundrað fólk møttu upp at heilsa upp á føðingar­ dagsbarnið. Borðreitt varð við fleiri sløgum av viðskera og heit­ um rættum til teir “svongu” gestirnar. Av tí, at verturin hvørki roykir ella nýtir alko hol var einki slíkt hvørki at síggja ella at njóta – eitt sera gott og gevandi føðingardagshald bæði til álvara og gaman, har øll kundu fara til hús uml. kl. 23.30 og minnast hvat var farið fram. Føðingardagshaldið var sett at byrja kl.18.00. Blómu heilsanir vóru nógv­ ar, og tær prýddu rættuliga upp fram við vegginum í forhøllini. Tað gekk ein góð løta áðrenn fólkið kom til borðini, tí gestirnir vildu allir heilsa upp á føð ing­ ardagsbarnið, og blíður og prátingarsamur, sum Jó ­ hannes altið er, gav hann sær góðar stundir at heilsa upp á gestirnar. Tá teir gott 400 gestirnir høvdu sett seg, trinu Páll á Lakjuni og Hjørleif Vang fram á pallin, sum vóru menninir, ið skuldu stýra kvøldinum, og tað gjørdu teir óføra gott. Hjørleif gav gestunum eina hylling av skránni, og Páll setti hol á kvøldið við tí fyrsta felags­ sanginum, sum hann leiddi sera væl ígjøgnum alt kvøld ið, við síni kláru sang rødd, meðni Godtfred Joensen syrgdi fyri spæl­ inum, sum hann eisini gjørdi meistarliga væl alt kvøldið Góður sangur Føðingardagsbarnið hevði givið úttrykk fyri, at tað skuldi verða nógvur góður sangur, og tað fingu gest­ irnir í eitt ríkt mál. Eitt sera snotuligt sangblað var prent að til kvøldið, við vakr ari mynd av føðing­ ardagsbarninum á forsíðuni, og á baksíðuni var ein mynd av familjuni Berg, tá børnini vóru í skúlaaldri – eini vøkur hjún saman við fimm elskuligum og fittum børnum. Kona Jóhannes, Karolina, sum var av Toft­ um, og elsti sonurin, Bjarni, eru ikki meiri ímillum okkara. Afturat tí nógva og góða felagssanginum vóru solo, duettir og bólkasangur fram førdur av ymiskum fólk um, sum eru von at syngja alment: Kvinnur úr Nebo á Toftum. Systrarnar Sela saman við mammu­ beiggjanum Árna Jensen. Kvinnubólkur úr sang kór­ inum í Ebenezer. Mirjam og Victor Carlsen. Maria í Ullvøruhúsinum og mamm­ an Kirstin og Sølva Ford. Øll hesi gjørdu sítt til at gera føðingardagshaldið til eina ríka sanguppliving. Sølva Ford sang tveir kend ar klassiskar evangel­ iskar vekingarsangir – “Eymt og í kærleika Jesus enn kallar” og “Lívsæla vissa.” Fleiri í hennara aldri vildu nokk mett, at hesir sangirnir eru ov gamlir og ómodernaðir at syngja í dag, men Sølva megnaði við síni framúrskarandi rødd og útstráling at geva hesum gomlu vekingar­ sangunum eitt nýtt flog, til stóra gleði fyri vertin og gestir. Orðið frítt Orðið varð givið frítt, og tað vóru fleiri, sum ynsktu at bera 80 ára gamla føð­ ingardagsbarninum eina heilsu. Onkur av røðarunum helt, at tað kann ikki passa, at Jóhannes Berg er 80 ár og loyvdi sær at ivast í um prestur hevði skrivað rætt í kirkjubókina. Um eingin stuttlig søga er um ein mann, hevur maðurin gjørt ov lítið. Fleiri stuttligar vóru at hoyra um Jóhannes, t.d.hendan: Tá menn koma at biðja Jó ­ hannes seta pengar í skip, kann hann svara aftur, “at tað haldi eg ikki, tí eg eri so herviligur at fáa sjóverk!” Sonur Jóhannes, Rúni, hevði eina heilsan til pápan. Hann takkaði fyri, at hann hoyrdi um Frelsaran frá barni av. Eisini takkaði hann pápa sínum fyri tær mongu uttanlandaferðirnar, tá hann og hini systkini vóru lítil, ikki minst teir mongu túrarnar til frítíða­ rstaðið Løttorp i Svøríki, har svensku sangbrøðurnir Samuelsens hildu til. Jens Lundberg, ja hvør kennir ikki Jens uppi hjá Berg Motors, hesin smidligi danskarin, sum kennir hvønn krók hjá Berg Motors og veit hvar alt liggur, líka frá bilmáttum til koblingar. Hann hevur verið eitt av trúgv astu starvsfólkunum hjá Jóhannes Berg í 40 ár. Hann hevði eina heilsan til sín arbeiðsgevara, og vegna starvsfólkið og seg sjálvan takkaði hann fyri eitt gott arbeiðpláss. Undirritaði heilsan til føðingardagsbarnið Jóhannes Berg hevur prógv­ að, at hann dugir at avlesa tørv og eftirspurning á markn aðinum. Hann hevur eina í holdi innbygda markn aðaranalysu. Hann hevur keypmansdirvi og veit nær ein skal siga ja ella nei, og hann hevur heysta ágóðan av báðum. Hann lærdi til bakara, men sá tíðliga, at størri møgu leikar og meiri spennandi avbjóðingar lógu á øðrum feltum, og hann valdi bilagreinina, sum gjørd ist greinin hann kom at sita á alt sítt lív. Hann fór at koyra hýruvogn í Havn, men síðani tók hann stig til at stovna egna hýruvogns­ støð saman við øðrum. Tá bilurin so smátt byrjaði at gerast hvønnmansogn í Før oyum, skilti hann, at tíðin var komin at gera nakað annað. Nú fór hann at innflyta bilar, so hann kundi vera við til at metta vaksandi eftirspurningin eftir privatbilum, tí hann dugdi at síggja, at privat­ bilisman var á veg til Før­ oyar – og Jóhannes fekk rætt. Longu í 1967 komu teir fyrstu Mazda bilarnir til Føroyar og 01. mars í 1968 varð sáttmáli skrivaður um beinleiðis innflutning av Mazda bilum. Sølan av Mazda bilum vaks skjótt um alt landið, og í nøkur ár hevði hann fastan ordra upp á 20 bilar um mánaðin beinleiðis úr Japan. Tá teir ungu dreingirnir, sum fingu koyrikort seinast í seksti­ árunum, skuldu hava egnan bil, tá stóð Jóhannes til reiðar, tí niðri við Skipa­ felagskajuna lógu farmaskip og lossaðu nógvar bilar. Tað kom fyri, at bæði seljari og keypari møttust niðri á kajuni, meðni bilurin var lossaður í land. “Bakarin úr Gøtu fór at selja bilar, og teir gingu sum heitt breyð!” Eisini upplivdi Jóhannes, at danskarar royndu at fáa donsku Mazda­forhandl­ ingina eisini at umfata Føroyar, orsaka av ríkis­ felags skapinum. Hetta kundi Jóhannes ikki á nakran hátt góðtaka. Hann tók eitt føroyskt flagg við sær til Mazda skrivstovuna í Japan og royndi at sannføra Japanarar um, at Føroyar var ikki tað sama sum Danmark, men at vit vóru ein tjóð við sjálvstøðugum tjóðareykennum, máli og mentan. Tá varð sligið fast einaferð med alla, at inn­ flutningurin verður bein­ leiðis úr Japan til Jóannes Pætursonargøtu 39 í Havn. Tá vit hyggja í søguliga bakspegilin mugu vit sanna, at Jóhannes sá møgu­ leikarnar í tíðini, hann møtti avbjóðingunum og hann hevði eydnuna við sær. Tað kann av røttum sigast um mannin, nú hann hevur rundað tey áttati, at Jóhannes Berg, var á røttum stað til rætta tíð og gjørdist ein av dugnaligastu sølu­ og vinnulívsmonnum; ein dugnaskapur, hann ikki lærdi á universitetum úti í stóru verð, men nakað hann longu hevði í vøggugávu – ein gáva, eitt talent, eini evnir, eitt pund, sum hann ikki gróv niður, men setti tað inn á røttum stað í rættari tíð og tað bar nógvan ávøkst. Gávumildur. Eitt av eyð­ kennunum hjá Jóhannes Berg er at vera stórtøkin og gávumildur. Eg minnist, at hann einaferð segði við meg, at “Harrin hevur sign­ að meg so ríkiliga, tí dámar mær so væl at geva og at gleða onnur.” Tá tað kemur til at geva er Jóhannes spon­ tanur, gávumildur og stór­ tøkin. Júst hetta nevndi Svenning av Lofti, tá hann endaði føðingardagin og gav føðingardagsbarninum eina sera vakra heilsu. Her nevndi Svenning heimið hjá sinnisbata á Lútzens trøð, sum hevur merkt per­ sónliga umsorgan og for­ stáilsi frá Jóhannes Berg. Jóhannes smæðir seg ikki burtur, tá tað er at geva Harr anum æruna fyri signingar og góða eydnu í handilslívinum, og tekur tí fult undir við skriftorðinum, sum sigur: “Øll góð gáva og øll fullkomin gáva er omanfrá og kemur niður frá faðir ljósanna.” Jákup 1,17v. Vit ynskja Jóhannesi nógv góð ár afturat millum bilarnar á Hálsi, og hjarta­ liga til lukku við degnum og Guds signing framyvir. Poul Jóhan Djurhuus gjaranes@olivant.fo Jóhannes Berg »still going strong« Prógv Tann 15. juli hevur Ingun Miðberg Jacobsen lokið prógv sum Master Of English Language Teaching and Materials Development á Leeds Metropolitan University í Onglandi. Dagurin 13. oktober. Angelus. Fleiri halgimenni bera hetta navn. Navnið er latínskt og merkir eing il, tað er sendiboð. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)